leygardagur 5. desember 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 232 — 5. DESEMBER 1998
tíðindablaðið S08lalurfn
Onkuntíð hevur stríðið verið hart um Polarfrost, og tað kann ikki sigast annað, at at vágbingar hava vart „sítt virki“
manniliga. Henda myndin er frá einaferð, teir settu lastbilar og bingjur fyri hurðarnar at forða fyri, at Fiskavirking tók
maskinur av virkinum. Enn stendur virkið so. Men tað hjálpir lítið, tí eftir, hvat sagt verður, vil Fiskavirking ikki selja
tað
Fráboðan úr Landsstýrinum hava púra onga ávirkan:
Krevja framvegis okurs-
pris fyri Polarfrost í Vági
— Fiskavirking
krevur so nógv
fyri Polarfrost, at
í veruleikanum er
virkið ikki til sólu
yvirhøvur, sigur
Jákup Olsen, sum
hevur ligið fram-
við leingi
Áki BERTHOLDSEN
— Enn røkist onki fyri, at
flakavirkið Polarfrost í Vági
kann lata uppaftur.
Í øllum fórum er Føroya
Fiskavirking enn akkuråt
lika treisk at samrådast vid,
sum hon altíð hevur verið,
tá tað um Polarfrost ræður.
Ein av teimum, sum
leingi hevur ligið framvið
at fáa Polarfrost til keyps,
er Jákup Olsen, sum ætlar
at lata virkið uppaftur, sam-
an við ødrum.
Men hann sigur, at enn
hevur Fiskavirking slakað
lítið og onki í prísinum.
— Fiskavirking krevur so
nógv fyri virkið, at mín
meiningin er, at tey í roynd
og veru yvirhgvur ikki ætl-
að at selja tað, sigur Jákup
Olsen.
Rínur ikki við
Sostatt tykist ikki, sum um
tey, ið eiga Polafrost, lata
eini boð úr sjálvum lands-
stýrinum ið seg koma.
Einasti løgtingsmadur úr
Suduroy f samgonguni,
Hergeir Nielsen, sigur, at
hann reisti málið um Pol-
arfrost í tinginum herfyri, tá
ið hann fanst at, at onki
hendi við Polarfrost.
— Úrslitið av tí var, at
samgongan, ígjógnum
landsstýrið, hevur boðað
Framtaksgrunninum frá, at
bjóðar áhugaður keypari
seg fram, skal hann avhenda
Polarfrost, uttan at lata prís-
in verða nakra forðing fyri
keypinum, soleiðis at virk-
semi kemur ígongd aftur,
sigur Hergeir Nielsen.
— Samgongan hevur sett
sær fyri at fáa lív aftur í
útjaðaran, vinnuliga sæð,
— Men higartil hevur
Framtaksgrunnurin ikki víst
nakran vilja til tess.
— Hann hevur fingið at
vita, at hann verður um-
skipaður á nýggjárinum og
at hann akkurát tað sama
vísa samstarvsvilja beinan-
vegin, uttan at liggja sum
Ormur á gullinum.
Men hetta hevur eftir øll-
um at dóma ikki rinið við
tey, sum eiga Polarfrost.
--Í hvussu so er havi eg
ikki lagt til merkis, at stóða
teirra er broytt, sigur Jákup
Olsen.
Kravdu 12 milliónir
Hann sigur, at Fiskavirking
krevur so nógv fyri virkið,
at tað er ongin, sum hevur
nakran livandi kans at
keypa tað og at fáa eina
burðardygga ætlan burturúr.
Sjálvur vil Jákup Olsen
ikki nevna nøkur tøl.
Men vælvitandi keldur
hava upplyst fyri Sosialin-
um, at Fiskavirking hevur
kravt 12 milli6nir fyri Pol-
arfrost.
Jákup Olsen våttar, at tað
talid hevur verid nevnt
Men hvussu nógv Fiska-
virking hevur slakað nú, vil
hann ikki siga.
— Men eg haldi at tað er
óhoyrt, at tey eru so trek at
slaka.
— Tað kann ikki merkja
annað enn, at í veruleikan-
um vil Fiskavirking yvir-
høvur ikki selja Polarfrost
Hann vil heldur ikki siga,
hvussu nógv teir hava bjóð-
að fyri virkið.
Men hann ásannar, at tað
er rættiliga langt ímillum
partarnar
Uppisjóvar fisk
einaferð hevði Fiskavirking
tað stóðu, at hon vildi ikki
selja virki burturav, um ætl-
anin var at brúka tey til at
arbeiða vanligu botnsløgini
undan Føroyum og sostatt
komu at kappast við Fiska-
virking um råvøruna.
Men tað kann ikki vera
orsøkin til, at tað gongur so
strilti við samráðingunum
ímillum Fiskavirking og
Jákup Olsen & co.
Tí Ætlanin, sum teir ar-
beiða við, er ikki nøkur sum
helst hóttan ímóti hvørki
Fiskavirking, ella nøkrum
gðrum virki i Føroyum.
— Tað vit ætlaðu at brúka
gamla Polarfrost til var til
at gera eitt virki til uppisjóv-
arfisk í Vági, sigur Jákup
Olsen.
Hann sigur, at ætlanin var
at taka ímóti makreli og
svartkjafti og at virka hann
til matna.
Á virkinum er ein
flakalinja, og hana var ætl-
anin at brúka russarafisk.
Hetta hevði givið ein hóp
at arbeiði í Vági.
Men talan er um eina 6-
metaliga stóra íløgu.
Jákup Olsen sigur, at tal-
an var um at keypa mask-
inur fyri einar 30 miliónir.
Hann sigur, at teir høvdu
fingið fígging til ætlanina.
M.a. høvdu teir fingið
fimm milliónir í stuðuli úr
landskassanum til endamál-
ið.
Men afturat gllum teim-
um pengunum, kemur so
kostnaðurin fyri sjálvt virk-
ið.
Jákup Olsen sigur, at ætl-
anin annars var klár at seta
í verk, men at prísurin, sum
Fiskavirking krevur fyri
virkið, hevur gjørt, at hon
ikki er blivin veruleiki enr.
Tað sigur seg sjålvt, at
tað er ongin meguleiki at
fáa eina burðardygga verk-
ætlan upp á føtur, so leingi
sum Fiskavirking krevur so
nógv fyri virkið, sum hon
ger
Hann sigur, at teir hava
ikki biðið um at fáa virkið
fyri onki
Men teir halda
KIEVUF r IK
burturvið
Tað ber virkið ikk
Ug so sett IKK å 10
lugsað verður um. at Pol-
arfrost er ikki í serliga góð-
im standi longur
M.a. er takið illa farið
men ymiskt annað er eisini
at gera við tað, neyðug
verður at keypa nýggjar
trukkar 0.s.fr
— Somuleiðis eru tað tey
heilsufrødiligu krøvini
sum skulu lúkast
— Tað nyttar onki at keypa
virkið fyri ein prís, sum vit
vita bara ger, at virkið fer á
heysin aftur
Hann leggur tó afturat, at
so leingi Fiskavirking ikki
hevur selt øðrum Polarfrost,
er vón at tað fer at eydnast
at fáa tað, og samráðst verð-
ur enn.
Fleiri samráðingarfundir
hava verið, men tað gongur
onga leið.
Onga viðmerking ;
Sverri Hansen, formadur i
Framtaksgrunninum, hevur
onga viðmerking.
Hann sigur, at Framtaks-
grunnurin blandar seg ikki
upp í dagliga raksturin á
Fiskavirking.
— Tað er nevndin í Fiska-
virking, sum umsitur tað.
Hann vil ikki siga, um
boð eru komin úr Tinganesi
til Framtaksgrunnin um
Polarfrost.
--Men skuldi so verið, er
adressan púra skeiv, tí vit
hava, sum sagt, onki við
dagliga raksturin av Fiska-
virking at gera, sigur hann.
Heldur ikki nevndarfor-
maðurin í Fiskavirking
Bergur í Garði, var at hitta.
Bergur svarar Jåkupi: Vit vildu hava stríðsval
— Orsøkin til, at fólkaflokk-
urin ikki fekk mannin f Sud-
uroy hesuferð, var ikki tann,
at eg ikki stillaði upp. Or-
søkin er at finna hjá Jákupi
Olsen sjálvum.
Bergur Bærendsen á
Tvøroyri er langt frå samdur
við teimum metingum, sum
Jákup Olsen í Vági hevur
gjørt sær av, hví fólkaflokk-
urin í Suðuri endaði við,
onki umboð at fáa, hvørki í
tinginum, ella í Landsstýr-
inum. Hann vísir eisini av-
gjørdur skuldsetingunum
aftur, sum Jåkup Olsen førir
fram í Sosialinum í gjár.
Jákup Olsen førdi m.a.
fram, at hann heldur ikki,
at fólkafloksmenn í Suður-
oy í veruleikanum arbeiddu
fyri at fáa landsstýrismann.
Tað einasta, sum ráddi
um, var at tað var ein tvøra-
maður. Hann vísir eisini, at
orsgkin til, at fólkaflokkurin
ikki fekk mannin hesuferð
var, at Bergur Bærendsen á
Tvøroyri ikki vildi stilla
upp. Ikki minni framligt
heldur hann tað vera, at
sami Bergur nú bjóðar seg
fram sum evni til landss-
týrið.
Hetta er heilt burturvið,
sigur Bergur Bærendsen.
— Eg havi á ongan hátt
bjóðað meg fram, sum
landsstýrismann. Eg havi
upplýst fyri Dimmu, at fekk
er tilboðið, hevði eg ikki
vitað, hvat eg skuldi svara.
--Hetta vísir, hvussu
fremmandur tankin er fyri
mær. Hevdi eg havt bjóðað
meg fram, hevdi eg nettup
vitad, hvat eg skuldi svara,
sigur Bergur Bærendsen.
Hann vísir eisini á, at tað
var ein púra samd nevnd í
Fólkaflokkinum í Suðuroy,
sum setti fram kravið um at
fáa landssýrismann hesu-
ferð.
— Vit nevndu ongi ngvn.
men innanhýsis var full
semja um, at Páll Vang var
tað náttúrliga valið. Í nevnd-
ini eru eitumboð av Økrum,
tvey úr Vági, eitt úr Porkeri,
tvey av Tvøroyri og eitt úr
Hvalba, sum ikki var á
fundi.
Bergur Bærendsen held-
ur, at er Jákup nú komin til
ta niðurstøðu, at hann hevur
ligið sjóvafallið av sær, og
gjørt seg ov lítið galdandi,
kann, kann hann ikki lasta
ødrum, enn sær sjálvum fyri
tad. Tf hann hevur havt lika
góðar møguleikar at gera
vart við seg, sum øll onnur.
--Annars haldi eg, at tað
er onki undarligt at tað eru
vit á Tvgroyri, sum hava
arbeitt við málinum, tí vit
hava nógv longri rgtur í
fólkaflokkinum enn Jákup
Olsen. Jákup Olsen kundi
eisini havt heitt á formann-
in, sum eisini er vágbingu,
um at gera vart við seg. Men
tað hendi ikki.
Annars heldur Bergur
Bærendsen, at orsøkin til,
at Fólkaflokkurin ikki fekk
tað søguliga valið, sum tey
høvdu vónað, var ikki, at
hann ikki stillaði upp.
— Nú eru tað hvorki Jákup
Olsen, ella eg, sum einsa-
mallir avgera, hver stillar
upp ella ikki. Tað ger fel-
agið av útfrá eini heildar-
meting. Og taktikkurin var
at stilla eitt sterkt valevni
upp í Vági og eitt á Tvgroyri
fyri at fáa eitt stríðsval teirra
millum. Vit høvdu eitt kan-
ónval á Tvgroyri, sum vísir,
at her eru allar hugsandi at-
kvgður komnar til sættis,
eisini „mínar“. Har sum tað
sveik var nettupp í Vági, har
Jákup stillaði upp við eini
barlast uppá yvir 400 at-
kveður úr KFFF. Men hann
endaði niðri á góðum
hundrað atkvødum. Bergur
ivast annars í, um grundin
til, at Jákup Olsen vildi hava
hann at stilla upp, var um-
sorgan fyri flokkinum
— Tað mundi heldur vera
at fáa Páll Vang og meg at
beina fyri hvørjum øðrum,
so at hann sjálvur kundi
strúka í tingið.