Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. desember 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

DORA Nr. 231 — 4. DESEMBER 1998 handskariiminum Ahur Haraldsen Ferosla og rusdrekka Jén Kragesteen Sera stórur partur av ferðsluvanlukkum, sum elva til fólkaskaða, henda av rúsdrekka. Tá ið talan er um álvarsamar fólkaskaðar, hevur rúsdrekka enn og størri leiklut. Og ferðsluvanlukkur, sum eru so álvarsamar, at fólk doyr, eru í einum út av fýra fórum orsakaðar av rúsdrekka. Sereyðkenni fyri ferðsluvanlukkur, sum henda av rúsdrekka eru: — at tær henda um náttina — at tær henda í vikuskiftinum — at talan er um álvarsamar vanlukkur — at bara ein bilur er uppi í, t. e. bilurin hjá tí drukna bilføraranum — at menn hava skuldina og serliga ungir menn — at bilfgrarin ikki nýtir bilbelti Tá ið rúsdrekka eigur ein so stóran part av ferðsluvanlukkunum kundi verið áhugavert at vitað, hvussu nógvir bilar eru í ferðsluni, ið hava bilførara, sum er ávirkaður av rúsdrekka. Kanningar eru gjørdar hesum viðvíkjandi, m.a. í norðurlondum. Hesar visa, at tríggir av hvørjum túsund bilførarum, sum eru í ferðsluni, hava meiri enn 0,5 promillu av alkoholi í blóðinum. Fyri betri at skilja hetta, skal her verða gjørd ein roynd at flyta kanningaúrslitið til fóroyska samfelagið. Latum okkum siga, at ein tilvildarligan dag, er tridi hvør bilur í Føroyum úti í ferðsluni. Hetta eru einir 5700 bilar, og útfrá hesum tali, kunnu vit rokna okkum fram til, at einir 17 av hesum hava ein er bilførara, sum hevur drukkið somikið, at hann hevur meira enn 0,5 promilli av alkoholi í blóðinum. Av hesum 17 vildu — 6 koyrt í Havn — 2 í Klaksvík, fýra í Eysturoy, ein til tveir í Norðurstreymoy, ein í Vágum, ein ella eingin í Sandoy og ein til tveir í Suðuroy. Havast skal í huga, at hetta eru midaltøl, og allar royndir visa, at verri er t.d í vikuskiftinum og tá serliga um náttina. Nú vil onkur kanska siga, at tá ið bara 3 av 1000 bilførarum eru druknir, so ljóðar tað ikki av tí nógva. Men júst tað, at so fáir bilførarar kunnu volda so nógvan skaða, eigur at siga okkum eitt sindur um, hvussu vandamikið tað í veruleikanum er at koyra bil við rúsevnum 1 kroppinum. Lisid upp i sendingin »Koyribreytin« i UF 19. november Síðstu vetrar- lamelldekkini fóru til Velbastaðar Síðstu vetrarlamellvetrar- dekkini í kappingini hjá Sosialinum og Super Dekk endaðu á Velbastað. Í lutakasti millum inn- komnu svarini var tann hepni vinnarin Oli Andre- assen á Velbastað, og fær hann dekkini við at venda sær til Super Dekk í Havn, sum hevur telefonnumm- arið 314975. Sosialurin og Super Dekk takk fyri áhugan fyri tiltaki- num, sum vit fara at hoyra meira um seinni tíðindablaðið S0Salurfn 21 Jólahýrur, bollar og kakao í Runavík Jólini nærkast í hvørjum og so smátt verða j6latrøini tendraði runt um í Føroyum Í Runavík verður jólatræið tendrað leygardagin, tann 5. desember kl. 17.00 á Torg- inum í Runavíkar komm unu. Handlarnir hava leingi opið henda dagin, av tí at langur leygardagur er, og hóskandi er tí aftaná at hava keypt inn at verða við til hesa hugnaløtu, har bollar og kakao verða at fáa. Hornorkestrið fer at byrja við at spæla nøkur jólaløg Síðani fer Poul Jóhan Djurhuus at flyta fram eina rødu og hornorkestrið endar hesa hugnalgtu við nøkrum jólalógum Jólatræið verður tendrað leygardagin 5. des. kl Torginum í Runavíkar Kommunu. Hornorkestrið spælir og bollar og kaka: verða at fáa Arnbjerg formaður Eftir aðalfund í Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lær- ara hevur nýggja stýrið skipað seg sjálvt soleiðis: Formaður: Holger Arnbjerg. Næstformaður: Hans Andrias Sølvarå Kassameistari: Snorri Fjallsbak. Skrivari: Ann Ellefsen 5. limur: Kaj Alstrup Tiltakslimir Birgit Jacobsen og Arnfinnur Thomassen Logtingshúsini á Sjómansheiminum M. a. hetta modellið av vinnarauppskotinum verður sýnt fram Fríggjadagin 4. desember 1998 kl. 15.00 verður modell av vinnaraprojektinum í arkitektakappingini um nýtt løgtingshis víst fram á Sjómansheiminum. Vinnararnir Heidi Poulsen og Karl Jacob Danielsen fara at greiða nærri frá projektinum Jólakafé í Leirvik Jólakafé verður á Statoil stødini í Leirvík måna- kvøldid 7. desember kl. 20. Á skránni verður m.a. Guðs orð, hugleiðingar um eitt lív við og uttan rús- drekka, søga v.m. Brandur Jacobsen úr Runavík syngur eisini nakrar sangir. Borðreitt verður við kaffi og te, køkum og rís á la mande við mandlugávum Øll eru hjartaliga væl- komin Innsavning Frelsunarhersins Jólabússurnar hjá Frelsun- arherinum eru nú settar í handlarnar. Tann, sum leggur pening í hesar bússur, er við til at hjálpa Frelsunarherinum við sínum vælgerðararbeiði. 1. april í ár opnaði Frels- unarherurin herberg í Niels Winthersgøtu 3. Hetta er eitt tilboð um suppu, song og morgunmat. Frá apríl til november hava verið 613 yvirnátting- ar, bæði menn og kvinnur hava nýtt hendan møguleik- an. Umframt hesi hava mong onnur verið og vitja, onkur fyri at fáa eina máltíð, meðan onnur hava haft fyri neyðini at samtala um per- sónlig viðurskifti Skal hetta arbeiði halda áfram, er neyðugt við stuðli Vit eru takksom fyri tað hjálp sum verður givin við at stuðla jólabússunum Meguleiki er eisini at geva eina gávu á konto 157.596.3 í Føroya Banka ella 126.498.4 Sparikassa Føroya