mikudagur 23. desember 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 244 - 23. DESEMBER 1998
tíðindablaðið S0S/2 7
ógvuliga einsamalla, so eri
eg tað ikki innast inni, tí eg
havi góð minnir, hóast eg
sakni børnini, sigur Julia
Motzfeldt.
Finnbogi Dam er boðin
heim til beiggja sín jólaaft-
an. Hann býr fast í ovaru
hædd í herberginum, saman
við búfelógum, sum ikki
drekka longur.
Hann hevur verið edrúur
í fýra ár, og kennir seg at
hava fingið eitt gott lív.
Børnini, sum eru fýra í tali,
eins og tveir beiggjar, høv-
du uppgivið Finnboga, men
so tók hann seg saman. Nú
hevur hann fingið samband-
ið aftur við familjuna, og
børnini koma at vitja í
hugnaligu íbúðini hjá pápa-
num. Búfólkini hava hver
sítt kamar, fe
rúmligan kók
lagsstovu og
— Eg var bara
fylla í samfelagnum
A ja ar eg bara
mfelagnum, gekk
fullur
Vaska mær
klæðir, sigur
inbogi Dam
Spurdur hvussu tað kend-
t at koma so langt ut å
na, siga Finnbogi og
if einum, at slíkt hugsar
ein ikki um: — Tú sært ikki
teg sjálvan meðan tú ert í
tí. Vit vóru líkasæl við alt,
siga tey bæði.
Finnbogi hevur búð í her-
berginum í tvey ár. Hetta er
staðið, har fólk royna at
koma fyri seg aftur. Tá tey
eru vorðin so mikið birg, at
tey halda seg megna at fara
út aftur í samfelagið, flyta
tey úr herberginum. Finn-
bogi hevur ikki gjørt av, nær
tann stundin kemur.
Jóannes Danielsen er bú-
felagi hjá Finnboga. Hann
er foreldraloysingur, og
hevur mist heimið, tó at eitt
kamar er til hansara í heim
bygdini, men bert hættar
hann sær ikki at fara hagar.
Tað er so tómligt. Hann vil
heldur búgva millum onnur
í herbeginum.
Jóannes er ættleiddur, og
tá mamman doyði, fór hann
at leita eftir biologisku
mammuni í Danmark, og
fann hana.
Tey bæði sampakka væl,
men Jóannes eigur ein
beiggja. Tá teir ballast, fara
beiggjarnir at klandrast.
— Høvdu vit báðir verið
meira samdir, fór eg niður
at halda jól, men tá brenni-
vín kemur uppí, verður tað
bara til rok.
Få
GTKI al
Saknar foreldrini,
sum eru farin
— Eg sakni foreldrini, men
tey koma ikki aftur. Sakn-
urin er har altíð, men hann
er so 6luksåliga nógv stórri
á jólum, sigur Jóannes.
Hann hevur fingið inn-
bjóðing at vitja eina vin-
konu á jólum, og kanska fer
hann at vitja familjuna á
nýggjárinum.
Niels Edvard og Toril Ol-
sen vita ikki, hvussu verður
við jólahaldi í herberginum.
Tey vísa vanliga til jóla-
haldið í KFUK, og halda,
at tá tað tiltakið er til at taka,
eigur Frelsunarherurin ikki
at kappast.
Toril og Niels Edward:
— Vit fara helst at vera
heima og hugna okkum ein
løtu jólaftan, men fara síð-
ani heim aftur í herbergið
at lata dyrnar upp, um onkur
hevur brúk fyri einari song,
siga tey bæði.
Tað hevur rættiliga verið
brúk fyri herberginum síð-
ani tað í apríl mánaða varð
latið upp. Hóast tey í Frels-
unarherinum vistu, at brúk
var fyri tí, so væntaðu tey
ikki so stóra uppmøting.
130 gistingar í
einum mánaða
Toril Waag Olsen sigur, at
eini níggju fólk kunnu gista
í herberginum, men tá liggja
nógv í bóli. Nógv hava brúk
fyri herberginum, og dómi
er at heilar 130 gistingar
hava verið í einum mánaði.
- Trupulleikin er, at tørv-
ur er á einum stað hjá fólki
at vera um dagin. Sum nú
er, kunnu tey bert ganga í
gøtunum allan dagin, tí vit
bert hava opið frá kl. 22 og
til næsta dag kl. sjey, sigur
foril Waag Olsen
Í herberginum er reint og
fjålgt, tó at tað er ógvuliga
spartanskt. Ein lítil skriv-
stova er, har eisini onkur
kann gista um neyðugt, og
í forstovuni er pláss fyri lit]
um børði og fýra stólum,
har fólk kunnu fáa sær en
drekkamunn
Eisini kvinnur
gista í herberginum
Hóast tey høvdu væntað, at
bert menn fóru at gista í her-
berginum, eru umstødurnar
broyttar. Nú gista eisini
konufólk í herberginum. Tí
hevur verið neyðugt at taka
part av forstovuni til eitt
evarsliga lítlið kamar, har
bert plåss er til eina song,
og eitt ból á gólvinum, um
fleiri kvinnur gista í senn.
Mannfólkadeildin er bert
eitt stórt kamar, har eini
fýra-fimm sengur eru inni.
Har er reint og rudduligt, og
dýnurnar liggja sum eftir
einum snóri, men annars er
als einki inni. Omanfyri
hgvdalagið á bróstinum við
einari song hongur ein eins-
amøll mynd av einari
mammu, sum ikki er til
longur. Tað er einasta veggj-
aprýði inni.
Herbergið er rúsdrekka
og roykfrítt umhvørvi, og
um gestirnir hava góða
kenning tá teir koma inn, so
sleppa teir hvgrki at roykja
ella drekka inni í herberg-
inum. Tað verður virt, skilst
á gestum og starvsfólkum.
Tað er ofta eisini neyðugt
at vaska klæðir í herbergi-
num. Niels Edvard vísir
okkum vaskirúmið og baði-
rúmini, har fólk kunnu fáa
brúsibað. Eingin turkitrum-
la er í vaskirúminum, og tí
er neyðugt at hava tað heitt
inni, um klæðini skulu vera
turr dagin eftir, tá fólk fara
av húsi aftur.
Tá vit fara avstað aftur,
biðja búfólkini okkum
ynskja gllum eini góð og
hugnalig jól, og tað er her-
við gjørt.
Margar hevur bert eitt
jólaynski, og tað er at
fáa eitt kamar til leigu,
har hann kann búgva og
hava sínar egnu møblar
Hóast spartanska umhvørvid i herberginum, har heimleys kunnu gista, er tað ógvuliga hugnaligt og fjålgt.
Vinstrumegin: Finnbogi Dam Jacobsen og Julia Motzfeldt og hinumegin borðið Jóannes Danielsen og Margar
Jacobsen. Finnbogi og Jóannes leiga í ovaru hædd í herberginum, Julia býr á Blákrossheiminum í Konga-
gøtu, og Margar er heimleysur
Julia Motzfeldt: — Eg
fari at halda jól í KFUK,
og tað gleði eg meg til.
Hóast eg kenni meg eins-
amalla og sakni børnini,
so eri eg tað ikki innast
inni, tí eg havi hóast alt
nógv góð minnnir
Jóannes B. Danielsen er móður- og faðirloysingur. Hann er sjómaður, og fer til skips
í januar mánaði. Hóast hann hevur eitt kamar í heimbygdini, so trivist hann best í
Havn, og er væl nøgdur við at búgva til leigu á herberginum. Hann hevur kortini
leitað sær eftir einum kamri í longri tíð, men tað er nærum ógjerligt at fáa í dag