týsdagur 8. desember 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
( %
| an Moler Jonhard Hammer
| Blaðstjóri: Dagbjørt S. Hansen
| Ak: Bertholdsen,
Val av nýggjum
landsstýrismanni
Oddagrein
FÓLKAFLOKKURIN skal í næstum til at kjósa
sær nýggjan landsstýrismann fyri John Pet-
ersen. Tað er altíð spenningur rundan um val
av nýggjum landsstýrismanni. Og tað er held-
ur einki at siga til. Tí talan er jú um ein av
teimum 8 persónunum, sum stýra úr lands-
ins hægsta stað. Slíkt val eigur tí at verða
gjørt út frá kvalitetskriterium heldur enn út
frá, hvussu nógvar atkvødur tann persónurin
É listanum til seinasta val fekk, ið ikki kom á
ting. Hóast hetta hevur verið gjørt í mongum
forum: at seta fólk í landsstýrið eftir tali av
atkvødum heldur enn eftir kvalifikatiónum, so
eiga vit - ikki minst nú vit skulu til at taka
størri ella fulla ábyrgd av okkum sjálvum - at
velja fólk í landsstýrissess, sum hava evni og
gávur og talvuna reina til at umsita so týðandi
Sess.
TAÐ ber nokk illa til her at skilja millum flokkar,
ti í flestu flokkum eru dømi um, at fólk eru
vald í landsstýrið meira út frá valtaktiskum
orsøkum enn út frá kvalifikatiónum til at kunna
leiða og stýra landinum. Nú er tað so fólka-
flokkurin, sum skal kjósa sær nýggjan lands-
stýrismann, og mong munnu hava bíðað við
spenningi, hver fór at fáa ábyrgdarstarvið at
vera fiskimálaráðharri. Hóast floksins stuðlar
í Suðuroynni halda, at teirra valdømi eigur
rættin til ein landsstýrismann, so hevur floks-
leiðslan valt heldur at velja landsstýrisfólkini
út frá ødrum kriterium. Tað ljóðar skilagott,
um vit taka undir við, at landsstýrismenn eiga
ikki fyrst og fremst at verða valdir eftir, hvat
tænir flokkinum í einum åvisum valdømi. Men
tá flokkurin so velur at grundgeva valið av
Jergen Niclassen til landsstýrismann við at
vísa til, at flokkurin helst sær, at ein av ting-
manningini verður valdur í henda sess, so
varð hetta ikki galdandi, tá Finnbogi Arge fór
út í Tinganes. Hann var ikki partur av ting-
manningini, men varð kortini valdur. So her
haltar eitt sindur við logikkinum ella taktikk-
inum.
VIT skulu ikki her gera av, antin JN kann blíva
ein góður landsstýrismaður ella ikki. Men tað
er tó rætt at minna á nakað av tí, ið hevur
verið frammi um Jørgen Niclassen. Bæði í
blødum og í sjónvarpi, og nú herfyri í Sos-
jialinum, verður spurnartekin sett við trúvirði
ella reinføri hjá sama persóni. Er einki hald í
hesum „skuidsetingum“- gitingum - eigur
flokkurin ella tingmaðurin at vísa hesum aftur.
Tað ger so formaðurin í tingbåikinum í blaðn-
um i dag. Nú JN skal til at rekja landsins
mest týðandi sess, og hann seinni skal hava
samráðingar við bæði Noreg og Rusland,
kundi hóskandi verið mint á, hvat sami per-
sónur, tå fyrst og fremst sum vinnulívsmaður
fyritók sær. Var hann ikki nettup ein av teimum
fyrstu til at gera ímóti boðunum frá táverandi
fiskimálaráðharra um ikki at keypa fisk frå
sokallaðu „Smogutrolarunum“, tí hetta kundi
skaða okkara áhugamál í norskum og russisk-
um sjógvi? Og sum tað eisini gjørdi seinni. |
dag síggja vit, at skip, sum veiddu í Smoguni,
eru svartalistað. Hvussu væl egnaður er ein
persónur til fiskimálaráðharra, um so er, at
hann hevur tikið persónlig áhugamál fram um
landspolitisk. Og um nettup avgerðin at keypa
fisk frá Smogutrolarum veruliga hevur skatt
føroysk åh mål!
yr = Sosialurin
as a nO50n
Dagfinn Olsen
John Johannessen
ítróttarskrivari:
Emil t. Jacobsen
Postadr: Postsmøga 76,
110 Tórshavn
Telefax. 314720
e-mail:
postæsosialurin. fo
Måltrupulleikar i Evropasamveldinum
Tvørtj6da vidgongdur
flokkur i Evropasamveldin-
um, sum m.a. Emma Bo-
nino umboðar, hevur sett
fram eina samtykt til
Evropatingið, har ið m.a.
dentur verður lagður á
— at tolking og týðing fer
við 33% av tingsins fíggj-
arætlan.
— at tå ið Kýpros, Malta,
Kekkia, Pólland og Ungarn
eru komin upp í Evropa-
samveldið, fara almennu
málini at økjast úr 11 upp í
15, men talið á málsligum
tolkingarsamansetingum
økist úr 110 upp í 210.
— at koma Slovenia, Est-
land, Lettland og Litava
uppí, gkist talið á almenn-
um málum úr 15 upp í 19;
tolkingarsamansetingarnar
verða tá 342.
— og koma so eisini Slovak-
ia, Rumenia, Bulgaria, Al-
bania, Kroatia, Serbia og
Bosnia uppí, verða 25 al-
menn mál og tolkingarsam-
ansetingarnar 600.
— at henda stigvísa málsliga
gking ikki einans verður at
åvirka fíggjarætlanina, men
fer eisini upp um markið
fyri virkisførinum hjá teirri
tolkingarskipan, ið er.
— at við 11 almennum mål-
um kann eitt brúmál (mill-
umál) í tolkingar- og týð-
ingarskipanini minka talið
á málsligu samansetingun-
um úr teimum 110, sum nú
eru, niður í 10, og við 25
almennum málum úr 600
niður í 24.
Víst verður á
— at við sínum meir enn 100
árum á baki hevur málið
esperanto roynst sum ein
einfaldur og virkin miðil til
millumtjóða samskifti á
jøvnum føti.
— at samanborid vid etnisk
mål, tey kalla, er esperanto
einki kappingarmål, men
varðveitir og verjir sostatt
eitt og hvørt av teimum
málunum, ið eru.
— at við trý ymisk høvi, í
1954, 1985 og 1993, hevur
UNESCO alment stuðlað
millumtjóðamálið, espe-
ranto, sum miðil fyri friði
og javnstødu.
— at tað fyrireikandi virðið,
ið esperanto hevur, til at
læra onnur mál er váttað við
rættiliga mongum kanning-
um og fróðskaparligum
rannsóknum, eitt nú av
italska undirvísingarmála-
ráðnum (memo nr. 126,
apríl 1995).
Mælt verður til
— at nevndin setur í verk
eina royndarætlan, har ið øll
lond í samveldinum fremja
undirvísing í fremmanda-
málum við lestri í
esperanto.
Jeffrei Henriksen
— at nevndin setur í verk
lestur í einum gjørdum miåli
sum esperanto sum gðrum
ella triðja máli, har ið undir-
víst verður í landsparta- ella
minnilutamáli sum fyrsta
máli og tjóðar- ella almenn-
um máli sum ødrum máli, í
øllum grundskúlum og mið-
námsskúlum í Europasam-
veldinum.
— at aðalskrivstovan setur í
verk eina kanning av hent-
leikanum, búskapar- og
fíggjarligu táttunum við at
seta eitt gjørt mål sum
esperanto sum brúmál og
løgligt tilvísingarmál í tolk-
ingar- og týðingarskipanini,
serliga at royndarnýta espe-
ranto sum brúmál til týðing-
ar.
— at nevndarforsetin letur
hesa samtykt til rådsforset-
an, umbodsforsetan, leidar-
arnar og undirvisingarmåla-
ráðharrarnar í limalandanna
tingum.
Jeffrei Henriksen
hevur stytt og týtt
úr Esperanto-nyt 2/1998
Uppískoyti. Ikki bert til
møguligar tingingar við
Evropasamveldið í framtíð-
ini, men longu sum er til
millumtjóða samskifti, per-
sónligt ella handilsligt, er
esperanto ein hentur miðil,
greitt og lættari at læra enn
onnur fremmandamál. Mál-
ið verður lisið mangastaðni
í heiminum á skeiðum, mið-
námsskúlum eins og fróð-
skaparsetrum. Karlskoga
Folkhøgskola (Box 192,
SE-691 24 Karlskoga - Telf.
+4658664600 - fax
+4658664622) hevur um-
framt aðrar greinar eisini
eina serliga esperantolinju,
har ið tað ber til at læra
málið og nýta tað í verki.
Annars skal ikki so øgiligt
áræði til sjálvur at lesa sær
tað til í føroysku Esperanto-
bókini, sum um Bókamið-
søluna fæst í bókahandlun-
um.
JH
Enn ein lygugrein um Kuba
Arnbjørn R. Thomsen
Í Dimmalætting nr. 229 frá
3. des. í ár er á baksíðuni
aftur ein av hesum eyð-
kendu slímutu lygugreinun-
um um Kuba, uttan keldu
og undirskrift sjálvandi.
Yvirskriftin er sensatións-
kend: >Sleppa nú at halda
jól á Kuba<. Tann gløggi
lesarin fatar skjótt, at hand-
an hesa yvirskrift fjalir seg
ein ætlan um, at fáa lesaran
at halda, at kubanar mest
sum liva í leinkjum í einum
sosialistiskum terrorstýri.
Nú er tað tíbetur so, at
einir hundrað føroyingar
hava vitjað hetta >ræðu-
stýri< seinnu árini, tey flestu
fyri at gera sjálvboðið ar-
beiði fyri kollveltingina.
Tey hava fingið eyguni upp
fyri, at greinir av hesum
slag eru lygn úr enda í ann-
an.
Kuba er helst einasta
veruliga demokrati í heim-
inum. Fólkið hevur alt vald
í landinum, og ikki kapital-
urin, sum eitt nú her í Før-
oyum. Fidel Castro forseti
er eingin einaræðisharri.
Hann er valdur av kongress-
ini, sum telur 522 limir, og
sum hevur navnið Poder
Popular (Fólkavald). Hann
var seinast valdur fyri eitt
S-ára skeið eftir kongress-
valið í oktober 1997.
Kubanar hava øll árini
síðan kollveltingina kunnað
hildið jól so galið teimum
lystir, men jóladagur gjørd-
ist ikki almennur frídagur
fyrr enn í fjør. Til kunning-
ar er vert at nevna, at við
donsku sáttmálasamráðing-
ar í vár vórðu jólaaftan, 1.
og 2. jóladagur tiknir við
sum sáttmálabundnir frí-
dagar. Tað vóru teir ikki
áður!
Kubanar hava fleiri aðrar
almennar fríðagar, sum vit
ikki hava, teirra millum 1.
mai, altjóðaarbeiðaradagin.
So langt eru vit ikki komin
enn í virðing av arbeiðandi
fólkinum.
Vert er at n:vna, at eftir
kollveltingarsigurin í 1959
hevur verið fullkomið trúar-
frælsi. Ikki ein einasta
kirkja er afturlatin. Allar
samkomur passa seg sjálv-
ar, eins og t.d. í USA.
Vit mæla Dimmalætting
til at halda uppat við slík-
um lygnum, sum í gllum
fórum ikki hoyra einum
kristnum fólki til.
Undiryvirskriftin undir
blaðhgvdi >Dimmalætting-
ar<, — álítandi tíðindi —
hóskar so í øllum fórum ikki
altíð. Vit eru mong, sum í
hesum tíðum, nú jólini
stunda til, halda tað vera
bæði syrgiligt og primitivt,
at størsta blaðið í landinum
soleiðis skal lúgva fyri Før-
oya fólki.
Felagið Føroyar-Kuba,
Arnbjørn R. Thomsen,
form.
Kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara
Brynjálvur Poulsen
ættaður úr og búsitandi í Havn
andaðist í heiminum 6. desember 67 ára gamal.
Jarðarferðin verður lýst seinni.
Familjunnar vegna
Kala