týsdagur 8. desember 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20,- teldupast til ítróttin: emil 2 sosialurin.fo
Nr. 233 — 8. DESEMBER 1998
Feløgini vilja helst hava
dupultkapping hjá kvinnunum
Fótbóltur: Fótbóltssambandið var eitt sindur vónsvikið av vánaligu
uppmøtingini til fundin við feløgini um kvinnufótbólt. Men nógv
áhugavert kom kortini fram í B36-húsinum leygardagin
EMiL L. JACOBSEN
Leygardagin hevði Fótbóltssam-
bandið fund við felggini um
kvinnufótbólt. Fundurin er ætlað-
ur sum eitt forum, har felggini
kunnu siga sína hugsan, men um
nakrar broytingar skulu gerast í
lógunum, má tað gerast á aðal-
fundinum. Fundurin við felggini
hevur ikki heimildir til nakrar lóg-
arbroytingar — hann er bert ætlað-
í blaðnum í dag:
Kyndil og VÍF
vunnu hjá
bæði kvinnum
og monnum
ur til at lodda dýpið úti í feløg-
unum undir FSF.
Bert sjey feløg høvdu gjørt sær
tann ómak at luttaka á fundinum,
og tað var eitt lítið vónbrot fyri
FSF. Men fundurin, sum vardi
13
r
|
Í
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
www.sosialurin.fo
j
OGRE GA
Fótbóltssambandið hevði leygardagin fund vid feløgini um
kvinnufótbólt. Bert sjey feløg møttu á fundinum, og tað má
sigast at vera í minna lagi. Men tey, sum vóru við, fingu nógv
burtur úr kortini
góðar tríggjar tímar, var kortini
áhugaverður, og fleiri mál vórðu
umrødd
Tad kom millum annad fram å
fundinum, at feløgini ynskja kapp-
ingina í |. deild skipaða sum eina
dupultkapping, so hon verður
longri. Í ár spældu liðini, sum vóru
sjey í tali, tólv landskappingar-
dystir í part. Í 1999 verða bert seks
lið í deildini, og tá eru tíggju dystir
ov lítið, og tí vilja feløgini fegin
hava eina dupultkapping, sum so-
statt gevur 20 dystir.
Breið semja var um hetta mill-
um tey fáu feløgini, sum vóru møtt
upp — ikki øll feløgini, sum hava
lið í 1. deild hjá kvinnum, vóru
umboðað á fundinum.
Við tað at tað við uppskotinum
um dupultkapping verða fleiri
dystir í landskappingini, varð eis-
ini skotið upp at broyta steypa-
kappingina, so hon frá næsta ár
verður spæld eftir cup-skipanini
frá byrjan til enda.
Trupulleikin sum var í ár við
teimum mongu úrmeldingunum í
2. deild var eisini uppi og vendi.
Eitt annað av málunum var
dómaraspurningurin, sum er trup-
ul. Oftani er hetta ov óÓserigst í
kvinnudeildini, og tað krevur bata.
Uppskot var eisini um at skipa
fyri eini 2-3 vikuskiftiskappingum
fyri >Old Girls<, og hetta tóku
flestu feløgini á fundinum undir
við.
Eisini vóru røddir frammi um
at skipa yngru gentudeildirnar í
eina meistaradeild og aðrar deildir.
Uppskot um U21-landslid
Kvinnulandsliðsarbeiðið hjá FSF
hevur í seinastuni vakt undran hjá
mongum, tí vit har hava eitt U18-
I uppskot frammi
um at gera e landslið, sc
fleiri av teimu
i på
m frægastu spælar-
unum, sum eru omanfyri 18 år
eisini hava eitt landslidsplåss at
spæla fyri umframt heimligu
lands- og steypakappingina
Eitt A-landslið hjá kvinnunum
kemur ikki upp á tal, og tað vit
feløgini eisini. Til tað eru peng-
arnir hjá Fótbóltssambandinum
stutt og greitt ov smáir. Og har-
afturat eru tað ikki nógvir veruliga
royndir spælarar í Føroyum til at
manna eitt landslið, heldur FSF
Ein annar møguleiki, sum FSF
eisini nevndi á fundinum, er ætl
anin saman við hinum norður-
londunum um eina kapping fyri
feløg, har Føroyar so kunnu senda
sítt meistaralið og styrkja tað við
spælarum úr ødrum feløgum, so
vit kortini fáa eitt slag av landsliði
hjá kvinnunum.
Sum sagt var undirtøkan fyri
fundinum ikki so góð millum fel-
øgini, sum ein kundi vónað og
kanska eisini roknað við. Sjey fel-
ég vóru á fundinum, og ikki øll 1
deildarfeløgini vóru við. Hetta er
eitt sindur hugstoytandi og ein lítil
ábending um, at ikki øll feløgini
taka kvinnufótbóltin í nóg stórum
álvara enn, hóast hann hevur verið
skipaður undir FSF í skjótt fimtan
ár. Og tað er spell.
Fótbóltssambandið skal hava
ein fund afturat við felggini. Hann
er settur at vera eina ferð í januar
ella februar og skal snúgva seg
um ungdómsfótbóltin.
Sum føroyameistari kann B36, styrkt vid spælarum úr ødrum feløgum, næsta ár luttaka í eini
norðurlendskari kapping fyri meistaralið, men hinvegin verður kappingin neyvan veruleiki fyrr
enn í fyrsta lagi í ár 2000