Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

22 tíðindablaðið Nr. 244 - 23. DESEMBER 1998 — At hoyra fólk siga, at vit ikki hava brúk fyri eini javnsteðulóg er láturligt og ótilvitað. Hon er eitt neyðugt amboð til fólk skilja endamálið við henni, sigur Ingver Nolsee Ingvør Nolsøe, stjóri á reklamuvirkinum Stephansons Húsi: Mynd: Jens Kr. Vang — Eg dragsa0i bara børnini við mær — Mini børn eru vaksin upp á mínum arbeiðsplássi, og tað er gott fyri tey. Tey hava ikki upplivað meg sum eina fráverandi mammu. Tvørturim6ti. Eg nokti at fata og skilja, at børn eru ein trupulleiki. Ístaðin fyri at hugsa, at kvinnur í burðardyggum aldri eru ein trupulleiki fyri eitt arbeiðspláss, vil eg siga, at tað er eitt privilegium at arbeiða saman við teimum. Tað er so livsjåttandi, sigur Ingvør Nolsøe Turið Kjølbr Hon hevur ongantid smædst burtur millum fólk, hevur altíð torað at rópa hart og sagt sína meining. Heiman- frá hevur hon fingið gott í beinið og eina trygga bak- grund at byggja á, har tað altíð hevur verið sjálvsagt at hon og systkini uttan mun til kyn skuldu hava eina út- búgving og klára seg sjálv Og klárað seg sjálv hevur hon síðani hon kom heim til Føroya aftur eftir lokna útbúgving í 1976 — Heyði eg vitað, at tað var so torført at byrja fyri seg sjálva og byggja eitt virki upp. hevði eg ikki gjørt tað. Tað hevur verið sera strævið. og hevði e valt eina ferð afturat ði eg helst brúkt lívið hjá mær til okkurt annað Hetta sigur Ingvør Nols ge. sum í 22 ár hevur átt og rikið reklamuvirkið Steph- ansons Hús í Havn. Fyrstu árini í Vágsbotni. tey sein astu nógvu árini á Konga- brúnni. Hon er 47 ára gom- ul, fødd og uppvaksin i Klaksvik, eigur børnini Martin, sum er 23 år og Heidu, sum verdur 9 år fyrsta dagin. Ingvør Nolsøe er útbúgvin art director. A vegis til nakað sum er betri Hvussu Ingvør Nolsøe hev- ur arbeitt seg fram at verða sjålvstødug vinnurekandi er ein søga fyri seg. Tá ið hon kom til Føroya aftur mið- skeiðis í sjeytiårunum var einki arbeiði at fáa - Tað var eingin við somu útbúgving sum eg, og her vóru ongar tradisjónir við at gera reklamur. Skuldi eg hava arbeiði. hevði eg einki innað in at byrja fyri meg sjálva. Og eg var ogi ga neppin byrjanini, tú nærum samstundis byrjaðu ) g Mjólkarvirki Bún- erðirnar hjá teim- nógv at gera beinanvegin. — Tað var torført hjá mær at fara undir mitt egna, ti eg var bladung. Mitt starv er soleidis håttad, at vit hava til uppgåvu at geva ordrar, til dømis til prentarar og myndafólk um, hvussu teir skulu gera. Í byrjanini var tað ikki væl sæð, tá ið eg sum blaðung kvinna tók lut á fundi, har bara menn vóru. Teir høvdu onga fatan fyri mær, teir skiltu meg ikki Eisini var tað hart at vera konufólk og vilja nakað. Eg vildi hava ávirkan og gera nakað Tíðirnar eru ógvuliga nógv broyttar, síðani eg byrjaði, og tað eri eg sera fegin um. Hyggja vit rundan um okkum í dag síggja vit nógv konufólk í leiðandi størvum. So var ikki tå ið eg byrjaði. Eg varð onkun- tíð kallað fyri eina ravna- mammu, tí eg gekk høgt uppí mítt arbeiði. Í dag er nógv ødrvisi, tað er ikki nóg gott, men vit eru á veg til nakað sum er betri, sigur Ingvør Nolsøe. Aðrenn og aftaná 92 — Krøvini, sum verða sett konufólki, eru framvegis hægri enn tey sum verða sett monnum, og tað kemst av, at kvinnur hava ov smalt netverk. Vit eru so einsa- mallar, duga ikki nóg væl at tosa saman arbeiðsliga og tað verður hildið at vera 6- kvinnuligt at hava ávirkan. Konufólk áttu at havt eitt sterkt netverk eins og menn. Mannfólk duga at býta upp- gávurnar ímillum sín, og tað er stuttligt at síggja teir gera tað. | — Í mínum arbeiði siti eg við næsta ættarliðnum av mannligum leiðarum. Aft- aná skrædlið í 1992 broytt- ist alt samfelagið heilt totalt og eitt nýtt ættarlið av monnum kom til ræðið. Leiðararnir eru sum so ikki ødrvisi enn teir undanfarnu uttan tað, at teir eru yngri og meiri søkjandi. Teir hava ikki royndirnar sum teir undanfarnu høvdu. Tað hev- ur verið áhugavert at sæð, hvussu samfelagið hevur fótað sær, eftir at vit fóru av knóranum. Vit høvdu eina kvinnu sum borgar- stjóra í Havn, og fingu eina kvinnu sum løgmann, og aðrar komu framat. Hví? Tí kassarnir vóru tómir og tí konufólk duga so væl at taka upp. Men tá ið skelk- urin var av og vit komu fyri okkum aftur, komu menn- inir til aftur. — Eg havi ein skering, sum eitur áðrenn og aftaná 92. Henda dagin, 6. oktober, gloymi eg ongantíð. Sjálv fór eg ikki á heysin, men 90 % av arbeiðinum hjá mær var fyri Sjóvinnubank- an, so eg merkti eisini til stóra skrædlið, sigur Ingvør Nolsøe. At vera fyrst Stephansons Hus var fyrsta reklamuvirkið i Førovum, sum fór undir at arbeiða við internetinum. Og hetta at vera fyrst við nøkrum hevur ein serligan týdning fyri virkið og tað virkið stendur fyri. Sjálvur hornasteinurin í tilverurættinum hjá re- klamuvirkinum liggur í at vera fyrst við tí nýggjasta, at vera fyrst at hugsa tank- an, at vera fyrst við hug- skotinum og at fáa brúkaran at velja tað virkið kann bjóða. — Fyrst er alt, næst er næstan einki, sigur Ingvør Nolsøe. Stephansons Hús var eis- ini fyrsta reklamuvirkið, sum fór til arbeiðis innan oljuvinnuna. Virkið legði fyrstu oljurådstevnurnar til rættis í tøttum samstarvi við oljufeløg og umboðsfólk. Og í dag teljast oljusamtøk millum viðskiftafólkini hjá Stephansons Húsi. Hvat krevst tað av eini kvinnu í sjálvstóðugari vinnu? - Ein leiðari uttan mun til kyn skal duga at skapa ; | 4 í *