hósdagur 3. desember 1998síða 19
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
20
tíðindablaðið S08iÐlUR
Nr. 230 — 3. DESEMBER 1998
Sjálvstýrismál og grundlógar-
Høgni Hoydal, landsstýrismaður
ÓLAVUR í Bem
Í viðmerkingunum til upp-
skotið um grundlógarnevn,
sigur Høgni Hoydal, lands-
stýrismaður í sjálvstýris-
málum, at landsstýrissam-
gongan hevur sett sær fyri,
at Føroyar skulu skipast
sum eitt land við fullveldi
eftir eini skipaðari ætlan.
— Formliga er henda ætl-
an í tveimum: Åt gera ein
millumlandasáttmála mill-
um Føroyar og Danmark,
sum ásetir framtíðarsam-
starvið millum londini, sum
tvey lond við fullveldi.
arbeiðið fyri 6 mið. kr. í 99
— Sett verður grundlégarnevnd at gera uppskot til grundlóg fyri Føroyar. Í
uppskotinum skulu m.a. vera ásetingar um valdsbýtið millum lóggevandi, út-
innandi og dómandi valdið, ásetingar um grundleggjandi mannarættindi og
ásetingar um rættindir og skyldur hjá fóroyskum borgarum. Nevndin skal lata
landsstýrinum álit og uppskot til grundlóg í seinasta lagi 1. juni 2000
Uppskotið til sáttmála
verður lagt fyri løgtingid,
og tá løgtingid hevur sam-
tykt tað, verður tað lagt til
félkaatkvødu til góðkenn-
ingar.
— Og at nevnd verður sett
at gera uppskot til grund-
lóg, sum verður lagt fyri
løgtingid. Tá løgtingid hev-
ur samtykt tað, verður tað
lagt til folkaatkvødu til góð-
kenningar.
Og víðari visti Høgni
Hoydal á, at í løgtingsmåli:
Uppskot til samtyktar um
ríkisrættarliga støðu Før-
oya, hevur løgtingid tann 2.
oktober 1998 tikið undir
við, at landsstýrið fyrireikar
og tekur upp samráðingar
við donsku stjórnina um ein
sáttmála, og at landsstýrið
leggur eina frágreiðing um
Lættari at vera føroyingur
i ødrum norðurlandi
Løgtingid hevur nú fingið uppskot um, at mælt verður rikismyndugleikunum
til at seta í gildi fyri Fóroyar millumtjóða sáttmála frá 14. juni 1994 um
sosiala forsorg og sosialar tænastur. Uppskotið varð eftir 1. viðgerð beint í
Uttanlandsneyndina
OLAvur Í Bern
Tå Finnbogi Arge, lands-
stýrismaður, legði uppskot-
ið fram í síðstu viku, greiddi
hann m.a. frá, at tann 27.
april 1984 samtykti løgting-
ið at seta norðurlendska
sáttmálan, um >social tryg-
hed< frá 5. mars 1981 í gildi
í Føroyum. Sambært hesum
sáttmálanum skulu borgarar
í norðurlondum, sum ar-
beiða ella uppihalda sær í
einum gðrum norðurlandi,
líkastillast við borgararnar
í tí landinum, teir eru í við-
víkjandi rættindum til yms-
ar trygdarveitingar. M.a.
tryggjar sáttmálin borgarum
í norðurlondum forsorgar-
veitingar.
— Hesin sáttmálin varð
settur úr gildi í Føroyum,
við tað at norðurlendski
sáttmálin um >social sikr-
ing< frá 15. juni 1992 varð
settur í gildi í Føroyum tann
8. juli 1994
Umfatar ikki forsorg
Víðari vísti landsstýrismað-
urin á, at trupulleikin er nú
tann, at sáttmálin um >so-
cial sikring« ikki umfatar
forsorgarveitingar. Av tí at
stjórnirnar í Danmark, Fin-
landi, Íslandi, Noregi og
Sveríki mettu, at tað fram-
vegis varð térvur- á serlig-
um norðurlendskum reglum
viðvíkjandi forsorgarveit-
ingum og -tænastum, varð
sáttmálin um >social bi-
stand og sociale tjenester<
gjørdur tann 14. juni 1994.
— Såttmålin um »social
bistand og sociale tjenester«
kom í gildi í Danmark tann
1. oktober 1996. Sambært
sáttmálanum um ígildis-
komu stendur, at sáttmálin
fær gildi í Føroyum aftaná,
at føroyska heimastýrið
hevur givid danska Uttan-
ríkismálaráðnum boð um, at
såttmålin skal hava gildið í
Føroyum.
innihaldið i
såttmålanum
Finnbogi Arge sigur i vid-
merkingunum, at hesin
millumlandasáttmálin um
sosiala forsorg og sosialar
tænastur er galdandi fyri all-
ar persónar, ið búgva í ein-
um av norðurlondunum, og
harumframt fyri allar norð-
urlendskar statsborgarar 6-
heft av teirraþústaðarlandi.
— Sostatt er sáttmálin eis-
ini galdandi fyri ikki-vinn-
ulívsaktiv og fyri persónar
við bústaði í Føroyum og
Grønlandi, ið ikki eru um-
fatað av EØS.
Hevuðsinnihaldið
Borgarar í norðurlondum,
sum hava lógligt fyribils
uppihald ella lógligan bú-
stað í einum gðrum norður-
landi, verða sambært sátt-
málanum líkastillaðir við
borgararnar í viðkomandi
landi.
Tey av sáttmálanum um-
fataðu hava rætt til at nýta
sítt egna móðurmál, tá ið tey
venda sær til myndugleik-
arnar í einum gðrum norð-
urlandi viðvíkjandi forsorg-
arhjálp. Hetta er ein víðkan
av reglunum í norður-
lendska málsáttmálanum.
Undir bráfeingis uppi-
haldi í einum gðrum norð-
urlandi, kann ein norður-
lendskur statsborgari eisini
fáa forsorgarhjálp sambært
sáttmálanum. Tey av sátt-
málanum umfataðu fáa, við
ávísum treytum, vernd í-
móti heimsending. Hendan
regla hevur verið galdandi
í Føroyum síðani 1984, á-
sett í norðurlanda sáttmála-
num um „social tryghed“.
Og borgarar í norðurlond-
um, ið hava tørv fyri við-
gerð ella rgkt, sum varir
leingi, kunnu fáa fíggjarliga
hjálp til at flyta frá einum
norðurlandi til eitt annað,
verður sagt í viðmerking-
unum til sáttmálan.
Og landsstýrismaðurin
metir ikki, at fíggjarligur
kostnaður stendst -av upp-
fyrireikingarnar fyri tingið
til aðalorðaskiftis, áðrenn
farið verður til samráðingar.
Í viðmerkingunum til hetta
uppskot er greitt nærri frá
ætlanum landsstýrisins við
einum nýggjum sáttmála.
Samskipan av
arbeiðinum
Undir viðgerðini av løg-
tingsmáli: Uppskot til sam-
tyktar um ríkisrættarliga
stóðu Føroya í uttanlands-
nevnd løgtingsins hevur
landsstýrismaðurin latið
nevndini tilfar og greitt
nærri frá, hvussu ætlanin er
at skipa fyrireikingarnar til
rikisrættarligu broytingar-
nar. Og Høgni Hoydal
nevndi arbeidsnevndirnar,
sum koma at verða við í
hesi verkætlan.
skotinum, av tí at so lítil
umsiting kann væntast av
sáttmálanum.
Finnbogi Arge vísti eisini
at, at sáttmálin hevur ver-
ið til hoyringar hjá Al-
mannastovuni og fyrrver-
andi Sjúkrahússtjóranum.
— Almannastovan mælir
til, at sáttmálin verður
lagdur fyri løgtingið, í so
fall at umsitingin ikki
verður ov stór av sáttmál-
anum. Almannastovan
metir, at sáttmálin bert
kann verða til fyrimuns
fyri føroyingar. Sjúkra-
hússtjórin metti ikki, at
tað fyri heilsuverkið fóru
at standast trupulleikar av
at góðkenna sáttmálan,
hann mælti tí eisini til at
góðkenna sáttmálan, sigur
landsstýrismaðurin í við-
merkingunum til uppskot-
ið.
Sambært stýrisskipan-
arlógini skal landsstýrið,
tá ið tað sendir millum-
tjóðasáttmálar til løgting-
ið boða frá, hvgrjar løg-
tingslógir og hvgrji rík-
islógartilmæli eru neyðug,
til tess at sáttmálin kann
verða útinntur. Og eftir 1.
viðgerð í síðstu viku varð
málið beint í Uttanlands-
nevndina.
— Ein såttmålanevnd, sum
skal kanna og lýsa tey løg-
frødiligu, politiskt og ums-
itingarligu = viðurskiftini
millum Føroyar og Dan-
mark, gera uppskot til skift-
isskipanir og samstarvsav-
talur og uppskot til ein sått-
mála. Ein búskaparnevnd,
sum skal kanna og lýsa tey
búskaparligu og fíggjarligu
viðurskiftini millum Føroy-
ar og Danmark, gera upp-
skot til skiftisskipanir og
lýsa krøvini til ein sjålv-
berandi føroyskan búskap.
Grundlégarnevndin, sum
skal gera uppskot til grund-
lóg og føroyska rættarskip-
an.
— Harumframt skulu tey
einstøku stýrini í miðfyri-
sitingini lýsa og greina sam-
starvið við Danmark í dag,
lýsa tørvin á samstarvsav-
talum og krøvini til lóg-
gávu, fyrisiting og fígging,
um Føroyar skulu umsita øll
målsøki sjålvi. Verkætlanin
og skrivstovuhaldid verd-
ur skipad i fyrisitingini
undir landsstyrismanninum
i sjålvstyrismålum.
— Grundlógarneyndin
kann samskipa arbeiði sítt
við hinar nevndirnar í verk-
ætlanini, og grundlógar-
nevndin fær fult innlit í alt
arbeiði við sjálvstýrismál-
um í landsstýrinum. Eitt
nú eigur spurningurin um
skiftisskipanir, har málsgki
kunnu latast til Danmarkar
ella onnur lond at umsita, í
eina tíð at verða vidgjørdur
í grundlógarnevndini í sam-
starvi við hinar nevndirnar.
— Við hesi skipan verður
eisini tryggjað gllum flokk-
um á tingi fult innlit og á-
virkan í fyrireikingararbeið-
ið til ríkisrættarligu broyt-
ingarnar, sigur Høgni Hoy-
dal í viðmerkingunum til
uppskotið.
Hevuðstættir í
grundlógararbeiðnum
— Føroyska grundlógin skal
m.a. áseta grundleggjandi
rættindir og skyldur millum
statin og borgararnar, og
hvussu Føroyar skipa sítt
egna lóggávuvald, útinn-
andi vald og rættarvald.
Annar hgvuðstátturin í
grundlógararbeiðnum er so-
statt at viðgera valdsbýtið
millum lóggevandi, útinn-
andi og dømandi valdið.
— Hin høvudståtturin í ar-
beiðnum hjá grundlógar-
nevndini eru grundleggj-
andi statsrættarligar áset-
ingar um rættindir og skyld-
ur millum føroyska statin og
borgararnar. Grundlógarar-
beiðið nemur við grund-
leggjandi mentanarlig virðir
í føroyska samfelagnum. Tí
eigur nevndin at viðgera all-
ar spurningar við neyvum
atliti til føroyska rættar-
søgu, siðvenjur og mentan.
— I mun til núgaldandi
stýrisskipanarlóg, sum á-
setir valdsbytid millum
lóggevandi og útinnandi
valdið, skal grundlógin á-
seta býtið millum hesi og
eitt sjålvstødugt føroyskt
dømandi vald. Ti verdur
skotið upp, at grundlógar-
nevndin eisini skal gera
uppskot til, hvussu før-
oyska rættarskipanin skal
vera. Herundir hvussu ein
føroyskur yvirrættur kann
skipast, hvussu dómarar og
fulltrúar við embætini
kunnu tilnevnast óheftir av
løgtingi og landsstyri, og
hvussu åkæruvald, løgregla,
kriminalforsorg og fongs-
ulsverk skulu skipast.
Nevndin kann velja at seta
ein serligan bólk ella nevnd
at arbeiða burturav við hes-
um, sigur Høgni Hoydal í
viðmerkingunum til uipp-
skotið.
Almennar hoyringar
— Til tess at tryggja eina
almenna viðgerð og eitt
gott alment orðaskifti um
grundlógina verður álagt
nevndini at hava almennar
hoyringar í arbeiðinum.
Nevndin kann skipa hesar
soleiðis, at ávís evni verða
tikin upp á almennum hoyr-
ingum, har uppskot verða
løgd fram og grundgivin.
— Nevndin kann biðja um
viðmæli frá ymsum felgg-
um, fakfólki og áhugabólk-
um, sum hava serlig tilknýti
til ymsu spurningarnar, og
hesi kunnu leggja fyri við
innleggum í almennu hoyr-
ingunum.
Kostnaður av
gryndlógararbeiðinum
— Kostnaðurin av arbeiði-
num at gera uppskot til
grundlóg verður mettur til
umleið 2 mió. kr. Her er
íroknað løn til formannin og
skrivaran, samsyning til ser-
frødingar, fundarsamsyning
til løgtingsmenn, serkøn
hjålp, eitt nå responsum frå
statsrættarserkønum og
frágreiðingar um fremm-
andar stýrisskipanir og
prenting av álitinum.
— Løgtingid hevur fyri
1998 játtað kr. 1,659 mió.
kr. til sjálvstýrismál, írokn-
að grundlógararbeiðið.
Landsstýrið hevur á fíggj-
arlógaruppskotinum fyri
1999 søkt um kr. 6 mió. kr.
til sjálvstýrismál, og her er
grundlógararbeiðið írokn-
að, upplýsti Høgni Hoydal,
tá ið hann legði uppskotið
fram týsdagin.