mikudagur 23. desember 1998síða 19
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
20
tíðindablaðið
Nr. 244 - 23. DESEMBER 1998
Móti jólum á Føroya
Læraraskúla 1963
esembu sað ost
) ML I snavna
k smiðju neg øturna
K
isstað { blást
c - y « u 3
Bord g M
H eg. eg
- AN ØTK £
K kg e st
3 SVE 3 blás í
ni á býarbern
øvudstadnum dag
g Viku eftir viKu
Sunnudag haldi eg heilagt
| eg eftir klokkun
1 kirk} ge haldi sam-
endur g meg ú
3 est P } ;
JK I 3 gu TY teym
Ves saðu í og
raljóðið gnelti. Orð-
g á og minti á klokkuna,
lum og jólafrí
torninum í Havn-
li verið i fam-
á Tórshavn-
uðju, men hon var
neira fjølltåttad og musi-
kalskari enn spæliverkið hjá
Kjartani Mohr
Ingálvur av Reyni hevur
lýst tornið í Havnar kirkju
í onkrum av sín-
um tusjtekningum. Trøini í
Bókhandlinum kitlaðu
gluggarnar og grastekjuna á
ti fagrasta bygninginum á
Aarvegnum og tusjgreinar-
nar pilkaðu við klokkuna í
torninum á kirkjuni. Her var
vetrarangi í hesum
tekningum. Jólini sveimaðu
uppi yvir flagtekjuna og
klokkuljóðið og lúðurin á
Tórshavnar = skipasmiðju
mangaðu seg upp í hetta
so stasilig
e í
Ú
søtur
vetrarljósið sum krókur og
likkja — árla og síðla. Havn
in rætti sínar hendur upp
móti tí bjarta vetrarljósin
im og heilsaði ti við síni
DE 5 rødd Soleiðis
KUndi tu standa og stara at
hesi tusjtekning, men tá ið
vart á Førova læraraskúla
g sat Midstovuni og sá
tornið og hoyrdi
fekst tú hetta rist í
1 sum tað reina blåils-
Miðstovan var fjálg at sita
Hon gav tær yvirflóð av
sum himinin
goymdi at handan tekju og
greinar við Bókhandilin
Tornið sparkaði aldri til tað
turkislitta lýsið. sum spåk-
aði Reynið og
Tað rannsakaði
hvort mansbarn, sum á sín-
intøtlingum stun-
aði til arbeiðis. Sjálvt lúð-
urin á Tórshavnar skipa-
smiðju snerkti vid, tá ið væl-
dæmdar ljósglæmur litaðu
gluggarnar á Sjómansheim-
inum og tóku saman um
Perluna í sínum ljóst grøna,
bylgjuta holdi. Havnin var
korkalitt ein slíkan morgun,
og eingin var morgunljótur
ella morgunljót, tí jólini
vóru í hondum
Lítla oyggj lá so friðsæl
í tí svarta asfalthavinum
Onkuntíð kundi tú standa
oman brim á hesi oyggj og
hyggja at veðri og vindi,
meðan alda og streymur
tóku saman um oynna, og
huldu hana inni í skúmi og
brimgangi. Hetta var land-
brim av fólki, ið tysjaðu
oman og niðan eftir Aar-
vegnum. Men tá ið jólini
nærkaðust, kendi hon á sær,
at okkurt var í vænti, sum
sælaði løtuna við ljómi av
einari aðrari verð. Eitt hol
var í Lítlu oyggj. Hetta var
vetrarijosi,
sær VVIr
Nólsoynna
um mo
EU
ikki nakað gosop. men tó
so, her skuldi jólatræið pot-
ast niður í og skuldu grein-
arnar leggja seg út yvir
oynna og fjálga um hetta
stað. meðan høgtidin legði
Ikki at
tala um ljósperurnar, sum
lýstu oynna upp í sínum
seg út yvir staðin
jólaskrúð. Hon lå har og var
ein mentanardepil í tí svarta
bikhavinum, sum størsta
partin av årinum var eins og
nakin sum Litla Dimun,
men hon goymdi at havnar-
spekingunum, sum dag og
dagliga stedgadu upp å
oynni og tosaðu sitt kosm-
iska mál um bókmentir og
list. Tá ið ungdómurin eftir
dans floymdi oman eftir
Aarvegnum, var hon allodin
av ljóðkátum gentum og
dreingjum. Hon hugdi við
sínum oyggjareygum at hesi
gongu og vælsignaði hesi
børn. Hetta vóru tryssåra
tannáringar og eitt sindur
eldri ungdómur, sum vóru
komin av bygd, at nøra um
vitið og vitanina í høvuds-
staðnum. Hetta vóru børn
frá teimum fróðu seksti ár-
unum, sum skuldu broyta
verðina og geva eina nýggja
innspræning til tað alheims-
ljósið, sum skuldi lýsa frá
Place de Republique í Paris
og til Lítlu oyggj á Aar-
vegnum í Havn.
Jólatræið á Aarvegnum á
Lítlu oyggj gav ungdómin-
um stjørnur í eyguni, og tå
ið Frelsunnarherurin við
Óla í Horni á stórutrummu
fór oman Aarvegin og Kalli
spældi so listiliga á sína kor-
nett, var tann andaligi heim-
urin drigin nærri at tí bik-
svarta asfalthavinum. Mur-
eldurin í gluggunum á Bók-
handlinum livdi við í tón-
leikinum. Her stóðu fólk og
lurtaðu. Gluggaljósið
spældi sær aftan kropparnar
á býar- og bygdarfólkinum,
sum stóðu framman fyri
Bókhandilin og styttu sær
stundir við at lurta eftir tón-
leikinum og tí livandi orð-
inum. Jólatræið stóð stint og
steyrrætt í síni heimsond og
festi orð og tónleik á grein-
arnar eins og jólatræið á
Place de Republique gjørdi
upp undir jól.
Ein bygningur í Havnini,
sum hevði sín serliga alsk
millum næmingarnar á Lær-
araskúlanum, var Perlan.
Hon var ikki borin í heim í
hjålmi. Hevdi hon tað,
hevði hon staðið enn tann
dag í dag. Hon var eins og
eitt av hesum pakkhúsunum
úti á bygd, sum var reist um
aldarskiftið. Minti eitt sind-
ur um Stórhús í Fuglafirði
ella Turkihúsið hjá Harald-
sen, sum stóð heimi á Bugn-
um í heimbygdini. Vit, sum
sótu í Midstovuni og vóru
komnir væl áleiðis við lær-
araútbúgvingini, vælsign-
aðu hetta hús upp undir jól.
Ikki hevdi húsið varhugan
av at okkurt var út yvir tað
vanliga, men gluggarnir
speglaðu sær í glámlýsinum
frá jólatrænum og smírdust.
Hetta sóu vit og vatn rann
úr tonnunum, tí innanveggja
vóru heimsins bestu kotu-
lettir ið hugsast kundu bras-
aðar.
Martin Holm gekk og
stunaði aftur og fram mill-
um borðini og greiddi frá
um fimleik og fimleikateori.
Hann oysti åt vid teimum
musikalsku latinsku nøvn-
unum um musklafesti og
musklabunti. Um trapezius,
hettumusklar og ikki at tala
um Sternocleidumastoide-
us. »Hoyr tå Sverri lat teg
år oman beltid, lat ogum
siggja tin nakna kropp og
trapezius?« Sverri Jacobsen
lat seg úr og stillaði seg
framman fyri svørtutalvu og
visti sin atletiska kropp.
Martin Holm vid sinum
eggjandi fimleikasnerti kom
fram at hesari atletisku,
gresku standmyndini, hóast
hon var år Havn. »Siggja
tygur, Sverri er ítróttarmað-
ur burturav, tygur síggja teir
somu musklarnar á kropp-
inum, sum je havi umrøtt.«
Martin Holm vísti okkum
veruliga, hvar hesir vøddar
lógu. Men sigast má, at lítið
varð skettað um hesa
gongd, tí tankarnir vóru inni
á Perluni, har sum tær stóru,
feitu, væl-krassandi og væl
brasaðu kotulettirnar vóru —
jólakotulettirnar. Alt var ein
vavgreytur í hoylanum:
Hettuvøddar, trapezius og
jólakotulettir — og so hasin
merkiligi vøddin: Sterno-
cleideomastoideus. Vit væl-
signaðu Sverra og hesa
griksku standmyndina, sum
Martin Holm hevði livandi-
gjørt fyri okkum. >Tygur,
sum eru av bygd, hava Giv-
að heilt aðrar vøddar, sum
tit hava brúkt í heimbygd
tykkara. Men je skal venja
tykkum í fimi og fimleiki,
so tykkara likam eisini kem-
ur at síggja eins gott úr sum
hjá Sverra gamla.<
Sverri lat seg í aftur og
setti seg niður. Tankin festi
seg í gluggakarmarnar á
Perluni og tú næstan reisti
teg upp og rópti: »Rætt mær
eina Perlukotulett!«
Havnin var næstan sum
tann ævigi staðurin, sum
sungið er í tí Heilaga staðn-
um. Havnin var tilevnað av
nærlagdum fólki, har ikki so
fá høvdu sínar røtur av
bygd. Havnin var bert ein
stór bygd. Hon varð ovur-
vaksin í okkara eygum, men
hon var fjálg og ikki so ber-
lig, sum tú mangan kundi
kenna tað úti á bygd. Her
var Hafnia, Sjómansheimið,
hjá Fossá, Gistingarhúsið í
Lítlu tvørgøtu, hjá Ellings-
gaard, Magnus Bærentsen,
matstovan í Grím Kamb-
ansgøtu, Kafféteria og Perl-
an. Her vóru verðarnir etnir
á morgni og seint á kvøldid.
Inn- og útsúður av bygda-
fólki fór um hesar gáttir og
vórðu tey væl viðfarin av
teimum, sum stílaðu fyri.
Ikki at taka nakað frá nøkr-
um, so vóru kotulettirnar á
Perluni eins góður biti sum
konubitin á einum væl-
vaksnum tjógvi. Tað var
fastur táttur at seta kósina
oman á Perluna okkurt
kveldið upp undir jól, tá ið
tú hevði gott blóð, og lagið
var gott.
Upp undir jól í seksti ár-
unum í Tórshavn vóru satt
at siga jóladagar. Havnin
var ikki so strongd, sum hon
er í dag. Tú visti, at jólini
vóru í hondum, men ikki var
jóladámurin drivin í
mammon og stakkalastási.
Nei, her var tann reina
mentan av ektaðum kær-
leiksili til Havnina og henn-
ara byarbørn og tað bygd-
arfólk. sum fóru um tún og
stræti upp undir jól. Tey
kendu eisini rákan av hes-
um anda. Og her var ikki at
gloyma tann stóra kotulettin
á Perluni, og her leitaðu ikki
einans byarbørnini inn, men
eisini bygdadreingir, sum
skuldu hava eitt gott kvold.
Jólini 1965 vóru einki
undantak. Jólakaggin var
komin, sum tú vart parteig-
ari í. Býtt varð á skinninum.
Ein lyfti annar lætti — faldað
og býtt. og tú vart errin av
hesum fáu dropum, sum tær
fall í lut. Ikki var tað nógv,
men so mikið at kotulettin
á Perluni kom at krassa sum
satt listimeti. Hon var drigin
————4T4—
Vee
Er
KK