Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 1998síða 12

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 tíðindablaðið Peter Turtsc chaninof;, stjøri i Norðurlandahúsinum: Nr. 244 - 23. DESEMBER 1998 Tað týdningarmesta við jólunum er at savna tey næstu rundan um seg Finnar gera nógv burtur úr jólamatinum og hugnanum á jólum. = Á jólum ræður um hugna sær saman, lesa, ganga túr ella bara vera saman. men góður matur skal standa á borðinum alla tíðina. sigur finnin Peter Turtschani- noff, sum heldur jól í Føroyum fjórða árið á rað ag. r kalt sess- ti SO borðið heima hjá Heygskróki e | ðkenna hevur borðreitt nesu øgtidina. Og hóast > hi * 1 1 Mið jó í Før- n Kom mg hig- fimm árum nn fast við andru og Mariu við drongi. Hóast Peter Turtschani- noft fer úr stjorasessinum i Norðurlandahúsinum til vårs, er ikki vist. at hetta eru semastu jólini hann heldur í Foroyum. Tað voni eg ikki, og hvat eg finni uppá stendur opið Næstrakærleiki Tað tydningarmesta við jól- unum í Finnlandi er ikki gávur, men sjálvur hugnin á jólum, tað at familjan er saman og brúkar høgtidina til at hugna sær saman A jólum ræður tað um at savna tey næstu rundan hugna sær saman við teimum, at spæla eitt- hvert, ganga túr, ella bara vera saman. Tað er bannað at stríðast á jólum — Matur skal standa á borðinum alla tíðina. Tað hevur nógv sterri týdning enn at geva og fáa stórar gávur. Ein partur av hugna- num er at børnini gera gávur sjálv og nógv verður gjørt burtur úr sjálvari innpakk- ingini, sigur Peter, sum sjálvur ikki ynskir sær tað stóra til jóla, tí hann eigur tað, hann hevur brúk fyri. — Men bøkur, hosur og sjokolåta koma væl vid, um seg. lesa, skuldi tað verið, sigur hann. Peter Turtschaninoff sig- ur, at finnar hava tey í hug- anum á jólum, sum ikki eiga nakran góðan og sum einki eiga at halda jól fyri. — I Finnlandi kanst tú lata gávur og pengar inn ano- nymt, til dømis til Frelsun- arherin, sum eins og KFUK í Havn heldur jól fyri teim- um, ið ongan hava at vera saman við. Og tað eru nógv, sum ikki eiga nakran góðan ella eiga eitt heim í Finn- landi. Á jólum eiga vit at hugsa um tey. Hetta duga vit ikki so væl longur. Tá ið eg var barn var eg altíð við ommu og abba mínum, tá ið tey lótu gávur og pengar til tey ognarleysu. So fekk eg tað í beinið, at tað eigur man at gera á jólum. Eg vil avgjørt viðmæla fólki at lata teimum, sum einki eiga, eitthvert. Heimskendur jólamaður Finski jólamaðurin er heimskendur. Hann heldur til í einum býi beint við pol- arsirkulin, sum er bygdur bara til hansara og hesin bý- urin hevur kostað eina tv ey- siffraða miljónaupphædd at byggja. Múgvandi ferðafólk úr USA, Fraklandi og aðra staðni flúgva inn við Con- corde-flogfari at hyggja eft- ir honum. Og tey rinda stór- ar upphæddir fyri at sleppa at koyra við sletuni hjá jóla- manninum, ið hevur reins- djór spent frammanfyri. — Finski jólamaðurin er rættiliga serligur, hann hev- ur ein aldagamlan uppruna, men nú er hann broyttur til handilsliga Sankta Claus. Frammanundan hava vit nissur, smámenn, vættrar og fyrr settu fólk mjólk og jóla- greyt út á trappusteinin til teirra. Tað er eisini gamalt at geva smáfuglunum at eta úr smáum matgoymslum á jólum. Hjá børnunum er hetta ein rættiliga týdning- armikil siður og nógv hava eitt lítið fuglahús at seta út í kavan á jólum, har smá- fuglarnir, sum eru nógvir í tali í Finnlandi, fáa ein góða bita, sigur Peter Turtschan- inoff. Serligir matsiðir Finnland er eitt stórt land og tað er ymiskt, hvat og hvussu nógv verður gjørt burtur úr jólamatinum. Ym- iskir siðir eru alt eftir hvar í landinum tú býrt ella hvørja trúargrein tú hoyrir til. — Nógvir gamlir siðir eru heftir at matinum hjá finn- um. Mín familja eftir jóla- - Eg havi ongantíð smakkað so góða gás sum ta føroysku. Hon er nakað heilt fyri seg, sigur Peter Turtschaninoff geddu jólaaftan. Gamalt er at fara út á ísin, bróta eitt hol í hann og so fiska eina geddu við einum og hvørj- um fiskireiðskapi. Fiskurin verður fyltur við .ísi og turkaðum blommum og stoktur í ovninum. Nógvir finnar, serliga tey sum liva av jarðbrúki og tey sum búgva í býnum, eta skinku jolaaftan. Hetta er ein ser- ix skinka. Grísurin verður slaktaður síðst í november, hann verður hongdur upp í eina viku. skorin sundur og so verður skinkan við beini løgd í salt og salpetur. so- leiðis at hon verður reyð. Ein dag áðrenn hon skal steikjast, verður hon tikin úr saltlakanum og so verður hon stokt spakuliga. Ein nýggj tradisjón er at eta kalkun á jólum. Tað smakk- ar eisini sera væl, sigur Pet- er Turtschaninoff, ið leggur afturat, at finnar gera nógv ovnrættir, røtur í skuffu, eplir í skuffu og so fram- vegis. Eisini ganga uppí jólabakstur. — Vit baka serligar kakur við turkaðari frukt, berum teir høgt - Finnum dámar alt sum er festligt, sigur Peter Turtschaninoff Mynd: Jens Kr. Vang Mynd: Jens Kr. Vang. og øðrum umframt småkøk- ur í ymiskum formum. Friður lýstur Ein siður. ið er rættiliga hugvekjandi, er, tá ið bý- ráðsformaður jólaaftansdag á middegi lesur upp úr ein- um brævi frá 1100-talinum — á eini balkong í Turku í Åbo. Meðan eru kórsangur, sálmar og hornblástur at hoyra. - Hann lýsir frið yvir jól- ini, og oll tey, sum bróta lógina millum jól og nýggj- árs fáa tvífaldaða rev sing. Tað heldur fólki frá at gera nakað tey ikki eiga, og tað haldi eg er ein góður siður. Henda serimoniin verður send beinleiðis í sjónvarpi og í okkara familju plaga vit at drekka eina skál hesa hátíðarligu løtuna, sigur Peter Turtschaninoff. — Jólaaftan verða ljós tendrað á grøvunum á kirkj- ugørdunum kring landið. Tað er ein sera vekur sjón, tí ofta kavar tað á jólum og tað er sera hugnaligt at síggja kavaflykurnar í ljós- inum. Jólamorgun verður farið tíðliga í kirkju og á smábygd verða elliskava- sleturnar tiknar fram jóla- aftan, har fólk koyra í kirkju við rossum spent framm- anfyri. Tey ortodoksku og tey lutheransku halda jól ym- iskt. Tey ortodoksku fasta 40 dagar fyri jól, tað vil i |