fríggjadagur 4. desember 1998síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
20
tíðindablaðið SOSU!
Nr. 231 — 4. DESEMBER 1998
Lagt til rættis: Eiríkur Lindenskov
út at koyra
|
Tá Kemm Poulsen so beskeðin setti
vakra Rambler Classicín hjá sær á
parkeringsplássið uttan fyri >Viking
Run< framsýningina av amerikonsk-
um bilum í Roskilde í summar, vóru
fyrireikararnir skjótir eftir honum.
Ramblarin hjá Kemm fekk eitt numm-
ar og varð settur í framsýningina
millum hinar amerikanarabilarnar.
Ramblerbilurin, sum var so vanligur í
Fóroyum, var ikki eins kendur í Dan-
mark
Hendan Rambler Classic frá 1966 eigur Kemm Poul-
sen í Havn. Í summar var hann og ferðaðist við hon-
um í Danmark, og endaði tað við, at hann var sýndur
fram millum nógvar aðrar vakrar amerikanskar bilar
á >Viking Run< bilaframsýningini í Roskilde
Mynd: Sveinur Jacobsen
Føroyskur amerikanari
sýndur fram í Roskilde
Amerika er av sonnum bil-
anna land, og var tað eisini
í Amerika, at bilurin á fyrsta
sinni sá dagsins ljós.
Tað eyðkenda við ameri-
kanska bilinum er, at hann
er nógv størri enn tann ev-
ropiski ella tann asiatiski -
og útgerðin, eisini í teimum
klassisku amerikanarabilu-
num, hugtekur mangan bil-
aáhugaðan
Í ðrum londum er van-
ligt at halda >biltreff<, t. e.
at fólk við ávísum bilmerkj-
um ella bilatypum hittast at
sýna bilarnar fram
Føroyskur amerikanir
á biltreffi i Danmark
Í summar vóru nakrir før-
oyingar á einum slíkum
treffi fyri amerikanskar bil-
ar í Danmark. Hetta treffið
kallaðist Viking Run, og
hittust amerikonsku bilarnir
á Roskilde Dyrskueplads.
Ein av føroyingunum,
sum farin var at forvitnast å
hesum treffi, var Kemm
Poulsen f Havn, sum hevur
ein sera vakran Rambler
Classic frå 1966. Hann var
i Danmark i summarfri vid
bilinum.
— Vit fóru bara at forvitn-
ast, og tað var als ikki mein-
ingin, at bilurin hjá mær
skuldi sýnast fram, sigur
Kem.
Men tá fyrireikararnir sóu
vakra bil hansara standa á
parkeringsplássinum uttan-
fyri var einki at gera. Hann
skuldi sýnast fram, sigur
Kemm.
— Bilurin varð so settur
inn á framsýningina, og
fekk eitt nummar, eins og
allir hinir bílarnir.
Kendu ikki Rambler
Rambler bilarnir vóru sera
væl kendir í Føroyum í
60'unum og í 70'unum.
Men soleiðis hevur eftir øll-
um at dóma ikki verið í
Danmark. Kemm greiðir
frá, at nógv fólk, sum komu
at hyggja at bilinum undr-
aðust á merkið, sum tey ikki
høvdu hoyrt um.
Kemm Poulsen sigur ann-
ars, at tað var sera nógv fyri
bilaáhugaðar at síggja á hes-
um treffi.
— Har vóru sera nógvir
sera vakrir bilar, men um-
framt tað, so var eisini tað
teir kalla stumpamarknaður
- marknaður, har eykalutir
verða seldir.
Corvette 45 ár
Í ár eru liðin 45 ár síðani, at
General Motors fór undir at
framleiða sera vælumtókta
Corvette bilin, og hevði
Corvette tí fingið serligt
heiðurspláss á hesum treffi,
sum annars var fyri allar
amerikanskar bilar.
Í Føroyum man best
kendi Corvette bilurin vera
tann reyði hjá Sofus Han-
sen, sum fyrr í ár varð seld-
ur av landinum.
Kem sigur, at hann kendi
nógvar bilar aftur - bilar,
sum koyrdu í Havnarggtum
í 60'unum. Eitt nú Ford
Fairline, ið sæst á myndini
niðanfyri. .
— Eg minnist væl, at Petur
Jacobsen, brandmaður,
hevði ein slíkan bil, sigur
Kemm og leggur skemtandi
afturat: — Eg kundi ikki lata
vera við at taka eina mynd
av hasum Ford Fairlinebili-
num tá eg sá brandhjálmin
í bakvindeygnum - tá fór eg
at hugsa um Petur Jacobsen.
Fyri tann, ið vil lesa meira
um klassiskar bilar, kunnu
vit upplýsa, at fleiri blød eru
at fáa í sélubúðunum. Eitt
gott stað eita leita fram upp-
lýsingar er blaðið Klassisk
Bil & MC, sum m. a. fæst í
Kiosk Activ í Havn.
Annars eru nógvar upp-
lýsingar at fáa á interneti-
num - og tá er bara at brúka
onkra av teim mongu leiti-
skipanunum - so finnur tå
tann bilin, tå vilt hava!
Myndir: Kemm Poulsen
Ein av fyrstu Corvettenum frå fimtiårunum. General Motors før undir at framleida
Corvette i 1953, og var hann fyrsti seriuframleiddi bilur, hvørs skrokkur var år
glasfipri. Corvette er komin í fimm høvudsiitgåvum síðan 1953
Hesin Ford Fairline var eisini kendur i Føroyum i fimti og sekstiårunum. Tað var
serliga brandhjålmurin i bakvindeyganum, sum fekk Kemm Poulsen at hugsa um Petur
Jacobsen, brandmann i Havn, sum átti ein slíkan bil