týsdagur 29. desember 1998síða 18
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A á
Nr. 245 - 29. DESEMBER 1998
tíðindablaðið
19
út at koyra
Austinbilarnir og
Robert P. Brockie
Man kann siga, at sógan um Austinbilarnar byrjar í Australia, har Herbert
Austin arbeiddi hjá Frederic Wolseley, men bilframleiðslan fór fram í Ong-
landi, har Austin og Wolseley górdu tann fyrsta bilin
MAGNUS GUNNARSON
Í 1866 var enski bóndason-
urin, Herbert Austin, borin
í heim í Buckinghamshire
Arbeiðið á bóndagarðinum
hevði ikki hansara áhuga,
ístaðin droymdi hann um at
læra til arkitekt. Tá hann var
17 ára gamal fekk Austin-
húskið vitjan av familju úr
Australiu, ið yvirtalaðu
Herbert til at fylgja við
teimum heimaftur til Mel-
burne. Har arbeiddi hann
um dagin og lærdi list og
arkitektur um kveldið,
seinni las hann eisini verk-
fróði.
Lidugur at læra fekk hann
arbeiði sum leiðari á einari
maskinfyritøku, ið kom at
hava stóran týdning fyri
hansara framtíð. Í hesi fyri-
tøkuni kom hann í samband
við Frederic Wolseley, ið
var fluttur úr Dublin og var
bóndi i Australiu. Wolseley
hevði just tå uppfunnið eina
nýggja klippimaskinu. sum
skjótt og lætt klipti ullina
av seyðinum. Fyritøkan, har
Herbert Austin arbeiddi,
gjørdi lutir til hesa klippi-
maskinu. Av tí at Austin
betraði lutirnar og vísti stór-
an áhuga fyri saman- set-
ingini av klippimaskinuni,
fekk hann arbeidi å einari
verksmiðju hjá Wolseley, ið
framleiddi seyðasaksar.
Hetta virksemið vaks so
skjótt. at Wolseley tók ta
avgerð at stovna eina til-
svarandi fyritøku í Ong-
umm um
Austin Cambridge hjá Robert P. Brockie uttan fyri fyritókur
hvítur við reyðari strípu eftir síðum
Bilurin var
landi. 27 ára gamal blein
Herbert Austin sendur aftur
til Onglands at leiða nýggju
fyritøkuna, Wolseley Sheep
Shearing Machine Com-
pany.
Seint í 1896 setti stýrið
fyri Wolseley pening í eina
nýggja deild, ið skuldi
framleiða motorakfør og
Herbert Austin varð settur
sum stjóri har. Arið fyri
hevði hann gjørt eitt trýhjól-
að akfar við einum 2 hk
motori. Næsti bilurin hjá
Austin var eisini trihj6ladur,
og verður hann roknaður
sum tann fyrsti ektaði Wols-
eley bilurin, teknaður og
bygdur av Herbert Austin
saman við Frederic Wolse-
ley.
Tá bilframleiðslan kom í
gongd, var tað ein lítil lættur
bilur við fýra hjólum, og við
hesum bili fekk Herbert Au-
stin sligið sítt navn fast sum
ein leiðandi bilbyggifrød-
ingur. Hann sær tá, at hann
hevur gjørt eitt grundleggj-
andi mistak við at vera leið-
ari á einari fyritøku sum
hann ikki átti sjálvur.
Herbert Austin
byrjar egna fyritøku
Í 1905 sigur hann farvæl við
Frederic Wolseley og takkar
fyri seg, keypur eina niður-
lagda prentsmiðju í Long-
bridge til verksmiðju. Sama
árið, í desembur mánaði,
stovnar hann fyritøkuna Au-
stin Motor Company.
Teir fyrstu Austin 20 HP
EIS
w í Jónas Broncksgøtu, har
hevur hann S6klenn vir forriti
bilarnir við 4-cyl. rekkju-
motori við síðuventilum og
ketutrekki til hjólini, vóru
lidnir í 1906. Seinni fingu
teir eisini 6-cyl. motorar. At
Herbert Austin heyði hand-
ilsevnir og gott orð á sær er
onki at ivast í, tí allir teir
fyrstu bilarnir vórðu seldir
við tekningunum sum
grundarlag.
Austin fekk sær framsýn-
ingarhølir í Norwich og
Manchester, og í London
hevði hann í 1912, umframt
framsýning, eisini bilverk-
stað, bilútleigan og felags-
hølir til Austin-bileigarar,
sum kundu gerast haldarar
av blaðnum, Austin Advo-
cate.
Imillum bilsniðini varð
longu í 1910 ein Austin
Town Carrige býbilur bygd-
ur, har bilførarin sat omanå
motorinum, hetta bleiv for-
gangarin til tann kenda
London Taxi . Aðrenn fyrra
heimsbardaga framleiddi
Austin ein model >30<, ið
hevði el startara og el lyktir,
sum ikki var heilt vanligt
tá.
Eftir kríggið, tá bilverk-
smiðjan hevði verið brúkt
til vápnaídnað, gekk ikki so
væl hjá Herbert Austin.
Hann kom spakuliga í
gongd við einum bilsniði,
sum mundi koyrt hann av
knóranum. Men hóast alt
kláraði hann at koma við
einum nýggjum >Austin
12< í 1921, sum vísti seg at
vera ein ógvuliga slitsterk-
ei
ur og væl umtóktur bilur
Fyrsti BMW bilurin
var ein Austin
Eisini kom >Austin 7<, ið
var ein lítil bilur við plássi
til tvey vaksin og barnasetur
aftan. Hann bleiv væl um-
tóktur út um øll landamørk
og bygdur uppá licens í
fleiri londum. Í Týsklandi
varð hann framleiddur við
navninum Dixi. Seinni
keypti Bayrisce Motor Wer-
ke (BMW) verksmiðjuna,
og kom hesin Dixi ella >Au-
stin 7< at verða tann fyrsti
bilurin, ið BMW fram-
leiddi. Í Fraklandi bygdi
Rosengart = verksmiðjan
>Austin 7<, í Japan var tað
Datsun verksmiðjan og í
USA. var tað American Au-
stin Company.
Hóast tað var > Austin 7«,
ið gjørdi Herbert Austin
kendan, bygdi hann eisini
stórri bilar, so sum >Austin
Ten«, »Sixteen« og »Twen-
ty« . I 1934 hevði Austin
50 ymiskar útgávur at velja
ímillum.
Tá Sir Herbert Austin
andaðist í 1941, heyði hann
havt sína egnu bilverk-
smiðju í góð 35 ár og bygt
yvir áttahundraðtúsund bil-
ar. Í 1947 hevði Austin
verksmiðjan gjørt bil nr. 1
millión, og bert fimm ár eft-
ir, í 1952, kom bilur nr. 2
milliónir út av verksmiðj-
uni. Tað sigur nakað um,
hvussu tørvurin á bilum
vaks eftir seinna heimsbar-
PE ið var men fc
Hesin Austin Town Carriage fra 1910 er fors
tann kenda London Taxi
Bilurin vinstrumegin er ein BMW Dixi
daga, og var tað høvuds
orsøkin til, at Austin og
Morris løgdu saman til Brit-
ish Motor Corporation í
1952. Eftir hetta vóru tey
flestu Austin og Morris-
sniðini somu bilar við hvor
sínum búmerki.
Í 1966 bleiv Jaguar bil-
verksmiðjan løgd saman við
BMC. og árið eftir verður
Rover verksmiðjan legd
saman við Leyland Motor
Corporation. Tvey ár seinni
verða fyritøkurnar Ley-
land og BMC. lagdar sam-
an í BLMC, sum í 1975
varð broytt til Britich Ley-
land. Austin navnið varð tó
brúkt eina tíð eftir hetta.
Tað vóru stórir trupulleik-
ar í bretskum bilídnaði hesi
LASTBILAR við ella uttan vippu og málaðir
eftir ynski
árini. óendalig verkføl
við at forkoma fyritøkuni
Sjálvt um staturin gav stuð-
ul, vóru so nógv brek
bilunum, at hetta kundi ikk
halda á, um bretskum b
ídnaði skuldi verða lív lag
að. Bilídnaðurin mátti
broyta hugburð og fakfel-
øgini sóu at enda. at tey
vóru við at saga greinina av
ið tey sótu á
Hetta bleiv ikki einans
gjørt við teimum nýggju
konstruktiónunum, sum Au-
stin Metro og Montego. Ikki
fyrr enn ein samarbeidsav-
tala varð gjørd við Honda.
bar til. Í hesi gongdini
hvørvur Austin navnið, og
einans Rover heldur fram
VORUVOGNAR málaðir eftir ynski.
PERSON VOGNAR til 4 ella 6 persónar
Finkarsøla i Føroyum fyri Austin
| A.S Charles Mauritzen & Co
Tlf. 248 — Tinganes Tórshavn —
Lýsing úr telefonbókini
1951
}