Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-29, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 1998síða 19

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 tíðindablaðið Nr. 245 - 29. DESEMBER 1998 Viðmerking Viltist maðurin i ordabokini? Rolf Guttesen. lærður færøekspert« við adressu Danmark og lektari við Lærda Háskúlan í Keyp- m speirekur í n hin 22. desemb- ra Hoydal fyri at Karl Marx ar Rolf Guttesen eo tíverri vi. Tað er annars fyri 1ytt, at Karl Marx eis- sum væl er, er altid okkurt nýtt at læra. Jú, Karl Marx var av sonnum ein lærdur maður Rolf Guttesen sigur, at landsstýrismaðurin í tjóð- veldismålum tvætlar, tá hann sigur, at eydkenni fyn eitt samhaldsfast samfelag er at: »Hvør letur eftir evni og nytur eftir tørvi«. Men samstundis sum hann sigur, at orðini eru eftir Marx, sigur hann tey at vera feil- siterað. Sjálvandi eru tey ikki tað. Tey eru hvorki feil- siterað ella eftir Marx. Fyri tað fyrsta eru aðrar bibliur til enn >Marx-Engels: Ud- valgte Skrifter< og fyri tað næsta hevur landsstýris- maðurin egið heilavirksemi. sum kann leggja afturat ella trekkja frá hugsanum hjá øðrum og til tíðir kanska eisini framleiða onkran sjålvstødugan tanka >At hver letur eftir evni og nýtur eftir tørvi« ber slettis ikki til, sigur Rolf Guttesen. Og so nevnir hann dømir um, at onkur tørvar shampagnu at drekka og at øðrum tørvar summar- hús á Mallorca. Víðari skrivar Rolf Guttesen: »Eingin kann í einum van- ligum vælferðarsamfelagi nýta, njóta ella brúka eftir tørvi. Tørvurin er ikki til at metta<. Jú, víst ber tað til. Tørv- urin er definerbarur, og tí ber tað til. Tær tørvar ikki at drekka champagnu ella cognac. Men tær tørvar at drekka vatn. Tú kanst ynskja at drekka fínt, men tær tørvar tað ikki! Ti ber tað væl til at lata eftir evni og at nýta eftir tørvi, men tað ber ikki til at lata eftir evni og at nýta eftir ynski. Spurningurin er tí um ikki maðurin viltist í orðabókini ella um hann onga eigur. Nú loksins Móðurmálsorða- bókin er komin, hevði tað verið góð hjálp hjá Rolf Guttesen at ogna sær hana fyri at fáa samband aftur við málið. Um hann nú ynskir tað. Okkum kann tað tó vera líkamikið við vegleiðing frá donskum desillusionerað- um, svartsíggjandi pseudo- marxistum uttan so, at teir fyrst taka seg úr mýrilendin- um, teir eru vassaðir út í. A. Guttormur Djurhuus Alternativið: Núverandi rikisfelags- skapur - við neyðugum ábótum Landsstýrismaðurin í loys- ingarmálum, H. Hoydal, upplýsir nå, at onki alter- fullveldið. Vil tað ga, at hann og sam- n onki metir um tað elagið vit liva í idag? ug at spyrja, hví nativ er ti felagið vit liva i idag, er nevniliga ikki bert eitt hyp- otetiskt, men eitt reelt alt- ernativ. Og tað stendur her, hóast åbøtur eru tiltrongdar á mongum økjum Fyri mær hevur núver- andi samgonga onki boð, onki alternativ, ið so mikið sum kemur til kníggja á tí samfelagi vit hava í dag Vit hava fulla ábyrgd av hesum landi innan ríkisfel- agsskapin Ríkisfelagsskapurin gev- ur okkum óteljandi møgu- leikar innan øll økir. Vit eru eitt frælst fólk. Vit hava eina blómandi mentan, mál og andslív. Vit hava ein relativt høg- an livifót, og hava møgu- leika framhaldandi at beta um hendan. Ungdómur okkara hevur góðar útbúgvingarmegu- leikar innan ríkiskarmarnar, EU og øllum heiminum or- saka av ríkisfelagsskapin- um Er okkara samfelag líta- leyst? Her er svarið greitt nei! Tað er sera nógv, ið eigur at verða broytt og gjørt betri. Skattir eiga at lækka. Nýggjar vinnur eins og nú- verandi, eiga at gevast møguleikar at mennast. Eldrapolitikkur eigur at skipast. Pensiónir eiga at hækka. Barna og familju- politikkur eigur at skipast. Okkara landbúnaðarvørur eins og fiskavørur eiga at gagnnýtast betur. Oljuvinn- an skipast, soleiðis at hon verður øllum føroyingum at gagni. Rikisrættarliga støda okkara eigur at bøtast. Ja, sera nógv er at gera á so mongum økjum. Rikisfelagsskapurin tryggjar førovingum suv- erenitet! Sambandsflokkurin held- ur, at vit nå eins og i framtidini eru meira suve- ren innan rikisfelagsskapin enn uttanfyri hendan. Við at fara úr ríkisfelagsskapinum missa vit mong rættindir, ið eru av sera stórum týdningi fyri okkum føroyingar. Hesi rættindi eiga vit ongantíð at lata okkum gleppa av hond- um. Jú sanniliga, vit liva í dag í einum samfelag, ið er so mikið gott á mongum økjum, hóast ikki litaleyst, at als onki reelt alternativ higartil hevur verið í eyg- sjón. Grasið veksur eisini og er grønt í tí samfelags- skipan vit hava ídag. Tað er ikki neyðugt at fara yvir um ánna. Helst kann tað gerast grønari enn idag, um rætt verður borið at. Tað eiga vit at royna at skipa fyri - innan ríkisfel- agsskapin. Vinarliga Marjus Dam, løgtingslimur Løgmadur í London fyri at heiðra Sofus Poulsen Herfyri var hátíðarhald á donsku sendistovuni í Lon- don í sambandi við, at Sofus Poulsen í ár hevur starvast á føroysku umboðsstovuni Sofus Poulsen, føroyskur umbodsmadur i Aberdeen í Aberdeen í fimti år. Nógv varð gjørt burtur úr haldi- num og var m.a. Anfinn Kallsberg, løgmaður boðin við. Har vóru eisini umboð fyri foroyingafelagið í Bret- landi. Sosialurin skilur, at samkoman var sera væl- eydnað og vóru mong góð- ynskini til Sofus Poulsen, sum framvegis er til arbeið- is á umboðsstovuni í Aber- deen. Fara at kanna, hvussu royndir skulu goymast Sjúkrahúsleiðslan fer at kanna nærri hvar og hvussu royndir skulu goymast, soleiðis at vit ikki aftur koma í ta stóðu, at vit hava lovað at goyma eina roynd, sum vit ikki finna, tá hon skal brúkast, sigur leiðslan á Landssjúkrahúsinum Í samband við rættarmál herfyri, kom tað fram, at ein vevnaðarroynd var horvin á Landssjúkrahúsinum. Hetta kann rímiliga fáa fólk at spyrja, hvussu trygt hetta arbeiðið er skipað innan sjúkrahúsverkið. Tí skal verða greitt eitt sindur frá mannagongdini, sum verður brúkt, tá vevnaður verður sendur til kanningar á Landssjúkrahúsinum. Ein lækni, sum ynskir at vevnadur frá einum sjúkl- ingi verður kannaður nærri á patologisku deild t.d. fyri illkynjaða sjúku, útfyllir ein sedil, har navn, fødingar- dagur og bústaður hjá sjúkl- inginum stendur á. Upplýs- ingarnar á ávísingarseðlin- um skulu svara til upplýs- ingarnar, sum verða skriv- aðar á tað ílatið, sum inni- heldur vevnaðin til kann- ingar. Á ávísingarseðlinum skal eisini verða greitt frá, hvat slag av tilfari er sent til deildina, hverja sjúku ill- gruni er um um serlig ynski eru til ávísar kanningar. Tá tilfarið og ávísingar- seðilin eru komin á patol- ogisku deild, verða hesi skrásett og fáa eitt serligt nummar, ið fylgir kanning- artilfarinum, og tí sum skrivað verður um tað. Skrásett verður, nær hver einkult roynd er komin á deildina. Somuleiðis verður skrásett, hver ið hevur sent tilfarið og hvaðar svar skal sendast. Eisini verður kann- ingarúrslitið, sum patolog- iska rannsóknin kemur til, skrásett. Vevnaðurin, ið verður brúktur til sjálva sjúkuav- gerðina, er stoyptur inn í ein ella fleiri parafinblokkar og hesir verða goymdir við ásitandi nummari á hvørjum einkultum. Vanligt er, at goyma hesar í minst 20 ár, soleiðis at møguligt er at kanna av nýggjum, um ivi seinni verður um diagnos- una. Er tilfarið so rúgvus- mikið, at ikki alt kann verða tíkið við í kanningina, so verður bert ein partur skorin úr tilfarinum og brúktur til kanningina. Restin verður goymd í ein mánaða og síð- ani fyribeind við brenning. Mogens Egholm, ser- lækni í patologi, sigur frá, at í øll tey 18 árini hann starvaðist sum yvirlækni á patologisku deild, er tað ikki komið fyri, at nøkur roynd er blivin burtur. Tað tilfarið, sum blei burtur í hesum máli, var ikki ein vanlig vevnaðarroynd, sum varð send til kanningar á patologisku deild. Her var talan um, at ein yvirlækni í kvinnusjúkum játtar fyri at goyma-vevnadarroynd. til møguligar rannsóknir seinni. Sjálvt um læknin ikki hevði skyldu at átaka sær at goyma hesa roynd, gjørdi hann tað og bad starvsfelaga sín, táverandi yvirlækna á patologisku deild, um at goyma tilfarið. Tað játtaði patologurin fyri. Við tað, at hetta ikki var tilfar, sum var ætlað til kanningar har á deildini, men bert til at verða goymt, var vanliga mannagongdin, sum omanfyri er fråsøgd, ikki fylgd og tað er helst grundin til, at onki er skrá- sett á patologisku deild. Yvirlæknin í patologi, sum tók ímóti tilfarinum, er síðani farin úr starvi á Landssjúkrahúsinum og ar- beidir nú í ødrum Norðan- landi. Hann heldur seg minnast hvar á patologisku deild, hann legði royndina. Men síðani tá er patologiska deild flutt úr hølinum i ambulatoriibygninginum á Landssjúkrahúsinum — til nýggj høli í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag. Leit- ing eftir royndini á nýggju patologisku deildini hevur verið til fánýtis. Landssjúkrahúsið er komið til tað niðurstøðu, at tað er mest sannlíkt, at henda royndin hevur staðið saman við tí tilfari, sum tá ið tað hevur staðið í ein mánað, verður fyribreint og tí er hon av misgávum fyri- beind. Samanum tikið: Tað er óvanligt at sjúkra- húsverkið verður biðið um at goyma tilfar, sum vit ikki sjålvi skulu kanna. Tilfar, sum verður sent til kanningar á patologisku deild, verður handfarið eftir heilt greiðum reglum, sum hava verið álítandi. Sjúkrahúsið hevur ikki fastar reglar fyri tilfar, sum vit verða biðin um at goyma til møguliga nýtslu seinni. Hetta kemur av, at tað er so sjáldan, at slíkar umbønir koma fyri. Høvudsorsøkin, at henda vevnadarroyndin hvarv, er helst, at ongar fastar reglar eru fyri handfaringini og goymsluni av hesum slagi av royndum. Sjúkrahúsleiðslan fer tí komandi at kanna nærri hvar og hvussu slíkar royndir skulu goymast, so- leiðis at vit ikki aftur koma í ta stóðu, at vit hava lovað at goyma eina roynd, sum vit ikki finna, tå hon skal brúkast. Jákup Mørkøre, sjúkrahúsleiðari Pál Weihe, læknastjóri æ UR