Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-05, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. desember 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 232 - 5. DESEMBER 1998 bólkinum Niels — at teir eru ættaðir og uppvaksnir Undir Heygnum í Vestmanna. — Tað er fyrst og fremst tætta persónliga tilknýti okkara millum, ið hevur gjørt, at vit eisini hava funn- ið saman tónlistarliga, sigur Martin, tá vit hitta hann og Ólav. — Ja, okkara musikalski hugur fer ymsar vegir. Eg eri countrymaður burturav. — Og mær dámar fyrst og fremst vísutónleik, leggur Martin aftrat. Ja, Martin. Hvat fær teg at skriva ein sang? — Pengar! Sigur Martin og Ólavur sær hálvavegna ovfarin út. Men tað gongur skjótt upp fyri honum, at tað er skálk- urin í Martini, sum sigur hetta. Í sanginum “Pengar" ironiserar Martin ikki minst yvir júst hetta evnid: “Tað fyrsta, ið eg lærdi er, at pengar eru alt" syngur Ól- avur, og so gongur tað bara við fullari fer, og teksturin minnir teg ikki sért um danska bólkin Shu-bi-dua. — Shu-bi-dua hevur mær altíð dámt væl. Mær hevur altíð dámt at spæla við orð- unum. Ég eri tilhangari av orðaspæli. Hvussu er við fóroyska málinum? — Tað er frálíkt. Eg kenni ikki føroyska málið sum nakra forðing. Tvørturi- móti, vil eg heldur siga. Og Ólavur tær dámar best country-tónleik, har amerikanska málið er inn- feldur partur av tónleiki- num. Kortini syngja tit sum sagt á fóroyskum ? Ja, eg haldi tað liggur væl fyri at syngja á føroyskum. Tað hendir seg mær enn so, at okkurt er, sum mær ikki dámar so væl at syngja, men tá er tað sum oftast sjangr- an, ið ger tað. Fer tónleik- urin ov langt burtur frá tí, mær dámar, so kann tað vera minni inspirerandi at syngja. Hendir tað nakrantíð, at tú ikki vilt syngja onkra linju, ið Martin hevur skriv- að? — Tað hevur ikki verið so nógv hesaferð. Tað kom meira enn so fyri seg fyrr. Tá vóru vit líkasum meira stívrendir. Nú eru vit meira brýndir. Martin, nær er tå nøgdur við eina yrking? — Ongantíð. Tá eg eri lið- ugur haldi eg meg altíð síggja onkra linju, okkurt orðið, ið eg kundi havt gjørt ødrvisi og betur. Soleiðis havi eg tað bara. Men tað, tíðindablað Teir báðir Martin og Ólavur avdúka fegnir, at teir eitt bil vóru ósamdir um, hvønn leiklut Vestmenn høvdu í teirra lívi. Hjá Olavi er Vestmenn bólkurin, meðan Martin hevur hug til eisini at royna annað í eg oftast eri glaðast fyri er, um tað eydnast mær at fáa sagt tað, eg vil siga so ein- falt sum gjørligt. Tað er málið. Eg haldi sjálvur, eg onkuntíð havi hug at gerast í so svulstigur. Tað má eg ansa eftir. Undirhald Hóast Vestmenn hava ligið í útgávudvala síðani 1985, tá triðja fløgan “Kanska í dag" kom út., so hevur ikki verið púra kvirt. Martin: — Ja, vit hava spælt í dans onkuntíð. Talan er tó at kalla um tveir ymsar bólkar. Tá vit spæla til dans, so eru ikki so nógv av okkara løgum á skránni, tá spæla vit dan- sitónleik — og tey av okkara løgum, ið dansast kann til. Hvønn boðskap hava Vestmenn? — Tað er fyrst og fremst at geva fólki góðan undir- haldstónleik, at tey fáa eitt upplivilsi. Tað nýtist ikki at hanga so nógv við. Men sjálvandi gerst tú glaður, um onkur sangur stendur eftir, og verður spældur og sung- in fleiri ár aftan á, at vit góvu hann út, sigur Ólavur. tónlistarligum høpi — Eg havi tað soleiðis, at fyri meg er tað næstan stórri, tá onnur spæla løg, vit hava gjørt. Eg haldi eis- ini, vit hava tað til felags, at vit eru ggiliga melodisk orienteraðir. Tað skal vera sangbært. Eg havi heldur ongantíð mett tað sum mítt kall at skriva beinleiðis pol- itiskar tekstir, sigur Martin. Bylgjulongd Hóast kenningar frá barns- beini, so senda hesir báðir ikki altíð heilt á somu bylgj- ulongd. Men sum kenningar frá barnsbeini av virða teir fult út, hvussu ymiskir teir eru, og kortini hvussu góðir vinmenn teir altíð hava ver- ið. Teir báðir Martin og Ól- avur avdúka fegnir, at teir eitt bil vóru ósamdir um, hvgnn leiklut Vestmenn høvdu í teirra lívi. Hjá Olavi er Vestmenn bólkurin, með- an Martin hevur hug til eis- ini at royna annað í tón- listarligum høpi. Ólavur, merkir tað, at tú gjørdist harmur, tá Martin gav út sína fyrstu soloplátu? — Ja, eg má viðganga, at eg bleiv eitt sindur keddur sjaludn fyrstu ferd. Eg kendi tad, sum hann breyt tad saman- haldid, vit høvdu f Vest- monnum tå. Eg veit, at Martin sær ørdvisi upp á tað. Í dag taki eg tað ikki so tungt, men hjá mær er tað nóg mikið at verða identifi- seraður sum ein Vestmaður. — Eg skilji sjónarmiðið hjá Ólavi. Men eg eri bara ósamdur. Hjá mær er tað týðandi, at pláss til ymiskt annað uttan fyri Vestmenn eisini. Eitt eru Ólavur og Martin so ið hvussu er samdir um. Tað hevur verið deiligt og stuttligt at vera saman aftur í studio seinastu mánaðir- nar, hóast kvøldini eru bliv- in long eftir vanliga arbeids- tid. Fløgan hevur f roynd og veru verið åvegis í skjótt try ár. Men eldri tú gerst, lættari kemur okkurt í vegin fyri at realisera tónlistarligar tank- ar, tá arbeiði og familja krevja sítt. Men tað er kortini eydn- ast, og nú standa Vestmenn á gáttuni við teirra fjóðru útgávu, ið sum sagt hevur 15 fingið heitið Undir stjórnu- num. — Men hetta er ikki ein jOlafløga. Her er ongin jól- asangur á, sjálvt um hon kemur út til jóla, sigur Ólav- ur. — Men hon er frálík jóla- gáva. — Tú veist: Pengar! Leggur Martin heldur skálkasligur aftrat. Eitt eru Ólavur og Martin so ið hvussu er samdir um. Tað hevur verið deiligt og stuttligt at vera saman aftur í studio seinastu mánaðirnar, hóast kvøldini eru blivin long eftir vanliga arbeiðstíð. Fløgan hevur í roynd og veru verið ávegis í skjótt trý ár. Men eldri tú gerst, lættari kemur okkurt í vegin fyri at realisera tónlistarligar tankar, tá arbeiði og familja krevja sítt