leygardagur 5. desember 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 232 — 5. DESEMBER 1998
tíðindablaðið SOS)
IE
minnast til, at tann almenna
framleidslan, sum m.a. fer
fram innan sjúkrahúsverkið
og útbúgvingarskipanina, er
ein beinleiðis útreiðsluspar-
ing fyri vinnulívið. Tað al-
menna tryggjar eina høgt
útbúna og effektiva arbeiðs-
megi, barnaansing (hóast
aktuellu trupulleikarnar í
Havnini), sjúkradagpenga
skipan, pensiónir o.s.fr. Tað
skuldi verið lætt at hugsað
sær trupulleikarnar, um
privatfólk og vinnulívið
sjálvt bæði skuldi rgkt og
loyst hesar uppgávurnar.
Áðrenn vit byrja at skerja
ógvusligt niður innan al-
menna sektorin, sum okkurt
uppskot hevur verið um, so
eiga vit at hugsa um teir
kappingarfyrimunir, ein
vælvirkandi almennur sekt-
orur kann geva føroyska
samfelagnum. Í lokala
heimssamfelagnum snýr tað
seg jú um ikki at missa tað
vælútbúna fólkið og ung-
lómin, og spurningurin er
tí, hvussu vit í framtíðini fáa
hesar samfelagsbólkar at
stød Føroyum. Vit
innu jú ikki kappast við
Irstórum lónum (harvið
ikki sagt, at låglønar-
samfelagið er nøkur loysn),
og tí er kapping við væl-
ferðini ein greiður møgu-
leiki. Vit hava nevniliga
góðar møguleikar, tá ynsk-
ini hjá fólki til dagligu til-
veruna eru onnur enn høgar
lønir - t.d. tryggleiki, gott
nærumhvørvi, javnbj6dis
møguleikar o.s.fr. Her hevur
eitt lítið samfelag sum tað
føroyska stórar fyrimunir í
mun til flest onnur gki á
europeiska meginlandinum.
Alt hetta krevur nýhugsan
viðvíkjandi almenna sektor-
inum. Vit kunnu ikki halda
fram við at fíggja alla okk-
ara vælferð ígjógnum skatt-
in, og tí mugu vit finna aðr-
ar loysnir. Her er fyritreytin
sjálvandi ein politisk semja
um, hvørjum stødi føroyska
ast 1
vælferdarsamfelagid skal
vera å. Eisini må tilfeingid
í almenna sektorinum nýtast
so effektivt sum møguligt,
og tað krevur sjálvandi eina
vælvirkandi almenna fyri-
siting.
Vit kunnu eisini velja eina
aðra loysn og fara til Dan-
markar eftir pengunum. Um
vit halda tað vera rætt at
onnur skulu fíggja okkara
vælferð, er hetta helst eisini
ein møguleiki. Men hin-
vegin kunnu vit heldur ikki
taka tað fyri givið, at dansk-
arar í allar ævir vilja fíggja
tað føroyska vælferðarsam-
felagið. Og hervið koma vit
Tá føroyingar privatisera, verður tað gjørt á rættuliga serstakan hátt
aftur til spurningin um vinn-
ulívsmenning, sum vit vóru
inni á í grein nr. 2.
Almennur
vinnulívsstuðul
Greitt er, at vit ongantíð
mugu venda aftur til 80'ara-
studningin. Hinvegin er ikki
sagt at allur studningur er
av tí ónda, men vit mugu
duga at skilja ímillum gen-
erellar stuðulsskipanir
(80'ini) og málrættaðar
stuðulsskipanir, sum t.d. í-
gongdsetarastudningur.
Ein skipan við ígongdset-
arastudningi kann nevniliga
hjálpa nógvum hugskotum
úr vinnulívinum ávegis,
men kravið er sjálvandi,at
hesin stuðulin byggir á
nakrar grundleggjandi
fyritreytir:
|. Talan skal vera um
nýskapan í vinnuligum og
teknologiskum týdning og
ikki bara at skifta frá einum
fiskaslag til eitt annað, ella
frá t.d. línuveiði til trolveiði.
2. Studningur = kann
bert veitast í eitt ávíst
tíðarskeið, t.d. í byrjanini av
eini ætlan, til komið er inn
á ein marknað.
3 Studulin skal miða í-
móti veruligari menning (t.
d. framleiðsla av nýggjum
tólum, marknaðarmenning,
førleikamenning o.t.).
Tá ígongdsetarastuðul verð-
ur settur í verk, er ógvuliga
umráðandi at læra av teim-
um hugskotunum, ið eru
miseydnað. Her kunnu or-
søkirnar t.d. hava verið:
I. Vantandi = møgu-
leikar vóru fyri at menna
hugskotið.
2. Lagaligar fíggingar-
møguleikar vóru ikki til
staðar í byrjunartíðarskeið-
num av verkætlanini.
3. Igongdsetarin
(entreprengrurin) hevði ov
lítlan kunnleika til fyritreyt-
irnar fyri, at ein ætlan skal
eydnast (t.d. til marknaðin,
møguliga teknologi og aðra
ráðgeving o.s.fr.).
Loysnin kundi verið at skip-
að ein grunn við váðafýsn-
um kapitali (200 mill.), sum
hevur greiðan myndugleika
at veita lagaliga fígging og
professionella stuðulshjálp.
Og vit hava longu nú ein
Studningsvinnulívið skuldi
helst verið lagt aftur um
bak
grunn, ið kann nýtast til
endamálið. Broyta vit við-
tøkurnar fyri Framtaks-
grunnin og manna nevndina
av nýggjum, er upplagt, at
hann kann nýtast til enda-
málið. Hann skal sjálvandi
lagast til tær verandi skip-
anirnar, men her kunnu
royndirnar úr Noregi vera
ein góð hjálp. Her hava
stovnar sum t.d. Nordnorsk
Vekst, SIVA, Distriktenes
Utbyggingsfond v.fl., al-
stóran leiklut i vinnulivs-
menningini, og tad skuldi
verið lagamanni at fingið
nøkur hugskot hadani.
Fremsta uppgåvan hjå ti
almenna i samband vid
vinnulivsmenningina er at
økja um førleikan og vitan-
ina um t.d. fiskatilfeingid,
teknologi og marknaðir. Eitt
annað konkret uppskot
kundi tí verið at gjørt eina
menningarætlan fyri næstu
fimm til sjey árini, ið miðar
ímóti at nýta og útbyggja
førleikan, sum serliga liggur
á Fiskirannsóknarstovuni
og Heilsufrødisligu Starvs-
stovuni. Hesin førleikin
kann nytast sum grundarlag
fyri gransking og menning
innan try øki, sum kundi
verid: fiskivinnuteknologi
(veiduhættir, framleidslu-
hættir, skipabygging), bio-
kemisk vitan og matvøru-
framleidsla.
Stuðulsskipanir kunnu
eisini nýtast at loysa trup-
ulleikar sum serliga eyð-
kenna útjaðarargki. Ein
vanligur og vaksandi trup-
ulleiki er nevniliga, at ov
fáar kvinnur hava hug at
búgva í útjaðaranum. Men
hinvegin vísa nógvar
royndir, at kvinnur eru betri
ígongdsetarar enn menn,
m.a. tí tær ikki so lætt geva
skarvin yvir ella bert hugsa
um skjótan vinning (men
heldur um arbeiði og væl-
ferð). Tí eru verkætlanir, har
kvinnurnar eru sterkt um-
boðaðar, eisini rættiliga
burðardyggar.
Dinosaurar
úr 80*unum
Vit hava fyrst og fremst víst
á møguleikarnar fyri eini
vinnulívsmenning, ið bygg-
ir á eitt skynsamt samband
ímillum alment og privat,
men sjálvandi er eisini
greitt, at forðingar eru fyri
hesi gongdini. Tær størstu
skulu finnast hjá teim
gomlu vinnulívsmonnu-
num, ið høvdu høvudså-
byrgdina fyri studnings-
vinnulívinum í 80'unum.
Hóast hesir bæði mistu
valdið á fiskiidnadinum á
landi (Fiskasgluni og flak-
avirkjunum) og á fíggjar-
stovnunum (Sjóvinnu-
bankanum og gamla Føroya
Banka), sita teir enn á stór-
um parti av reiðaravirksem-
inum í Føroyum.
Og tann gamli vana-
bundni hugburðurin sæst
beinleiðis aftur í trupulleik-
unum hjá fiskiskipunum,
sum ikki megna at gera ný-
íløgur, hóast fiskiskapurin
seinnu árini hevur verið av-
bera góður, og prísirnir har-
til hava verið í topp. Sam-
stundis skulu vit minnast til,
at fiskiflotin fær uml 200
milliónir í beinleiðis studn-
ingi.
Vit halda tað vera rætt at
seta spurnartekin við, um
vánaligu úrslitini hjá fiski-
flotanum ikki júst eru eitt
úrslit av vanabundnum
hugsunarhátti hjá reiðaru-
num, sum ongar aðrar
loysnir finna til trupulleik-
arnar í fiskivinnuni enn at
fara í landskassan eftir
studningi. Minnast skal til,
at hetta eru teir somu menn,
sum júka upp í saman, at
vit ikki hava ráð til almenna
sektorin, tí hann forðar fyri
eini dynamiskari vinnulívs-
menning. Men samstundis
hava teir onki ímóti at fara
í landskassan eftir almenn-
um pengum til sín sjálvs