hósdagur 3. desember 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 230 — 3. DESEMBER 1998
teknaranum, tí hann er tann
neutrali persónurin. Hann
skal eisini tora at geva
skoðsmál. Torir hann ikki
tað, kann hann heldur ikki
vera góður karrikaturtekn-
ari. Tað vil nú einaferð ser-
liga vera stórnin í einum
landi, sum fær tað flestu
politisku tekningarnar. Tað
er har, sum hann hevur sína
størstu missión. Tað er at
geva tí karrakter til eina og
hverja tíð, sum stjórnin ger
Nú er tað fullveldismálið,
sum hevur tað mesta plássið
í føroyskum politikki. Og tí
er tað náttúrligt, at tað er
tað tekningarnar m.a.
snúgva seg um.
Vit tosa her um tvey fólk,
framtíð tess og stjórnar-
viðurskifti - at loysa frá tí
besta partinum av heimin
um, tí mesta framkomna,
ET:
humana og demokratiska,
tað er eitt alvorligt mál. Tað
hevur Óli alla góða grund
at seta fokus á í sínum tekn-
ingum. Og tað havi eg fult
álit á, at hann ger í einum
neutralum anda.
Framúrskarandi
Anfinn Kallsberg, lógmað-
ur:
-Oli er heilt fænomenalur.
Vit eiga helst ein tann besta
teknaran í Norðurlondum
fyri ikki at fara víðari út í
verðina. At kunna lýsa eina
stóðu bæði skemtiliga og
bert við fáum strikum og
kortini altíð fáa poengið, tað
er heilt ótrúligt.
Eg veit ikki, um føroy-
ingar taka sær tikni av tekn-
ingunum, men eg haldi, at
tekningarnar eru å einum
slíkum stødi, at tær virka
tíðindablaðið SOS'
ikki provokerandi, sjálvt um
tær eru ómetaliga beinrakn-
ar.
-Hvat hava tekningarnar
so at týða fyri okkum?
-Hann fær fyri tað fyrsta
ein heilt annan vinkul uppá
hendingarnar, sum vit ikki
fáa hvorki í tí skrivaða ella
í ðrum miðlum.
Anfinn Kallsberg, heldur
ikki, at Oli P er partískur í
sínum tekningum. Tað er
bæði rís og rós. Sjálvandi
eru tað teir, sum standa í
fremstu rgð í samfelagnum,
sum verða høvudspers6n-
arnir.
„Anfinn Kallsberg, sum
Óli hevur teknað frá tí, at
hann fór undir baksíðutekn-
ingarnar fyri 10 árum síð-
ani, er framvegis virkin á tí
politiska vígvellinum, og
hann vónar, at nú Óli hevur
lagt tey fyrstu 10 árini aftur
um, at hann eisini fer at
tekna komandi 10 árini.
Nú onkur heldur Óla vera
í so sambandskan spurdu vit
núverandi løgmann, hvat
hann heldur um ta skoðs-
málið!
-Eg haldi ikki, at hann er
ov nógv hetta ella hatta.
Uttan mun til hvør hevur
sitið í Tinganesi, so eru tað
serliga teir, sum hava fingið
ta æru at vera í fyrstu par-
ket. Edmund fekk so sanni-
liga sítt, og tað fingu bæði
Marita og Jógvan eisini. At
tað er so nógv um sjálvstýri
og fullveldi er tí, at hetta er
so nógv frammi í tíðini. Tað
er tí heilt náttúrligt, at hann
ger nógv burtur úr júst tí.
Týðandi íkast til
samfelagskjakið
Atli Dam, fyrrv. lógmaður.
-Eg meti Óla Petersen
sera høgt sum listarmann,
teknara og vidmerkjara.
Tað er ótrúligt, sum hann
hevur ríkað føroyska blað-
heimin, síðan hann byrjaði
at gera sínar viðmerkingar
á baksíðuni á Sosialinum.
Hansara arbeiði havi eg
fyrst og fremst mett sum
íkast til samfelagskjakið, og
henda røddin, sum hoyrist
fgjøgnum eygað, hevur eina
ómetaliga styrki.
At hann megnar at gera
hetta á ein so serligan og
beinraknan hátt í fáum
strokum við tekniblýantin-
um, og ofta úr sjónarhorn-
um, ið als ikki komu tær
sjálvum til hugs í fyrstu
syftu, ger arbeiði hansara til
stóran fong hjá Sosialinum
sum blað og okkum lesar-
um. ;
Havi merkt mær, at Oli
ongantíð tykist óndsinnaður
ella ætlar sær at skaða ,,offr-
ið“. Hann fer íkki eftir
manninum, men megnar at
lýsa hann skemtiliga, og
kortini á so serligan hátt, at
júst álvarsemið í tí verun-
leika, Oli ætlar at lýsa, ger
vart við seg
Sjálvur havi eg ongantíð
kent meg illa av at koma
undir strokið hjá Óla, heldur
ikki, tá eg ikki var samdur
við hann.
Men tá noyðist ein bert at
geva seg yvir, tí hóast eg
skrivaði 10 blaðsíður aftur-
ímóti, so munti tað onki til
at strika út tað bráið, Oli
hevði víst okkum í sniðfund-
igu sjóneyku síni
Vit mugu ynskja Sosia-
linum og okkum sjálvum
tillukku við, at Óli 10 ár á
rað nú hevur frétt okkum
og fegnast um, at Føroyar
eiga ein teknara, sum ikki
tendur = aftanfyri teir
fremstu í londum