mikudagur 23. desember 1998síða 22
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AR
Sd
Nr. 244 - 23. DESEMBER 1998
É———"——|…—…|—|[||||| [| [Oy [| [| TT... EL
karmin um eitt arbeidsplåss,
skapa trivnad og hava vi-
sjónir. Tú skalt eisini tola
eitt sindur av. Eg havi valt
at vera leiðari, at gera mína
egnu fyritøku, tí eg vil hava
ávirkan og ábyrgd.
— Okkara virki er nøkur
fólk sum arbeiða sum eitt
team. Vit byrja hvønn ein-
asta dag við at tosa um upp-
gávurnar í felag. Eg seti bert
fólk í starv við útbúgving,
míni pedagogisku evni eru
uppbrúkt til fólk, sum ikki
hava útbúgving, og tí havi
eg altíð áhugaverdar med-
arbeiðarar.
Um tað er verri hjá konu-
fólki at koma framat góðum
størvum enn hjá mannfólki,“
sigur Ingvør Nolsøe.
— Jú, avgjørt. Menn velja
menn, tí tað gevur teimum
tryggleika. Kemur eitt
konufólk larmandi framat,
rædast teir. Teir rædast tad
teir ikki kenna, måtan konu-
fólk hugsa og eru uppá.
Sjálvandi sleppa konufólk
fram at um tær vilja. Men
eg havi verið út fyri at verð-
ið skúgvað til viks bara tí,
at eg eri konufólk. Ikki tí at
eg einki hevði uppá hjarta
ella tí eg ikki dugdi, men tí
eg var konufólk. Fyrr var
tað ótrúliga sárandi og eg
tók tað persónligt, men í dag
smáflenni eg eftir slíkum.
Lívsjáttandi
Ingvør Nolsøe hevur sein-
astu árini búð einsamøll
saman við dóttrini. Sonurin
lesur film og filosofi í Skot-
landi.
— Páparnir hjá børnunum
hjá mær hava altíð tikið lut
í uppalingini á jøvnum føti
við meg. Børnini eru tann
minsti trupulleikin, og teim-
um kanst tú ikki lasta nakað.
Sum árini eru liðin eri eg
vorðin meiri displinerað. Eg
dugi betri at halda frí, men
eg havi tikið nakað til min,
sum eg fekk eitt tips um, tá
ið eg byrjaði mítt virki. Tað
var frá eini vinkonu, sum
hevði havt eina mammu,
sum arbeiddi úti, tá hon og
systrarnar vóru lítlar. >Tað
var alt í lagi at koma inn á
arbeiðsplássið hjá mamm-
uni og sita still innan fyri
hurðina<. Hesu góðu ráðini
eru gull verd. Dóttur mín
kagar hvønn dag inn til mín,
hon kennir seg aldri einsa-
malia
— Eg havi altíð dragsað
børnini við mær, eg havi
ongantíð koyrt tey frá mær.
Tey eru vaksin upp á mínum
arbeiðsplássi, og tað er gott
fyri tey. Tey hava ikki upp-
livað meg sum eina fráver-
andi mammu. Tvørturim6t.
Eg nokti at fata og skilja, at
børn eru ein trupulleiki. Vit
eru fýra starvsfólk i Steph-
ansons Húsi og tvey teirra
hava fingið eitt barn í ár.
Annað teirra, ein pápi,
gjørdi av at vera heima hjá
barninum í tveir mánaðir,
og vit funnu eina skipan, har
hvorki Stephansons Hús
ella hann sjálvur liðu neyð
undir fíggjarliga. Hin, ein
kvinna, hevur meðan hon
hevur verið við barn strálað
sum ein sól. Hon hevur ar-
beitt fyri tvey, og hon er so
inspirerandi. Hevur hon tað
tíðindablaðið
gott og eru umstødurnar til
tað gongur alt sum fót í
hosu. Hver einasti dagur
byrjar við, at vit tosa um
børnini, hvat tey hava gjørt
og hvat tey hava sagt. Tað
er bara positivt.
— Tað er næstan eingin
stjóri sum hugsar soleiðis,
og tað er bara spell. Ístaðin
fyri at hugsa, at kvinnur í
burðardyggum aldri eru ein
trupulleiki fyri eitt arbeiðs-
pláss, vil eg siga, at tað er
eitt privilegium at arbeiða
saman við teimum. Tað er
so lívsjáttandi, tí tað hendir
nakað.
— Tá ið eg átti dóttrina fyri
níggju árum síðani fór eg
til arbeiðis dagin eftir eg
kom heim av sjúkrahúsin-
um. Eg hevði hana við, men
eg sigi ikki, at aðrar skulu
gera sum eg. Spyr nakar
meg í dag sigi eg, at konu-
fólk eiga ikki at hugsa antin
arbeiði ella heim. Tað fyrsta
er, at konufólk ikki eiga at
kenna seg sekar mótvegis
arbeiðsplássinum, tá ið tær
gerast við barn. Tá ið barnið
er komið er møguleiki at
taka tað við til arbeiðis. í
øllum fórum í byrjanini.
Tær nýtist ikki at fara heilt
burtur úr arbeiðinum, um tú
hevur hug til tað. Eitt og
hvort arbeiðspláss kann inn-
rætta seg eftir tí.
— Eg vil broyta lívsvirð-
ini. Menn taka tað sum eina
sjålvfylgju at hava arbeiði,
børn, familju, kærleika, sex,
pengar, makt, alt, meðan vit
kvinnur halda, at vit skulu
at velja. Sjálvandi hava vit
somu rættindi. Ikki allar
kvinnur vilja verða leiðarar.
Og tað er heldur ikki altíð
so stuttligt at vera leiðari.
Mín størsta uppgáva sum
leiðari er at vera trúfgst yvir
fyri arbeiðsplássinum, at
standa aftaná fyri tey, stuðla
teimum í øllum, og at fáa
alt at virka. At síggja tey
blomstra og stødast. Tað er
mín visjón sum leiðari, sig-
ur Ingvør Nolsøe.
Skapt trupulleikar
vid vilja
Hvat heldur tú um møgu-
leikarnar hjá kvinnum at
gera karrieru?
- Konufólk eiga ikki at
vera so lítillátin. Tær eiga
at halda seg til og ikki at
vera so bangnar fyri monn-
um. Menn hava álopsment-
an, meðan kvinnur fara í
verjustødu. Tað sum er
rættiliga spennandi í dag er,
at tey kvinnuligu virðini eru
farin at tala til leiðarar. At
liva seg inn í, at føla við og
hvort av sínum. Ein nýtím-
ans leiðsla í dag leggur dent
á kvinnulig virði, og tað
gagnar mannaættini, sigur
Ingvør Nolsøe.
— Eg siggi ongar fording-
ar fyri javnstødu, og eg veit
væl, at fólk finnast at javn-
stóðulógini sum verandi eitt
misfostur. Men hon er neyð-
ug til fólk skilja, at menn
og kvinnur eiga at hava
javnbjóðis rættindi. Hon er
eitt neyðugt amboð eina tíð.
Tað verður spennandi at
vera menniskja í framtíðini,
tá ið kunningarsamfelagið
er komið upp at koyra rætti-
liga og tá ið javnstødulégin
ikki longur er neyðug. Men
vit koma ikki uttan um, at í
dag er hon neyðug, tí sam-
felagið er so primitivt. Hug-
burðurin hjá fólki forðar
fyri, at vit fáa javnstødu. Vit
hava við vilja skapt trupul-
leikar, borið so í bandi, at
tað at fáa sær børn er ein
trupulleiki og annars alt tað
sum er inniligt. Tað er
skrætt burtur úr gerandis-
degnum.
Hvor hevur skrætt tað
burtur?
— Tey ráðandi á arbeiðs-
marknaðinum.
Einsamøll
Hóast kvinnur sita í nógv-
um leiðandi størvum í dag,
valda framvegis fordómar
mótvegis kvinnum, ið tora
át taka ábyrgd. heldur Ing-
vør Nolsøe.
Vit eru í nolt við eina
nýggja vinnu í Føroyum,
— Mítt arbeiði er min
lívsstílur. Eg eri so
heppin, tí eg arbeiði við
tí mær dámar so væl. Eg
havi aldri gjørt annað í
mínum vaksna lívi, sigur
Ingvør Nolsøe
Mynd: Jens Kr. Vang
nevniliga oljuvinnuna og
har eri eg komin uppi. Eg
setti spurnartekin við,
hvørjir møguleikar liggja i
vinnuni, hvussu vit fåa sum
mest burtur úr. Tað endaði
so við, at ein dagin stóðu
tveir menn á gólvinum hjá
mær, ein skoti og ein ameri-
kanari, og heitti á meg um
at skipa fyri eini oljuráð-
stevnu. Síðani hevur hetta
verið ein partur av arbeið-
inum hjá Stephanssons
Húsi.
— I dag kemur tað fyri, at
onnur konufólk sita á fundi
í slíkum høpi. Og eg sigi
við tær, at eg eri glað fyri at
síggja tær. Annars eri eg al-
tíð einsamøll, tí vit eru so
øgiliga fáar kvinnur, sum
reka sjålvstøduga vinnu. Og
tær fáu, sum eru, halda seg
tíverri burtur frá fundum og
felagslívi, sigur Ingvør
Nolsøe.
At tora at nerta
vid kenslur
Um tað er tydningarmikid
fyri kvinnur at vera virknar
á arbeiðsplássinum fyri
sjálvsálitið, sigur Ingvør
Nolsge.
— Mítt arbeiði er mín lívs-
stílur. Eg eri so heppin, tí
eg arbeiði við tí mær dámar
so væl. Eg havi aldri gjørt
annað í mínum vaksna lívi
Tað er hent so øgiliga nógv
á hesum økinum seinastu
árini, og tí er tað ógvuliga
spell, at so fá fólk útbúgva
seg innan okkara arbeiði
— Tað er ómetaliga týdn-
ingarmikið at kvinnur eru
virknar á arbeiðsmarknað-
inum. Bæði tey kvinnuligu
og tey mannligu virðini eru
týdningarmikil. A okkara
arbeiðsplássi dyrka vit 6-
javnarnar, vit trola eftir
teimum, vit spæla rollurnar
yvir fyri hvor øðrum og
mangan rúka og fúka tey
stóru orðini tvørtur um
borðið. Alt er loyvt.
- Eg royni ikki at káva út
yvir kvinnuligu eyðkennini.
Heldur tvørtur ímóti, royni
eg at vera so erlig yvir fyri
mær sjálvari, yvir fyri mín-
um lívi og medmenniskjum,
sum eg yvirhøvur orki og
kann. Ikki minst ti, at alt
mítt arbeiði krevur tað. Eg
kann ikki verða ein annar
persónur enn eg eri. Eg má
vera ektað, annars fái eg
einki av skafti. Eg má tora
at røra við kenslur, men fólk
ræðast meg og halda meg
vera ræðuliga mangan. Tí
eg raki tey, men eg særi ikki
fólk við vilja. Arbeiðið hjá
okkum ger, at vit eru rættilig
snúin og sniðfundig. Vit eru
so von við at vera so kon
tant, at skjóta igjøgnum og
kanska særir tú fólk við at
vera so. Men hvussu kunnu
vit annars koma inn til tað
ektaða og erliga. Vit eiga
ikki at síggja tað at nerta
við kenslur og fordómar
23
sum ein trupulleika, men
heldur sum ein møguleika
Eg skilji íkki altíð tað
menn siga, eg misskilji teir
ofta. Hinvegin skilji eg tað
konufólk siga. Kvinnur og
menn tosa ikki sama mál
Tað nýtist ikki at vera nakað
negativt, men heldur ein av
bjóðing. Tað gevur í øllum
fórum einum arbeiðsplássi
nógv um báðar síðurnar
koma við og koma inn í til
vitið hjá hver øðrum. Tað
er tvætl at siga, at eingin
munur er á kvinnu og
manni, sigur Ingvør Nolsøe
Formað meg
sum menniskja
Sum ein av stigtakarunum
til kvinnufylkingina á sinni
hevur Ingvør Nolsøe stóra
virðing fyri kvinnurørsluni
og tí hon stendur fyri
Kvinnurørslan hevur
havt ómetaliga stóran týdn
ing fyri meg, hon hevur giv-
ið mær áræðið, sum eg
hevði, tá ið eg by rjaði mítt
virki. Hon er ein grasróts-
rørsla, sum ikki hevur sæð
sín líka. Alt vit fingu av
skafti var ótrúligt
- Tá ið eg kom aftur til
Føroya fyri meiri enn 20
árum síðani sá eg eina lýs
ing í bløðunum, har tað
stóð, at nøkur konufólk fóru
at stovna eina fylking. Tá
ið eg búði niðri var eg virkin
í tí kvinnupolitiska, hevði
ikki altíð so góðar stundir
til at við, men eg
royndi, og tí var tað heilt
natúrligt at fara upp í
kvinnupolitiskt arbeiði í
Feroyum. Eg kendi ongan.
tá ið eg kom heim, eg var
totalt fremmand og viltist í
havnargøtum.
Kvinnurørslan hevur
formad meg til tad eg eri i
dag. Eg eri kanska eitt djúp
ari menniskja í dag, eg
hugsi meg meiri um og havi
áræði og sjálválit
Kvinnurørslan ger ikki
vart við seg )
og tå ið kreppan kom i 92
sóknaðist eg eftir henni. Nú
skulu vit út í fullveldi, og
eg eri vónbrouin av, at
kvinnurørslan ikki hevu
stórri áhuga fyri tí. ið go
ur fyri seg. Ein franskur
heimspekingur ákæ
kvinnurørsluna fyr
svikið alhe
hann hevur partvis ræt
kvinnum hevur ikki tikið
vid kvinnurørslun:, men (ad
er ikki
so lítið út
byrjaði
sóður af
kvinnurør
felag iskiltinum kk
vera
í dag sum fyrr
mspolitis
ST HISK
»rsøkin ti. at hor
7
I
agnum so ca so, s
ir Ingvør Nolsøe at enda
viðtali
| Prát við kvinnur í
leiðandi størvum
Hetta er triðja samrødan í greinarøð. har vit tosa við
kvinnur í leiðandi størvum um javnstødu, um hvussu
ein sameinar arbeiði og familjuliv, karrierumeguleikar
og fordómar ímóti kvinnum á arbeiðsmarknaðinum
Næsta samrødan verður í blaðnum leygardagin 9. januar
við Jóhannu Vang. sølustjøra á Kósini í Klaksvík