Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 Seks løgmenn um Óla P i 10 år tíðindablaðið SLSlalufin Nr. 230 — 3. DESEMBER 1998 -Framúrskarandi, beinrakin, viðkomandi, ongantíð óreinur, ov sam- bandskur, í heimsklassa, fantastiskur og ótrúligur eru bara nókur av KLD sum seks løgmenn geva listamanninum Ola Petersen og tekningum hansara, nú hann hevur verið fastur blaðteknari og viðmerkj- ari Í Jan MØLLER fimm men røkt st starvið sum Føroya løgmadur. Sosial- urin hevur vent sær til tey seks fólkini, Paula Ellefsen, Atla Dam, Jégvan Sund- stein, Maritu Petersen, Ed- mund Joensen og Anfinn Kallsberg Tey eve hvør i sinum lag sitt bod uppå tekningarnar hjå Ola og listarmannin Ol la Petersen hesi 10 årini. A hædd vid teir bestu í útlandinum A hegum steði Marita Petersen, fyrrv. løgmadur: -Tekningarnar hjá Ola eru eitt sera stórt aktiv hjá blaðnum. Tú hyggur eftir forsíðuni og síðani blaðar tú á baksíðuna at vita, hvat Oli teknar. Tad, sum er ser- merkt við Óla, er, at hann við fáum strikum kann fanga eina stødu ella okk- urt, sum er sagt og lýsir við- urskiftipa í Føroyum. Hann vísir væl eisini sína egnú stæðu i tekningunum. Hann er rættiliga sam- bandskur, tó at hann tekur upp rættiliga relevantar spurningar nettup í sam- bandinum millum Føroyar og Danmark. Hann er ann- ars fult á hædd ella betri enn karrikaturteknarar í øðrum londum, tí hann hevur so einfaldar strikur. Viðmerkingarnar eru eis- ini ógvuliga góðar óreinur Pauli Ellefsen, fyrrv. løg- maður: -Tað er altíð ein fragð at lesa og hyggja at tí, sum Oli kemur við. Tað var eisini ein fragd tann tíð tað var at standa fyri skotum, og sjálvt tå hann viðgjørdi mínar arg- astu politisku måtstødu- menn, so dugdi hann at lata vera við at vera óreinur. Tá man kann tað, so má man hava evni langt ut yvir tað vanliga. Hansara gávur eru serliga hetta ai kunna-gera gjøldur og skemt burtur úr uttan at vera óreinur. Hann dugir fantastiska væl at seta pinnin igjøgnum, soleiðis at tað er stuttligt meira enn keðiligt. Hann er eisini sera bein- rakin og viðkomandi. Tað er klárt, at um hann uppá handa mátan sker út í papp spurningar, so fær hann eis- ini fólk at hugsa. Ov sambandskur Jógvan Sundstein fyrrv. løgmadur -Oli er ein frålikur teknari á altjóða stødi. Hann hevur til fyri heilt nýliga verið ómetaliga heppin í sínum valum av evnum, men í seinstuni haldi eg, at hann hevur víst nakað av undir- lutakenslum, tí hann er vorðin rætt og slætt ov sam- bandskur. Hann undirmetir føroyingar. Men inn í mill- um er tað framvegis gott» Tíðindablaðnum Sosialinum í 10 ár 20. apríl 1993: Oli ger gjøldur burtur år føroyingum sum føroying- ar, hetta vid at man ikki kann kåra seg uttan Dan- mark. Tað er í lagi, at hetta kemur fram av og á, men tað kemur ov oftani fram. Tað hevur fingið eina slag- síðu. ; -Men vil Oli ikki vera i andstødu til eitthvørt styrid -Tað vil hann nokk. Men tað er ikki bara tað. Tá eg var løgmadur, gjørdi hann rættiliga nógv gjøldur burt- ur år javnaðarflokkinum, sum var í andstøðu. Javnad- armenn lógu og svóvu og bóðu fólk vekja seg, tá val var aftur. So eg trúgvi ikki, tað er bara hetta við at vera í stjórn. -Annars haldi eg, at hann hevur dugað sera væl at gera karrikaturar av mær sjálvum. Hann dugir eisini væl at gera viðmerking til øll dagsins mál. * 60 > ætlanunum hjá kreditorunum 71 Í heimsklassa Edmund Joensen, fyrrv. løgmaður: -Oli er ein karrikaturtekn- ari í heimsklassa. Tað er eingin ivi um tað. Óli er so nógv annað eisini. Hann er ein partur av tí politisku og almennu samfelagsdebattini annars. Hann hevur ríkað samfelagskjakið sum ein beinrakin eygleiðari. Ja, hann hevur givið debattini eina eyka dimensión, ta humoristisku. Politikarar eru tiltiknir at tosa nógv og tosa uttanum, men Oli lýsir tað við einum pennastroki og eini mynd. Tað er nakað, sum fangar og lýsir eitt mál. Tað er bara so fantastiskt, og sum ger, at hann veruliga er í heims- flokki. Tað eru bæði álvar- samar myndir men eisini humoristiskar myndir. Tað er kynstrið at kunna bæði, sum ger, at Óli er tað, sum hann er. Eg lesi fyrst Óla, áðrenn eg lesi Sosialin. Tá eg sat sum løgmaður minnist eg nógvar løtur, har Óli var langt framman fyri sína tíð. Eitt nú tá vit høvdu samgongusamráðingar t.d. so minnist eg onkuntíð, at eg mátti fara í einrúm at flenna, tá Sosialurin var komin út. So beinrakin var Óli. Langt frammanundan hevdi hann forútsæð, hvat samráðingarnar komu at snúgva seg um og oftani eisini enda við. Eg minnist serliga, tá vit høvdu ta borg- arligu samgonguna, og tá ið Miðflokkurin og Kristiligi flokkurin skuldu vera part- ur av henni. Tá hevði Oli gjørt eina fína tekning um teir trupulleikarnar, sum vóru í samgongutjakinum, um ymsar følsamar spurn- ingar. Tað var so beinrakið, at tað er ótrúligt at síggja, at ein, sum situr uttan fyri, kann fylgja so væl við, at hann kann fórútsiga, hvat hendir. Hann er eisini sera sera beinrakin. Edmund Joensen vísir til tekningina, tå Jørn Astrup, bankastjóri lyftir veðrajólingarnar. -Tá flenn- ir man fyri seg sjálvan næst- an í eina heila viku. XOTad er annars vón min, at Óli heldur fram við sínum sera týdningarmikla íkasti til føroyska samfelagskjak- ið. -Onkur heldur Óli er ov sambandskur? -Tað havi eg ikki lagt til merkis. Hann hevur nettup dugað at raka so neutralt sum ein karrikaturteknari eigur at gera. Tí er hann so beinrakin. Hann er sera neutralur. -Fullveldismenn halda hann ger ov nógv gjøldur burtur úr teimum! -Ger hann tað, so hevur hann fullan rætt til tað. So er tað tí hansara gløgga eyg- að sær nakað, sum gjøldur kann gerast burtur úr. Tann, sum tað gongur út yvir, hevur lyndi til at halda, at hann er forútrættaður, men tað er nettup styrkin hjá