Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 244 - 23. DESEMBER 1998 tíðindablaðið eo eo 2 2 , . . Hugleiðingar á kórsgáttini Nýggi presturin í hóvuðsstaðnum heldur tað altíð vera hugaligari at prædika jóla- aftan, enn aðrar tíðir, tá fá fólk eru í kirkju. Hann sigur tó, at um bert eitt fólk er í kirkju, roynir hann altíð at prædika, eins og var tað fyri fullum húsi John Johannessen Heri Jógvan Joensen er júst innsettur sum nýggjur prestur í Vesturkirkjuni í Havn, eftir at hann hevur verið prestur í Vági í níggju ár. Vit hava ver- ið inni á gólvinum hjá honum og prátað um leyst og fast, og byrjar hann við at greiða frá Guðstænastum hansara í Vági jólaaftan. — So langt fólk minnast, hevur jólaaftan verið tann heilt stóri kirkjudagurin í Vági. Vágs Kirkja plagdi at vera yvirfylt jólaaftan. Vit hava mett, at tað ofta hava verið um 800 fólk í kirkju í Vági hendan dagin, og bila- røðin hevur verið so long, at hon hevur rokkið heilt oman á keiðina. — Tað, ið vit plagdu at leggja dent á í jólaaftansguðs- tænastuni í Vági, plagdi at vera sangurin. Vit hava altíð byrjað við at syngja „Nú ringja kirkjuklokkur so hátt“, ið eg meti at vera tann besta av teimum føroysku jóla- sálmunum. Og endin á jóla- aftansguðstænastuni hevur altíð verið, at sálmurin „Gleðilig jól“ hevur rungað í kirkjuni. Afturat sálmasanginum, hevur eisini verið kórsangur. Og hava tað fyri tað mesta verið barnakór hjá Jóannes Nolsøe, ið hava sungið. — Prædikuna jólaaftan havi eg altíð roynt at hava í ein lættari dur, tí hugsast skal sjálvandi um børnini jólaaft- an. Teksturin til prædikuna hevur altíð verið Lukas 2, ið ljóðar: „Men tað hendi í teim- um døgum…" — Tað, sum eg haldi vera tað stuttliga við at halda jóla- aftansguðstænastu er, at ein sær eina rúgvu av útisetum, ið bert eru komin heim til jóla. Og eg haldi, at hesi seta serliga stóran prís uppá, at koma í kirkju jólaaftan. — Eg haldi, at fólk kenna tað sum, at jólini veruliga byrja í kirkjuni jólaaftan, meðan steikin stendur í ovni- num og brúnkar. Men fyri at steikin ikki skal brennast í ovninum, royni eg altíð at bera so í bandi, at Gudstæn-? astan er liðug klokkan fimm — Heri Joensen á nýggju skrivstovu síni í Vesturkirkjuni — minuttir í seks. — Tá eg var prestur í Suð- uroynni, hevði eg altíð bert eina Guðstænastu jólaaftan, og var tað Guðstænastan í Vágs Kirkju. Tó kundi onk- untíð henda seg, at Guðstæn- asta varð hildin á ellisheimi- num ella sjúkrahúsinum klokkan hálvgum tvey. — Hvussu heldur tú, at tað fer at kennast at skula standa á prædikustólinum í aðrari kirkju jólaaftan í ár? — Størsti munurin er helst, at í Vági kendi eg flest øll fólkini, ið vóru í kirkju. Her norðurin er Omøguligt at koma at kenna øll beinanveg- in. Tó rokni eg við fullari kirkju, eins og tað plagdi at vera í Vági, men munurin her er, at talan er um tvær Guðs- tænastur jólaaftan. Berur Debes Joensen hevur eina Guðstænastu klokkan 15:00, og eg sjálvur havi Guðstæn- astuna klokkan 17:00. — Í Havnini, eins og aðra- staðni, eru ógvuliga nógv so- kallaði jólaaftanskristin fólk, ið bert koma í kirkju jólaaft- an, men hesi skulu sjálvandi øll somul vera hjartaliga væl- komin. Tey skulu fáa eina hugnaliga og góða jólapræd- iku, meðan steikin stendur í ovninum. Men sum sagt, er prædikan jólaaftan ein lættari prædika, ið er gjørd, so børn- ini fáa nakað burturúr henni. Í prædikuni jóladag verður meira hugsað um tey vaksnu. — Ert tú byrjaður at skriva prædikuna? — Ja, eg eri byrjaður uppá prædikuna. Hon kemur m.a. at inihalda eina søgu til børn- ini. — Er tað hugaligari at vera prestur um jólini, enn tað er aðrar tíðir? — Tað er sagt um sjónleik- arar, at teir spæla betri fyri fullum húsum, enn teir gera fyri hálvtómum. Men tá vit lærdu til prest, varð okkum sagt, at ein skal altíð prædika, eins og ein prædikar fyri full- ari kirkju. Hetta kann tykjast einn sindur torført vidhvørt, men ein eigur altíð at royna at halda hetta. Men sjávnadi er tað altíð meira gleðiligt at síggja út yvir eina fulla kirkju. Og eg veit, at jólaaftan Mynd: Jens Kr. Vang verða kirkjurnar fullar. — Hóast eg eri fluttur til Havnar, hevði mær eisini dámt at staðið í Vágs Kirkju jólaaftan klokkan 17:00. Eg eri vísur í, at tankar mínir fara at leita í Vágs Kirkju, meðan eg standi á prædikustólinum í Vesturkirkjuni hetta kvøld- ið. Somuleiðis fara tankarnir at leita suður í Vágs Kirkju, tá klokkan verður trý korter til fimm jólaaftan, og farast skal í kirju. — Tú ert væl yngri enn teir undanfarnu prestarnir í Vest- urkirkjuni. Væntar = tú, at hetta kemur at broyta ar- beiðslagið í Vesturkirkjuni nakað? — Allir prestar hava sama endamál við starvi sínum. Hetta er at upphevja Kristurs í fólki okkara. Hetta er fyrsta og fremsta uppgáva prestsins. Sjálvandi verður arbeiðið tó litað av teimum persónunum, sum nú einaferð eru prestar. Men, sum sagt, er endamálið hjá gllum prestunum og kirkjuni tað sama. Snøklar — Ein prestur metir nógvum ymsikum fólkum í bæði gleði og sorg, men kanst tú nevna onkra skemtiliga hending, tær er komin fyri í starvi tín- um? — Ein kann siga, at ein er komin víða í starvinum. Í sín- ari tíð hevði eg ógvuliga nógvar jarðarferðir í Suður- oynni. Har minnist eg serliga ein augustmánaða, har eg hevði serstakliga nógvar jarð- arferðir á Tvøroyri. Á Tvør- oyri plagdi eg at bera so í bandi, at eg plagdi fara undan fylginum, úr kappellinum á sjúkrahúsinum og út í kirkj- una. Síðan plagdi eg standa við kirkjuna, klárur at taka ímóti líkfylginum. Hendan augustmánaðan gjørdi eg tað sama, og sótu eg og klokkarin ofta á einum bonki uttanryri kirkjuna og sólaðu okkum, til fylgið kom. Meðan vit plagdu sita á hesum bonki- num, plagdu vit at eygleiða eitt par, ið altíð plagdi at standa við vegjaðaran og kyssast og kyssast. Tey stóðu ofta har so greipaði og um- vavd um hvønn annan, at lík- fylgið koyrdi framvið, uttan at tey gáðaðu um tað. Og hetta hendi fleiri ferðir. — Tað er eisini komin fyri, at onkur gumma, ið ikki hev- ur verið von at standa gumma, hevur svarað ja upp- aftur í saman. Eg plagdi at siga við tær, ið skulu vera gummur, at tær skulu svara nei, tá eg spyrji um barnið er heimadoypt. og síðani skulu tær svara einar fimm ella seks ferðirnar ja, tá ið eg spyrji Men onkur gumma hevur bara svarað ja. ja. ja, ja. allatíðina, hvorjaferð eg havi hugt uppá hana — Eg minnist eisini fyrstu ferð eg skuldi til Fámjins at hava Guðstænastu. Tá hevði eg, sum so mangan, sitið í telefonini ov leingi. Eg sat í telefonini til klokkan hálv- gum tólv, og fór so í skundi avstað til Fámjins. Men eg havi tvær ritualbøkur, og plagdi eg altíð at leggja prædikuna í ritualbókina, ið eg skal hava við mær í kirkju Hendan dagin uppdagaði eg tó, tá eg kom til kirkjuna í Fámjin og opnaði ritualbók- ina, at eg hevði tíkið ta skeivu. Tískil lá prædikan í hinari ritualbókini heima á borðinum. Eg var komin at standa á prædikustólinum, og mátti eg bert prædika um dagsins tekst, uttan at hava eitt tað einasta orð uppskriv- að. Men tað gekk. Fólk hildu tað vera eina deiliga prædiku, sigur Heri og smílist. — Ert tú nakrantíð vorðin ov seinur í kirkju ella hevur tú gloymt nakra Guðstæn- astu? — Nei, eg má takka Guði fyri heilsuna og siga, at eg aldri havi avlýst nakra kirkj- uliga handling av heilsuávum ella nókrum ødrum. Tað er tó komið fyri, at onkrar Guðstænastur eini páskir her- fyri vórðu avlýstar orsaka av illveðri. — Ov seinur havi eg ikki verið, men eg eri ofta komin í seinna lagi. Einar tveir min- uttir áðrenn Guðstænastuna eri eg ofta komin rennandi. Prestajól — Hvussu halda nyggij havn- arpresturin og familja hans- ara jól? — Jólaaftan í ár havi eg Guðstænastur í Nordadali, á Argjum og í Vesturkirkjuni. Men klokkan 18 rokni eg við at verða leysur, so eg kann halda jól saman við familjuni. Eftir gomlum vana úr Svínoy, haðani eg eri ættaður, byrja vit við at lata pakkarnar upp. Tá hetta er liðugt, verður sessast vid degveðraborðið. — Eg fari ikki ov seint til songar jólaaftan, orsaka av, at eg skal hava Guðstænastu jóladag. Eg skal nevniliga hava sjónvarpsguðstænastu úr Vesturkirkjuni klokkan 11 fyrsta jóladag. Hendan dagin havi eg bert hesa einu Guðs- tænastuna. — Annan jóladag fari eg út í Hest at hava Guðstænastu. Ég ætli at lata fólk í Hesti hoyra jólaprædikuna frá fyrsta jóladegi. Viðmerkjast kann, at eg aldri havi verið úti í Hesti fyrr, so eg gleði meg at koma út hagar at heilsa uppá fólk Prátið fellur aftur á fyrr verandi starvið hjá Hera í Suðuroynni, og Heri greiðir frá, at hann vanliga plagdi at hava fimm Guðstænastur í Suðuroynni jóladag Eg plagdi at byrja í Vági kl. 11, har Ljómur plagar at syngja. og eg plagdi at enda í Porkeri kl. 19. So eg var sjálvdan heima hjá familjuni fyrr enn klokkan 21 jólakveld. Tískil plagdi eg at hava frí 2. jóla- dag. Men ofta kom tó fyri, at eg noyddist at hava jarðarferð hendan dagin, sigur Heri, ið tó metir tíðina í Suðuroynna at hava verið nýggju sera góð ár Millum jóla og nýggjars plagdu eisini at vera nógvar jólaveitslur ymsastaðni, har prestur pladi at vera við. Har afturat. plagdu vit at halda „de gamles juletræ“ heima í prestagarðinum stutt eftir nýggjár, har søgur vórðu sagdar um m.o. Lears og Annilenu og um Signinu og Griðas. Sjálvandi plagdu vit eisini at syngja jólasangir, leggur Heri afturat, og sigur, at um fimti eldri fólk plagdu at vitja til hugnaligu løtuna, ið fra gamlari tíð hevur fingið navnið „de gamles juletræ“ — Alt hetta krevur sínar fyrireikingar, og tað kann vera eit sindur undarligt fyri familjuna, at ein arbeiðir so nógv, tá hini hava frí. Men fyrimunir eru eisini í at vera prestur. M.a. kann ein prestur sova leingi um morgnarnar, sigur Heri og flennir Barnajól í Svínoy — Nú ert tú Svínoyingur, og tíni barnajól hava helst verið hildin í Svínoy . Hvussu vóru jólini hildin í Svínoy, tá tú vart barn? Jólini í Svínoy byrjaði við, at dreingirnir við smáum leypum fóru eftir jólatorvi. Torvið varð borið til ommur- nar og mammurnar, ið skuldu standa fyri bakstrinum til jól- ini. Og tá tað leið væl til jóla, varð jólaærin dripin, fyri at fáa fekst kjøt til jólini. — I Svínoy varð ikki farið í kirkju jólaaftan. Tað varð bert kimað við kirkjuklokkuni kl 18, fyri at bera boð um, at nú var heilagt. Tá kirkjuklokkan hevði ringt, fóru fólk at lata jólapakkarnar upp, áðrenn farið varð at eta. Maturin jólaaftan var útvatnaður ræst- ur fiskur við garnatálg aftur- við. Men í dag eru Svínoy- ingar farnir at eta dunnu, eins og fólk aðrastaðir í landinum. — Jóladag varð farið í kirkju, og tá var væl av fólki í kirkju, eins og tað eisin var 2. jóladag. Men prestur var aldri at síggja í Svínoy um jólini. Tað var deknurin, ið las lestur. — Gamlaårskvøld varð eis- ini lisin lestur í Svinoyar kikju, og tå var tað soleiðis, at lesturin steðgaði á midnått. A midnått fór klokkarin i tornið og ringdi tolv sløg við klokkuni. Hetta merkti, at nú var eitt nýtt ár komid, og fólk heilsaðust og ynsktu hvørjum øðrum gott nýggjár, áðrenn hin helvtin av lestrinum varð lisin. Hesi kvøldini var blíðs- kapurin stórur í hvørjum húsi, og fólk gingu húsagongd, og fingu tey alt gott, bæði av einum og ðrum. Nýggjarshald Heri minnist aftur á nýggj ársguðstænasturnar og tað serliga nýggjárshaldið í Vág og byrjar at greiða frá Í Vági hevur verið vanligt at hava Guðstænastu klokkan hálvgum t6lv gamlaårskvøld Prædikan i hesari Gudstæn astuni skal vera lidug klokk an tveir minuttir i tólv. Tá ið prædikan palgdi at vera liðug plagdu vit at standa uppi og bíða til klokkan slóg tólv, og síðani plagdu vit at syngja „Ver vælkomið Harrans ár“ meðan tað brast og buldraði uttanfyri. At enda plagdu vit at syngja ein sálm afturat áðrenn vit plagdu at fara út so kyndlagongan gjøgnum byin kann byrja Tey ið bera ky ndlarnar plagdu at estur standa uttanfyri kirkjuna og bíða til Guðs tænastan er liðug. Men haldi. at hesi áttu at komi við til Guðstænastuna og latið kyndlarnar staðið uttanfyr Im onKur Tað ger als einki luktar eitt sindur av olju. Tað er jú berti at sita inni í hita num i kirkjuni, enn at standa úti í kuldanum og bíða eftir at Guðstænastan gerst liðug — Nú verður tað ikki longur eg. ið komi at prædika í Vági við ársskiftið, men í ár verður tað helst Andreas Andreas sen, og eg eri Visur 1, at e1simi hann heldur hevði viljað havt kyndlafólkið at verið við til Guðstænastuna. Tá Guðs- tænastan er liðug kann hvor maður taka sín kyndil og byrja kyndlagonguna heim gjøgnum býin Hvat hevur presturir Heri Joensen at siga um tað slagið av } halda? Eg haldi, at ein líkasum sigur árinum farvæl við »pomp og pragt” og heilsar tí nýggja. Bálið kann vera ein ímynd um, at ein brennir burtur tær gomlu syndirnar Men, ov lítið fólk kemur til Guðstænasturnar gamlaárs- kvold, sigur hann hugsunar samur. nyggjarshaldi Utisetajól Heri Joensen hevur eisini mangan hildið jól sum útiseti, tá hann las í Íslandi. Han greiðir frá, at hann sum ungur og leysur plagdi at arbeiða á sálarligum sjúkrahúsi um jól- ini. Hann arbeiddi vanliga á hesum sjúkrahúsinum, og av tí at hann var ungur og leysur, valdi hann at lata familju- fólkini hava frí um jólini. Heri sigur, at sjálvt um hann arbeiddi, so vóru hetta stak hugnalig jól. Hann minn- ist serliga aftur á, tá hann plagdi at fáa visnaða skøtu við hamsátolg afturvið toll- aksmessudag. Hann sigur, at honum dámdi stak væl hend- an rættin, hóast hetta er ein sterkur rættur, ið tkki allir íslendingar eta. Prestur greiðir frá, at tey plagdu at fáa stak góðan døg- urða á sjúkrahúsinum jóla- dag, og tá plagdi hann eisini at lesa jólaevangeliið Hugsið um tey einsamellu Nýggi havnarpresturin, Heri Jógvan Joensen, endar hug- leiðingar sínar, við at heita á fólk, um at hugsa um tey, ið sita einsamøll á jólum, og biðjur okkum royna at vitja tey, ið eru á sjúkrahúsi ella ellisheimi. Hann heitir eisini á okkum, um at hugsa um tey ið hava mist og umstødurnar eru broyttar hjá, og ynskir at enda ollum føroya fólki eini gleðilig jól og eitt av Harra num vælsignað nýggjár