Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

5 á é + Nr. 230 — 3. DESEMBER 1998 tíðindablaðið S0slZlurfn 19 i strikum um einføldu strikum hevur hann sum ein gløggur eyg- leiðari, á sín serliga hátt, lýst føroyska samfelagið hesi árini. Við ársenda hev- ur Sosialurin so, so hvert, savnað tekningarnar saman og givið tær út í bókunum Skemt “89, Skemt "90 osfr. Og nú um dagarnar kemur 10. árgangur: Skemt “98. Í bókunum eru savnaðar okk- urt um 1700 tekningar, sum samanlagt, geva eina heilt serliga mynd av gongdini í føroyska samfelagnum hetta tíðarskeiðið. Við Ólasa strikum kunnu vit fylgja málum, sum uppi hava verið í tíðini. Hvør fær sítt. Persónar og stovnar. Evnini eru nógv, ið vidgjørd hava verið, nevnast kunnu nøkur: Føroya Fiskavirk- ing, Fólkakirkjan, Oljan, Føroysk orðabókagerð, Rúsdrekkasgla Landsins, Undirgrundin, Als, Húsa- gangur og Heygadrangur bara fyri at nevna nøkur heilt fá. Persónarnir, ið við- gjørdir verða, eru fyrst og fremst politikkarar, embæt- ismenn, vinnulívsfólk og fakfelagsfólk, men eisini onnur, sum Óli P.heldur hava borið seg stuttliga at, ella har hann hevur fingið eyga á eina komiska detalju. Endamálið hjá Sosialin- um við hesum tekningum, hugsi eg, er at lata lista- mannin við ngkrum fáum strikum og uppaftur færri orðum lýsa ta aktuellu stød- una í ávísum málum. Helst skal hetta vera stuttligt og rámandi hvgrja ferð. Men sjálvandi er tað, sum so nógv annað, ein torfør upp- gáva. Sjálvandi avger tekn- arin hvat og hvgnn og hvussu hann teknar, men eitt stutt skifti í 92/93 lesarin/veljarin og fjølmidl- arnir hjálpa eisini væl til. Einaferð í tíðini, fyrst í hes- um lO-áraskeiðnum æt fyrsti maður landsins Atli P. Dam, og hann var eitt nógv yndað evni hjá Ola P. í langa tíð. Síðan komu Jógvan Sundstein, Marita Petersen og Edmund Joensen fram á fremstu rók, og tey fingu sanniliga øll síni skortbiløt - eg haldi serliga Jógvan Sundstein og Edmund Joen- sen. Nógvar tekningar raktu væl, kanska onkuntíð ov væl, ja, kanska so væl at tað stuttliga hvarv, men tað vóru undantøkini. - Nú eru allir hesir persónarnir - tó ikki Edmund Joensen - rár- heitir í politiska oddanum og tí ikki so áhugaverðir hjá skemtiteknaranum. Nú hava offrini onnur nøvn, men teknarin úti í horninum er tann sami. Og tíbetur teknar hann eisini onnur enn løg- menn. Vidhvørt hevur tú var- hugan av, at Oli P. hevur meira stríð av summum persónum enn gðrum. T.d. hevur hann ikki trupulleikar av at tekna Ivan Johanne- sen, Berg Jacobsen Finn- boga Isakson, navnarnar báðar Breckmann og Jacob- sen, Klæmint Weihe, Palle- ba og nógv, nógv onnur. Harafturímóti haldi eg, at hann ikki reiðiliga veit, hvat hann skal gera við Høgna Hoydal, Helenu Dam á Neystabø, Jørgin Niclasen, Bjarta Mohr og onnur frá tí yngra endanum. Tað er sum um strikurnar vilja ikki detta heilt upp á pláss. Men tað kann koma. Vit skulu jú øll venjast við tey nýggju andlitini. Ikki bara Oli P., men eisini lesarin/hyggjar- 24/4-93 til 15/9-94 in. Tú kanst spyrja, hvussu eydnast tað so Óla P. at vera stuttligur og samstundis at gera eitt gott arbeiði. Stórt sæð haldi eg, at hetta hevur eydnast honum stak væl. Eg haldi, at hann kann bara vera nøgdur við avrikið, hann hevur sum heild dugað at funnið janvágina ímillum skemt og álvara, hetta er als ikki so einfalt, sum tað kanska ber brá av. Stríkur- nar við teirra beinrakna speisemið siga mangan meira enn tey mongu orðini. Tey, sum skriva oddagrein- irnar í Sosialinum hava ið hvussu so er ein harðan kappingarneyta á baksíðuni. Tað sigur seg sjálvt, at tá ið úrvalið av tekningum fer at verða um 2.000 ár 2.000, so kann tað vera misjavnt, hvussu tað samlaða úrslitið hevur eydnast. Skal eg gera ta flokspolitsku støðuna upp eftir tey fyrstu 10 árini, so haldi eg Óla P. vera ov góð- an við sambandsflokkin, ov fittan við sjálvstýrisflokkin, ov spakan við fólkaflokkin, ov súran við tjóðveldis- flokkin og ov blíðan við javnaðarflokkin.Tá ið hetta er sagt, kann eg leggja aftr- at, at stuttligan samfelags- lýsing av Føroyum er valla komin út í bók áður Martin Næs 15/9-94 til 1/123-97 ársskiftið 92/93 1/1-94 til mei 1998