Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 245 — 29. DESEMBER 1998 tíðindablaðið S08/2lur 5 Norðborg seld til Klaksvíkar Árið hevur hilnast væl við nýggja nótabát- inum Kristiani í Grótinum, og hevur reiðaríið just útvegað sær ein nótabát afturat. Talan er um Norðborg, ið bróðurnir Eiler og Sámal Jacob- sen, saman við óðrum, hava átt. Nú Norðborg er seld klaksvíkingum, verður reiðaríið avtikið og peningurin deildur millur reiðararnar, sum eitt slag av eftirlón JOHN JOHANNESSEN Fyri góðum ári síðani kom nýggi og stórsligni nótabát- urin Kristian í Grótinum til Føroya. Hetta var ein stór fløga fyri reiðaríið. Men árið hevur hilnast væl hjá Kristiani í Grótinum, og nú hevur reiðaríið keypt Norð- borg frá partafelagnum Hvalnes í Havn. Eftirløn Tað hevur ikki eydnast okk- um at fáa fatur á nýggja reiðaranum á Norborg, men fyrrverandi reiðarin, Eiler Jacobsen, váttar tíðindini um, at Norðborg er seld til Klaksvíkar. Eiler Jacobsen sigur, at bróðir hansara, Sámal Ja- cobsen, ið mestsum allatíð- ina hevur verið skipari á Norðborg og sum somuleið- is eigur ein stóran part í skipinum, er vorðin sjúkur, og tískil er avgjørt at selja skipið. Spurdur, um tað ikki ber til at fáa annan skipara, svarar Eiler Jacobsen, at Eystein Dalsgarð í løtuni er skipari á Norðborg, men at skipið verður selt, fyri at sjúki bróðir hansara og hinir eigararnir, ið allir eru vorðnir eldri menn, kunnu fáa eina góða eftirløn. Hóast Norðborg nú er seld til Klaksvíkar, verður manningin á skipinum íkki arbeiðsleys. Eiler Jacobsen „Lesið Sosialin sigur, at nýggi reiðarin, Kristian Martin Rasmussen, hevur lovað, at skipið skal halda áfram við somu manning eina tíð framyvir. Hendan manningin telur 12 mans. Nýtt skip í oktober Spurdur, um sølan av Norð- borg hevur nakað vid bygg- ingina av nýggjum nóta- skipi at gera, svarar Eiler Jacobsen, at tað hevur hon als ikki. Hann sigur, at talan er um tvey ymisk reiðaríðir, ið hann er partur av. — Tað er reiðaríðið Hvalnes, ið hevur selt Krúnborg og reiðaríðið, ið er í ferð við at byggja nýtt nótaskip í Póllandi, er P/F Ísborg, sigur Eiler Jacobsen og leggur afturat, at partafe- lagið Hvalnes verður av- tíkið, nú tá Norðborg er seld. Nýggja nótaskipið hjá P/ F Ísborg væntast at verða liðugt í oktober 1999. Skrokkurin verður gjørdur í Póllandi, har maskinan eisini verður sett í, áðrenn dekk verða løgd. Eftir hetta, verður skipið sleipað til Noregs, har tað verður inn- rættað. Eiler Jacobsen sigur, at ætlanin er, at nýggja skipið kemur at avloysa Krúnborg í flotanum, og kemur tað eisini at bera sama navn. »Eg vil eisini vera væl fyri uttan fyri vøllin. Ti havi eg valt at taka PCKOYRIKORT hjå Formula Xerox!« Hvat er eitt PC-koyrikort? Tað er eit: prógv fyri, at tú hevur grundleggjandi ferleika í kunningartøkni og teldunytslu. PC- koyrikortið er í dag góðkend útbúgving í flestu europeiskum londum, og tað kann bert takast á altjóða góðkendum telduskúla. Hevur tú PC-koyrikort, so hevur tú ein góðan trumf, tá ið tú sekir arbeiði. Formula Xerox er góðkendur telduskúli. Vilt tú vita meira, so send lepan niðanfyri til okkara. Sendið mær vinarliga fleiri upplýsingar um PC-koyrikortið og skeiðætlan! Bygd/býur: TIf./fax/E-postur: Stiðjageta 11 * 100 Tórshavn TIf. 31 11 15 * Fax 31 71 11 * formulaQformula.fo