týsdagur 29. desember 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 245 - 29. DESEMBER 1998
tíðindablaðið
11
Tónleikur
I Íslandi kom Jens Guð í sambandi við
Føroyingar, sum fingu hann hendavegin,
tí eingin kaligrafilærari er í Føroyum.
Somuleidis funnu tey útav, at Jens í mong
ár hevur havt áhuga fyri føroyskum tón-
leiki. Hann hevur í áravís savnað LP-
plátur og nú fløgur.
Jens vidgongur, at hann er tónleikari,
men vil heldur tosa um virksemi sítt
innan tónleikavinnuna og norðurlendskt
samstarv. Hann hevur t.d. fingist við
útgávuvirksemi og at fáa bólkar til
Íslands at leika
Bjork
Jens hevur eisini verið vitni til, hvussu
nógv lættari tað er hjá norðurlendskum
og íslendskum bólkum at koma sær fram
nú, eftir at Bjørk hevur latið upp hurð-
arnar
Tað er lættari at koma í fjølmidlarnar í
USA og Bretlandi nú, enn áður. Nógvir
íslendskir bólkar selja lættliga eini tvey-
til tríhundraðtúsund eintøk av fløgum
sínum, uttan tó at koma nærhendis hitt-
listum
Ahugin er so stórur og útbreiðslu-
arbeiðið so gott, orsakað av at Bjørk er so
kend, metir Jens Gud. I Hamburg hugdi
Jens Guð i fløguhandlar og sá har fleiri
islendskar bólkar.
Jens heldur tað vera logið, og ikki sørt
argandi, at íslendingar eru so trong-
skygdir, tá um tónleik uttan fyri Ísland
ræður
- Tað er, sum verður bert hugt til USA
ella Bretlands, meðan vit gloyma Skandi-
navia. Vit gloyma t.d. Føroyar og Grøn-
land, sigur Jens.
Sum heild metir Jens, at tad er umråd-
andi at tjóðirnar á okkara leiðum standa
saman og geva sær far um hvat grannin
tekst við. Alt nýtist ikki at koma úr USA.
Rasmus og Hatespeech
Jens Guð hevur havt tónleikasendingar í
íslendskum útvarpi við eitt nú tónleiki úr
Grønlandi. Fólk eru bilsin, at tað i Grøn-
landi eru tónleikarar, ið spæla rocktón-
leik. Sama sigur Jens vera galdandi fyri
Føroyar. Fólk halda enn, at tað einasta, ið
her er at hoyra er Rasmus, Olavur
Riddararós við Harkaliðnum ella
Vikingband, ið eitt skifti ferðaðist nógv í
Íslandi. Hesi løg eru ofta at hoyra í
íslendskum útvarpi og eru væl dámd,
men rockur úr Føroyum er sjáldan at
hoyra. Hann nevnir tó James Olsen, ið
veruliga hevur staðfest seg sum
tónleikara innan allar tónleikagreinar.
Kári P. er ofta í fløgusavninum hjá
fólki, men er annars sjáldan í útvarpi í
Íslandi. Kári P búleikaðist eitt skifti í
Íslandi og fyrra pláta hansara er eisini
upptikin har síðst í sjeytiårunum.
Jens Guð heldur, at tå fløgurnar Rock í
Føroyum Í og 2 komu út, so vóru nógv í
Íslandi, ungir dreingir, sum komu at
kenna Hatespeech
Fleiri av hesum hava ongantíð hoyrt
teir, men hava gjøgnum alnótina samskift
við ungar føroyingar og kenna tiskil
Hatespeech. Tey vita um henda góða
føroyska heavy bólkin. Tíðindini um teir
hava sostatt ferðast skjótari enn tónleik-
urin
Jens Guð leggur afturat, at eisini bólk-
urin Mold er kendur í Íslandi
Rock from the cold seas og NORA
Soleiðis kom Jens Guð fram á hugskotið
um at savna bólkar úr Íslandi. Grønlandi,
Føroyum, Sámalandi (Kystnorge) og
eisini eru WinniPeg-íslendingar, búsitandi
í Canada, við. Hann hevur tikið stig til
fløguna og arbeiðir nú við hesum. Tutl
gevur út. Ætlanin er at marknaðarføra
fløguna í hesum londum. ið eru umboð
að, men eisini so vítt gjørligt á altjóða
marknaðinum
Her kemur felagsskapurin Nora uppí
Nora. Nordisk Atlantsamarbejde, hevur
eina verkætlan, ið hevur til endamáls at
figgja norrønar flýgur. Kjartan Hoydal, ið
er á høvudsskrivstovuni, sum er í Føroy
um, hevur tikið stig til hesa verkætlan.
Rakul Petersen er verkætlanarleiðari
Her er ein møguleiki hjá ungum
Høvudsskrivstovan hjá
NORA er í Tórshavn og
Kjartan Hoydal er leiðari.
Hann hevur eisini tikið stig
til verkætlan, ið stuðlar
norðurlendskum flógum
Hugskotið hjá Jens Guð
hóskaði væl og er NORA tí
við í myndini, tá Tutl um
stutta tíð gevur út Rock
from the cold seas
bólkum at gerast kendir uttanfyri Føroyar.
Jens Guð nevnir í hesum sambandi, at
tað er undrunarvert, at so nógvir góðir
bólkar eru í Føroyum.
Her máttu tey velja í millum fleiri,
meðan aðrastaðni var kanska spurningur
um at savna bólkar til ætlanina Rock
from the cold seas.
Norðurlendsk plåtuforløg eru eisini við
í ætlanini, eins og Tutl. Tutl fløguhandilin
er eisini farin at leggja seg eftir at hava
sera breitt úrvæl av norðurlendskum
plátum og fløgum.
Eisini eru aðrar líknandi fløguætlanir í
væntu. T.d ein harmonikufløga, ið Pauli
Jacobsen hevur tikið stig til.
Rock from the cold seas verður vænt-
andi á marknaðinum í januar, ella har á
leið. Luttakandi bólkarnir úr Føroyum eru
m.a. Grønt, Fót, Slim. Her hoyrist
føroyski dansurin aftur, heldur Jens Guð,
sum heldur, at vit norðurlendingar hoyra
ikki okkara egnu serkenni, men onnur
hoyra tey.
Annars luttaka eisini Hatespeech, 200
og Diatribes
Filmur
Filmur um ungdómsrock er eisini í
stoypiskálini. I Føroyum eru 3 bólkar við.
Bæði „live“ og so eru eisini samrødur við
limirnar. Farið verður eisini tætt uppá
eina limin í bólkinum Happy ?, ið var so
heppin at gerast „The Local Hero“
Filmurin hevur heitið „Heita Norður“,
tí í víðu verð verður filmurin uppfataður
eksotiskt. Fýra lond eru við í filminum,
sum eisini hevur náttúrulýsingar
I Cannes
I januar hittast i Cannes umbod fyri
forløg år øllum fyra londunum at birta
undir altjóða sølusåttmålar og fundast um
ymiskt virksemi
Sanniliga eru vånirnar hjå føroyskum
rocktónleikarum nógv broyttar. Og Rakul
Petersen og Jens Guð siga, at tað er stutt
ligt, at tað nú er loyvi og eisini umráð
andi at ganga út úr takt, at víkja burtur-
frá
Soleiðis var ikki fyrr. Í dag er um
ráðandi at hava serstakan stíl og verður
hetta lagt til merkis, eru tey bæði samd
um
Jens Guð er spentur uppá fløguætlanina
og væntar sær nógv av henni
Jens Guð fór av landinum aftur fyri jól
Og vónandi vóru veðurgudarnir við hon
um, so betur gekst honum á heimleið,
enn á leiðini til Føroya
Og skuldi tú verið so heppin at fingið
jólakort, ið er skrivað við skreytskrift, so
er tað helst ein av skeiðluttakarunum hjá
skreytskrivaranum og rockfjepparanum
Jens Guð, ið roynir síni nýlærdu kynstur
Tutl og NORA gera
sølufremjandi tiltøku
utt
Ia
ln J PR , tr 7
landoddarnar og tuttaka
søluframsyningum. Æt
marknadarføra Rock from the
attjóða ma
no
n f