Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið SKUR DAA AKSU SU UL Heri Berg, yvirlækni å psykiatrisku deild: æ — Ogvuliga sjáldan vit verda spurdir Mannagongdin vidvikjandi at søkja um fosturtøku er broytt seinastu årini. Áður kannaðu psykiatrikarar kvinnurnar, men ein broyting kom í fyri nøkrum árum síðan. — Í dag kemur tað næstan ikki fyri, at psykiatriska deild verður biðin um at kanna og gera tilmæli, tá kvinnur vilja hava fosturtóku, sigur Heri Berg, yvirlækni DAGNY JOENSEN Galdandi lóg um fosturtøku í Føroyum er frá 1956, við broytingum í 1976 og 1988. Hetta er tann gamla dans- ka lógin, sum fór úr gildi í Danmark í 1973, tá danir innførdu fría fosturtøku. Tað verða sett strong krøv til læknarnir, sum taka stødu til um kvinna skal fåa fost- urtøku i Føroyum. Hóast nógv hevur verið sagt og skrivad um evnið seinastu árini, fyri ella ímóti fosturtøku, so hevur tað ongantíð verið politiskt á skránni, hvert vit skulu inn- føra fría fosturtøka, ella broyta lógina frá 1956, so hon verður meira tíðarhósk- and, tó at onkur flokkur vil herða lógina. Tá læknar herfyri vóru í rættinum og greiddu frá ein slíkum måli, tóktist tað sum lítið varð tosað um málið, áðrenn fosturtøka varð játtað Fleiri læknar vóru áður um málið Áður vóru fleiri læknar um at taka avgerð í slíkum málum. Eitt nú varð vanliga psykiatriska deild biðin um at gera psykiatriska meting av støduni, og geva tilmæli. Lógin er ikki broytt, hóast reglan um at biða psykiat- risku deild kanna kvinnur, sum vilja hava fosturtøku, ikki verður nýtt longur Heri Berg, yvirlækni á psykiatrisku deild á Lands- sjúkrahúsinum, veit ikki, hví mannagongdin er broytt — Broytingin kom fyri nøkrum árum síðan, og í dag kemur tað næstan ikki fyri, at vit fáa slíkar áheit- anir, sigur Heri Berg - Kommunulæknarnir brúktu okkara meting sum trygging, um teir í máls- viðgerðini høvdu gloymt, at kanna okkurt. Undanførsia Hvørt kommuulæknarnir f dag hava betur førleika at meta um hetta, av tf at teir hava betri útbúgving, ella um tað áður bert var ein undanførsla hjá teimum, fyri at sleppa frá at taka stóðu, veit eg ikki, sigur Heri Berg, sum av egoist- iskum grundum ikki er 6- fegin um at sleppa frá at taka stødu. Heri Berg hevur kannað tøl fyri, hvussu nógvar á- heitarnir psykiatriska deild fekk , sum hann hevur havt umhendi frå kommunulæk- num áður, í mun til seinastu árini. Tølini eru frá åttatiåru- num, og eru fyri eitt fýra ára skeið. — Tá metti eg, at orsøk var ikki fyri at játta 17 pst. av umsøkjararunum fosturøku, sigur Heri Berg. — Onkur helt meg vera í so putlutur, og tad er kanska orsøkin til, at vit ikki verda bidin um at geva tilmæli longur, sigur Heri Berg, sum heldur ikki veit, um hansara tilmæli f sini tid vóru fylgd. Tað hevur eisini verið ført fram, at ungar kvinnur, sum hava brúk fyri at fáa fostur- tóku, frá ødrum fáa at vita, hvussu tær skulu føra seg fram, tá sálarliga stóða teirra skal kannast. Øll kunnu látast at vera sjúk — Hevur tú ongantíð havt varhugan av, at kvinnur lát- ast, sum eru tær um at ger- ast árar í høvdinum, ella at tær hótta við sjálvsmorði, um teirra ynski ikki verða eftirlikad? — Jú, men tað kunnu eisini onnur fólk, sum koma til okkara, gera. Vit skulu held- ur ikki síggja burtur frá, at stødan hjá kvinnu, sum vil hava fosturtøku, er 6gvu- liga vánalig, sigur Heri Berg. Hóast tað eru fleiri ár síð- an Heri Berg hevur hitt hes- ar sjúklingar, so hava tó nakrir tilburðir verið, har kvinnur við barn hava havt veruligt brúk fyri psykiat- riskari viðgerð. Tá er upp- gávan at meta um, hvert barnsburðurin er til vanda fyri kvinnuna, og sambært lógina hevur rætt til at fáa fosturtøku. Aðrir tilburðir Aðrir tilburðir eru,tá ein kanska eldri kvinna, sum eigur nógv børn, gerst við barn, og ikki sjálv er før fyri at taka stóðu til, um hon skal hava barnið. — Í slíkum førum hevur Nr. 231 — 4. DESEMBER 1998 hon ofta sambært lógini rætt til at fáa fosturtøku, men kann vera 6gvuliga illa fyri, ti hon ikki veit, hvat hon skal velja. — Vit vita sjålvandi heldur ikki, hvat er best fyri vid- komandi, men vit kunnu tosa vid hana, venda spurn- inginum ymsar vegir og stuðla henni, til hon kemur Heri Berg, yvirlækni á psykiatrisku deild: — Kanska onkur helt meg vera í so putlutur, og at tað er orsøkin at vit ikki vera biðin um at geva tilmæli til eina avgerð. Tað hevur oftað riggað væl, sigur Heri Berg. Kommunulæknarnir meta um loyvi at fáa fosturtóku: Vit eru best førir fyri at meta um — Tað stendur ikki í lógini, at psykiatrisk viðgerð skal til, tá kvinnur vilja hava fosturtóku. Harnæst eru kommunulæknarnir betur fórir fyri at meta um støduna, tí teir kenna sjúklingin og umstødurnar hennara, sigur Kaj Kalls- berg, formaður í Kommunulæknafelagnum DAGNY JOENSEN Kaj Kallsberg hevur verið kommunulækni í nærum 20 ár, og tí eru tey flestu, sum í viðtaluhgli hansara, til- komin fólk. Bert fáar ferðir árliga koma kvinnur til hansara, sum vilja hava fosturtøku. — Hvi verða kvinnur, sum ynskja fosturtøku, ikki long- ur vístar til psykiatrisku deild, eins og áður? Kaj Kallsberg, formaður í Kommunulæknafelagnum: — Tá vit sum kommunu- læknar átaka okkum allar uppgávur í samband við sjúklingar, er tað ikki rætt at skúgva eitt mál um fosturtøku til aðrar at taka stóðu til, tí vit kenna betur umstødurnar hjá viðkomandi — Tað kemst av, at tað ikki stendur í lógini, at so skal vera. Umframt tað, vóru kommunulæknarnir fyri 20 árum síðan ikki so væl skúl- aðir í sålarfrødi, sum vit eru í dag, sigur Kaj Kalls- berg. Hann heldur tí, at komm- unulæknarnir eru best førir fyri at meta umstøduna hjá kvinnuni, einamest tí hann kennir viðkomandi og veit hvussu umstødur hennara eru, bæði likamliga, sálar- liga og sosialt. — Eru ávísar manna- gongdir fyri hesum hjá kommunulæknunum ? — Flestu kommunulæknar hava fleiri samrødur vid kvinnur um hetta, áðrenn avgerð verður tikin. — Eg kann bert siga frá mínum arbeiði, at eg havi minst tvær samrødur við sjúklingin, vid ngkrum døg- um millumbili, har viðkom- andi fer heim at umhugsa støduna. Síðani biði eg kvinnuna fara heim at skriva mær eitt bræv og grundgeva fyri, hví hon vil hava fosturtøku. — Hetta geri eg fyri at kvinnan skal verða fullkom- iliga sannførd um, hvørt veruliga ynskid er ikki at fáa barnið. Tað er nevniliga nógv lættari at frambera ynskið munnliga, enn um tú skalt skriva tað niður. Tá krevst, at tú veruliga umhugsar støduna, sigur Kaj Kalls- berg, sum meir enn so hev- ur verið fyri, at kvinnan frå- fellur ynskid um at fåa fost- urtøku, tå henda manna- gongd verður nytt. Okkara uppgáva Kommunulæknin heldur eisini, at tá talan er um hans- ara sjúklingar, sum hann hevur átikið sær uppgávuna at vera kommunulækni fyri, so er tað skeivt at senda sjúklingin víðari til aðrar at gera av. Tað at vera kommunu- lækni er eisini at virka sum sosialráðgevi, sålarfrøding- ur og lækni. Kommunulæk- narnir kenna ikki bert sjúk- una hjá fólki, men eisini sálarligu og sosialu viður- skiftini, og eru best førur fyri at taka sær av sínum sjúklingum. — Tá vit átaka okkum hes- ar uppgávur, er ikki rætt at skúgva eitt mál sum hetta, til aðrar at taka sær av, sig- ur Kaj Kallsberg. ir