hósdagur 3. desember 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 230 — 3. DESEMBER 1998
nm
tíðindablaðið SOSlalurin
Tekningarnar hjá Óla P. 10 ár:
Vit kenna okkum øll aftur
Søren Kirkegaard segði einaferð: Skalt tú leita eftir einum kristnum í hesum heimi, fert
tú ikki heilt skeivur at leita eftir einum humoristi....ein av okkara humoristum Óli P.
finnur tú á breddanum á síðstu síðu í Sosialinum
Få blød kring tann víða heim hava so
gløgga síðu sum Sosialurin. Ja, er tað
ikki soleiðis, at Sosialurin verður lisin
aftanífrá? Fólk fara fyrst á síðstu síðu
og lesa Óla P. fyrst.. Eitt sindur av skemti
er í hesum... at fara á síðstu síðu, men
kanska er tað so, at tey síðstu skulu verða
tey fyrstu, og tey fyrstu skulu verða tey
síðstu. Óli er fyrst. Hann sær, hann eyg-
leiðir. Tað, sum tú sært, er ikki bert
grundað á tað sædda, men vit kunnu
leggja afturat, tað sum liggur aftan fyri
tekningarnar hjá Óla, kanst tú brúka
orðini: hvussuleiðis og hví.
Tær tekningarnar, sum ofta hava ein
brodd, kanst tú flenna at, ella smírast ,
grína, verða í skellilátri, ja, enntá læa í
kíki. Her virkar bótin beinanvegin, og
steðgar tú á, og hugsar teg um eina løtu,
er tankin kanska ein heilt annar. Tú
kanska fert at taka synd í teimum, sum
Óli P. hevur avmyndað. Nú kemur tað
etiska fram, kærleikin, kenslurnar t. d.
stakkals Óli Breckmann, sum verður
knústur av Pinochet, tá ið harra Pinochet
fær sær eina omolett. Men so fara tank-
arnir víðari til tey stakkals offrini, sum
Pinochet hevur steikt í sínum feitti. Í
„skemtimyndunum er væl ein broddur,
men tað er sanniliga eisini ein moralur í
tí, sum myndirnar havast at.
Listin í tekningum hjá Óla er at av-
dúka, ikki at skava útyvir. Hann sigur
nógv í fáum strokum.Og so kann onkur
yppa gksl og seta knyklar í brýr og siga,
at Óli P. er eitt sindur bersggin í sínum
tekningum og fer ov illa við tjóðveldis-
monnunum og fulveldishugsjónini, men
hann sparir ikki Jóannes Eidesgaard.
Hvat nú? — Er stødan 1 — 1 ella er tað so,
at tú sum hyggur at, ert dómari og
partískur? Tað hevur tú ongan rætt til,
men tað er kanska menniskjaligt.
Ymist er eisini frá manni til mann, tá ið
dómt verður. Ofta var føroyskur humor
óndsinnaður. Tað skuldi ganga út yvir
onkran, tá ið føroyingurin skuldi hava tað
stuttligt. Var tað ikki soleiðis úti á bygd,
at var onkur, sum ikki var fullførur, var
hann ella hon hildin fyri spott? Og mong
vóru tey, ið fingu sær ein stuttleika burtur
úr ólukkudýrinum. Ung fólk flokkaðust
kring tann, sum var fyri spott og spæ, tí
kann tankin stinga seg upp, um Óli P.
ikki onkuntíð gongur ov vítt við sínum
tekningum?
Tekningarnar hava al oftast ein farra av
politiskum boðskapi í sær. Politikkarnir
eru kanska eitt lætt offur. Teir umboda -
meg og teg. Vit hava valt teir at standa
fyri tí hugsjónini, sum vit sjálvi hava, og
hevur Óli P. fangað okkurt, sum tín mað-
ur/kvinna hevur gjørt, og ein skemtiligur
broddur er í hesum, sæst hann/hon á aft-
astu síðuni á Sosialinum.
Óli fellur ikki dómin, men sigur sum
er. Perfektionisturin, tann moralski, tann
religigsi, tann sum er polistiskt hugaður,
tekur sær tikni av hesum. Hví tað? Er tað
ikki tað smáttskorna og erkvisna, sum nú
ræður, ella hevur Óli rakt á seymin, at
vísa á tað snerpna í okkum? — Ella eru vit
bangin fyri , at skemti í Ólasa tekningum
kann bera brá av, at skemti fer í ta gomlu
grøvina?
Oli P. er eygleidarin og listamadurin.
Vit eru åskodaranir og fylgja vid. Ung-
dómurin úti bygd og onnur við, sum vóru
um ólukkudýrið, tirraðu, argaðu og
gjørdu gjøldur burtur úr stakkalinum.
Hetta var óndskapur og óndsinni, ið læt
seg í ein stuttleikabúna eina skamma
stund, og sum var teimum óverdugt.
Hetta var lítilátað, men Óla P. er tað
skemt — tignarligt skemt. Her hevur Óli P.
dugað sera væl, ikki at taka dagar ímill-
um høgan ella lágan. Skemtið, stuttleikin
í myndunum gongur ikki eftir tí, sum vit
onnur virða ella ikki virða, á hvørjum
samfelagstrini hann ella hon er á, ella
eftir moralskum hugsjónum, ella hvørji
stóðu tú hevur í samfelagnum.
Sannleikin er tann, tú ert eisini ein av
teimum, sum Óli avmyndar. Tú ert líka
skyldigur og óskyldigur, sum tey, ið Óli
P. teknar. Tað heyði verið ov drúgt hjá
honum, at farið í holt við allar føroy-
ingarnar, men vit kenna okkum øll aftur.
Vit eru tey forgongiligu, men humorin í
myndum hjá Ola P. er ein ævigur dansur
av kæti og ljóðkátum fyribrigdum, sum
altíð fara at verða mann og mann ímill-
um, sum kunnu viðgerast í orðum, men
sanniliga eisini í myndum, sum Óli hevur
fest á pappírið tey seinastu árini, so
hegnisliga, at søga er í tekningunum.
Tú kanst kalla skemtimyndirnar hjá Ola
Pfyri líknilsi. Oli P. er sera skemtiligur
og gløggur og liknilsini eru so mong, nå
tiggju år eru farin aftur um bak. Einki er
eins. Sørin Kirkegaard gevur Ola P. góðar
vónir, at tann kristni má verða humorist-
ur. Tað verður stuttligt at sita í Himmiríki
saman við Óla P.
Til lukku við teimum 10 árunum.
Frits
DE