týsdagur 6. januar 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 6. januar 2004
31
31
30
Nr. 2 - 6. januar 2004
C
M
Y
K
30
Í Fuglafirði siga teir
seg nú hava styrkt
liðið so nógv, sum teir
ætlaðu at gera tað, nú
teir aftur skulu royna
seg í bestu deildini
ÍF FYRIREIKINGAR
Jóannes Hansen
Tað hevur leingi ligið á
ljóði, og nú er tað veruleiki.
Sunnukvøldið skrivaðu ÍF
og Bartal Eliasen undir
sáttmála, sum ber við sær,
at Bartal nú aftur er ÍF
fótbóltsspælari. Hann hev-
ur spælt flogbólt í felagnum
í øll árini, men tey seinastu
árini hava evnini sum fót-
bóltsspælari verið nýtt í GÍ
og Gøtu.
Í Fuglafirði eru teir væl
nøgdir við, at Bartal aftur
er komin í barndómsfelag-
ið, og teir siga seg nú vera
komnar á mál í manningar-
ligu fyrireikingunum til
nýggja kappingarárið.
Umframt Bartal Eliasen
er hópurin styrktur við fýra
øðrum spælarum, sum ikki
spældu við ÍF í fjør. Teir eru
Bárður á Lakjuni, Magni á
Lakjuni, Rúni Elttør og
Karstin Joensen. Eins og
Bartal er Bárður komin til
barndómsfelagið, eftir at
hann hevur spælt við GÍ.
Magni, sum eisini er upp-
vaksin í Fuglafirði og ÍF,
spældi
í
fjør
við
EB/Streymi, Rúni spældi
við B36, og Karstin Joen-
sen var í fjør málverji hjá
KÍ.
Tað ljóðaði eina ferð, at
Viggo Johannesen, sum
seinnu árini hevur verið
fastur fúsur í miðverjuni,
ikki skuldi spæla við ÍF í ár,
men í staðin skuldi spæla
við øðrum felag. Nú er
greitt, at Viggo aftur í ár fer
at spæla við ÍF.
Sigfríður Clementsen fer
at halda fram sum venjari
hjá ÍF, og Bogi Lervig
verður hjálparvenjari.
Ivi um Bárð
Í fjør var Bárður á Lakjuni
einasti spælarin hjá GÍ,
sum var við í øllum átjan
dystunum. Hann var hvørja
ferð ímillum teir fyrstu ell-
ivu. Undanfarnu árini hevði
Bárður verið nógv darvaður
av skaðum í knøunum.
Hóast hann spældi alla tíð-
ina í fjør, so var ikki frítt, at
skaðarnir plágaðu. Síðani
kappingarenda hevur Bárð-
ur aftur verið skaðaplágað-
ur, og um vend ikki kemur
í, so er møguleiki fyri, at
hann ikki fær spælt soleið-
is, sum hann gjørdi í fjør.
– Vit vilja fegnir hava, at
Bárður verður førur fyri at
spæla, tí vit rokna hann at
fara at verða ein av stuðuls-
spælarunum. Hann hevur jú
royndirnar í bestu deildini,
sum fleiri av hinum ikki
hava. Tí fara vit at gera
okkara til, at Bárður kann
fáa alla ta viðgerð og hjálp,
sum tað ber til at fáa, sigur
Rógvi Róin, sum vegna ÍF
hevur samráðst við spælar-
arnar.
Føroyska mans-
landsliðið fær helst
størstu avbjóðingina
nakrantíð, tá teir á
útivølli skulu royna
seg móti Noreg
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Mánakvøldið legði før-
oyski landsliðshópurin í
hondbólti leiðina til Noreg,
har teir mikudagin skulu
spæla fyrsta HM-undan-
kappingardystin á hesum
sinni.
Fyrireikingarnar til hetta
hava verið ígongd í longri
tíð, og millum jól og nýggj-
ár vórðu fýra dystir leiktir á
eini venjingarferð til Let-
lands. Fýra dystir, sum eftir
øllum at døma komu væl
við hjá liðnum.
- Eg haldi í øllum førum,
at talan var um sera hósk-
andi mótstøðu. Vit møttu
liðum, sum vóru nakað
betri enn vit, men hinvegin
ikki so nógv betri, at talan
gjørdist um bank, sigur
Hjalmar Klein Olsen.
Víðari sigur hann, at ein-
asta fráveran til dystin móti
Noreg verður vanligi lið-
skiparin, Ingi Olsen.
- Ingi hevur drigist við
ein skaða, og sunnukvøldið
varð so avgerð tikin um, at
hann ikki verður við á ferð-
ini. Vónin er so, at vit hava
hann tøkan til heimadysti
móti Noreg leygardagin,
men tað fáa vit so at síggja.
Hinvegin eru Heini Hanus-
arson, Janus Einar Søren-
sen og Eli Müller allir tøkir,
eftir at teir hava drigist við
nakrar smærri snuddir, so
alt í alt eru vit so væl fyri,
sum tað nú einaferð er
gjørligt, heldur Hjalmar.
Lið í heimsflokki
Men eitt er, hvørjar leikarar
okkara landslið hevur tøk-
ar. Annað - og kanska meira
týdningarmikið í hesum
føri – er hvørjar leikarar
mótstøðan hevur at taka av.
Og tað er ikki smávegis.
Onkursvegna
megnaði
Noreg at klodda EM-
luttøkuna burtur seinast, tá
teir taptu fyri Portugal í
seinasta undankappingar-
dystinum, og tí noyðast teir
aftur hesaferð at taka lut í
undankappingini. Men síð-
ani hetta hava teir so dyggi-
liga staðfest, at teir eiga at
teljast við, tá heimsins
sterkastu hondbóltstjóðir
verða nevndar.
Eitt nú hava teir hetta
seinasta árið givið danska
landsliðnum sannan bank,
og eisini hava teir vunnið á
heimsmeistarunum úr Kro-
atia, so føroyingar hava í
øllum allar hugsandi orsøk-
ir til at sýna størstu virðing
fyri mótstøðuni.
Hjalmar dylir heldur ikki
fyri, at talan kann gerast
um eitt stórt trýst, sum
kemur móti føroyska liðn-
um, men hinvegin tykist
hann ikki at óttast uppgáv-
una sum so.
- Hyggur tú at liðnum hjá
teimum, so er tað bara ein
leikari, sum er úr norsku
kappingini, meðan restin
spælir í eitt nú Spania og
Týsklandi, so tað er einki at
fara skeivur av, at talan er
um sterkar leikarar. Úrslit-
ini seinasta árið tala eisini
fyri seg, og í veruleikanum
hava teir helst einki at gera
í slíkari undankapping, og
tað vilja teir helst eisini
prógva.
- Tað, sum helst verður
størsti trupulleikin hjá okk-
um, er ferðin, sum teir eru
førir fyri at spæla í, og
skrúva teir hesa heilt upp,
so verður tungt hjá okkum.
Serliga er væntandi, at teir
spæla við høgari ferð fyrstu
løtuna,
men
hinvegin
kunnu vit altíð vóna, at teir
undirmeta okkum eitt sind-
ur, soleiðis at vit hóast alt
fáa okkurt orðið at siga.
Hvussu er og ikki, so skal
dysturin spælast, og einki
er at ivast í, at onkra staðni
í Føroyum eru sjónvarpstól-
ini tendrað. Norska TV2
vísir nevnliga dystin for-
skotið, og byrja teir kl. 20
við hesum. Útvarp Føroya
er annars eisini á staðnum,
og teir fara so í luftina um
7’tíðina mikudagin við
beinleiðis frásøgn.
Føroyska landsliðið kem-
ur aftur til Føroya hósdagin
seinnapart, og so er at vóna,
at nakað av krúti verður
eftir, tá teir leygardagin
skulu spæla seinna dystin
móti Noreg.
ÍF hevur fingið pappír upp á Bartal
Heimstoppurin móti Føroyum
Bartal Eliasen fer komandi árið at spæla við ÍF, sum soleiðis
hevur fingið tilgongd av fimm leikarum, nú liðið aftur skal
royna seg í bestu deildini
Heini Joensen hevur havt trupulleikar við tummilfingrinum, men roknað verður tó við, at hann verður førur fyri at spæla, tá
føroyska landsliðið skal royna seg móti norsku risunum
Um U–17 landsliðini
skulu dystast í
Føroyum fyrstu
vikuna av august
valdast um, um FSF
nú beinanvegin fær
grønt ljós fyri at hýsa
ferðaløgunum
NM FYRI U–17
Jóannes Hansen
Tað stendur Fótbóltssam-
bandi Føroya í boði at vera
vertur fyri NM kappingina
fyri U–17 landslið. FSF
hevur havt tilboðið tveir
teir síðstu mánaðirnar, men
enn hava teir ikki givið
hinum
Norðurlondunum
endalig boð, um kappingin
verður í Føroyum ella ikki.
– Eingin ivi er um, at tað
telur rætta vegin fyri FSF
og føroyskan fótbólt sum
heild, um vit taka sovorna
stóra uppgávu á okkum.
Fótbóltssambandið
er
áhugað í at skipa fyri kapp-
ingini, og vit kenna okkum
at vera førar fyri tí. Hetta er
ikki nakað nýtt, tí vit hava
áður skipað fyri sovornum
kappingum,
sigur
Ísak
Mikladal, aðalskrivari í
Fótbóltssambandinum.
Ísak Mikladal sigur, at
orsøkin til, at teir ikki enn
hava givið endalig boð, um
teir fara at taka uppgávuna
á seg ella ikki, er, at teir
ikki enn hava fingið stað-
fest, um teir fáa hýst ferða-
løgunum, sum skulu koma
henda vegin.
– Vit bíða eftir svari frá
Hotel Føroyum. Tá ið vit
fyrstu ferð spurdu okkum
fyri, fingu vit at vita, at tað
bar ikki til hjá teimum at
hýsa so nógvum fólkum frá
1. og til 8. august, men at
tað bar til frá 2. og til 9.
august. Vit spurdu okkum
fyri hjá hinum londunum,
um tað bar til at flyta kapp-
ingina ein dag. Tað vísti seg
ikki at vera nakar trupul-
leiki. Síðani hava vit biðið
Hotel Føroyar um at stað-
festa, at teir kunnu hýsa
fótbóltsgestunum, men hig-
artil hava vit ikki fingið
staðfestingina frá teimum.
Nú gongur tíðin undan, og
vit mugu hava svar nú
beinanvegin, um vit skulu
taka uppgávuna á okkum,
sigur Ísak Mikladal.
Finnland bar seg
undan
Upprunaliga var ætlanin, at
Finnland skuldi vera vertur
fyri NM kappingini fyri
U–17 landslið. Men í heyst
bóðu finnar um, at onkur
annar tók uppgávuna á seg.
Tí var tað, at FSF fekk hetta
tilboðið.
Orsøkin til at Finnland
hevur biðið um at sleppa
undan vertsskapinum, sigur
Ísak Mikladal vera, at Finn-
land hesar seinastu mánað-
irnar hevur fingið fleiri aðr-
ar kappingar, sum teir skulu
standa fyri. Eitt nú skulu
teir vera vertir fyri enda-
spælinum fyri U–19 kvinn-
urnar. Tí vildu teir sleppa
undan U–17 kappingini í
hesum umfarinum.
Eisini í Eysturoy
NM kappingin fyri U–17
landslið er á skránni fyrstu
vikuna av august á hvørjum
ári. Norðurlond og Ong-
land, sum eru við á hvørj-
um ári, skiftast um at
standa fyri kappingini. Um-
framt Ongland, Danmark,
Finnland, Svøríki, Noreg,
Føroyar og Ísland verður
eitt land afturat bjóðað við
á hvørjum ári. Skotland
hevur fleiri ferðir verið við,
og eitt nú Holland hevur
eisini verið við. Tað er upp
til vertstjóðina at bjóða
síðsta landinum við, og
Ísak Mikladal heldur, at tað
hevði kanska verið eitt hug-
skot, at føroyingar bjóðaðu
Írlandi við, nú Føroyar og
Írland eru í HM undan-
kappingarbólki saman.
Tá ið NM fyri U–17
landslið var í Føroyum fyri
sjey árum síðani, vórðu
allir dystirnir spældir í
Havnini. Ísak Mikladal
sigur, at FSF hevur treytað
sær, at um kappingin verð-
ur í Føroyum í summar, so
skulu dystir hesa ferð
kunna spælast upp til 80
kilometrar burtur frá, har
sum ferðaløgini fara at
halda til. Hetta er ikki
óvanligt aðra staðni, sigur
hann.
– Vit hava hugsað okk-
um, at tað umframt í høv-
uðsstaðnum eisini skal
spælast á onkrum av fleiri
nýggjum graslíkisvallum í
Eysturoy, sigur Ísak Mikla-
dal, sum væntar og vónar,
at FSF í hesi vikuni kann
boða frá, at tað verður
møguleiki at hava NM
kappingina
fyri
U–17
landslið í Føroyum. Tá ið
kappingin seinast var í Før-
oyum, vóru allir dystirnir
spældir í Gundadali.
Kvinnurnar hjá VB gjør-
dust seinasta liðið í hálv-
finaluni í Coca-Cola kapp-
ingini hjá kvinnum. Hetta
var greitt leygardagin, tá
seinasta fjórðingsfinalan í
kappingini varð avgreidd.
Upprunaliga hevði HSF
ásett, at dystirnir skuldu
leikast fyri nýggjár, men tá
Neistin kortini skuldi suður
nú fyrsta vikuskiftið í
nýggja árinum, samdust
liðini bæði og HSF um, at
dysturin eins væl kundi
bíða til hetta.
Endaliga úrslitðið av
dystinum gjørdsti 34-30 til
VB, eftir at tær í hálvleik-
inum høvdu verið á odda
við 18-14.
Soleiðis eru tað VB, VÍF,
Stjørnan og Kyndil sum
skulu stríðast um tey bæði
plássini í finaluni.
- jm
Jóhannis í B36
Sum vit áður hava nevnt, so vóru leingi greiðar
ábendingar um, at landsliðsleikarin, Jóhannis Joen-
sen, í 2004 fór at spæla við B36.
Jóhannis hevur havt sáttmála við FS Vágur, men nú
hesin sáttmálin er um at renna út, er tað staðfest, at
ætlaða skiftið er veruleiki.
Hetta er fyrstu ferð, at verjuleikarin fer at royna seg
í B36. Undan hesum hevur hann spælt fyri heim-
staðarfelagið úr Vágum, eins og hann í fleiri ár var
partur av liðnum hjá HB, har hann eisini tvær ferðir
hevur verið við til at vinna gull í FM-kappingini.
- jm
NM stendur Føroyum í boði
VB í
hálv-
finaluni
VB tryggjaði sær leygardagin, at tær eru í pottinum, tá dragast skal um, hvussu hálvfinalurnar
skulu leikast
Mynd: Áki Bertholdsen