mikudagur 23. desember 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SØRENS: "
Nr. 244 - 23. DESEMBER 1998
siga, at tey eta ikki kjøt,
mjólk. sjokulåtu og annað
og røra ikki rúsdrekka. Tað
kann vera hart, tá ið hugsað
verður um oll jólaborðini.
sum verða hildin. Tankin
aftan fyri hetta er, at á mid-
nátt, tá føddur,
verdur farid i kirkju og tå
verdur fødingardagurin hå-
tíðarhildin. Tá id gudstæn
astan er av, verður farið
heim til eitt stórt borðhald
og jólagávur
fey lutheransku hátíð
arhalda jólaaftan sum vit
við joladøgverda og gávum
Jesus er
jólaaftan
Greiðan skilnað
Finnar gera ikki so nógv
burtur úr at prýða í heim
inum til jóla áðrenn høg
tíðin byrjar. Tað er fyri at
gera ein týðiligan skilja
millum gerandisdagin og
stóru høgtidina sum kemur
Jólaaftansmorgun prýða
Vit jólatræið og húsið annars
og tað er ein sera hugnaliga
løta, sigur Peter Turtschan-
inoff
Jélabordhaldini, ella jól-
afrokostarnir sum teir van-
liga verða róptir, eru væl
ødrvisi í Finnlandi enn vit
kenna tey hjá okkum. Finn-
ar gera nógv burtur úr at
hava mentunarlig innlegg
meðan borðhaldið er, ser-
liga tónleik og leik.
- Tónleikararnir hava úr
at gera við at spæla til jóla
bordini. Tað er ein sera
strævin tíð fyri teir. Virki og
fyritøkur keypa heilar fram-
førslur frá sjónleikarhúsum
og tónleikarum, sigur Peter
Turtschaninoff, sum sjálvur
hevur spælt til nógvar slíkar
framførslur.
Og tað er ikki so galið,
hóast tað er strævið, tí tón-
leikararnir fáa altíð gávur
Føroysk jól
Seinastu árini hevur Peter
Purtschaninoff etið fór
oyska gás jólaaftan og
dunnu jóladag, umframt
annan føroyskan mat sum
grind. spik, skerpikjøt og
fisk
Og eg havi ongantíð
smakkað so góða gås sum
ta føroysku. Hon er nakað
heilt fyri seg, men hon skal
bara ikki steikjast so hart. ti
so fer alt feittið úr henni
Gásina fylli eg við øllum
góðum. Fyrst taki eg lungu,
hjarta og livur úr henni og
kóki eg tað saman við leyki,
hvítum pipari og laurberja
bløðum. Síðani taki eg gam-
alt fransbreyð, mæli tað væl
við ein kvørn, so taki eg
súrepli og blommur og
koyri alt inn í gásina.
Borðreiða vit við skinku
brúka vit feittið frá skinkuni
til dypp. Á middegi jóla-
aftan dyppa vit myrkt
breyð, sum er bakað við
maltkorni, siroppi og rosin-
um, niður í feittið og eta tað
so saman við rís a la mande.
Aðrenn stóra dógverðan jól-
aaftan hava vit altíð eitt stórt
fiskabord við um seks sløg-
um av sild, einiberjasild, si-
trónsild, norðlandssild,
kryddsild. stokta sild í laka
umframt gravad laks. Og
tíðindablaðið
A ——Wi—aw—wid€ceawrwwwewweeeei 13
eitt sum má vera á borð
inum er rækjur við rogni frá
einum lítlum fiski, sum liv-
ur við innsjógvin í Finn
landi. Alt hetta verður fyri-
reikað lítla jólaaftan og í
Føroyum er tað so lætt, tí
øll hava hjall. Tað hava vit
ikki í Finnlandi.
Um tað er nakað við teim
føroysku jólunum Peter
Turtschaninoff fer at sakna.
tá ið ella um hann fer aftur
til Finnlands, sigur hann
Mær dámar væl skerpi
kjøt, um tað ikki er av ein
um gomlum veðri, røst riv
men ikki so væl ræst kjøt
og súpan. Hetta verður ringt
at fáa hendur á í Finnlandi.
sigur Peter Turtschaninoff
at enda
- A jólum eiga vit at
hugsa um tey, ið ongan
góðan eiga. Tá ið eg var
barn var eg altíð við
ommu og abba mínum,
tá ið tey lótu gávur og
pengar til tey ognar-
leysu. So fekk eg tað í
beinið, at tað eigur man
at gera á jólum, sigur
Peter Turtschaninoff
Mynd: Jens Kr. Vang
1
JOlatrøll og skammbót
Eyðun Andreassen, folkalivsfrødingur
f Føroyum var skomm ikki
at fåa sin arbeidssetning
lidnan til høgtidirnar vid
ársskiftið. JOlatrøll er van-
ligt enn at siga um eitt, ið
er ikki liðugt til jóla.
Ny ggjårstrøll og trettanda-
trøll hevur eisini verid sagt,
tå setningurin var, at hava
eitthvørt lidugt til hesar
høgtidir.
Øll kunna fåa høgtids-
trøll, uttan løgtingsmenn
fyri ííggjarlógina, sum skal
viðtakast áðrenn 1. januar.
|
og seinasta atkveðu-
greiðsla hevur onkuntíð
verið sjálva nýggjársaftan.
Tað man vera einasta lóg
móti nýggjárstrelli. Og
heppið er tað, tí ein, ið bara
fylgir við so dánt, kann lætt
gerast sannførdur um, at
var henda lóg ikki, fór vit
inn í mangt árið uttan figgj-
arlóg.
Tað arbeiði, ið áður
hoyrdi til hesa árstíðina at
gera, var tøtingin, og flestu
heimildirnar um jóla- og
onnur høgtidstrøll eru um
bundin pløgg. Nú í tíðini
verður tað oftast bara havt
á orði, um okkurt verður
jOlatrøll. Og verður sagt
um alt meguligt, hóast
setningurin ikki endiliga
er, at hetta skal vera liðugt
til høgtidina. Mangt plagg-
ið hevði tó ikki verði greitt
úr hondum, um hóttanin at
fáa jOlatrøll ikki hekk yvir
høvdinum. Orðið trøll sip-
ar til tað hålvgjørda verkið
Fyrr var meira gjørt burtur
úr. A. Weihe sigur frá, at
arbeiðskonurnar royndu at
fjala burtur okkurt, tær ikki
høvdu fingið liðugt, men
at húskallarnir kundu vera
grammir at leita. Hálv-
gjørda verkið varð so
hongt upp.undir bitan ella
í ljóaran í roykstovuni til
stóra skomm fyri tann, ið
arbeiðið átti. Var talan um
Ofta er tað tó um reppið, „jólatroll, vórðu triggir torv-
konglar bundnir upp í
plaggið, seks, um tað var
nyggjårstrøll og 9, um tað
var trettandatroll.
Siðurin við jólatrelli var
ivaleyst stuttligur uttan hjá
ti, ið fekk trøllið. Tann, ið
kanska skuldi hava plagg-
ið, mátti tó sakna tað til
høgtidina. Tað gjørdist ikki
við, um tað var keðiligt,
serliga tí flestu jólagávur-
nar fyrr vóru pløgg
Sum so mangur annar
síður fyrr í tíðini hevur hes-
in eisini eina djúpari mein-
ing: her ráddi um, at fáa
arbeiðið liðugt, og høgtidin
var eitt pásket. Tað liggur
eisini í síðinum, at fólk
vildu byrja eitt nýtt ár uttan
byrðar hangandi á herðu-
num frá árinum fyri. Tað
er ein góður siður, tí onki
er so tungt, sum at skula
fara undir eina byrði og
hava ta fyrru á bakinum
frammanundan
A. Weihe sigur, at eigar-
in av jOlatrøllinum fekk
gjarna nakað i skammbót
frá húsbóndafólkunum
Men í løgtinginum slepst
undan at taka stødu til
nakra skammbót. Tí hverji
eru húsbóndafólkini? Ja,
tað er tað, politiski leikurin
gongur um beint nú
Livst so spyrst.
3