mikudagur 23. desember 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
———
A —
Nr. 244 - 23. DESEMBER 1998
tíðindablaðið
15
fatur á fólki enn fyrr, tí nú
eru so nógvir tekniskir møg-
uleikar at samskifta uppá.
Við kunningartøknini eru
kunningarkrøvini sam-
stundis vordin størri. Løg-
maður verður í tid og ótíð
biðin um at gera viðmerk-
ingar til líkt og ólíkt í fjøl-
miðlunum.
- Skrivarin er í grundini
millumliðið millum løg
mann og fjølmidlarnar. Og
tað er ymiskt, hvussu sam-
skiftið millum løgmann og
fjølmidlarnar er. Trupulleik-
ar kunnu verða gjørdir stórri
í fjølmidlunum, enn teir í
veruleikanum eru. Og ym
iskt, ið átti at komið fram i
fjølmiðlunum, kemur ikki
fram. Fjølmidlarnir taka
nógva tíð, og so má skriv-
arin meta um uppgávurnar
hjá løgmanni, tað hann hev-
ur skyldu til at gera, tað sum
liggur á láni og dagliga ar-
beiðið annars. Umframt
dagligu uppgávurnar er ein
undirliggjandi streymur av
tyngjandi uppgávum alla
tíðina. Skrivarin liggur ikki
á boðunum, men út frá
heildaruppgávunum verður
mett, hvat er átrokandi.
Størsta talan hjá løgmanni
er løgmansrødan á ólav-
søku, og tað er ein tala til
tingið, sigur Maiken Poul-
sen, har hvor setningur
verður endavendur og um-
røddur. Løgmansrødan er
einasta rødan, sum hevur
eina lógarásetta tíðarfreist
sambært stýrisskipanarlóg-
ini, tað er ein verulig »dead-
line«.
Góðar og ringar royndir
Sum løgmansskrivari hevur
Maiken Poulsen verid vid
til nógv ymiskt, uttanlands-
vitjanir, serlig tiltøk her
heima og annað forkunnugt.
Og tað er nevniliga ein vitj-
an hjá løgmanni uttanlands,
sum telist millum størstu
upplivingarnar hjá Maiken
Poulsen i løgmansskrivara-
starvinum
Almenna vitjanin hjå
tåverandi løgmanni. Atla
Dam, hjá Vígdis Finnboga-
dóttir, forseta, í Íslandi í
1988 var eitt stórt upplivilsi.
Vit vóru har tjóðardagin 17
juni, vóru við í skrúðgong-
uni og blíðskapurin var
sera, sera stórur. Vit vórðu
móttikin sum um løgmaður
var á jøvnum stigi sum for-
setin, als eingin munur varð
gjørdur. Á slíkari vitjan
kemur tú í hóslag við alt
sum er á hægsta stigi, und-
irhald, tónleik og hvørt av
sínum, sum ger vitjanina til
eitt minni fyri lívið.
Eisini minni góð uppliv-
ilsi hoyra til løgmansskriv-
arastarvið.
- Tað ringasta upplivilsið
í hesum starvinum var 6.
okt. í 1992, tá ið Sjóvinnu-
bankin fór av knóranum og
alt tað, sum kom í kjalar-
vørrinum á skrædlinum. Vit
fingu bumbuhóttanir, upp-
ringingar, grót varð kastað
inn igjøgnum vindeyguni
og annað. Tað var ikki so
hugaligt at arbeiða í skiftis-
tíðini millum glaðu 80-ini
og djúpu 90-ara kreppuna.
- Vit eru nú komin igjøgn-
um hesa sera truplu tíðina
uppá ótrúliga stutta tíð og í
Hesi fimtan árini Maiken Poulsen hevur havt sína dagligu gongd í Tinganesi millum fremstu politikarar og
embætisfólk eru nógvar og umfatandi broytingar farnar fram í landsfyrisitingini
dag kunnu vit loyva okkum
at seta størv í fyrisitingini,
sum hava verið normerað,
men sum ráð ikki hava verið
til at sett. Og við tað at tíðin
er broytt kunnu vit loyva
okkum at taka onnur per-
spektiv við inn í fyrisiting-
ina út um tað dagliga. Tað
er tað positiva við at gongd-
in er vend.
Hvør er størsta avbjóð-
Ingin hjá tær fyri framman ?
- Tá 10 vit koma inn i
nýggja árið skal eg í danska
uttanríkismálaráðið at ar-
beiða nakrar mánaðir, hetta
er ígjógnum norðurlendska
tænastumannaumbýtið. Tað
er ein líður í ti, at uttan-
landsmál verða raðfest høgt.
Vit hava fingið fleiri um-
boðsráðstovur og nýggjar
mannagongdir skulu skip-
ast
- Tá ið ein fer burtur, sær
ein ymiskt við øðrum eyg-
um og fær nýggjan íblástur
I 1994 var eg hjá Alands
Landsskapsstyrelse í slíkum
umbýti. Tað er eitt land við
færri íbúgvum enn í For-
oyum - 25.000, men fyri-
sitingin er stórri og landið
er ríkari. Tað er stuttligt at
síggja eitt land, sum klárar
Mynd: Jens Kr. Vang
c
&
Umvælingin av Múrinum j6latrøll
— Føroya Fornminnissavn var klårt at fara undir umvælingarnar, sum skulu gerast å
Múrinum í Kirkjubø, tá ið Kirkjubøar kommuna steðgaði arbeidinum í summar. Og
hóast Landsstýrið kom upp í leikin og royndi at tosa partarnar til sættis, eru ikki
allar súðir syftar enn
Turið Kjølbro
„Hatta er sum við Múrinum
í Kirkjubø«, sigur gamalt
orðatak og sipar sum vera
man til eitthvørt, sum ong-
antíð verður liðugt. Og tað
letur til, at varðveitingar-
spurningurin í sambandi við
Múrin verður jOlatrøll í ár.
Hóast Landsstýrið í vár tók
eina prinsipiella avgerð um,
hvussu málið við Múrinum
skal loysast eru langt frá
allar súðir syftar. Tíðliga í
summar stóðst rættiligt stríð
— Málið við Kirkjubómúr-
inum er ikki eitt byggimál,
men eitt umvælingar-
arbeiði, og tí dugi eg ikki
at síggja, hví Fornminnis-
savnið skal hava byggi-
loyvi, segði Signar á
Brúnni við Sosialin í
summar.
- Uttan mun til, hver
framtíðin hjá Múrinum
verður, so skulu umvæl-
ingarnar, ið Fornminnis-
savnid skal í holt við, ger-
ast áðrenn. Og vit hava
staðfest, at Múrurin er eitt
fornminni og ikki ein
brúkslutur
um, hvørjir myndugleikar
hava avgerandi orðið Múr-
inum viðvíkjandi, Kirkju-
bøar sókn ødrumegin ella
Føroya Fornminnissayn
hinumegin. Orð stendur í-
móti orði, serkunnleikin
mótvegis áhugamálum í
Kirkjubøar kommunu og
loksins varð landsstýris-
maðurin í mentamálum,
Signar á Brúnni, blandaður
uppí.
Upprunaliga var ætlanin,
at Føroya Forminnissavn
skuldi fara undir umvæling-
arnar av Múrinum tíðliga í
summar. Hetta arbeiðið,
sum hevur til endamáls at
steðga niðurbrótingini, varð
steðgað í evsta tíma, tí
Kirkjubøar kommuna
kravdi, at byggiloyvi skuldi
søkjast. Landsstyrismadurin
kom upp í leikin, royndi at
tosa partarnar til sættis og
finna eina semju, soleiðis at
arbeiðið kundi fara í gongd,
men hver helt uppá sítt.
Kirkjubøar kommuna
såddi iva um verkætlanina
hjå Fornminnissavninum og
Togtoganin millum Føroya
Fornminnissavn og Kirkj-
ubøar kommunu i summ-
ar um, hvør hevur mynd-
ugleikan yvir Mårinum er
ikki ein måti at spenna
bein fyri Fornminnissavni-
num, segði Annfinn
Brekkstein vid Sosialin i
summar. — Tverturímóti.
Sjálvandi virða vit, at
Fornminnissavnið røkir
fornminnini i Føroyum,
men Múrurin hevur staðið
í 800 ár og Fornminnis-
savnið skal ikki rokna við,
at fólkið í sóknini uttan
víðari góðtekur, at tað
kemur til Kirkjubear
uttan at arbeiða innan
galdandi lógir
segði, at konstruksjónin,
sum ætlanin er at seta upp á
múrkrúnuna ikki fer at
halda í ódnarveðri. Hesum
vísti Arne Thorsteinsson,
landsantikvarur, aftur. Hann
segði, at konstruksjónin
verður gjørd soleiðis, at hon
tolir ta vindmegi, ið ein
kann hugsa sær kann vera í
Kirkjubø, tå ið hart leikar
á.
Signar á Brúnni hevur
ikki dult fyri, at hann tekur
undir við prinsippavgerðini,
sum undanmaður hansara
tók í vár og at hann hevur
fult álit á serkunnleikanum
hjá Fornminnissavninum.
Tá ið henda avgerðin varð
tikin gjørdist tað samstundis
greitt, at ætlanin hjá nøkrum
einstaklingum um at inni-
loka Múrin og gera hann til
eitt savn við gripum ikki
kundi gerast veruleiki, tí
landsins myndugleikar
meta Múrin sum eitt forn-
minni, ið skal varðveitast
sum eitt slíkt.
Miðskeiðis í summar
segði Signar á Brúnni, at
knúturin fór at verða loystur
skjótt og at hann um neyð-
ugt fór at skera igjøgnum,
soleiðis at Fornminnissavn-
ið kundi fara undir umvæl-
ingina. So varð kortini ikki
Hvussu knúturin verður
loystur og á hvønn hátt vita
vit ikki enn. Men vit kenna
støðuna hjá øllum pørtunum
í málinum