Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 233 — 8. DESEMBER 1998 DAGNY JOENSEN JENS KR. VANG Nú er veruligt útlit fyri, at kærunevndinar fara at virka betur. 1. juli í år fór Føroya Kærustovnur til verka, og hóast nógv liggur á láni av tí at kærunevndirnar ikki hava virkað so væl higartil, so skuldi tað verið gjørligt at fáa tey gomlu kærumál- ini, sum eru trý-fýra ára gomul frá hondini næsta ár. Føroya Kærustovnur er í innihaldi fýra nevndir, sum hava til húsa undir somu lon, í bygninginum hjá Valdemar Liitzen á Skála- trød, har Maskinskúlin áður hevði til húsa. Í Kærustovninum eru fýra kærunevndir. Tað er lands- skatta kærunevndin, mvg- nevndin, toll nevndin og kærunevndin í almannamál- um. Tommy Petersen er stjóri á Kærustovninum. Hann er útbúgvin sosial- ráðgevi og løgfrødingur, og hevur arbeitt á nærum øll- um gkjum innan almennu umsitingini, eitt nú sum stjóri á Almannastovuni og sum løgfrødiligur ráðgevi á ymsum deildum í Tinga- nesi. Arbeiða sambært lóg um almenna Beit Kærunevndirnar hava virk- að leingi, men tær hava ikki havt fast skrivstovufólk. Tí hava tær bert havt hjálp uttanífrá til mest neyðugu viðgerðina. — Tað hevur higatil ikki verið møguligt at tryggja borgarunum ta tænastu, sum lógin um almenna fyrisiting ásetur, sigur Tommy Peter- sen. — Hetta er broytt, tí nú er møguligt hjá okkum at við- gerða allar kærur, sambært lóg um fyrisiting, og tað tryggjar borgarunum, sum hava eitthvørt mál at kæra um, rætt til at verða hoyrd, sigur Tommy Petersen. Spurdur, hvussu long bíð- itíðin frameftir verður, sig- ur skrivstovustjórin, at nú hevur stovnurin møguleika at yvirhalda tær freistir, sum stovnar av sama slag hava í grannalondunum. — Trupulleikin er bert, at tað nyttar lítið at tosa um kærutíð, um vit ikki fáa til- far frá teimum stovnum, sum kært verður um. Vit hava ikki loyvi at viðgera eina kæru áðrenn vit hava ummælini frá stovunum, sigur Tommy Petersen. Hann sigur, at stovnurin tíverri hevur hópin av kæru- málum liggjandi frá 1994 - 97. Nú verður farið undir at rudda upp í hesum kæru- málum, og tá hetta arbeiðið er liðugt, verður bíðitíðin bert tveir - tríggjar mánaðir í sosialummålum, meðan skattamál taka longri tíð at avgreiða, sigur Tommy Pet- ersen. Øll kærumál skrásett á einum stað Við nýggja kærustovninum eru eisini aðrar åbøtur. Eitt nú verða øll kærumál nú skrásett á einum stað. — Vit fylgja atjóða reglur á gkinum, men tað tekur tíð tíðindablaðið S082VN Føroya Kærustovnur farin til verka: Tey umboða Nú kæruneyndirnar hava fingið felags skrivstovu, verður rættiliga farið til verka at rudda upp í teimum mongu kærumálinum, ið hava ligið alt ov leingi á láni. Um eitt hálvt ár ella so, verður møguligt at fáa eitt kærumál avgreitt tveir ella tríggjar mánaðir eftir at hon er latin inn . Tað er sama bíðitíð, sum í grannalondunum, sigur Tommy Petersen, skrivstovustjóri at fáa skipað. Vónandi verð- ur arbeiðsgongdin skjótari, tá tey elstu málini eru fing- in frá hondini, sigur Tommy Petersen. Kærustovnurin er polit- iskt og fyrisitingarligta 6- heftur, og skal bert halda seg til lógina um fyrisiting. Tað merkir, at eingin myndugleiki, almennur ella politisktur, kann áleggja kærunevndunum, hvat tær skulu gera. Seinasti útvegur — Tad er eisini umráðandi, tí vit eru seinasti útvegur hjá borgarunum í umsitingi. Bert dómstólurin er hægri enn kærunevndirnar, sigur Tommy Petersen. Allir borgarar, sum hava eitthvørt mål at kæra, kunnu ókeypis venda sær til stovn- in, og fáa málið vidgjørt har. Á fíggjarlógini fyri 1999 eru åsettar 2,1 mió. krónur til Kærustovnin. Nú verður so nógv tosað um ovurstórar umsitingar- ligar stovnar í samband við bygnaðarbroytingarnar. — Er hugsandi at hesin stovnur eisini fer at bólgna upp sum frålidur? — Nei, tað hugsi eg ikki. Í fyrstu syftu eru bert tær fýra kærunevndinar her, men løgmansskrivstovan hevur júst sett arbeiðsbólk, sum skal lata álit til aðalstjórar- nar, har vit skulu kanna lóg- gávuna á økinum, og hvussu skipanin skal vera frameftir, sigur Tommy Pet- ersen, sum er fomaður í ar- beiðsbólkinum. Eingin vandi fyri at stovnurin — Hetta verður ongantíð ein stórur stovnur, men um vit fáa fleiri uppgávur, mugu starvsfólk og peningur fylgja við. Kortini vil eg meta, vit ongantíð verða meir enn 10 starvsfólk, sig- ur Tommy Petersen. Hann heldur, at hóast før- oyingar klaga hvørki meir ella minni enn borgarar í hinum Norðurlondum, so hava vit lyndi til at vera 6- neyðuga tolin. — Eg vónir at borgarnir fáa eina góða viðgerð frá okkum, innan eitt rúimiligt tíðarskeið, sigur Tommy Petersen. rættartrygdina Kærustovnur Føroya er ikki risastórur stovnur Bert fýra fólk arbeiða har, og tey hava við skattamál, almannamál, mgv-mál og tollmál at gera. Vinstrumegin síggjast: Hanna Joensen, fulltrúi, Gurið Joensen, løgfrødingur og fulltrúi, Peturbjørg Jensen, deildarleiðari og Tommy Petersen, skrivstovustjóri Telebúðin við teimum røttu merkjunum * GSM FARTELEFONIR -Philips, Ericsson og Motorola úr kr. 1.125.- * HOVUÐTELEFONIR -til tey sum krevja dygd + TELEFONSVARARAR -og serligar telefonsvariskipanir e VEKSLARAR -og serligar telefonsvariskipanir e TRÁÐLEYSAR TELEFONIR -eisini til tey sum hava serligan tørv <DSRO WT 950 Selubúðin er opin seinnapartar kl. 13.00-17.00, ella eftir avtalu á tlf. 314567 Fa. EYDUN EGHOLM TELEÚTGERÐ, TÆNASTA OG LOYSNIR Fjalsgøta 13 - Tlf. 314567 - Fax 319670