Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 6. januar 2004 27 27 Fróði Benjaminsen fer í ár at spæla fót- bólt í Íslandi, og tá B68 eisini hevur mist Jann Inga Petersen, skal ein at kalla nýggjur miðvøllur spælast inn í ár FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað hevur leingi ljóðað, at íslendska Fram, har Ion Geolgau nú er venjari, hevur ligið framvið at fáa hendur á teimum báðum B68-leikarunum, Fróða Benjaminsen og Hans Fróða Hansen. Fyrr í ár hava teir báðir verið eitt legg í Íslandi, har teir hava kunnað seg um umstøðurnar, og longu í november mánaði skrivaðu íslendskir miðlar, at sam- ráðingar vóru farnar ígongd við leikararnar. Skuldi vera nú Tað hevur tó ikki verið so nógv, sum leikararnir sjálv- ir hava havt at viðmerkja til alt hetta tosið, men nú hevur í øllum førum Fróði Benjaminsen tikið avgerð um, at hann fer at royna fótbóltseydnuna í Íslandi. - Jú, tað er rætt. Avgerðin er tikin, og um mánaðar- skifti fara konan og eg so til Íslands, sigur Fróði, tá vit mánamorgunin hittu hann á orði. Og sum skilst, so tykist Fróði eisini spentur upp tað heila, nú hann fyri fyrst ferð skal royna seg sum fót- bóltsútiseta. - Skal tað vera, so skal tað vera nú. Eg eri júst fyltur 26 ár, so tað kann verða skjótt, at tað verður ov seint hjá mær at royna nakað. Fyrr havi eg kanska ikki tráða so nógv eftir hesum, men nú havi eg so eisini fingið sveinabrævið hjá mær, so í so máta havi eg ikki so nógvar bindingar eftir her heima, sigur hann. Pengarnar í sáttmálanum vil Fróði sjálvandi ikki tosa um, men hann leggur dent á, at talan sum so ikki er um nakran fulltíðar sáttmála. - Eg ætli mær í øllum førum at arbeiða hálvan dag við síðuna av fótbóltin- um. Venjingin hjá teimum er ikki stórt meira enn tað, sum vit venja her í Føroy- um, og bara at skula hugsa um fótbólt og so venja fýra- fimm ferðir um vikuna. Tað kann skjótt blíva nakað einsligt, heldur miðvallarin, sum nú í fleiri ár hevur verið roknaður sum ein hin stinnasti av slagnum í land- inum. Ivasamt við Hans Fróða Sum nevnt omanfyri, og sum vit eisini hava skrivað onkra aðra tíð, so hava íslendingar eisini sýnt áhuga fyri Hans Fróða Hansen, sum hesi seinastu trý árini hevur verið verju- álitið á Toftum. Seinastu góðu vikuna hava leysasøgurnar eisini ljóðað alsamt harðari um, at eisini hann skal vera ávegis til Fram, men tað hevur ikki eydnast okkum at fáa hetta váttað frá leik- aranum sjálvum. Tað er tó tann munurin á møguliga skiftinum hjá Hans Fróða Hansen og staðfesta skiftinum hjá Fróða Benjaminsen, at verjuleikarin framvegis hevur eitt ár eftir av sátt- málanum við B68. Tað merkir við øðrum orðum, at Hans Fróði ikki uttan víðari kann fara til annað felag. Skal tað gerast her og nú, so skulu íslend- ingarnir samráðast við B68 um ein møguligan keyps- prís. Formaðurin í B68, Niclas Davidsen, vil ikki gera stórvegis viðmerking- ar til hetta, men tá spurt verður, hvørt teir hava gjørt nakra avtalu við Fram, er svarið noktandi. Halda eyguni opin Einki er at ivast í, at hetta er dyggur smeitur hjá tofta- monnum, sum við hesum hava mist tveir liðir úr sterka tríhyrninginum á miðjuni, sum í fjør var ein av høvuðsorsøkunum til góðu úrtøkuna hjá tofta- monnum. Sum nevnt, so hevur Fróði Benjaminsen í fleiri ár verið roknaður sum ein hin besti miðvallarin í landinum, og seinastu trý árini hevur hann eisini átt sítt sjálvskrivaða pláss á landsliðsmiðvøllinum, har hann tykist hava ment seg til ein alsamt vaksandi krumtapp í føroyska spæl- inum. Niclas Davidsen, for- maður í B68 fær í løtuni ikki gjørt stórt annað enn at ásanna, at leikarin er farin, og enn fæst hann heldur ikki at siga, hvørt B68 fer at leita sær styrk aðra staðni frá í royndunum at tippa holið, sum nú er íkomið. - Vit hava sjávlandi eygu og oyru opin, soleiðis at vit fylgja við í, hvat rørir seg kring okkum, men hinvegin eru vit ikki í beinleiðis sambandi við nakran leik- ara, so hasum kann eg als ikki svarað fyri, var einasta viðmerkingin frá formann- inum. Nr. 2 • týsdagur • 6. januar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo B68 mist miðvøllin Fróði Benjaminsen fer um mánaðarskiftið til Íslands, har hann hevur gjørt sáttmála við Fram Tað hevur eisini ljóðað, at Hans Fróði Hansen er ávegis til íslendska felagið, men enn tykist ikki vera nøkur semja millum Fram og B68, um hvørt hetta kann lata seg gera C M Y K 26 Eftir at hava tapt tep- urt í steypakapping- ini leygardagin, svar- aðu tær hjá Neistan- um aftur sunnudagin, tá tær púra óvæntað vunnu á gullbiðlun- um úr Vági, og hetta órógvaði av álvara myndina, sum teknar seg undan endaspæl- inum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tey sum hildu, at heiðurs- merkjastríðið í ár fyrst og fremst skuldi standa mill- um Stjørnuna, VB og VÍF, mugu nú helst til at hugsa eina ferð afturat. Eftir eina fyrru hálvu, har tað fyri tað mesta hevur verið nær við og næstan, eydnaðist Neist- anum í seinasta umfarinum at toga seg somikið nær hinum trimum, at tær av álvara mugu roknast fyri at hoyra heima í flokkinum av liðum, sum fara eftir heið- ursmerkjunum. Sunnudagin skuldi Neist- in so fyri aðru ferð innan tveir dagar royna seg móti meistarunum, og hesaferð gekst nakað væl betri. Tað leikaði javnt á fyrstu longu løtuna, men eftir at Neistin seinastu 10 minutt- irnar fyri steðgin av álvara fekk glið á, kom VB ongan tíð av álvara við aftur í dystin. Tær stríddust manniliga at vinna seg aftur tað mesta av seinna hálv- leiki, og eitt skifti sá eisini út til, at tað skuldi eydnast teimum, men aftur rendu tær seg í eina deyða peri- odu einar 10 minuttir fyri leiklok. Tá hevði heima- liðið annars strítt seg upp á 21-22, men við fimm mál- um í eins nógvar minuttir fekk Neistin tó beint allan iva um úrslitið burtur. Koppar myndini Og einki er at ivast í, at hetta er ein sigur, sum av álvara hevur skumpað undir sjálvsálitið hjá teim- um í Neistanum. Tað hevur annars mest sum hvørja ferð verið soleiðis hjá lið- num, at smái magrinalarnir hava viðført tepur tap móti teimum trimum ovastu, og tí bendi nógv á, at liðið í endaspælinum fór at enda í onkrum slag av onga- mannalandi, har eingin vandi var fyri niðurflyting, men har tað hinvegin var dekan ov langt upp til heið- ursmerkini, har liðið annars sigur seg vilja stríðast. Men hetta seinasta broytti úrslitið sunnudagin í øllum førum. Neistin er nú ájavnt við VB í stigum, tá farið verður undir enda- spælið, og hóast alt eru bara trý stig heilt upp á oddin, so heilt øgjørligt sær tað ikki út hjá Neistanum. Fyri VB var tapið hin- vegin dyggur smeitur. Lið- ið hevur havt sítt at stríðast við hetta kappingarárið, men síðani tær aftur fingu útlendingarnar inn á liðið, hevur gullið bara tókst vera ein dystur millum tær og Stjørnuna. Í so máta merkti tapið, at tær nú eru trý og ikki tvey stig aftan fyri Stjørnuna, tá farið verður undir endaspælið, og tað kann vísa seg at vera nakað, sum tungt at vinna innaftur. Dysturin í tølum VB-Neistin 28-30 (11-16) Málskjúttar VB: Aukse Vysniaskaite 8(5), Daiva Toumaite 6, Rannvá Augustinussen 5, Gurið Mortensen 4, Eyð- britt Krosslá 2, Laila Jespersen 1, Margreth Augustinussen 1 Neistin: Jórun Ludvig 9(1), Simona Dziugyte 6(1), Rakul Augustinussen 6, Ása Dam á Neystabø 4, Lív Sørensen 4, Lina Andriulyte 1 Brotskøst: VB 5, Neistin 4 Útvísingar: VB 2, Neistin 2 Nicoleta Radu var flúgvandi, tá Søljan sunnudagin fekk tvey kærkomin stig á Skála savnsmynd VB-Neistin 28-30 (11-16): Neistin svaraði aftur Við sigri í seinasta dystinum í grund- spælinum togaði Søljan seg frá Kyndli, og nú tykist bjarg- ingin í deildini ikki so langt burturi HONDBÓLTUR Jákup Mørk Søljan tók kanska eitt risa- stórt fet móti eini fram- haldandi tilveru í bestu deildini, tá tær sunnudagin vunnu útidystin á StÍF. Vónirnar undan dystin- um vóru kanska ikki ongar, tí hóast Søljan á stigatalv- uni er væl aftan fyri StÍF, so er tað tó nakað síðani, at strandakvinnurnar seinast fingu nøkur stig á kontina. Ein orsøk er uttan iva miss- urin av Alinu Olaru, sum uttan iva var lyklaspælarin á liðnum, men hinvegin hava ábendingarnar tó ikki verið um, at liðið skuldi stevna beina leið móti botninum á talvuni. Søljan hevur hinvegin víst onkrar góðar taktir í summum av dystunum, men samanlagt hevur hetta tó ikki verið nóg mikið til at taka nakra fjarstøðu úr botninum. Her hevur liðið alt árið stríðst við Kyndil um at sleppa undan svarta- peri, og eftir at liðini vunnu hvør sína innanhýsis upp- gerð, tóktist alt benda á, at hesin spurningurin skuldi bíða til endaspælið. Gevur vón Men sunnudagin kom so ein ábending um, at Søljan kanska kann svara hesum, uttan at spyrja Kyndil eftir. Frá fyrsta bríksli løgdu tær hart út móti StÍF, og áðrenn tær á heimaliðnum rættiliga høvdu fatað, hvat tað var, sum hendi, so var Søljan lopin avstað. StÍF kom meira inn í dystin, sum fráleið, og beint eftir steðgin eydnaðist tað eisini at fáa fatur á Søljuni, men tað stóð tó greitt, at hetta hevði kostað nógvar kreftir. Søljan megnaði nú eisini at svara aftur, og tó at StÍF fleiri ferðir royndi at muta ímóti, so bendi alt á, at tað skludi ikki gerast teirra dagur. Eitt korter fyri leiklok var munurin aftur niðri á einum máli, men nærri enn hesum kom StÍF ikki. Søljan – og serliga Nicoleta Radu – settu nú av álvara ferð á, og so megnaði heimaliðið ikki meira. Tær royndu at stríð- ast eina seinastu ferð, men skriftin stóð alt týðiligari á hallarvegginum, og so kundu tær hjá gestunum frøast, tá seinasta bríkslið var blást. Sigurin merkir so í øllum førum, at Søljan nú er eitt stig framman fyri Kyndil, tá farið verður undir enda- spælið. Í sjálvum sær ikki nøkur leiðsla, sum gevur garanti fyri nøkrum sum helst, men ein lítil fordeilur er tað í øllum førum, og so er at halda fast um hendan. Hjá StÍF fer støðan nú so smátt at síggja eitt sindur ræðandi út. Takkað verið góðu byrjanini upp á árið, so hevur liðið hóast alt fimm stig, tá farið verður undir endaspælið, men skulu tær vera heilt vísar í at halda sessinum, so skal okkurt stigið afturat á kontina. Tað er nú heldur ikki so óhugsandi, at tað fer at koma, men hinvegin hava bæði Søljan og Kyndil nú fingið ábendingar á, at tað ber eisini til at fáa stig aðra staðni, og bara tað í sjálv- um sær kann gera uppgáv- una hjá bronsuvinnarunum frá í fjør nógv truplari. Dysturin í tølum StÍF-Søljan 19-24 (10-11) Málskjúttar StÍF: Milica Ergic 4, Paula B. Høgnesen 4, Poula D. Olsen 4, Sunfríð B. Jacob- sen 3(2), Ann Mari Østerø 2, Guðrun Ólavsdóttir 1, Anna Maria Berthelsen 1 Søljan: Nicoleta Radu 14(3), Arnleyg Haraldsen 5, Jana Jacobsen 2, Petra Thomassen 1, Hertha Sim- onsen 1, Heidi Maria Akselsen 1 Brotskøst: StÍF 4, Søljan 5 Útvísingar: StÍF 3, Søljan 1 Dómarar úr Tjaldur: Trygvi Mortensen & Kári Hansen StÍF-Søljan 19-24 (10-11): Søljan upp úr botninum Neistin hevði alla tíðina eitt gott tak á meistarunum sunnudagin, og tær megnaðu eisini at seta trumf á avrikið Mynd: Áki Bertholdsen