Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. desember 1998síða 18

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fr TEE Nr. 232 - 5. DESEMBER 1998 Prix Føroyar kann gagna Føroyum Prix Føroyar kappingin er størsta tónlistarliga tiltak í Føroyum. Sermerkt er eisini, at hetta er innan rútmiskan tónleik, ið annars ikki so ofta kemur til háborðs og ofta ikki tykist so væl etableraður, sum t.d. klassiski tónleikurin. Prix Før- oyar er tiltak, sum peningaliga nærkast milliónini og fyrireikararnir hava stórar ætlanir og vónir. FØROYAR 99 DAGFINN OLSEN Prix Føroyar kappingin hevur nú verið tvær ferðir Annað hvert ár verður skip- að fyri kappingini og nú eru fyrireikararnir farnir undir at fyriskipa kappingina 1999, sum byrjar 30. januar 1999. Vanligt hevur verið, at vinnarin sleppur eina kon- sertferð uttanlanda og so er eisini hesaferð. Vinnarin skal luttaka á stóra Norweg- ian Wood festivalinum i Oslo í juni 1999. Hyggur ein á heimasíðuna hjá Nor- wegian Wood festivalinum, so sæst, at nøvn sum Bob Dylan, Simple Minds, Anuk og Crowded House hava spælt har fyri stuttum. Fes- tivalurin verður mettur ájavnt við Roskildefestival- in. Síðani farið varð undir at skipa fyri kappingini, hevur verið kjakast um, hvert tað er gjørligt ella rætt at kapp- ast innan tónleik Fyrireikararnir meta tó, at tónleikararnir skulu meta hetta sum eitt upplivilsi, ein møguleika at koma sær fram, men sjálvsagt skal ein so veljast sum vinnari. Men harvið er ikki sagt, at hini kunnu pakka saman. Tey gerast kend og kunnu royna aftur og tað vóna fyrireik- ararnir, at tey gera. Kann gagna Føroyum FUT og Norðurlandahúsið skipa fyri kappingini, sam- an við UF og SvF. Hósdagin kunnaðu um- boð fyri húsið og FUT um komandi tiltakið Fróði Vestergaard, sam- skipari í Norðurlandahúsin- um, greiddi frá um vinning- ar og kappingarreglur. Sam- stundis kom hann inn á, at tiltakið er sera stórt og kostnaðarmikið. Hann nevndi, at tiltakið kostar um hálva millión, ella meira, umframt tað, ið útvarp og sjónvarp nýta uppá tiltakið. Í alt nærkast tiltakið helst milliónini. Fróði metti, at rætt hevdi verið av landsins myndug- leikum at stuðla eini útgávu við vinnandi bólkinum, nú nógv verður tosað um alter- nativar vinnur og at finna fleiri bein at standa á. Semja var millum fyri- reikararnar um, at Føroyar eiga gott tilfeingi í tónleik- arum og at hetta eigur at mennast. Og kappingin er liður í hesum. Nevnt var, at kanska kann arbeiðast fram ímóti, at vinnarin sleppur í víðari kapping. Hetta kundi t.d. enda við altjóða Grand Prix kappingini. Fyrireikar- arnir nevndu, at samsvar- andi, forholdsvís, so eiga føroyingar minst líka dugn- aligar tónleikarar, sum t.d fiskaseljarar. Petur Turtchaninoff, frá- farandi stjóri í Norðurlanda- húsinum nevndi í hesum sambandi, at hann hevði havt prát við Finnboga Arge, landstýrismann i vinnumálum, um hvat vinnulívið kann fáa burturúr Prix Føroyum og uttan- landaferðini við vinnaran- um. Serstakliga varð her hugsað um ferðavinnuna, ið her hevði møguleika fyri at gera vart við Føroyar. Prix Føroyar er seinasta stóra tiltak, sum fráfarandi stjórin verður við til sum stjóri fyri húsinum. Hann fer frá beint undan finaluni 10. apríl 1999. Alvara Kaj Johannesen frå FUT, og sum eisini hevur vunnið Prix Føroyar saman vid Moirae, nevndi, at tá bólk- urin var konsertferð í Finn- landi, fekst næstan ikki frið- ur fyri tíðindafólki, sum hildu tað vera áhugavert land, hesin bólkur kom frá. Stórt var eisini bilsni yvir, at Føroyar hevdi egið mál. Hann helt, at høvdu teir tá verið betri fyrireikadir, so kundu teir fingið væl meir burturúr. Hann helt, at tá ferð, uppihald og lumma- peningur verður goldin fyri ein, so eigur vinnandi bólk- urin at taka í egnan barm, at taka ferðina í álvara og fáa sum mest burturúr Umboðini frá FUT fegn aðust um, at tað nú vóru bert dómararnir, ikki áhoyrarar, ið skulu dóma kappingina Eisini hildu teir vera gott, at dentur nú í dóming verð- ur lagdur á Ld. uppbygging av skrá og dygd í útseting av løgunum Mark No Limits gestir Kaj nevndi, at kappingin hevdi givið mongum bólk- um, ikki bert vinnarum, møguleika at koma sær fram. Hann nevndi td. Kjølar og Júmen Eisini nevndi hann, at vinnaraheitið hevði við sær, at ístaðin fyri at Ld. Moirae mátti ringja runt til spæli- stødini, so bleiv hørð kapp- ing um bólkin. Bólkurin hevur nú tvær fløgur á baki, men er nú givin Vinnarin seinast, Mark No Limits, hevur heldur ikki verið virkin í seir uni, mer hosdag gjørdu fyrrreikar sur 50 verð rin, MN rest til næstu kapping. Spenn andi verður at hoyra bólkir tí tónleikararnir eru óivað mentir nógv. Eittnú er Te farin át leggja seg eftir syngja jazz Til háborðs Føroyskur rútmiskur t leikur tykist við Prix Fc oyum at vera sloppin til I borðs. Mong minnast vit prátið tey fyrstu árini, tá Norðurlandahúsið kom. Har fóru bert tey fínu, tey, ið hildu seg vera nakað. Hin fínara mentanin Alt hetta, meðan rútmiski tónleikurin hevði mist t.d Perluna, húsaðist í gamla Skipshandlinum á brygg uni í Havn og annars dansistødum og í klubbun Nú tykist alt prát um fín mentan vera horvið Føroyskur rútmiskur t leikur hevur fingið eitt í um, 10 sa iniliga er stórs ið. Sum er mennand sum gevur vinnarun luttakandi annars, mg leika at royna seg við kønari hjálp. Á pall: útgerðin er í topp, útva og sjónvarpsbylgjur senda tiltakið í hvørja s og har umráðandi er framføra dygd Nógv er broytt síðstu - 15 árini, tá Perlan og 1 ini av Skipshandlinum + karmarnir. Tá, sum I Vestergaard eisini nes eitt tað stórsta var at sk at spæla í Klubbant Havn. Prix Føroyar er bils tonn nåm g fran >“ AK, 1 5 8 i