mikudagur 23. desember 1998síða 20
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
=
sá
Nr. 244 - 23. DESEMBER 1998
sum ein brakfilla í besta
deiggi. Hetta var ein upp-
hiting til veitsluna, sum
skuldi verða uppi í B36-
húsunum leygarkveldið
tann 21. desembur.
Tað var so heimligt inni
á Perluni. Tað bar mest á
brúnt — brúnir stólar og brún
borð. Gardinurnar vóru
mynstrutar eins og heima —
og >stor< var fyri vindeyg-
uni. Ein sannur angi av mati
og matarosa stóð tær í næs-
arnar, tá ið tú trein innum.
Ikki var neyðugt at bíleggja
borð til henda jólaverð upp
undir jól, í hesum stásiliga
bygningi, sum rúmaði so
nógvum — og best av øllum
goymdi at teimum bestu
jólakotulettunum á Guðs
grónu jørð.
Vit høvdu snákað okkum
eitt sindur. Klæðini vóru
ikki so nógv, tó so, at ikki
vóru tað skrímsl, ið tóku seg
upp Frantsabrekkuna og
løgdu leiðina oman eftir
Aarvegnum. Angin av Tab-
ac og Bryl-kremi ella Glib
bóru boð um at læraraskúla-
næmingar vóru í veitslu-
dåmi og jólahýri. Vit møttu
Martin Holm å Aarvegnum.
Hann steðgaði á og så hvørj-
um lagi vit véru i. Hann
smirdist eitt sindur. Hann
kom óivað at hugsa um sín-
ar ungu dagar, tå ið hann
sum spelkin unglingi leikaði
á Flatlondum. >Hoyrið tyg-
ur, koma tygur ikki í skúla í
morgin, fáa tit av at vita. Nú
havi je givið tygum ein upp
á bógvin. Men hvar fara
tygur so uppsnákaðir, má je
spyrja?< — >Nei, vit fara
bara oman á Vaglið at lurta
eftir, meðan Havnar horn-
orkestur spælir undir jóla-
trænum.< — >Je veit tað tit
eru rættir menn.<
Vit prátaðu um leyst og
fast og hugsaðu mest um
kotuletturnar. Onkur helt, at
vit áttu at bjóða Martin
Holm at komið við okkum
til hetta kotulettugildið. —
»Nei, so kom bert trapezius
og hettu-vøddin aftur á
skránna, nú var tað kotulett-
in, ið skuldi á borðiskin og
ikki Sverrasa Trapezius!<
Tað var eitt lítið høgætt-
argul. Kyldin var køld, og
hevði hann mest sum lyndi
til at fara at æla. Kom avfall,
var eingin ivi um, so var tað
kavi. Jólatræið á Lítlu oyggj
var til reiðar at taka ímóti.
Tað hevði lagt sínar jóla-
armar út yvir oynna og vildi
verja hana ímóti tí, ið datt
úr rúmdini, men var tað
flikrur, ið komu úr tí víðu
rúmd, var hýrurin góður á
hesum spelkna, sjaldsama
Havnarborgara, sum hevði
størsta alsk ímillum býar-
fólkið. So visti træið, at nú
fóru fólk at steðga á og
makta tess skrúð og lit, og
ikki bert tað, men kanska
kom Bambus, ella Liitzen
oman við myndatólinum og
onkur hissini borgari. Settu
sínar hælkoytur í jólini við
einum snarljósi úr einari
margháttligari peru, sum
bert kundi brúkast einaferð.
Tá hetta bláa ljós skygdi í
teimum himnesku flykrun-
um, var jólahýrurin full-
komin.
Jólatræið á Lítlu oyggj fór
aftur við borðinum og vit
fóru eftir rókini frá Bók-
handlinum út á Perluna.
Hesin ljésagrøni bygningur
tók væl ímóti tær og sá væl-
dæmdur út upp undir jól.
Ikki var so nógv skart og
skrúð inni. Í okkara verð var
hetta óneyðugt. Vit vóru av
bygd, hvar jólini bóru av
sannari fróði og gleði, sum
setti dám á sál og likam við
róma úr Gomlu pakt — Jes-
aja profeti og søguni um
Herródis. Hetta var okkara
førningur vit fingu heimani-
frá, og hann høvdu vit inn-
ast vid barmin, so glitur og
glimur av verðsligum slag
var bara stakkalastås i okk-
ara verð, men har var eitt
sindur hongt upp í Perluni.
Smáar nissur spældu sær á
borðinum. Onkur hekk í
eini teknistift á vegginum.
Summar líktust Jóa, onkur
bar á Kjartan Mohr, og ikki
at tala um eina, sum var
meinlík Thomas Nygaard.
Hon sat so hverskvisin á
einum borði, sum var niðast
inni í matarhølinum. Vit
settu okkum við hetta borð.
Nygaard høvdu vit í týskum
og enskum. >Ná Nygaard,
lat okkum hoyra kasurollu-
bendingina.< Nygaardniss-
an sat við sínum sáliga smíli
og lat ikki um vón. >Ná,
Nygaard lat okkum syngja:
Auf der Lunerburger
Heide.< Nissu Nygaard bara
smíltist, ja, sjálvandi hon
var í jólahýri. Lagið var 6-
ført — kom nú Nygaard —
aus, bei, mit, nach, seit, von,
zu — og so hevur tú ikki lis-
ið, hvat er hetta fyri nakað
— UFF! Lat nú jóla Nissu
Nygaard fáa frið. Nei, nú er
tað jólakotulettin, sum hev-
ur okkara størsta alsk.«
Móti okkum stevndi ein
snotilig bygdagenta. Hon
var sunnan av landi: >Hvat
vilja tygur hava?< — >Kotu-
lett, kotulett, kotulett, kotu-
lett, kotulett, kotulett.< —
»Je skal hava kotulett, reytt-
kål, agurk og syltutoy,<
segdi Mortan Weihe. Hann
var heimsborgari. Vit løgdu
doyðin á, at vit skuldu hava
tað sama afturvið sum
Mortan. >Sjey kotulettir við
tí, ið hoyrir til.< >Ja, góða
jev, jev Nissunygaard eina
hálva, so hann eisini kann
hava tað hugnaligt saman
við ogum,< segði Mortan.
Hann var úr Porkeri.»Hvør
er tað, Nissunygaard ?< —
>Tú veitst, tað er hann við
kasurollubendingini?< —
»Hvør er kasurollubending-
in?< — >Góða, tað er ein
maður í Havn! — Lat okkum
fáa jólakotulettina!< Bygd-
agentan fór so snøgg eftir
gólvinum við uppsettum
hári og einum valki, sum
stakk »tærnar« undan ti
ljósa hárinum. Hon hevði
ein svartan vakurleikablett
á sama stað, sum Marilyn
/
Monroe hevði sín. Hon livdi
í trýssárunum, sum vit jú
eisini gjørdu.
Meðan vit sita við borðið,
hoyrist ljómur uttanífrá.
Perluhátíðin gjørdist bæði
ljóðkát og serliga jólalig, tí
Havnar hornorkestur var
farið at spæla á Vaglinum.
Thomas Pauli Christiansen
stóð í grónum frakka og
sveiggjaði stokkin. Hann
segði ikki nógv. Stóð stein-
runnin og lat taktstokkin
dansa í glæmuni frá jóla-
trænum. Flykrurnar vavdu
jólatræið inn í hvítt skrúð
og Long Time ago in Beth-
lehem rungaði eftir í.
Kotulettirnar vóru nú
brasaðar. Inn komu tær á
tveimum fetum. Stórar upp
á fót, stórar í vav og drignar
í raspi og eyggjablommum.
Tá ið tær lógu á borðiskin-
um, líktust summar Írlandi
á heimskortinum og onkur
Australia, onkur Streym-
oynni og onkur var so snot-
ilig , at hon minti nógv um
Lítlu oyggj. Her var alt sum
hugsast kann — livandi tón-
leikur, heimskendar kotu-
lettir í Perlusós og ljóðkátir
læraraskúlanæmingar.
Gentan sunnan av landi
segði við síni livandi rødd:
„Gerið so væl!<
Nå var at leggja í vaðið.
A det greivalív. Fátækir lær-
araskúlanæmingar upp und-
ir jól vóru ríkastu menn í
høvudsstadnum. = Onkur
hevði førkad Nissu Nygaard
nærri sósaskálini. Hon
skuldi eisini kenna fløvan
av hesum mansverði, ið nú
stóð á borðinum. Kveitt
varð út gjøgnum Perlu-
gluggan og eygað førkadi
seg yvir at Læraraskúlan-
um. >Hvussu hevði trapez-
ius á Martin Holm smakk-
að? — Hann hevdi verið nak-
að seigur. Ella hvussu hevði
hettuvøddin smakkað á Sof-
usi?< — >Haldið tykkara
trant og etið,< mælti Jógvan
Ólason. Hann var úr Fugla-
firði. Allir brátagnaðu og
komu at hugsa um, at ikki
mátti orð talast við mati í
munninum.
Jólaløgini frå hornorkest-
rinum leiddi minnini til
heimbygdina, Fuglafjørð.
Vit høvdu eisini jólatræ í
bygdini. Tað stóð á Fiska-
stykkinum oman fyri Pidd-
asa handil. Ikki var tað so
stórt upp á fót sum tað í
Havn, men tað var eins og
yndisligt sum jólatræið á
Lítlu oyggj. Ikki var lúðra-
ljóðið undir trænum um
hetta mundið, men sangur.
Herluf, sáli, stóð har í grøn-
ari ulpu og sínum sterku
brillum og syfti stemmu-
gaffilin í høgru hond upp og
niður í takt við jOlaløgini og
Fuglafjarðar sangkór sang
so listiliga t. d. Teir heilagu
kongarnir heiman frá, og í
tí træið varð tendrað av Pól
Jakku elektrikkaranum,
sang kórið Gleðilig jól.
Herluf var í grønari ulpu og
Thomas Pauli Christiansen
var í grónum frakka — og
bæði trøini vóru grøn.
Vit sótu til háborðs, sum
rættir kongar — ja, sum heil-
agir kongar. Vit trivu í at
syngja:
Teir heilagu kongarnir
heiman frá
Við hjørtunum fróðum til
Bethlehem gá,
Teir eirdu sær ei — tó leið-
in var long,
At finna Jesus í krubbu-
song
Ein stjórna teir leiddi til
Jødaland,
og beint til vår himmalska
frelsarmann,
og barnið teir funnu fag-
urt og skart
í djørakrubbu í spjarrum
vart.
Gentan sunnan av landi
setti kaffi og eplakøku á
borðið. Hon stóð við himm-
alvendum eygum og lýddi
á sangin. Hon skein sum
jomfrú Maria og mælti:
>Sum tygur syngja væl.<
>Hvat heldur tú, vit duga
bæði væl at syngja, dansa
og so eiga ogur gylt av pen-
ingi,« segði Eigil. Hann var
ættaður av Tvøroyri. > Rik-
ir — i kvøld eru tygur rikir,«
stakk fram úr hesum fitta
gentusnýði, sum hevði ver-
ið um okkum hesa skygg-
ingarstund.
Hesin góði jólaverður upp
undir jól á Perluni sælaði
stundina við gulli, roykilsi
og myrru. Vit goldu rokn-
ingina og bóðu góða nátt
Nissu Nygaard stóð eftir
heldur fáligur. Ein sósaplett-
ur var komin niður á hans-
ara hvíta skegg.
Komnir útum, spældi
Havnar horn: Teir heilagu
kongarnir.
Vit skóru í at syngja av
fullum huga:
So fóru teir aftur til síni
lond,
Og prísaðu Guði, vár
skaparhond
Lat eisini okkum seta tað
mál
A knæ at prísa av hug og
sál
Frits Johannesen