Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. januar 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 6. januar 2004 29 29 28 Nr. 2 - 6. januar 2004 C M Y K 28 Martin í Onglandi Eftir eina góða byrj- an, er føroyameist- arin Martin Poulsen steðgaður eitt sindur upp í Hastings Chal- lengers. Bert eitt umfar restar í TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Síðani summar hevur Martin luttikið í kapping- um uttanlanda. Higartil bert við góðum úrslitum. Hann hevur tó ikki verið tætt við nakran IM-norm. Hann stríðist manniliga víðari móti málinum, og í løtuni er hann um at leika seinasta leik í siðvondu kappingini í Hastings, Eng- land. Átta umfør eru leikt, og níggjunda umfar bleiv telvað eftir evstamark, mánadagin. Martin luttekur í opni kappingini, ið kallast Hast- ings Challengers. Eisini verður ein lukkað tíggju- mans kapping telvað sam- stundis. Danin Peter Heine Nielsen vann í fjør somu kapping, men í ár livur hann als ikk upp til favorit- trolluna. Hann hevur einans 50% skoru. Eftir talvið hjá honum í áttanda umfari, sum er við í blaðnum, kann Peter Heine ikki blanda seg í topp trý. Kalt í nýggja árinum Hastings byrjaði 27. des- embur, og endaði mánadag- in 5. januar. Tað gekk væl hjá Martini í fyrru helvt í desembur mánaða. Men í 2004 hevur ikki gingið til vildars hjá føroyameistar- anum úr Havnini. Mangir javnleikir móti lægri mót- støðu hevur viðført, at Martin ikki sleppur úr miðjuni, samstundis sum hann ikki sleppur at royna seg ímóti heilt sterkari mót- støðu. Martin leikti í áttanda umfari javnt móti einum 2000-telvara og í seinasta umfarinum hittir Martin einum 2100-telvara. Um hann vinnur hetta seinasta talv, heldur hann nøkun- lunda ratingina. Talan er tí ikki um nakra serstaka ringa kapping, men í øllum um førum um eitt úrslit, ið Martin ikki er nøgdur við. Kenna vit hann rætt. Feskasti altjóða styrkilistin Altjóða talvsamgongan FIDE hevur júst kunngjørt seinasta styrkilistan. Garry Kasparov eigur framvegis trygt fyrsta pláss á listan- um. Nítjan ár á rað hevur hann verið talvkongurin yvir øllum. Tað varð nevn- liga í januar 1985, at Kas- parov fór framum Karpov á ratingslistanum, og síðani hevur eingin megnað at tik- ið hann aftur! Kasparov leikti við í EM fyri lið í novembur, og vann hann sær eitt ratingstig fyri ómakin. Størsta lopið gjørdi Peter Svidler, ið nú er á einum fjórða plássi. Eisini Alex- ander Morozevich hevði góð úrslit í heyst. Føroya- vinurin Ivan Sokolov er fyri fyrstu ferð omanfyri 2700! Judit Polgar vinnur sær framvegis fleiri ratingstig, og hevur nú telvað seg heilt fram til eitt áttanda pláss. Fyrrverandi heimsmeist- arin, 52 ára gamli Anatoly Karpov, er fyri fyrstu ferð síðani umleið 1970 uttan- fyri topp 20 í heiminum. Hann eigur nú nevnliga 21. plássið á styrkilistanum. Til samanberingar er fremsti føroyingurin John Arni Nilssen nr. 1399 í heiminum við sínum 2426 altjóða ratingtali. Talvið hesa vikuna Talvið niðanfyri er oddabrakið í Hast- ings millum fremsta norðurlending í løt- uni Peter Heine Nielsen og sterkasta kypriotiska telvaran, Kotronias. Nielsen, Peter Heine (2638) - Kotro- nias,Vasilios (2598) Premier Group Hastings (8. umfar), 04.01.2004 1.d4 Rif6 2.c4 g6 3.Ric3 Bg7 4.e4 d6 (Kongaind- iska byrjanin) 5.Rif3 0— 0 6.Be2 e5 7.0—0 Ric6 8.d5 Rie7 9.Rie1 Nd7 10.Be3 f5 11.f3 f4 12.Bf2 g5 13.a4 (Sera eyðkent fyri byrjanina; hvítur leypir á drotningasíðuna, meðan svartur fer beint eftir konginum) 13...a5 14.Rid3 b6 15.Be1 Rif6 16.Rif2 h5 17.h3 Kh8 18.Rib5 Rieg8 (Tað tykist sum um svartur verður skjótari til sítt mál. Men telduforritið Fritz 7 dámar tó hvítu støðuna eitt vet betur) 19.b4 Rf7 20.bxa5 bxa5 21.c5 Bf8 22.cxd6 cxd6 23.Rc1 Rih6 24.Rc4 Rg7 25.Fc2 g4 (Soleiðis. Svartur setur hvítan undir trýst við hesum tematiska leiki, og letur eina finnu afturfyri) 26.Bxa5 Fe8 27.h4 gxf3 28.Bxf3 Bg4 29.Bxg4 Rifxg4 30.Bb6 Fe7! Fer eftir h-finnuni 31.Rixg4 Rixg4 32.Bf2 f3! 33.g3 DIAGRAM Støðumynd eftir 33. g3 33...Rie3!! (Vinnandi leikur. Danin hevur helst yvirsæð hendan leik) 34.Bxe3 Rxg3+ 35.Kf2 Rg2+ 36.Kxf3 Rxc2 37.Rxc2 Fxh4 (Hóast hvítur hevur fingið fitt av fólki fyri frúnna, so er støðan hættislig. Kongur- in stendur ov berur) 38.Rg1 Rxa4 39.Ric3 Rc4 40.Ke2 Bh6 41.Bb6 (Eftir Bxh6, vinnur Fh2+) 41...Rxe4+! og hvíta støðan raplar saman. Tek- ur Peter Heine t.d rókin, missur hann egnan rók eftir Fxe4 og nøkur skák aftrat. Eitt gott álopstalv hjá Kotronias 0—1 Topp 20 í heiminum 1. januar 2004: 1 Kasparov, Garry (RUS) 2831 2 Kramnik, Vladimir (RUS) 2777 3 Anand, Viswanathan (IND) 2766 4 Svidler, Peter (RUS) 2747 5 Shirov, Alexei (SPA) 2736 6 Topalov, Veselin (BUL) 2735 7 Morozevich, A (RUS) 2732 8 Polgar, Judit (UNG) 2728 9 Ponomariov, Ruslan (UKR) 2722 10 Leko, Peter (UNG) 2722 11 Adams, Michael (ENG) 2720 12 Grischuk, Alexander (RUS) 2719 13 Ivanchuk, Vassily (UKR) 2716 14 Bareev, Evgeny (RUS) 2714 15 Gelfand, Boris (ISR) 2709 16 Sokolov, Ivan (HOL) 2706 17 Short, Nigel D (ENG) 2702 18 Malakhov, Vladimir (RUS) 2700 19 Akopian, Vladimir (ARM) 2693 20 Dreev, Alexey (RUS) 2682 Tveir av leikarunum, sum HB roknar nógv av framyvir, hava júst gjørt nýggjan sáttmála við felagið FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eitt av feløgunum, sum higartil í vetrarsteðginum hevur verið hampuliga akt- ivt á leikaramarknaðinum, er HB. Einamest hevur tað vakt ans, at tað hevur eydn- ast eldra grannafelagnum at fáa fatur á Jákupi á Borg og Heðini á Lakjuni, sum báð- ir vóru at rokna sum lykla- leikarar hjá B36, men fel- agið hevur so eisini gjørt sáttmálar við flestu av teimum, sum í fjør vóru við til at vinna gullið annað árið á rað. Um vikuskiftið varð so boðað frá, at telagið nú hevði gjørt nýggjar sátt- mála við tveir av yngru leikararnar í hópinum, nevnliga Rókur F. Jesper- sen og Páll M. Joensen. Serliga Rókur fekk fleiri dystir á besta liðnum í fjør, men Páll hevur eisini snoddað nakað til fyrstu deildarfótbólt, og einki er at ivast í, at tey í HB rokna við, at hetta eru tveir av teimum leikarum, sum í framtíðini fara at gera um seg á besta liðnum. HB hevur annars í vetur mist nakað av yngra fólkin- um til AB, sum veruliga tykist brynja seg til í stríðn- um um uppflyting, men úr HB-leguni eru boðini, at tað er gongdin í fótbólti, at leikarar soleiðis skifta fel- ag. Og at hetta ikki minst er vandin, tá yngri leikarar kunnu hava tungt við at bíta seg fastar á besat liðnum. Tveir ungir HB-sáttmálar Birgir Enghamar, formaður í HB, situr her millum Rók F. Jespersen og Páll M. Joensen, sum júst hava gjørt nýggjan sáttmála við felagið mynd: www.hb.fo Stjørnan tók sær veruliga av løttum sunnudagin, og sjálvt um Kyndil í seinna hálvleiki slapp nóg so nær, so var ikki talan um veruligan spenn- ing HONDBÓLTUR Jákup Mørk Dysturin millum kvinnu- liðini hjá Kyndil og Stjørn- uni á Hálsi sunnudagin var av tí slagnum, sum bara skulu fáast frá hondini. Longu undan dystinum stóð greitt, at Stjørnan fór at enda endaspælið á fremsta sessinum, og tað mundi neyvan vera nakar, sum ímyndaði sær, at Kyndil fór at gera ein vørr júst hesaferð. Avgreiðslumál Tað varð eisini skjótt stað- fest, at Stjørnan ætlaði sær bæði stigini hendan dagin. Hóast liðið enn ikki hevur fingið ætlaðu tilgongdina av Alinu Olaru, og hóast Annika Ljósstein ikki var við hesaferð, so tóktist liðið als ikki hava nakrar trupul- leikar yvirhøvur av mót- støðuni. Serliga í verjupartinum var avrikið sannførandi fyrstu tíðina, og tá Stjørnan samstundis legði alstóran dent á at seta spælið skjótt ígongd, tá mótstøðan hevði verið í álopi, so gjørdist tað sera tungt hjá Kyndli at um- stilla seg. Á máltalvuni sást hetta eisini skjótt aftur, of fyrstu trý korterini av dystinum tóktist tað bara ganga ein veg. Seinastu longu løtuna setti Stjørnan tó ferðina nakað væl niður. Fleiri leikarar, sum ikki hava havt so nógva spælitíð á besta liðnum fingu møguleikan at royna seg, og eitt nú var eisini rúm fyri at seta Sólvá Wardum – fyrr Eystberg – inn á vøllin til hennara fyrsta dyst í tvey ár. Eina løtu tóktist Kyndil fáa eina vón um, at tær kundu skapa okkurt heilt óvæntað nú seinastu minuttirnar, men hóast tær fingu nøkur mál á rað, og munurin minkaði niður í fýra mál, so kom ongan tíð veruligur spenningur í. Stjørnan fekk eisini sett trumf á seinastu lítllu løt- una, soleiðis at alt endaði við einum sigri, sum í veruleikanum var tryggjari enn tað, sum tølini siga. Týðandi úrslit aðrastaðni Hjá Stjørnuni var dysturin nokk ikki stórt meira enn ein staðfesting av, at tær eru liðið, sum hevur staðið seg best í endaspælinum. Í so máta var heldur ikki nakað nýtt fyri Kyndil, men hin- vegin er einki at ivast í, at úrslitini aðra staðni í land- inum vaktu blandaðar kenslur í báðum legunum. Hjá Stjørnuni var tað helst gleðiligt at hoyra, at Neistin hevði tikið sær av VB suðuri í Vági, soleiðis at VB hevur trý stig færri enn Stjørnan, tá farast skal undir endaspælið. Hjá Kyndli var tað hin- vegin einki serligt, at Søljan skuldi fáa alt á Skála móti StÍF. Tað viðførir í øllum førum, at Kyndil á aftasta plássi hevur eitt stig færri enn Søljan, tá farið verður undir endaspælið, og tí er tað nú ein púra greið treyt hjá Kyndli, at tær skulu vinna innanhýsis uppgerðirnar móti Søljuni í endaspælinum, um teimum skal eydnast at halda lið- num í bestu kvinnudeildini. Dysturin í tølum Kyndil-Stjørnan 19-25 (6-13) Málskjúttar Kyndil: Ann-Mari Wang 6(2), Annnika Thomsen 5(2), Randi Wardum 2, Anita Kjærbo 2, Sólja Jóanesdóttir 1, Anja Heina- dóttir 1(1), Jensia Kjærbæk 1, Hildur Mikkelsen 1 Stjørnan: Joan M. Djordje- vic 5(3), Katarina Stepano- vic 5(1), Bára S. Klakstein 5(1), Anna Kristina Sam- son 3(1), Una Olsen 2(1), Súsanna Jacobsen 2(1), Sólvá Wardum 2(1), Gunn- vør Isaksen 1 Brotskøst: Kyndil 5, Stjørn- an 12 Útvísingar: Kyndil 4 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Kundu fyri tað mesta taka sær av løttum. 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 12 10 - 1 - 1 300 225 75 21 2 VÍF 12 8 - 1 - 3 304 255 49 17 3 VB 12 8 - 0 - 4 309 236 73 16 4 Neistin 12 7 - 1 - 4 316 272 44 15 5 StÍF 12 4 - 1 - 7 272 314 -42 9 6 Søljan 12 2 - 0 -10 221 295 -74 4 7 Kyndil 12 1 - 0 -11 192 317 -125 2 Máltindurin Simona Dziugyte Neistin 101 (18) Aukse Vysniaskaite VB 91 (22) Nicoleta Radu Søljan 79 (18) Ioana Rápa VÍF 78 (17) Sóley Mikkelsen VÍF 65 (14) Milica Ergic StÍF 62 (8) Gurið Mortensen VB 61 (6) Annika Ljósstein Stjørnan 61 (17) Nikolina Eyðbjørnsdóttir VÍF 60 Katarina Stepanovic Stjørnan 57 (12) Irina Rodevici VÍF 55 Joan M. Djordjevic Stjørnan 51 (15) Lina Andriulyte Neistin 50 Ása Dam á Neystabø Neistin 48 (15) Rannvá Augustinussen VB 47 Føroyska kvinnu- landsliðið í flogbólti hevur tapt teir báðar fyrstu dystirnar í EM- undankappingini FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Eftir flotta avrikið hjá manslandsliðnum, vóru tað kanska fleiri, sum høvdu vónir um eina eins væl- eydnaða EM-undankapp- ing hjá kvinnunum, nú tær fóru til Luksemburg. Við evstamark okkara restaði enn ein dystur, men tað er tó greitt, at tað ikki verður til nakað endaspæl hjá kvinnunum. Leygardagin leiktu Før- oyar móti Kypros, og her vann Kypros 3-0 móti okk- ara. Tey bæði fyrstu settini var munurin nóg so sann- førandi við ávíkavist 25-16 og 25-19, tó at Føroyar fylgdu væl við í seinna settinum. Triðja settið leikaði alla tiðina sera hart á, men endin varð tó, at Kypros vann hetta 25-22. Taptu javnbrótaran Sunnudagin royndu Føroy- ar seg so móti Liktinstein, og hesin skuldi vinnast, um vón skuldi vera fyri fram- haldandi luttøku. Føroysku kvinnurnar góvu seg eisini alt tað, sum tær megnaðu í hesum dystinum, men tær megnaðu tó ikki at forða fyri einum teprum 3-2 tapi. Liktinstein vann annars tey bæði fyrstu settini við 27-25 og 25-21, og í tríðja settinum stóð einki serligt til, tá Føroyar vóru aftan fyri 20-14, men brádliga kom lív í. Føroyar tóku at kalla tað, sum var eftir av settinum, soleiðis at hetta endaði við 25-22 sigri, og tá tað fjórða so endaði 25- 19, tóktist alt púrasta opið. Helst var tað tó so, at hetta takið hevði kostað nógv í kreftum, tí javn- brótaran tóku tær hjá Liktinstein við 15-11, og so var liðugt fyri okkara við- komandi. Seinasti dysturin hjá Før- oyum verður leiktur mána- kvøldið klokkan 19.00, og var hesin móti vertunum úr Luksemburg. Einki EM til kvinnurnar Kyndil-Stjørnan 19-25 (6-13): Bara ein staðfesting Fyri tað mesta hevði Kyndil tað sera hart móti Stjørnuni, men seinasta korterið sluppu tær alt meira við Mynd: Álvur Haraldsen www.sosialurin.fo