Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 2 - 6. januar 2004 Nr. 2 - 6. januar 2004 25 Kæru landsmenn burturi og heima Gamlaárskvøld steðga vit á og líta aftur á farna árið, eins og vit gera okkum tankar um nýggja árið við ókendum møguleikum, ábyrgd og avbjóðingum. Vit hava seinastu árini verið vælsignaði við stór- um vøkstri og framburði í landi okkara. Alt hevur gingið við – góður fiski- skapur, høgir prísir, vøkstur og framburður á øllum økjum. Seinasta árið hevur ikki hilnast eins væl. Vánaligur prísur á rækj- um, laksi, hýsu og upsa eins og trupulleikar í ali- vinnuni hevur gjørt, at vit fyri fyrstu ferð seinastu sjey árini hava eina lítla niðurgongd í okkara bú- skapi. Vit hava ein væl út- bygdan fiskiflota og góð virkir á landi, og vit kunnu frøðast um, at væl hevur gingist hjá parti av fiski- flotanum í ár. Tó hava rækjuskipini havt tað sera tungt. Vónandi fara prísirnir á rækjum, hýsu og upsa at hækka aftur, soleiðis at hesin parturin av flotanum fer at koma fyri seg í nýggja árinum. Orsakað av versnandi kappingarføri, verkfallið í vár og lágum fiskaprísum hevur úrslitið hjá fiska- virkjunum verið í lakara lagi í ár. Vónandi kemur vend í, soleiðis at tað fer at vignast betri í nýggja árin- um. Tað er at harmast um, at alivinnan í løtuni er í djúpari kreppu orsaka av sjúku og lágum prísum. Vit høvdu sett stórar vónir til hesa vinnu, men mugu ásanna, at tað kann ganga skjótt hvønn vegin. Men ikki er at falla í fátt. Eg havi tað álit á okkara vinnulívsfólki, at tey fara at herja á aftur, og at alivinnan aftur fer at gerast ein munadygg vinna. Stóri vøksturin í búskap- inum seinastu árini hevur givið okkum møguleika at betra munandi um um- støðurnar á øllum økjum. Vit hava eitt vælvirkandi heilsuverk og síggja fram til, at útbyggingin av L a n d s s j ú k r a h ú s i n u m verður liðug. Hetta fer mill- um annað at gera viðgerð- armøguleikarnar munandi betri. Barnaansingin er løgd út til kommunurnar, og er ansingartørvurin nøktaður í stóran mun. Kommunurnar hava veruliga gjørt eitt stórt arbeiði á hesum øki og eiga rós uppiborið fyri tað. Vit eiga ein fagran og virknan ungdóm, sum sanniliga hevur gjørt vart við seg innan ítrótt, tónleik og á øðrum økjum, bæði her heima eins og uttan- lands. Vit kunnu fegnast um avrik hjá okkara song- fuglum bæði í Danmark, í Íslandi og longri úti í heimi, og vit kunnu fegnast um ítróttarlig avrik í heims- klassa, eitt nú landsliðs- avrikið í fótbólti móti Týsk- landi í summar. Ungdómurin er framtíðin og eigur at fáa bestu um- støður til útbúgving, frí- tíðarítriv og til at menna síni evnir á annan hátt. Útbyggingar á eldra- økinum eru nú settar í verk. Sostatt fáa tey, ið gingu undan bæði á sjógvi og landi, eitt virðiligt lív og góðar umstøður á ellisár- um. Tað skylda vit teimum. Fyri einum ári síðan fingu vit fyrsta undirsjóvar- tunnulin. Hetta var eitt stórt tak, sum eydnaðist so mikið væl, at vit nú hava sett á at fremja næstu sam- bindingina av hesum slag, nevniliga Norðoyatunnilin. At binda Norðoyggjar sam- an við meginlandið verður stórt framstig og fer at gagna okkum øllum. Eg vóni, at hetta arbeiðið eisini fer at eydnast væl, soleiðis at Sandoy og Suðuroy kunnu bindast í meginøkið um ikki so nógv ár. Eitt annað stórt stig á samferðsluøkinum er nýggja suðuroyarskipið og samferðsluhavnin á Tvør- oyri, sum verða veruleiki í komandi ári. Eisini aðrar stórar samferðsluútbygg- ingar verða framdar í Suð- uroy í allar nærmastu framtíð. Vit liva í einum vælferð- arsamfelagi, sum verður útbygt og endurnýggjað. Vit taka alt sum eina sjálvfylgju. Men vit mugu ikki gloyma virðisgrundar- lagið – frælsi at trúgva, virka og at hava ábyrgd og tolsemi móti næsta okkara. Vit eiga heldur at rætta øðrum eina hjálpandi hond enn at koma við okkara spillandi tungu. Vit skulu leggja okkum sannleiks- orðini hjá Mikkjali á Ryggi í geyma, har hann yrkir: Eydnan er at finna har grannar semjast væl har kærleikin man ráða har blídni er við borð har mildar tungur sáða tey mjúku troystar orð Árið 2003 var kosið: "Ár teirra brekaðu". Tiltøk hava verið kring landið, og vit eru mint á tey í okkara samfelag, ið bera brek. Tað eru ikki so nógv ár síðan, at fólk, ið bóru brek, vóru send av landinum. Umstøðurnar vóru vána- ligar her á landi, og eingi tilboð vóru til teirra. Síðan seinast í sekstiár- unum er hugburðurin mill- um fólk og politiski viljin broyttur. Nógv er broytt til tað betra. Yrkingin um plantuna dáan verður ofta tikin fram í hesum samanhangi. Øks- ini deila og hótta hin bjart- oygda dáan, sum veksur upp millum teirra og stend- ur á teirra jørð: Men dáin stendur í iva, og hann hevur ymsan lit: - Eg havi væl loyvi at liva her líka so væl, sum tit - Hesi orð eru verd at hugsa um og taka við okk- um, nú "Ár teirra brekaðu" er farið. Tí so sanniliga eigur pláss at vera fyri okkum øllum. Uttan úr heimi, var tað kríggið í Irak, sum setti dagsskránna í nógvum viðurskiftum. Uttan mun til, hvat vit halda um Irak- kríggið, so kunnu vit øll vera samd um, at neyðugt er at forða yvirgangi, og tí er tað so umráðandi, at frælsi heimurin stendur saman í stríðnum móti yvirgangi. Tað vóru góð tíðindi at frætta, at fyrrverandi eina- ræðisharrin í Irak varð handtikin, og verður settur fyri dómstól. Hetta fer at fáa stóran týdning fyri fólkaræðisligu tilgongdina í Irak, og fer vónandi at fremja fólkaræði í øllum miðeystri. Mong vóru skelkað, tá ið boðini komu um, at svenski uttanríkisráðharrin, Anna Lindh, miskunnarleyst varð tikin av døgum. Slík hending í einum av okkara grannalondum ávirkar eisini okkum føroyingar. Vit seta spurningar uttan at fáa nakað skilagott svar. Eisini okkara viðurskifti við onnur lond verða al- samt broytt. Vit fingu nýliga eina avtalu við ES, sum inniber, at trupulleikin við eitt nú triðjalandsfiski í høvuðsheitum er loystur. Vit kunnu við hesum inn- flyta rávøru til Føroyar, eitt nú úr Íslandi og Noregi, og viðgera hana í Føroyum, og síðan at útflyta hana tollfría til ES marknaðin. Føroyski búskapurin fær nú eitt bein afturat at standa á. Í løtuni liggur ein nýggj- ur sáttmáli millum Føroyar og Ísland klárur at taka støðu til. Hesin sáttmálin fevnir um frælsi fyri allar vørur, umframt frælsi fyri tænastur, kapital og per- sónar, tó við nøkrum undantøkum. Hetta merkir, at heimamarknaður okkara verður víðkaður munandi. Tað var ein stór løta, tá ið Norðurbryggjan lat upp í Keypmannahavn. Eitt slíkt norðurlandasamstarv hevur alstóran týdning fyri Før- oyar. Tað eru útnorðurlond- ini, ið saman við Danmark hava stovnsett ein útnorður- miðdepil. Norðurbryggjan er eitt amboð við nógvum møgu- leikum, bæði fyri mentan og vinnu, og fáa føroyingar høvi til at gera seg galdandi her á mongum økjum. Samráðingar við danskar myndugleikar um at fremja avtalurnar í samgongu- skjalinum um yvirtøkur av málum, hava tikið nógva orku í farna ári. Nú var komið undir land á fleiri økjum, og seinasta hond skuldi leggjast á yvirtøkulógina. Henda lóg hevði avgreitt viðurskiftini millum Føroyar og Dan- mark soleiðis, at allur av- gerðarrættur til yvirtøkur og framhaldandi sjálv- stýristilgongd einans hevði ligið hjá føroyskum mynd- ugleikum og hjá Føroya fólki. Tí var tað einki minni enn ein vanlukka, at hesin søguligi møguleiki fór fyri bakka, nú stuðulin til mín, sum løgmaður, varð tikin aftur orsakað av mistøkum, sum vóru framd fyri 20-25 árum síðan. Tað harmar meg, at hesi mistøk hava verið til polit- iskan ampa, men eg kann endurtaka, at eg havi tikið fulla ábyrgd av umrødda máli. Hyggja vit afturum, so hava vit nógv at takka fyri. Vit fingu loyvi til at liva eitt ár afturat í friði og náðum í Føroyum. Ríkiliga vóru vit vælsignað við fongi úr havi, bø og haga. Kortini eru tað fólk í landi okkara, ið eru stúrin, einsamøll og sjúk. Tað eru eisini tey, ið syrgja, tí tey mistu onkran, ið tey vóru góð við. Tankarnir leita til tykkum, ið hava tað svárt og trupult. Tit fáa bestu nýggjársynski við vónini um, at "eftir vetur kemur vár við sól og fjallaroða", sum Robert Joensen tekur til í vakra sálmi sínum. Fyri framman er eitt nýtt ár. Latum okkum føroying- ar í sátt og semju taka ímóti teimum avbjóðingum, sum nýggja árið ber við sær fyri okkara land og fólk. Vegna Føroya landsstýri takki eg fyri árið, ið fór. Eg ynski sjófólki, landsmonn- um okkara í fremmandum londum og øllum Føroya fólki eitt av Harranum signað nýggjár. Gud signi mítt føðiland Føroyar. Nýggjársrøða løgmans 2003 Grov mis- nýtsla av løgmans- embæt- inum NÝGGJÁRSRØÐA LØGMANS 2003 Kristian E. Andersen Floksformaður Tjóð- veldisfloksins Høgni Hoydal hevur á heima- síðu floksins, www.tjodveldi.fo, við- merkingar til nýggj- ársrøðu løgmans 2003. Har stendur millum annað, at nýggjárs- røðan er enn eitt dømi um, at løgmansem- bætið verður grovliga misnýtt. Eisini sigur Høgni Hoydal, at løgmaður í nýggjársrøðuni sigur ósatt, og at tað er óvirðiligt fyri Føroya land, at Anfinn Kalls- berg, løgmaður, brúkar nýggjársrøðuna at renna undan ábyrgdini fyri egnum gerðum og gevur øðrum skyldina. Landssjúkrahúsið FO 100 Tórshavn Sjúkrarøktarfrøðingur til cardiologisku starvsstovuna Á cardiologisku starvstovuni er eitt avloysara- starv á starvsbrøki 0,5 leyst at søkja til setan 1. februar 2004 ella eftir avtalu til og við 31. august 2004. Arbeiðsøkið í høvuðsheitum: • at hjálpa til við diagnostiskum virksemi innan A-EKG, Ekko, Holter og pacemakarum • røkt og ráðgeving til hjartasjúklingar • arbeitt verður í tøttum samstarvi við aðrar fakbólkar Førleikakrøv • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøð- ingur • faklig vitan og royndir við at viðgerða og røkta hjartasjúklingar • góð samstarvsevni • hug til tvørfakligt samstarv • fleksibilitetur og kreativitetur • góður røkjuskapur • vil søkja mennandi avbjóðingar • førleika fyri at arbeiða sjálvstøðugt, og aktivt alla tíðina kunna søkja sær nýggja vitan innan arbeiðsøkið • teldukunnleika Fyrimun hava umsøkjarar sum • hava cardiologiska eftirútbúgving • eru vanir at arbeiða sjálvstøðugt • hava rímuligan førleika í enskum í skrift og talu Vit kunnu bjóða: • eitt dynamiskt og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi • positivt tvørfakligt samarbeiði • eitt sera áhugavert og avbjóðandi starv, har møguleikar eru fyri upplæring og menning • starvssetti flytur við, tá starvsstovan flytir í nýggja med. amb. í nýbygningin. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til starvstovuna tlf. 313540, lokal 371, ella til Ásu Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 300 ella e-post asap@lsh.fo Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. Landssjúkrahúsið Óli Arge Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Umsóknarfreistin er 19. januar 2004 kl. 12.00. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3026, Sp/f Borðoyarnes, 700 Klaksvík. Viðtøkur broyttar: 11.12.2003. Nýtt navn: Sp/f frá 26. juni 2000 Stjórn: Innkomin sum stjóri: Poul Martin Bjørgheim Rasmussen, Víkavegur 105, 700 Klaksvík. Tekningarreglur: Felagið verður bundið við undirskrift av einum stjóra. Grannskoðari: Innkomin sum grannskoðari: Sp/f Agnar á Dul, Gerðagøta 31, 700 Klaksvík. Skráseting Føroya tann 30. desember 2003 Kristin Balle _______________________ Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi partafelag: Skrásetingar-nr. P/F 3704 Navn: P/F Suðuraling Adressa: 600 Saltangará. Kommuna: Runavíkar Kommuna Stovningardato: 09.12.2003 Viðtøkudato: 09.12.2003 Kapitalur: Kr. 800.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 800.000,00 til kurs 100. Stovnarar: Sigmar Davidsen, Nýggivegur 8, 620 Runavík, Jan Danielsen, á Gadd, 655 Nes, Jákup Egil Jensen, Millum Gilja 44, 188 Hoyvík og Mathias Davidsen, Undir Brekku 2, 600 Saltangará. Nevnd: Sigmar Davidsen, Nýggivegur 8, 620 Runavík (formaður), Jan Danielsen, á Gadd, 655 Nes, Jákup Elgil Jensen, Millum Gilja 44, 188 Hoyvík og Mathias Davidsen, Undir Brekku 2, 600 Saltangará. Stjórn: Jan Danielsen, á Gadd, 655 Nes. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóra saman við einum nevndarlimi, ella tveimum nevndarlimum. Grannskoðari: Sp/f Grannskoðarastovan á Skála, 480 Skáli. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 09.12.2003 - 31.12.2004 Endamál: Endamál felagsins er at eiga partabrøv, handil, umframt annað starv í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 22. desember 2003 Kristin Balle _______________________ veitst tú ikki tað? C M Y K 25 24