Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. desember 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið S082/UT Nr. 232 — 5. DESEMBER 1998 FT Ronnie Thomassen og Gestur Hovgaard skriva Føroyar og framtíðin (4) viðgerðini av teim samfelagsligu avbjóðingunum, sum føroyingår eru noyddir at taka stæðu til, antin so ella so. ; Í fyrstu greinini vidgjørdu vit trupulleikarnar í føroysku vinnulíysmenningini vid serligum denti | løgdum á tað einsporaða — atlitid til framleiðslufaktorarnar, sum sermerkir føroyskan vinnulivspolitikk. Vit vidgjørdu eisini trupulleikarnar, ið standast av eini tvihaldan um sonevndu "fordistisku mongdarframleiðsluna", og setti hetta saman við ætlanunum um endurnýggjan av fiskiflotanum. Í næstu greinini viðgjørdu vit, hvønn tydning globaliseringin hevur fyri føroyska samfelagið. Vit vístu á vantandi samsvarið millum socialu og mentunnarligu gongdina mótvegis útbúgving og persónliggerðing tað einstáttaða mongdarframleiðandi føroyska vinnulívsmynstrið. Somuleiðis vístu vit á nakrar gongdar leiðir burtur úr hesum trupulleikunum, og í hesi greinini taka vit eisini afturi nakrar av teimum. Triðja greinin vidgjørdi broytingarnar í almennu fyrisitingini við serligum denti løgdum á sambandið millum landsfyrisitingina tær komandi kommunalu fyrisitingarnar. Nýggja kommunuálitið varð vidgjørt, og nidurstødurnar vóru settar í samband við trupulleikarnar, ið standast av broytingunum í miðfyrisitingini hjá landinum. Henda fjórða og seinasta greinin tekur saman um greinarødina, við høvdusdentinum legdum á sambandið ímillum „tað almenna“ og „tað privata“. Í greinini verður eisini nortið við ávísar aðrar spurningar, ið vit meta hava tydning í samband við | viðgerðina av framtíðini hjá føroyska samfelagnum. 1 Vit eru nú komin fram til seinaýstu greinina í | 1 Á veg inn í eina nýggja øld vid óhugnaliga nógvum avbjóðingum Gamlar avbjóðingar - nýggjar loysnir | Tær fóroysku politisku hugmyndirnar av sambandinum millum alment og privat eru merktar av hugsanum, sum vóru í hæddini í Vestureuropa fyri eini | 30-40 árum síðani. Londini uttan um okkum hava stórt sæð slept hesum hugs- E Kreditkassen og Den unarhåttinum og lagt menningina av vinnulivinum og vælferdarsamfelagnum á annan bógv. Men føroyska tjakið er framvegis fulkomuliga læst fast í hesi gomlu vanahugsan, har tann eini vongurin framvegis vil loyva tí almenna sektorinum at vaksa ótálmaðan, meðan hin vongurin fyrilitaleyst vil skerja tað almenna so nógv sum gjørligt Gestur Hovgaard Ronnie Thomassen Harvið endar alt tjak um samfelagsliga menn- snævurskygni, sum ger tað ómeguligt at menna samfelagið við grundar- lagi í hugskotum, sum stava frá praktiska lívi- num í føroyska samfelag- num. Tí fyritreytin fyri samfelagsmenningini er júst eitt vælvirkandi sam- band ímillum alment og privat, og hesin spurning- urin má tí ovast á dags- skránna Ofta hava politiskir læri- setningar hug til at heyja seg upp til ein almennan sann- leika, sum ikki longur hevur beinleiðis samband við tann samfelagsliga veruleikan, sum hevur skapt teir. Tí er sjálvandi eisini trupult at bróta við gamla politiska vanahugsan, hóast henda í mongum førum økir um samfelagsligar trupulleikar heldur enn at loysa teir. I føroyska samfelagnum er eitt tad besta dømi um hesa vanahugsanina teir galdandi politisku lærisetn- ingarnar um almennt og pri- vat: "Tad privata stendur fyri virðisgking og dyna- mikki og heldur landinum uppi, medan tad almenna einans brúkar pengar." Men hesin hugsunarhátt- urin er júst orsøkin til, at so fá nýggj privat initiativ fóta sær í Føroyum. Í nógv teim flestu samfeløgunum, ið minna um okkara, eru al- menni og privati sektorurin nevniliga í einum neyvum samanspæli hvør við annan. Og eitt effektivt samanspæl millum alment og privat er júst sjálv grundfyritreytin fyri allari samfelagsmenn- ing! Tríggjar mytur um almennt og privat Á pappírinum er uppbýtið millum alment og privat rættiliga einfalt. Men tá litið verður nærri at hesum, gerst greitt, at her lekur álvarsliga ímillum teori og praksis. Vit kunnu td. seta okkum spurningin, um hvat “tað privata" er? Er tað tað eink- ulta menniskjað, ella er tað familjan? Er tað tann ein- staka fyritgkan, ella tað samlaða vinnunlívið? Og hvat er so ein privat fyritøka? Til dømis er ein partur av partapeninginum í Skipafelagnum almennur, men merkir tað so eisini, at fyritøkan er almenn? Fyri ikki at tala um Føroya Banka, ið nú, tá hann er al- menn ogn, roynir at liva upp til tey sunnu privatøkonom- isku princippini, sum bank- in annars ikki megnaði at virka eftir, tá hann var privat ogn!? Eitt annad dømi eru barn- agardar. Vanliga halda vit, teir eru almennir? Men teir kunnu jå stovnast av priv- atfólki og verða annars rind- aðir av landi, kommunum og privatum í felag. Eru teir so almennir ella privatir? Greiða uppbýtið millum alment og privat er sostatt tann fyrsta mytan, tí hetta sæst ikki aftur í tí dagliga samfelagslívinum. Talan er um eitt hugtak, sum ikki er heilt í tráð við veruleikan. Vit kunnu sostatt bert nýta hetta uppbýtið í principiell- um spurningum, men ikki til eina nágreiniliga viðgerð av samfelagsligu menningini. Næsta mytan er, at tað privata altíð er nógv meira effektivt enn tað almenna. Her stavar tað klassiska mótprógvið úr USA, har tað privata sjúkrahúsverkið er nógv dýrari enn tey al- mennu sjúkrahúsverkini í t.d. teim skandinavisku londunum. Afturat hesum kemur, at tann skandinav- iska sjúkratryggingin er fyri øll, meðan bert amerikana- rar, ið hava ráð til tað, hava eina veruliga sjúkratrygg- ing. Í sama viðfangi kunnu vit nevna tær mongu norður- lendsku fíggjargglurnar frá fyrst í 90'unum, sum ikki júst vóru eitt tekin um privat víðskygni. Í 1992 misti danski fíggjarsektorurin uml 20 milliardir, og m.a. tryggingarfelggini Hafnia og Baltica fóru av knóra- num. Ur Noreg og Svøriki kunnu vit t.d. nevna banka- gølurnar: Nordbanken, Gota Bank, Fokus Bank, Norske Bank. Imillum tær mongu orsøkirnar til hesar figgjargølur vóru eisini 6- dygdir, t.d. bureaukrati og vanahugsan, sum vanliga vera heftar at tf almenna sektorinum. Nidurstødan er ti, at privati sektorurin ikki altid er meira effektivur enn tann almenni sektorurin, sum mytan annars vil gera hann til. Tridja mytan er, at upp- gåvan hjå ti almenna einans er at skipa fyri effektivum tænastum til borgaran. Tí verður ofta hildið, at vit eins væl kunnu privatisera hesar uppgávurnar, tí so kann marknaðurin avgera, hvat ið kann liva, og hvat ið skal falla. Men her verður gloymt, at marknaðurin í sær sjálvum ikki skapar nakað demokrati ella nakra rættartrygd, samstundis sum marknaðurin í prin- cippinum eisini er moralskt blindur. Hinvegin hevur tað al- menna stødi í felags virð- um, og eitt dómi um hetta kann vera ein felags politisk avgerð um, at øll skulu hava ta bestu sjúkuviðgerðina uttan mun til inntøku og aldur. Her hevði ein marknaðarstýring uttan iva minkað um sjúkraviðgerð- ina hjá teimum gomlu, tí tey hava jú framtíðina aftan fyri seg. Uppgávurnar hjá almenna sektorinum Almenni sektorurin fram- leiðir vælferð til borgaran, har tær stóru og tungu upp- gávurnar eru skúli, heilsa og socialhjálp. Men almenni sektorurin hevur eisini altíð havt stóran leiklut í vinnu- lívsmenningini. Síðani kríggið hevur hesin leiklut- urin serliga verið at út- byggja infrastrukturin (tvs. elveitingar, vegir, havnir o.t), ið eru tær "fysisku” grundfyritreytirnr fyri ein- um virkandi vinnulívi. Hetta kann eisini nevnast ein passiv og tilrættaleggj- andi strategi. Globaliseringin (ið varð vidgjørd í grein 2) hevur noytt tann almenna sektorin í londunum kring okkum inn í eina nýskapandi og aktiva strategi. Gongdin í almenna sektorinum má stutt og greitt samansjóðast við vinnulívsmeningina, tí spurningar sum teknologi, vitan og samskipan eru av- gerandi fyri kappingarførid. Loysnin til hesa avbjóðing- ina er greiðast lýst í trí- punktsprogramminum hjá Tony Blair til endurreising av Stórabretlandi. Pro- grammið hjá honum snúði seg heilt einfalt um: edu- cation, education and edu- cation. Harafturat mugu vit eisini