leygardagur 5. desember 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
- Javnsteðulógin er ikki longur á okk-
ara hondum, tað er javnstødunevnd-
in, id ansar eftir, at hon verður hildin.
Men tað vísir seg alla tíðina at vera
neyðugt at peika á, at javnsteðulógin
er komin fyri at vera og at hon er
neyðug, sigur Inga Ellingsgaard.
Mynd: Alvur Haraldsen
3 eru 30 ár síðani kvinnurørsl-
útlondum av álvara tók dik
eg. Stríðið fyri javfrættindum n
b ði langt framman undan,
nen tal ru ungu NI ar
tikna árið 1968. s sm sema hol
g krave Ju broytingar - er og
I kjalarvørrnnum á kvi
ørsluni eru nógv vid urskifti.
b størri mun
k smarknaði-
nur stérvur
13 £ Øøvnur øn
alt sæd s ta
fleiri konufólk enn mannfólk á
skúlabeinki. Hóast henda stóra
framburð kunnu vit ikki siga, at
avnstøda er millum kynini - í
øllum førum ikki úr sjónarhorni
kvinnunnar. Munur er framvegis
á møguleikunum hjá kvinnum at
koma sær fram í øllum løgum í
samfelagnum, ikki løgfrødiliga,
að tryggjar javnsteðulógin,
men í veruleikanum
Fer yar vóru tað seinasta
í Vesturheiminum, sum
fingu eina javnstødulåg. Og tað
ar ikki bara sum at siga tað at
fáa hana igjøgnum í tinginum og
góðukna manna millum. Mót-
stødan var øgilig, men í 1994
varð hon samtykt við teprum
meirluta. Síðani hava røddir
javnan verið frammi um, at vit
hava ikki brúk fyri eini javn-
stødulég og víst hevur verið á,
at kvinnur hava allar teir møgu-
leikar tær vilja, bara tær gera
brúk av teimum.
Og tað er kanska ein partur av
sannleikanum.
- Kvinnur hava ilt við at
traðka fram, søgan sigur okkum,
at tær gera tað í øllum førum
ikki so glaðbeintar sum menn,
og tí er tað eisini upp til tær at
beta um støduna. Ongin ger tað
jú fyri okkum, sigur Inga Ell-
ingsgaard, forkvinna í Kvinnu-
felaga Samskipan Føroya. Hon
hevur arbeitt í postverkinum alt
sítt lív, fyrst í Danmark og síð-
ani í Føroyum sum yvirskriv-
stovuassistentur, har hon hevur
ii ndið
við lønirnar hjá starvsfólkunum í
postverkinum og við samskifti
posti viðvíkjandi við útheimin at
gera
Menna kvinnuna
Hóast tað eru kvinnurnar í henn-
ara ættarliði, sum birtu í kvinnu-
rørsluna, telist Inga ikki millum
tær garvaðu í rørsluni. Hon kom
fyrst uppí fyri ellivu árum síð-
ani, men hevur altíð havt áhuga
fyri kvinnupolitiskum sjónar-
miðum og hevur verið við til
tiltøk, ið kvinnur hava skipað
fyri
- Kvinnumál vórðu nógv við-
gjørd í mínum ungu árum í
Keypmannahavn, men ikki fyrr
enn børnini vóru frá hondini
hevði eg yvirskot til at fara virk-
in uppí og hitta aðrar kvinnur.
Kvinnurørslan í Føroyum kann
ikki rættiliga samanberast við ta
donsku. I Føroyum byrjaði hon
ikki sum stríð fyri javnrætti - tað
var ikki fyrr enn seinni. Tær
sum byrjaðu stríddust fyri ødr-
um viðurskiftum enn vit, ið eru
virkin í dag. Endamálsorðingin
er at menna kvinnuna soleiðis at
hon kann taka lut á jøvnum føti í
samfelagnum. Orðingin er ógvu-
liga breið fyri at kunna hýsa
øllum, men politiskt verður tað
kortini, tí ikki allir samfelags-
bólkar taka undir við tí, vit stríð-
ast fyri. Funnist verður at okk-
um, tá ið vit gera eitthvert, men
tað verður eisini funnist at okk-
um, tá ið vit einki gera, sígur
Inga Ellingsgaard.
Javnstgðulógin er størsta ein-
staka avrikið í nýggjari tíð hjá
kvinnurgrsluni.
- Uttan kvinnurørsluna høvdu
vit ikki fingið eina javnstødul6g.
Tað vóru kvinnur úr kvinnu-
rørsluni, ið ikki góvust á hendur,
men hildu fram hóast mótstøðu
alla staðni frá. Nú er javnstødu-
lógin ikki á okkara hondum, tað
er javnstødunevndin, ið ansar
eftir, at hon verdur hildin. Men
tað vísir seg alla tíðina at vera
neyðugt at peika á, at javnstødu-
lógin er komin fyri at vera og at
hon er neyðug. Í sendingini
„Spyr bara“ í Utvarpinum fyri
nøkrum vikum síðani hoyrdu við
prestin Jógvan Fríðriksson siga,
tidindabl
Inga Ellingsgaard, forkvinna i KFS:
Tað vóru reyðsokkarnir
10 gingu undan
- Í mínari verð er reyðsokkur ikki eitt ljótt orð, men hjá nógvum er tað eitt ókvæmisorð fyri alt tað sum er kvinnuuppbyggjandi. Kanska botnar
tað í einum ótta fyri kapping og konservatismu. Reyðsokkarnir vóru slóðbrótandi kvinnur og teimum hava vit nógv at takka. Kvinnurgrslan fer
altíð at vera neyðug. Hon er eitt slag av vakthundi. Hugsa vit okkum til, at hon doyr út, rokni eg við, at tey virði kvinnurnar hava barst fyri
fella burtur og vit skulu byrja av nýggjum við ongum royndum. Tað hevði verið ggiliga harmiligt, sigur Inga Ellingsgaard, forkvinna í
Kvinnufelaga Samskipan Føroya í viðtali í dag um tydningin kvinnurørslan hevur havt og um hvønn leiklut hon hevur í dag og í framtíðini
at okkum nýtist ikki javnstødu-
lógina, tí hann helt, at vit hava
javnstødu. Tað er ikki serliga
logiskt at siga tað og eg trúgvi
ikki, at hann hevur hugsað seg
nóg væl um. Á prædikustólinum
stendur hann og boðar kirkju-
fólkinum, at tú mást ikki stjala,
tú mást ikki dríva hor, tú mást
ikki sláa í hel og so framvegis
Við ðrum orðum veit hann, at
hetta má ikki gerast, men fyri alt
hetta hava vit eina lóg og brýtir
tú lógina verður tú revsað. Tað
er ikki nóg mikið at siga, at tú
mást ikki gera mun av kynu-
num, vit mugu hava eina lóg -
akkurát sum við teimum 10
boðunum, sigur Inga Ellings-
gaard.
Samfelagið ikki vinarligt
Kvinnurnar, sum eru virknar í
kvinnufeløgunum í Føroyum í
dag, eru ikki nógvar í tali.
- Høvdu vit verið fleiri høvdu
vit verið sterkari og harvið
kunna avrikað meiri. Tað er
umráðandi at fáa fleiri yngri
kvinnur í rørsluna, tí tað eru
nógvir átrokandi spurningar ið
liggja óloystir. Pedagogisk til-
boð til børn upp til skúlaaldur
og eldrarøkt til dømis eru stórar
uppgávur at loysa. Hetta eru
viðurskifti kvinnurgrslan kundi
arbeitt við og roynt at ávirka
politikararnar.
- Samfelagið er ikki skipað
eftir, at kona og maður kunnu
vera úti á líka føti. Tað er ikki
vinarligt mótvegis gomlum,
barnafamiljum og børnum, og
tey, ið eru ímillum, eru eisini
onkusvegna kroyst. Okkara
samfelag hugsar ikki nóg nógv
um trivnaðin hjá fólki. Kvinnu-
rørslan hevur ofta víst á slík
viðurskifti og hetta kundi verið
eitt vit arbeiddu við, sigur Inga
Ellingsgaard.
Hverjar størstu fordingarnar
eru fyri, at javnstødu natúrliga
er millum kynini kunnu vera
nógvar, sigur Inga, men hug-
burðurin er helst størsta forðing-
in.
- Tá ið fólk skulu setast í størv
til dømis er tað vanliga menn, ið
soslalurin
Nr. 232 - 5. DESEMBER 1998
- Samfelagið verður betri av, at bæði kynini mynda tað. Tá
fortreytum, sum menn hava gjørt, tað vil siga, at skipanin er lagað til menn, sum víga alt sítt lív til teirra yrki. Skulu kvinnurnar kunna taka
lut muzu tær gera tað ødrvisi og tað kann vera trupult, sigur Inga Ellingsgaard
seta størvini. Og menn síggja
bara menn. Skal ein maður seta
eitt fólk í starv dugir hann illa at
síggja, at ein kvinna er líka so
væl før fyri at rekja starvið.
Hann sær bara kynið og tí letur
hann seg stýra av. Hesi viður-
skifti verða kanska ødrvisi, tá ið
vit fáa orðað ein nýggjan al-
mennan starvsfólkapolitíkk.
Tilvitað um javnstødu
Sjálv hevur Inga Ellingsgaard
havt ein fingur við í spælinum,
tá ið hennara arbeiðspláss fekk
ein nýggjan starvsfólkapolitikk.
Eftir hennara uppskoti fatar
nýggi starvsfólkapolitikkurin
eisini um javnstødu. Í teirri
stevnuni verður sagt, at post-
verkið í tråd við javnstødul6gina
vil virka fyri, at munur ikki
verður gjørdur av kvinnu og
manni og at sama løn verður
latin fyri sama arbeiði. Eisini vil
postverkið virka fyri, at javnvåg
er millum talið á monnum og
kvinnum í leidslustørvum og á
stovninum annars treytað av at
neyðugur førleiki er til staðar.
Somuleiðis - verður sagt í
starvsfólkapolitikkinum - vil
postverkið virka fyri, at fleiri
kvinnur enn nú eru umboðaðar,
tá ið nevndir, ráð og líknandi
skulu setast.
= Viljin er góður, men veru-
leikin er, at kvinnurnar eru illa
umboðaðar í nevndum, ráðum
og í ovastu leiðsluni í postverki-
num, sigur Inga Ellingsgaard.
- Forðingin fyri javnstødu
kann eisini liggja í tær sjálvari
um tú ikki ert heilt tilvitað. Og
tilvitað um javnstødu ert tú
kanska ikki um tú ert heilt ung.
Skulu bæði maður og kona hava
møguleika fyri at gera seg gald-
andi uttanhýsis er tað umráðandi
at vera greið yvir, hvussu skyld-
urnar eru býttar innanhýsis. Ég
haldi meg síggja ein mun á býti-
num í dag í mun til fyrr. Menn
taka meiri virknir lut í skyldu-
num og uppgávunum, ið eru í
einum heimi og eini familju. Vil
konan vera heima skal hon
sjálvandi eisini hava møguleika
fyri tí, men tá eigur hon at vera
tilvitað um, hvat hon velur, tí
tað kann verða ringt at koma út
á arbeiðsmarknaðin, tá ið børn-
ini eru vaksin og flutt heimani-
frá. Kanska verður tú tá noydd
til at átaka tær eitt arbeiði, tú
ikki hevur so stóran áhuga fyri.
- Tað at vera virkin á arbeiðs-
marknaðinum er ikki bara fyri at
tjena til lívsins uppihald. Okkum
dámar at vera til arbeiðis og tað
gevur innihald. Skulu konufólk
vera við til at byggja landið upp
mugu tey eisini taka lut í tí sum
fer fram í samfelagnum. Tú
hevur onga ávirkan um tú ikki
tekur lut.
Ikki gðrvísi enn onnur
- Vit hava lyndi til at halda, at
vit hava ikki brúk fyri hesum og
hasum. Á sinni var tað eisini
sagt, at vit høvdu ikki brúk fyri
kreppumiðstgðini, einki arbeiðs-
loyvi var, tað var einki sum æt
incest i Føroyum, fá mannfólk
eru dømd fyri neydtøku hóast vit
vita, at slík brotsgerð hevur
verið framd í øldir. I Føroyum er
tad galdandi, at tosar tå ikki um
tað, so er tað ikki til. So skjótt
tað verður tikið upp er tað til.
Vit eru einki petti gðrvísi enn
onnur fólk.
- Hví fólk framvegis tvíhalda
um, at vit íkki hava brúk fyri
eini javnstødul6g veit eg ikki.
Eg havi ringt við at skilja tað, tá
ið vit samstundis síggja ójavnan
sum er. Tað hevur kanska nakað
at gera við úr hvørjum umhvørvi
ein kemur úr, har tað ikki er
loyvt at hava slíka hugsan. Kon-
ufólk eru á ein ella annan hátt
dømdar syndugar um tær tosa
um slíkt. Og vit kenna jú fesk
dómi um menn, sum standa og
banka konufólk á høvdid við
Bíbliuni í hondini. Uppgávan
hjá kirkjuni og trúarfelagsskapu-
num kann ikki vera at grund-
geva við skriftstóðum og sláa
helvtina av fólkinum í høvdid
við Halgubók. Tad styggir
kvinnurnar burtur.
- Tað verður ikki lagdur lika
stórur dentur á tað konufólk siga
sum tað mannfólk siga. Teir
hava lyndi til at gera kvinnur
ósjónligar og geva teimum
skyldina fyri líkt og ólíkt, sigur
Inga Ellingsgaard.
Niðrandi hugburður
- Tað eru ung konufólk í dag
sum halda alt standa væl til og
sum ikki eru tilvitaðar um, at
trivnaðurin í heiminum hevði
verið betri um uppgávurnar vóru
javnari býttar. Kanska er neyð-
ugt at hava nakrar lívsroyndir
áðrenn tú verður greið yvir hesi
viðurskifti. Fyrimyndin hevur
nógv at siga og tað er klárt, at
eldri ættarlið góvu gentuni og
dreinginum ymiska uppaling.
Drongurin slapp at hóvreiggja
sær sum hann vildi, meðan gent-
an skuldi vera fitt og friðalig.
Uppalingin sum ein sjálv hevur
fingið gevur ein víðari ótilvitað
til síni egnu børn, men eg vóni,
at tær flestu vita betri.
- Mítt ættarlið heldur, at ungu
kvinnurnar í dag skulu hava
somu royndirnar sum vit hava
gjørt okkum. Men royndir ger
ein sær sjálv gjøgnum lívið. Tað
tú kanst gera er at leggja tínar
royndir niður í tíni børn og tað
trúgvi eg nógvar kvinnur gera
tilvitað. Eg havi altíð sagt við
mínar døtur, at tær skulu hava
eina útbúgving, ikki hvørja tær
skulu velja, men at tær sleppa
ikki undan at læra.
- Onkusvegna verður gjøldur
gjørdur burtur úr javnstødu. Tað
er ein máti at steðga hesum,
traðka tað niður og flenna býtt at
tí. Javnstødul6gin gevur jú
manninum kapping og eingin
gevur sjálvboðin vald frá sær.
- Í mínari verð er reyðsokkur
ella reyðhosa ikki eitt ljótt orð.
Fólk vita ikki, hvat tað í grund-
ini merkir. Tað vóru nakrar
kvinnur sum kallaðu seg reyð-
sokkar. Tær provokeraðu rætti-
liga nógv og tað var neyðugt
fyri at fáa sjónarmiðini ígjógn-
um. Eg haldi tær vóru ggiliga
raskar. Tí eiga vit at takka teim-
um ístaðin fyri at gera gjøldur
burtur úr og yppa gksl at teim-
um. Tær vóru undangongu-
kvinnur. Slóðbrótandi konufólk
ella konufólk, ið ganga inn fyri
Nr. 232 - 5. DESEMBER 1998
ið kvinnur gerast leiðarar, stjórar og politikarar fara tær í størvini eftir
Mynd: Alvur Haraldsen
sjónarmiðunum hjá kvinnu-
rørsluni verða altíð kallaðar og
eydnevndar ymiskt. Hjá nógvum
er reyðsokkur eitt ókvæmisorð
fyri alt tað sum er kvinnuupp-
byggjandi. Kanska botnar tað í
einum ótta fyri kapping og kon-
servatismu, sigur Inga Ellings-
gaard.
Tann kvinnuligi vegurin
Hví konufólk meta tað vera so
út av lagi at stríðast fyri egnum
rættindum, tá ið kvinnur í søg-
uni altíð hava stríðst og barst
fyri bólkum í samfelagnum, ið
eru við sviðusoð, er undrunar-
vert.
- Samfelagið verður betri av,
at bæði kynini mynda tað. Tá ið
kvinnur gerast leiðarar, stjórar
og politikarar fara tær í størvini
eftir fortreytum, sum menn hava
gjørt, tað vil siga, at skipanin er
lagað til menn, sum víga alt sítt
lív til teirra yrki. Skulu kvinn-
urnar kunna taka lut mugu tær
gera tað ødrvisi og tað kann vera
trupult. Fundir eiga at verða
lagdir um dagin og ikki um
kveldið. tí tá kann tað vera ringt
at sameina arbeiðið við familju-
lívið.
- Um kvinnurnar sum koma í
leiðandi størv og sum gerast
politikarar skulu gera akkurát
sum menninir og ikki eru tilvit-
aðar kvinnur og royna at broyta
støduna, kann tað gera tað sama,
hvat kynið er. Kvinnur eiga at
stríðast fyri at broyta støduna til
eitt samfelag fyri øll. Arbeiðs-
marknaðurin eigur ikki at seta so
hørd krøv til fólk, at hann skal
eiga tey við húð og hár. Skulu
arbeiðsfólkini arbeiða alt døgnid
er eitthvørt galið við leiðara-
num, tí tá er arbeiðið ikki nóg
væl lagt til rættis.
- Og vit hava eisini sæð, at
kvinnur sum koma í leiðandi
størv alment siga, at tær eru ikki
reyðsokkar. Sum um tær eru
bangnar fyri fordómum ímóti
sær. Og fordómar eru ímóti
konufólki sum eru virknar í
kvinnurgrsluni. Eisini ung konu-
fólk hava fordómar. Herfyri
gjørdi ein ung kvinna undir
útbúgving samrødu við meg og
síðsta viðmerkingin hjá henni
var: „Tú forrestin, tit hata
menn!“ Tað er ein undarligur
fordómur, tí sjálvandi hata vit
ikki menn.
Kvinnurørslan verður ofta
gjørd til ein kampur ímóti monn-
um?
- Jú, men í byrjanini var tað |
neyðugt fyri at sláa ígjógnum. Í
dag taka nógvir menn undir við
kvinnurgrsluni og teimum sjón-
armiðum vit arbeiða fyri. Teir
flenna at eldri monnum, sum
koma við negativum viðmerk-
ingum. Í teirra verð hoyrir tað
ongastaðni heima.
Er leiðarin góður, hevur tað
so ikki minni týdning hvat kynið
er?
- Jú, avgjørt, men veruleikin
er, at kvinnur verða ikki nóg væl
umboðaðar á arbeiðsmarknað-
inum. Eingin skal billa mær inn,
at vit ikki eiga fleiri kvinnur,
sum eru egnaðar sum leiðarar.
Konufólk hava lyndi til at halda
seg aftur, men vit hava eisini
sæð, at kvinnur hava ikki fingið
leiðandi størv hóast tær eru betri
skikkaðar enn menninir. Fleiri
slík dómi vóru áðrenn vit fingu
javnstødulégina. Vit hava
kanska eitt sindur ringt vid at
taka av avbj6dingunum sum eru.
Tað krevur, at tú hevur húskið
við tær. Eg trúgvi ikki, at menn
spyrja seg til ráðs heima, áðrenn
teir taka av eini avbjóðing. Tað
eru eisini dømi um, sígur Inga
Ellingsgaard.
Nógvir óloystir spurningar
Draga vit eina linju frá 1968
fram til dagin í dag og inn í
næstu óld, hvør er so týdningar-
mesti leikluturin hjá kvinnu-
rørsluni?
- Kvinnurørslan fer altid at
vera neydug. Hon er eitt slag av
vakthundi. Hugsa vit okkum til,
at hon doyr út, rokni eg vid, at
tey virði kvinnurnar hava barst
fyri fella burtur og vit skulu
byrja av nýggjum við ongum
royndum. Tað hevði verið øgi-
liga harmiligt. Mítt ættarlið
hevur onkusvegna lurtað eftir
kvinnunum sum vóru franman
undan og havt áhuga fyri tí, sum
tær hava sagt frá. Ungu kvinn-
urnar í dag hava ikki hesa somu
trúnna. Kanska tí tað er ein
Prát við kvinnur
í tand $ størvum
andi vikurnar fara vit at tosa við kvinnur í leiðandi
størvum um javnstødu, um hvussu ein sameinar ar-
beidi og familjuliv, karrierumøguleikar, forðingar fyri
javnsteðu og fordómar ímóti kvinnum á arbeids-
markuadinum.
Fyrsta samrødan verdur vid Anniku W. Joensen,
stjóra á Ferðaráð Føroya
stórri dyrkan av ungdóminum i
dag enn tá ið eg var ung. Men
tað kemur teimum aftur um
brekku. Tær taka avrikini hjá
kvinnurgrsluni fyri givið og
meta tey ikki serliga høgt
- Størsta uppgávan hjá kvinn-
urgrsluni um allan heim í gldini
sum kemur verður at basa fá-
tækradømi millum kvinnur. Vit
síggja at konufólk um allan
heim bara gerast fátækari. Og
hetta verður eisini ein trupulleiki
vit fara at kenna til í Føroyum
Kvinnur, sum velja at ganga
heima, eru fyri vanbyti, tá ið tað
ræður um pensjón og verða tí
nógv verri fyri í mun til kvinnur
á arbeiðsmarknaðinum, sigur
Inga Ellingsgaard at enda í við
tali.
| SR