Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 231 — 4. DESEMBER 1998 tíðindablaðið SOSU 7 - Arabo er Ikki reinsaður Hesa viðmerking hevur Sámal Petur í Grund til greinina í Sosialinum Miku- dagin. Har varð greitt frá, at Thomas Arabo kendi seg at vera reinsaðan, eftir at táverandi landstýrismaðurin Sámal Petur í Grund koyrdi Arabo úr stjóra- starvinum á Strandfaraskipum Landsins. Arabo kendi seg at vera reinsaðan eftir justitsmorðið, sum hann metti framt ímóti sær, men Sámal Petur í Grund er ikki samdur. - Eg dugi ikki at síggja, at Thomas Arabo er blivin dálkaður. Og eg haldi ikki ein kann siga, at hann er reinsaður ella hevur fingið uppreisn, sigur Sámal Petur í Grund DAGFINN OLSEN 1. november 1996 gav landsstýrismaðurin strand- ferðslustjóranum sekkin. Strandferðslustjórin, Thom- as Arabo, kendi tå, at hetta var justitsmorå, sum lands- styrismadurin Såmal Petur í Grund framdi ímóti sær. Thomas Arabo vildi tá hava tænastumannasak. Soleiðis bleiv ikki og síðani hava sakførararnir hjá Arabo og Landstýrinum vidgørt mál- ið. Nú er so semja gjørd, ið gevur Arabo 230.000 krón- ur í endurgjaldi og hann kennir seg reinsaðan, men Sámal Petur í Grund er ikki samdur. Spurningur um krónutal - Eg dugi ikki at síggja, at Thomas Arabo er blivin dálkaður. Og eg haldi ikki ein kann siga, at hann er reinsaður ella hevur fingið uppreisn, sigur Sámal Petur í Grund - Hetta er bert ein spurn- ingur um endurgjaldið. Eg metti, at hann átti fyri 3 mánaðar og nú er so mett nakað meira, sigur Sámal Petur í Grund Sámal Petur í Grund er heldur ikki samdur í, at upp- søgnin var politisk. - Tað sum hendi var, at stovnurin koyrdi við und- irskoti og tá ein knappliga varnaðist hetta, eftir at hava ringt fleiri ferðir og fingið at vita, at væl stóð til, so stóð ein knappliga við einari stórari upphædd í undir- skoti. So spyr ein, hvussu hetta skal fáast inn og svarið var, at eingin orsøk var til órógv. Tað gjørdi, at eg misti álit á, at Thomas Ara- bo kláraði at reka stovnin, sigur Sámal Petur í Grund. Thomas Arabo sigur annars, at hann gav landstýrinum boð um hetta longu í 1995, so hetta samsvarar ikki, ella hvussu? - Hatta er ikki heilt rætt. Tá fíggjarlógin var til við- gerðar, var ynski um at spara og fáa Strandferðslu- na niður á 40 mió. Eg ringdi til Arabo og hann segði, at hetta var í lagi. Og hetta endurgav eg av Løgtingsins rødarapalli, sigur Sámal Petur í Grund. Til prátið um justitsmorð sigur hann, at tað má onkur annar dóma um og annars greina nærri, hvat tað er. - Eingin hevur sett spurn- artekin við uppsøgnina, hon var í lagi. Tað, sum spurn- artekin er sett við, er tíðin Hvat skal ein tænastumaður hava og hvat skal ein starvs- maður hava í endurgjaldi. Og hvat av hesum var hann, so hetta er ein fyrisiting- arligur spurningur og tað snýr seg um krónur og oyru, metir Sámal Petur í Grund. Ikki reinsaður - Tað skal sigast, at eg havi ikki sæð sakina. Eg sá í sín- Fi | | | | ari tíð stevningina og nýtt landstýrið er komið, ið hev- ur mett gðrvísi, men teir hava ikki tikid uppsøgnina aftur, so hon stendur við, sigur Sámal Petur í Grund og leggur afturat, at Strand- ferðslan nú, kanska fyri fyrstu ferð í søguni, hevur hildið seg til sína játtan. Tú metir ikki, at talan var um justitsmorð og at tú breyt stýrisskipanarlógina, sum Thomas Arabo førdi fram í blaðnum mikudagin? - Stýrisskipanarlógin sigur, at landstýrismaðurin hevur ábyrgdina og ein so fær so at vita frá stovninum, at eingin vandi er og ein rykkir fleiri ferð eftir tølunum, hetta hava vit skrivliga, tí ein hevði varhugan av, at pengar væntaðu. So fæst knappliga at vita, at pengar vænta í og so spyr ein jú hvussu hetta skal rættast Svarið, ið vit fingu, mettu vit at vera so langt úti, at eg misti áliti á, at Thomas Ara- bo megnaði at reka stovnin, sigur Sámal Petur í Grund Avvisir tú, at tú vildi bjarga tær sjálvum og politiska lív inum? Um eg læt standa til og læt stovnin og Arabo brúka pening, sum teir vildu hevði eg mist høvdid í ella seinni, men um eg hevði álit á, at stjórin fekk alt á pláss, so nýttist mær eingi stig at taka, sigur Sán al Petur í Grund Upp á spurnigin, um Thomas Arabo er reinsaður sigur Sámal Petur í Grund at tað er hann ikki. - Reinsaður er hann ikki, tí so hevði hann fingið starvið aftur. Eg veit heldur ikki, hvussu hann er dálk aður. Hann varð uppsagdur tí mett varð ikki, at hann hevði styr á tingunum.Eg veit ikki um tað er at dálka Men at tosa um justitsmorð er alvorligt, men við síðuna av, tí tað er hetta ikki, heldur Sámal Petur í Grund - Tað er heilt náttúrligt, at tá ein verður uppsagdur, so fær ein endurgjald. Tað kann vera 3 ella 6 mánaðar ella semja verður gjørd um okkurt annað, sigur Sámal Petur í Grund, ið als ikki heldur metir seg at hava gjørt nakað galið ella at Tummas Arabo fyrrverandi strandferðslustjóri Thomas Arabo hevur fingið uppreisn. - Eg haldi gongdin vísir, at eg gjørdi rætt, sigur Sám- al Petur í Grund, ið ikki metir semjuna millum Ara- bo og Landstýrið at vera annað enn eina semju um endurgjald. Sámal Petur í Grund, fyrrverandi landsstýris- maður í samferðslumálum heldur ikki, at Tummas Arabo er reinsaður AJ ks BROR & SØSTER TONE BARKER 29 r | Tréndar- gøtu tlf. 318200