leygardagur 5. desember 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
og fólkið
í Føroyum
DAGFINN OLSEN
Willi Gohl er kendur i Før-
oyum. Einar 20 ferdir hevur
hann verið her og ofta hevur
hann stjórnað føroyskum
kórum. Honum dámar væl
i Føroyum. Honum dámar
fólkið og náttúruna og sam-
band hansara við Føroyar
kom eisini í lag, sum vina-
lag við føroyingar, tå hann
og konan framførdu i Før-
yum. Eisini hevur eitt nú
Havnarkórið við Olavi Há-
tún verið uttanlanda í sam-
band við samskifti við
Gohl
Hann metir, at fólki i
skandinavísku londunum
dámar væl at hoyra føroy-
ingar og at hoyra og síggja
føroyska dansin
Villi Gohl er úr sveis og
er 73 ára gamal. Í nøkur ár
undirvísti hann á einum lær-
araskúla, var síðani í 27 ár
rektari á einum tónleika-
skúla og síðani hevur hann
verið kór- og orkesturleiðari
í fríari vinnu. Mesta
virksemi hansara hevur ver-
ið í Týsklandi, men eisini
td. í Fraklandi og Luxem-
bur
r
Í vikuskiftinum
Tá hann fylti 70 år, gavst
hann við kóri sínum og nú
er tað undantak, at hann tek-
ur uppgávur á seg. Sostatt
má metast sum heppi, at før-
oyingar nú hava møguleika
hoyra Messias, við Villi
Gohl sum leiðara.
Í vikuskiftinum stjórnar
hann Messias hjá Hándel í
Norðurlandahúsinum. Hann
hevur ikki stjórnað júst hes-
um áður, men kennir tað
annars væl og kennir eisini
sera væl verkini hjá Hándel
Eisini metir hann tað vera
ein fyrimun, at verkið fyri
okkurt um 2 árum síðani
varð framført í Føroyum og
at sangararnir tí hava sungið
tað áður.
Føroysku sangararnir eru
væl fyri, metir Gohl. Hann
er vanur við at arbeiða við
sangarum, ið ikki eru yrk-
issangarar, men sum tó hava
eitt ávíst stødi. Hetta metir
hann eisini vera galdandi
fyri føroysku sangararnar,
ið hann metir sum góðar
sangarar.
At tey, ið hava tónleikin
sum yrki, leita sær uttan-
lands, metir Villi Gohl ikki
sum nakað ringt ella keðil-
igt. Tað er neyðugt hjá før-
oyingum, um teir skulu fáa
undirvísing á høgum stødi.
Eisini er gott at koma burtur
og uppliva aðrar sangarar
og onnur umhvørvi. Men
sjálvsagt skuldu hesi fólk
einaferð komið aftur til Før-
oya, heldur Gohl.
Heldur ikki er nakað ver-
uligt operahús ella sjón-
leikahús, teatur, og tess-
vegna er neyðugt at leita
sær aðrastaðir at uppliva
slíkt, heldur Gohl, sum tó
heldur sera nógv av Norð-
urlandahúsinum, har ljóm-
urin er góður og eisni metir
hann hetta at vera eitt væl
virkandi hús, hvat viðvíkur
fyriskipan og virki.
Veðrið
Veðrið í Føroyum er ser-
stakt, heldur Gohl. Einu løt-
una vakurt, fyri síðani at
vera myrkt og keðiligt.
Hann avvísir ikki, at hetta
hoyrist aftur í føroyskum
tónleiki og hjá sangarunum.
Spennandi verður at vita,
hvat Gohl fær burturúr
sangarunum
Tá tey vandu hóskveldið
viðmerkti ein troyttur Villi
Gohl eftir venjing, at enn
Villi Gohl heldur nógv av
føroysku náttúruni og
fólkinum. Hann hevur
verið einar tjúgu ferðir í
Føroyum og samband
hansara við Føroyar kom
eisini í lag, sum vinalag
við føroyingar, tá hann og
konan framførdu í Før-
oyum
vóru nakrir metrar á mál,
hóast tað fyri ókgna oyra
ljómaði vakurt.
Stuttligt at fylgja venjing-
ini eina létu og síggja,
hvussu høgt hesin maður
gekk uppí sítt starv. Tað var
sum var einki uttanum hann
í hesi løtu og einki annað í
huganum enn at fáa
tónarnar á pláss.
Og stuttligt var eisini at
síggja hvussu væl og skemt-
iligt luttakararnir høvdu tað,
tá hann við málandi keipum
greiddi frá, at nú var ikki á
rættari leið, tí nú ljóðaði,
sum gleið bilurin í kobling-
ini
Óivað eydnast honum at
skapa eina góða framførslu
í vikuskiftinum.
Sum áður nevnt var operan
tann tónlistagrein, sum í
hansara bestu manndóms-
árum lá Hándel fremst í
sinni, og á hesum øki skapti
hann fjøld av tónaverkum,
sum bóru av gllum, sum
samtíðin hevði at bjóða.
Kortini eru tað ikki hans-
ara operur, sum eftirtíðin
mest minnist G. Fr. Hándel
fyri, heldur er tað onnur
dramatisk tónlistargrein,
sum hevur tryggjað honum
sess millum teir mætastu í
ténleikasøguni: oratoriini.
Eisini her stóð vøggan á
italskari grund. Oratorium
var heitið á teim biðisalum
(>ora< hevur við bøn at
gera), har fólk komu saman
til uppbyggiligar fundir í
teirri katólsku mótreforma-
torisku tíðini.
Vit eru her stødd afturi í
16. øld, tá ið kórsangur
meira enn nakað myndaði
tónlistina.
Sangur var eisini týðandi
táttur á hesum oratoriu-møt-
um, har bíbilsk evni í mus-
ikalskari íklæðing vóru
aðalinnihaldið - ofta so at
kór sínámillum bóru fram
samrødur eitt nú millum
Gud og sálina, millum
himmal og helviti o.s.fr. Um
1600 var monodiin, ein-
songurin, komin fyri seg
sum mótspæl móti teim
tungu og fløkjasligu kór-
satsunum, har orðið mest-
sum hvørvur í einum meldri
av tónum. Í samskifti mill-
um kórsang, solosang og
instrumentalan tónleik, sum
um hetta mundið var við at
loysa seg frá tí vokala,
mentust nú javnbjóðis tær
báðar dramatisku tónlistar-
greinirnar opera og oratori-
um
Fremstur innan uppruna-
liga latínska oratoriiheimin
var italiumadurin Giacomo
Garissimi, men hann, sum
gav oratorium nyggja megi
og livilikindi í øldir fram-
eftir, var dramatikarin fram
um allar innan kirkjutón-
leikin: Georg Friedrich
Høndel.
Hándel var sålarliga, lik-
amliga og fíggjarliga heilt
niðurundirkomin, tá ið hann
í 1941 fekk íblástur til sítt
lívsins tónleikaavrek:
MESSIAS. Í bókini
»Stjørnuløtur mannaættar-
innar< (>Sternstunden der
Menschheit<) skrivar eyst-
urrikski rithøvundurin Ste-
fan Zweig hugtakandi um,
hvussu hann å søguligum
grundarlag ímyndar sær tað,
tá ið Hándel úr myrkasta
vónloysi og raktur av helj-
arsótt reis aftur til nýtt lív
og nýggja skapan. Saman
við tilvitanini um, a thonum
so at siga av deyðastrá var
unnað lív av nýggjum,
skuldi tað ikki minni vera
tann bíbliutekstur, sum
komu honum upp í hendur
frá skaldavininum Jennens,
ið lyftu hann upp til slíka
skapanarliga styrki og slík-
an listarligan eldhuga, at
mannasøgan neyvan kennir
annað slíkt dómi. Longu
fyrstu orðini >Comfort ye,
my people« - >Havið
Nr. 232 - 5. DESEMBER 1998
treysti, fólk mítt< - hugfang-
aðu viðkvæma sinnið, og
eftir bert trimum vikum
skapaði og skrivaði Hándel
hesa perlurgð av kórsatsum,
arium og instrumentalsats-
um - ikki færri enn 53 partar
- sum, um alt verður fram-
ført, taka væl út í triðja tím-
an at framføra. Håndel
hevði, sum slíkt, sínar
øvunda- og mótstøðumenn
í London, plágaður og for-
fylgdur sum hjann eisini var
av sínum nasku kreditorum.
Kanska var tað orsøkin til,
at hann leitaði til vinar sínar
í Írlandi at fáa framført hetta
sítt nýggja megnarverk.
Hvussu va rog ikki, 13. apríl
í 1942 varð frumframførsl-
an í írska høvudsstadnum
Dublin. Longu undir venj-
ing frættist um hetta glæsi-
liga verkið hjá meistaranum
Hándel, sum var í umbúna,
og bíðirgðin var stór á fram-
førsludegnum. Hugtikin
sótu fólk eisini frá fyrst til
seinast, og tá ið máttmikla
Halleluja-kórið ljómaði á
fyrsta sinni út í rúmið reist-
ust fólk í sinnisligum ovur-
rúsi. Og í øll hesi farnu
hálvttriðja hundrað árini
hevur hendan siðvenjan
hildið sær í Onglandi og
aðrarstaðir við, at fólk reis-
ast, tá ið Halleluja-kórið
verður sungið.
Ein kann spyrja seg, hvat
tað er í hesum verki, sum
soleiðis framhalgandi hug-
tekur. Uttan iva er her fyrst
at taka fram íblásturin
vegna tær serligu umstød-
urnar hjá tónaskaldinum,
hetta at hann av deyðans
gátt vaknar aftur til nýtt lív
og til áræði av nýggjum.
Annað er um sjálvan bygn-
aðin í listarverkinum at
røda. Í operuni upplivir tú
listarverkið bæði gjøgnum
eyga og oyra - leikpallur,
leikbúni og leikur mynda
her heildina saman við tí
sungna og spæla. Í kirkju-
liga oratoriinum er tað tón-
leikurin eina, sum ber frá-
søgn og innihaldi upp.
Hándel hevði her almikið
at oysa av. Hann eins og
aðrir listarligir stórmeistarar
bygdi á fortíð so væl sum á
samtíð. Men ongantíð fekk
konventiónin hald á hesum
kvæma og fjøltåttada lista-
manni. Í hansara skapanar-
verki meta tær tann ríka
norðurtýska kórpolyfoniin -
hesir máttmiklu, skiftandi
spenningsbogarnir - teir
lættaru homofonu satsirnir,
italska bel-cantoið - løgini
sum beinanvegin fanga og
fróa oyrað - og ikki minst
setti tann enska kórtraditi-
ónin tann dám á hansara
tónleik, sum vakti og hutók
tann bretska áhoyraran. Tað,
sum eisini gjørdi sítt til, at
oratoriir Hándels kundu
taka við, har sum hansara
operur máttu sleppa, var
tað, at hann í sínum kirkju-
ligu verkum skrivaði tón-
leikin ikki til latínskar ella
italskar, men til enskar
tekstir.
Eins og nevndi italski
oratoriimeistarin Carissimi
heintaði Hándel síni evni úr
gamla testamenti. Nevnast
kunnu oratoriini Esther, De-
borah, Saul, Israel in Egypt,
Samson, Judas Maccag
mong, mong onnur. Men í
MESSIAS er tað ødrvisi. nú
snýr tað seg ikki um ein-
staklingar og um, hvussu
eitt einstakt fólk verður
loyst úr neyð og trældómi.
Her er talan um alla manna-
ættina, um frelsaran sjálvan,
um boðan, føding, lív,
deyða og um uppreist á
evsta degi.
Framførslurnar eru leyg-
ardagin kl. 19.30 og sunnu-
dagin kl. 16.00 í Norður-
landahúsinum.
Ólavur Hátún
8