leygardagur 5. desember 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12
tíðindablaðið S0Sjalufin
Nr. 232 — 5. DESEMBER 1998
Vilja hava Silju í
Skálafjarðasigling
Palli Lamhauge í Vestmanna hevur fingið fleiri áheitanir um at seta skjótt-
gangandi bátin, Silju, í Skálafjarðasigling. Báturin tekur 25 fólk, túrurin
tekur 10 minuttir, men ber seg neyvan fíggjarliga, heldur Palli
EIRIKUR LINDENSKOV
— Eg havi fingið fleiri áheit-
anir um at seta bát okkara
Silju í sigling millum Havn-
ina og Skålafjørdin.
Hetta sigur Palli Lam-
hauge í Vestmanna, tá vit
spyrja hann um tíðindini
um, at hann møguliga á
privatum grundarlag fer
undir Skálafjarðasigling
Palli Lamhauge eigur
sera vælútgjørda ferðafólk-
abátin Silju, sum m. a. verð-
ur brúktur til at sigla við
ferðafólki undir Vestmann-
abjørgini. Båturin, sum av
sonnum kann kallast ein
luksusbátur, er ser» væl út-
gjørdur og er góðkendur til
25 ferðafólk.
— Men fert nå at sigla mill-
um Havnina og Skálafjerð-
in
— Nei, tað vænti eg ikki,
tí tað verður ov kostnaðar-
mikið - vit fara at fáa ov líti
burtur úr, vænti eg, sigur
Palli Lamhauge.
Hann vísir kortini á, at
hetta letur seg væl gera - og
so tekur túrurin bara einar
tíggju minuttir. Men tá er
kravið sjálvandi, at veðrið
er til vildar - og í ringum
líkindum á Tangafirði kann
uttan iva vera sjaskut í so
lítlum báti.
Palli Lamhauge sigur eis-
ini, at skal slík sigling bera
seg, so verða teir noyddir
at taka einar 50 krónur fyri
ferðaseðilin, og tað væntar
hann ikki, at ferðafólkið fer
at lata sær lynda. Og sum
hann sigur: Tey skulu jú aft-
ur og fram.
— Tað er sjálvandi eisini
avgerandi, hvussu nógvar
túrar vit kunnu fáa um dag-
in.
Men at fólk fegin vilja
hava hesa rutuna uppaftur-
tikna, hevur Palli Lamhauge
merkt nógv til.
— Tað eru eisini fleiri, sum
hava spurt meg, um vit ikki
kunnu gera hetta í j6lavik-
uni um ikki annað, men
hetta hevur hann 1kki tikið
støðu til enn.
Nógv brúktur í
ferðavinnuni
Palli Lamhauge sigur, at teir
annars hava út at gera við
hesum bátinum umframt
siglingina undir Vestmanna-
bjørgini. Teir eru ofta og
sigla leigutúrar við ferða-
fólki - mangan fólkum úr
oljuvinnuni og útlendskum
politikarum sum vitja lands-
stýrið ella legtingið.
— Vit hava onkuntíð eisini
siglt av Oyragjógv til Hval-
biar, og tann túrurin tekur
ikki meira enn fimm korter,
sigur Palli.
Umframt tað hava teir
eisini verið út hjá skipum
kring Føroyar.
— Ein túrin vóru vit á Før-
oya Banka eftir einum
manni, ein annan túr vóru
vit 80 fjórðingar í ein land-
synning úr Borðuni eftir
einum manni av einum seis-
mikkskipið og eina aðru
ferðina vóru vit einar 12
fjórðingar vestur úr Myk-
inesi við eykalutum til ein
Íslendskan bát.
Báturin hjá Palla Lam-
hauge hevur eisini verið
brúktur sum avloysarabátur
fyri Strandferðsluna til
Mykinessiglingina fyri Súl-
una, og tað hevur borið væl
til, heldur Palli Lamhauge.
Hevur avloyst Súluna
— Hesin båturin er sera
vælegnaður til Mykinessigl-
ingina, tí hann er so lættur
at sigla við. Hann hevur
tveir motorar og tvær skrúv-
ur, og tí kann hann venda
kring seg sjálvan. Tað er
sera hent, tá atløgumøgu-
leikarnir eru so truplir, sum
í Mykinesi.
Men Palli Lamhauge hev-
ur keypt bátin til at sigla við
ferðafólkum, og tað er hann
sera væl egnaður til, heldur
Palli.
— Uppi á brúgatakinum,
har vit eisini kunnu stýra
bátinum, kunnu eini seks
fólk standa og njóta útsýnið.
Tað vísir seg, at fólk ofta
vilja vera inni, tá tey eru
umborð, og tað ber eisini
25 fólk kunnu flytast millum Havnina og Skålafjørdin
við hesum báti, sum við 25 míla ferð hevði kunna klára
túrin upp á einar 10 minuttir
væl til, tí inni í salongini
síggja tey eisin væl út
gjøgnum stóru rútarnar - og
har kunnu øll sita.
Hvussu verður við Skál-
afjarðasiglingini hjá Silju,
er ikki greitt enn. Palli Lam-
hauge sigur bara, at hann
trýr ikki, at ein slík ruta
Mynd: Jens Kristian Vang
kann bera seg - og ger hon
ikki tað, so fara teir ikki
undir hana.
Men kanska finnast út-
vegir fyri hesum, hóast
Finnbogi Arge neyvan vil
vera við til at fíggja eina
slíka privata rutu.
framhald av sidu 11
Hvar er so vinnulivsmenn-
ingin í hesum, kann ein
spyrja?
Tað gav serliga at bíta, tá
ein av gomlu dinosaurunum
frá 80'ara-vinnulivinum
stakk høvdid fram í sosial-
inum tann 18. november at
verja studningin. Tí sam-
stundis var tað sera undr-
unarvert at lesa, at tad mest
umrådandi var at fåa fatur å
råvøruni, og ikki at fåa flot-
an at geva yvirskot ella at
skapa eina betri råvøru.
Somuleiðis var tann so-
nevnda “afturberingin" til
fiskivinnuna enn einaferð
havd á lofti, hóast hon fyri
langari tíð síðani bæði átti
at verið deyð og jarðað
Hugtakið “afturbering“
byggir á, at peningurin, sum
verður latin í studningi til
fiskivinnuna, kemur aftur í
umfar í samfelagnum (ein
sonevnd “multiplikatoreff-
ekt”). Men hver sigur, at vit
ikki fáa somu "multiplikat-
oreffekt”, um tær 200 mill-
i6nirnar fara onkra aðra
staðni enn tl fiski-
vinnuna???
Tað hevði tí verið rætti-
liga hent, um onkur búskap-
arfrødingur tók lívið av
“afturberingini" einaferð
med alla, tí í veruleikanum
fjalir hugtakið bert tað, sum
ein fyrrverandi landsstýris-
maður einaferð skírði sum
“at lóggeva niður í sín egna
lumma".
Í hesum sambandi er tó
glediligt, at serliga Føroya
Banki hevur gjørt vart við
seg við einum nýggjum út-
lánspolitikki, sum leggur
sjógv ímillum bankan og
studningsvinnulívið. Bank-
in krevur eginpening, áðr-
enn lán verða givin til vinn-
ulívið, og hetta skuldi ikki
undrað nakran. Men gakk -
atfinningarnar móti banka-
num hava verið ógvuliga
harðar, tí bankin setur nøkur
heilt sjålvsøgd krøv mót-
vegis vinnulívinum. Her er
ongin ivi um, at atfinning-
arnar í mongum førum bæði
eru ógrundaðar og stava frá
einum vinnulívi, ið ikki
longur sleppur at tíggja sær,
sum tí lystir.
Hinvegin hevði tó verið
ynskiligt, um Føroya Banki
gjørði eitt sindur meira við
at hjálpa nýggjum vinnu-
lívsætlanum ávegis. Hann
er einasti banki í landinum,
og tí hevur Føroya Banki
eina størn samfelagsåbyrgd,
enn peningastovnar vanliga
hava
Fiskivinnan er framvegis
grundarlagid
Hóast måtstøduna frá
gomlu vinnulívsmonnunum
er greitt, at fiskivinnan í
mong ár framyvir er høv-
uðstilfeingið hjá føroyska
samfelagnum. Men møgu-
leikin fyri virðisgking ligg-
ur ikki í mongdum og
standardvørum, men í spes-
ialiceraðum vørum, har tað
er kvaliteturin, sum er av-
gerandi. Enn eru vit ikki
komin longri enn til eina
størri specialisering innan
flakaframleidslu, men sam-
stundis gerast spurningar
um matgóðsku alt meiri av-
gerandi í globala búskapi-
num.
Landbúnaðurin í ES hev-
ur stórar trupulleikar av ídn-
aðarframleiðsluni (fordist-
iska mongdarframleiðslan -
her var tað aftur), sum i ver-
uleikanum styggir ein alt
meiri kritiskan forbrúkara-
skara. Bestu dømini eru
bretska neytagðin og trup-
ulleikarnar við salmonella.
Fiskakeypararnar seta
eisini alsamt stórri krøv til
eina burðardygga veiðu á
haldgóðum grundarlag, og
her hevur tann "passivi fisk-
ireiðskapurin" (gørn, lína),
allar fyrimunir.
Men aðrar leiðir eru eis-
ini. Nakrar av skjótast vaks-
andi fyritøkunum í heim-
inum eru innan biokemiska
ídnaðin, og tær hava stór-
liga brúk fyri lívrunnum til-
fari, Ld. protein og enzymir,
sum lættliga kann fáast
burturúr fiskaúrdrátti. Tað
liggja tí ótaldir møguleikar
í at útnytta fiskatilfeingið
hjá ti føroyska samfelag-
num, og hetta krevur eina
sterka og vælvirkandi sam-
skipan millum almennt og
privat.
Hvat vid oljuvinnuni?
Mangur føroyingur hevur
seinnu årini sett framtidar-
vónirnar á oljuvinnuna. Lít-
ið sæst tó til nakað tjak um
teir samfelagsligu avleið-
ingar, sum oljuvinnan førir
við sær, men her kunnu vit
kortini læra av øðrum.
Royndirnar við oljuvinnuni
í Noregi hava víst, at ein
sera sterkur almennur sekt-
orur skal til fyri at kunna
stýra einum oljubúskapi.
Somuleiðis mugu oljupeng-
ar goymast til næstu ættar-
lið, og hartil mugu sera
nógvir pergar nýtast til í-
løgur í útbúgvingar, gransk-
ing og vitan.
Vit tykjast eisini at
gloyma teir socialu og
mentunarligu avleiðingarn-
ar, sum oljuvinnan førir við
sær. Hvat gera vit td. vid
tann skyhøga prís- og løn-
arvøksturin, tann vaksandi
lønarmunin millum fólkið,
ið arbeiðir í oljuvinnuni, og
tey, sum ikki gera tað? Hvat
gera vit við tann vaksandi
munin millum føroysku øk-
ini, við møguliga dålking,
vid byti av yviskotinum
millum privat og almenn å-
hugarnál o.s.fr.
Somuleidis er púra greitt,
at skulu vit sum samfelag
hava nakað burturúr olju-
vinnuni, krevur tað, at vit
bæði hava ein arbeiðs-
marknað og ein almennan
sektor, sum uppfylla tey
krøv, ið ein nútímans olju-
vinna setur. Tað nyttar t.d.
lítið, um Tvøroyri ella
Klaksvík hava góð havna-
viðurskifti og vørutænastur,
um ikki sjúkrahúsini hava
serfrødingar innan t.d. brun-
asársviðgerð og dykkara-
sjúkur.
Men hvat so við
fullveldinum?
Vit hava við vilja latið vera
við at komið inn á tann mest
brennandi spurningin í Før-
oyum í dag, og hetta er
sjálvandi spurningurin um
fullveldið. Høvdu vit nevnt
henda spurning áður í grein-
argðini, hevði alt annað, ið
vit hava vidgjørt, verið sett
í samband við fullveldis-
spurningin. Tað hevið ikki
tænt nøkrum endamáli, tí
aðalmál okkara hevur verið
at viðgera innihaldið í fram-
tíðar føroyska samfelagnum
heldur enn karmarnar kring
tað.
Men tað ber heilt einfalt
ikki til at leggja spurningin
heilt til viks, tí karmarnar
kring føroyska samfelagið
eru altavgerandi fyri gllum
framtidarmøguleikum. Her
mugu vit tí læra av søguligu
royndunum, tá avgerðirnar
skulu takast.
Breið semja er um, at
heimastýrisskipanin ikki er
nakar tryggur karmur um
føroyska samfelagið. Tá
kreppan tók seg upp í 1992,
setti danska stjórnin heilt
einfalt heimastyrisskip-
anina úr gildi uttan at nerta
sjálva heimastýrislógina.
Frá 1992 til 1995 vóru Før-
oyar í veruleikanum stýrdar
beinleiðis úr statsministeri-
unum, Vit minnast eisini, at
hetta merkti danska uppí-
legging á nærum gllum
samfelagsøkjum, sum í
fleiri fórum hevði stórar av-
leiðingar. Megintreytin fyri
nýggju ríkisrættarliga skip-
anini er tí, at greið vissa má
fáast fyri, at hetta ongantíð
má endurtaka seg!
Higartil er fullveldisætl-
anin tað einasta uppskotið
um broyting av viðurskift-
unum við Danmark, ið kann
veita hesa trygd. Verður hon
sett í verk, skulu altjóða
spælireglur nýtast í viður-
skiftunum millum Føroyar
og Danmark, og tí kann
danska stjórnin ikki avtaka
skipanina á sama hátt, sum
gjørt var í 1992-95. Somu-
leiðis er kravið til onnur
uppskot um ríkisrættarligu
støduna, at tey geva eins
góða trygd fyri føroyska
samfelagið ímóti danskari
uppílegging, sum fullveld-
isætlanin gevur.
Hugleiðingar til seinast
Við hesum orðum er henda
drúgva greinargðin komin
at enda. Vit hava verið víða
um í føroyska samfelag-
num, men samstundis eru
fleiri øki, sum vit ikki hava
vidgjørt, hóast tey eisini
hava stóran týdning. Til
dømis hevur allur spurning-
urin um mentanina ligið eft-
ir, vit hava ikki nevnt spurn-
ingin um blokkstuðulin, og
viðurskiftini mótvegis ES
eru heldur ikki vidgjørd.
Felags fyri allar teir 6vid-
gjørdu spurningarnar er, at
teir bæði krevja eina tíð og
rúmd, sum ikki hevur verið
til taks í hesum umfarinum.
Tað merkir ikki, at vit ikki
meta, at hesir spurningarnir
hava týdning. Men aðalmál-
ið við greinargðini hevur
verið ein viðgerð av sam-
felagsmenningini, har dent-
ur varð lagdur á globaliser-
ingina, vinnulívsmenning-
ina og týdningin av al-
menna sektorinum.
Skuldi greinargðin ikki
gerast drúgvari enn væl er,
vóru vit noyddir at frávelja
eina ørgrynnu av gðrum
spurningum. Okkara vón
skal tó vera, at greinargðin
kann stuðla undir føroyska
samfelagskjakið, um tær av-
bjóðingar og teir møguleik-
ar, sum samfelag okkara
hevur í einum globalum
heimi. Hetta er meira neyð-
ugt nú enn nakrantíð.