Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 1998síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 tíðindablaðið S0Slalui Nr. 233 - 8. DESEMBER 1998 Edmund Joensen, form. sambandsfloksins stúrir: Hetta er ósunt fyri fólkaræðið: Vit hava ongan møguleika at fylgja við í arbeiðnum hjá á Høgna Hoydal — Ein eykajáttan uppá seks milliónir. Eitt lið uppá yvir 40 serfrød-ingar. Eina heila almenna umsiting uppá uppá hundraðtals fólk. Alt hetta apparatið hevur Høgni Hoydal fingið til taks at hjálpa sær við fullveld- isætlanini. Men andstødan fær bara iveir nevndarlimir og ikki eina krónu at fylgja við arbeiðnum AK! BERTHOLDSEN Hetta er ikki serliga sunt fyri fólkaræðið. Tí her er púra ongin javnvåg í møgu- leikanunum hjá samgong- uni og andsteðuni at viðgera hetta stórmál „Edmund Joensen, for- 120ur sambandsfloksins, er gvuliga ótryggur við mannagongdina, sum sam- an hevur stungið út í kortið í fullveldismálinum Hann sigur, at samgongan fær allar hugsandi møgu- leikar at fyrireika seg so væl sum hon nå einefeð kann Hinvegin fær andstødan ngan livandi møguleika at gera sítt arbeiðið so væl, sum vit vildu, og at fylgja við gongdini í fullveldis- ætlanini og sostatt at geva samgonguni so gott mót- spæl, sum hon kundi ynskt sær- og sum fólkaræðið krevur Edmund Joensen vísir á, at landsstýrismaðurin í full- veldismálum setti í farnu viku ein sáttmálabólk og ein búskaparbólk at fyrireika veldið læstum skal elsini ein garneynd setast — Og harafturat er ein amsKipal narnevnd set , sum — Men somuleiðis nevur ismadurin í full- veldismålum alla almennu umsitingina, sum telur fleiri hundrað fólk, til taks við øllum teimum milliónum, sum henni er játtað --Men harafturat hevur landsstýrismaðurin eisini fingið eina eykajáttan uppá seks milliónir til fulveldis- ætlanini. — Sostatt er tað eitt øgiligt apparat, sum er sett ígongd fyri at fremja fullveldisætl- anina hjá samgonguni. Edmund Joensen vísir á, at afturímóti øllum hesum pengunum og øllum hesum fólkunum, fáa teir báðir andstøduflokkarnir bara tveir nevndarlimir í grund- légarnevndina. Tá roknar hann ikki Mið- flokkin upp í andstøduna, tí Jenis av Rana, hevur boðað frá, at hann tekur undir við samgonguni í hesum máli. Samstundis vísir formað- ur sambandsfloksins á, at andstødan hevur heldur onga umsiting og ongan pening at fyrireika seg til viðgerðina av fullveldismál- inum. — Hetta er ein so stórur ójavni, at tað er ikki serliga fremjandi fyri fólkaræði, heldur hann. Skal skundast ígjegn- um Edmund Joensen sigur, at tær sær út til, at landsstýrið ætlar at skunda fullveldis- málið igjøgnum, og at fáa tað samtykt, uttan at nakar fær veruliga tíð at umráða seg, tí longu í summar, skal arbeiðið verða liðugt. — Men tað ringasta er, at alt hetta velduga apparatið verður sett í verk, uttan at Føroya Fólk er spurt, hvat tey halda. Hann sigur, at skulu broytingar gerast, hevði tað mest náttúrliga verið at ar- beitt í øvugtari raðfylgju enn teirri, sum samgongan hevur koyrt av bakkastokki — Tað mest náttúrliga hevði verið fyrst at kanna fyrimuni ir og vansar við heimastýrislógini og við ødrum skipanum --Og síðani høvdu vit funnið tað skipanina, sum tænti Føroya Fólki best, og sett hana í verk. Edmund Joensen sigur, at í arbeiðnum, sum nú verður gjørt, er úrslitið longu greitt frammanundan: — Vit skulu hava fullveld- ið, og onki annað. Hann heldur, at tað tí tyk- ist púra meiningsleyst at brúka so nógva tíð, so nógv- ar umsitingarligar kreftir, og so nógvan pening uppá eitt kanningararbeiði, har úrslit- ið er greitt og skrivað frammanundan. Formaður sambands- floksins sigur, at tað eru av- = P $ 4 H Í : --Tað er stórur vandi fyrk, at vit koma at liggja i stjórnarloysi teir næstu mánaðirnar, heldur Edmund Joensen, formaður sambandsfloskins. gjørt alternativ til fullveld- isætlanina. — Undir teirri skipanini, sum er, hava vit bygt upp eitt veruligt vælferdarsam- felag, sum vit kunnu vera stolt av. --Men tað er hendan væi- ferðin, sum nú skal takast frá fólki. — Samstundis verður Før- oyski skattaborgarin noyddur at betala eini heili umsiting at fyrireika full- veldið. — Og tað er uttan at fólk vita, hvat tey tá fáa, og hverjar avleiðingar tað fær, tí ongar kanningar eru gjørdar av skipanini sum er og av gðrum skipanum. Men er tað nettupp ikki talan um at lata fólk sleppa at siga sína hugsan á fólka- atkvóðum ? --Jú, men tað er ikki fyrr- enn aftaná, tá ið alt arbeiðið og allur peningurin er brúkt- ur. Og tá er seint at spyrja fólkið. — Serliga tá ið tað longu er avgjørt, at tað skal vera fullveldið, og onki annað. Tað, hann sipar til, er, at landsstýrismaðurin í sjálv- stýrismaðurin hevur longu fingið heimild at samráðast við donsku stjórnina um fullveldið. — Og nú eru, og verða, fleiri nevndir settar. — Og somuleiðis hevur landsstýrismaðurin fingið heimild at brúk alla umsit- ingina. --Sostatt hevur hann fingið ein blanko-kekk frá tinginum til at fyrireika tað fullkomna fullveldið. — Men fellur uppskotið á fólkaatkvgðuni, = kemur samgongan í tað eyðmýkj- andi stødu, at hon noyðist til danir at greiða teimum frá, at hon meinti onki við alt fullveldistosið. So skal alt arbeiðið gerast av nýggjum. — Tá mátti tað verið rími- ligari at lagt málið fyri fólkið fyrst, heldur tann fyrrverandi løgmadurin. Landið lagt lamið Men Edmund Joensen sig- ur, at hann sær eisini ein annan vanda í strembanini hjá samgonguni eftir full- veldinum. — Hóast teir ymsu ar- beiðsbólkarnir og tær ymsu nevndinrar hava fingið ein ovurhonds stóran arbeiðs- setning, skal arbeiðið longu verða liðugt í summar. — Tað sigur mær so mikið, sum tað, at hetta verður høvudsuppgåvan hjá allari umsitingini tad næsta hålva árið, ella gott tað. --Men harafturat hevur umsitingin eisini aðrar stór- ar uppgávur. — Ma. er hon í ferð við at verða løgd um í sambandi við krgvini í stýrisskipanar- lógini. — Somuleiðis hevur hon fingið boð um at rational- isetad og spara. — Sostatt hevur umsiting- ini fingið tríggjar stórar uppgåvur ísenn, harav full- veldisætlanin er raðfest ovast á listanum. — Og tað sigur mær aftur so mikið, at tað verður lítil orka eftir til alt tað vanliga, dagliga, umsitingarliga ar- beiði. — Tí er eisini stórur vandi fyri, at landið kemur at kalla at liggja í umsitingarloysi, teir næstu mánaðirnar. — Og tað er ógvuliga 6- heppið í sjálvum sær, sigur Edmund Joensen.