týsdagur 8. desember 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 233 — 8. DESEMBER 1998 tíðindablaðið S0SÍ2/ul
Lisbeth L. Petersen, tingkvinna: Finnur Helmsdal,
Djupir tankar
liggja aftanfyri
- Hvór smálutur er væl hugsaður ígjógnum, men sum havnarfólk havi eg ilt
við at venja meg við tann partin í uppskotinum, sum kemur at standa har
verandi tinghús eru nú. Og tað hevur sjálvandi nakað at gera við kenslur,
sigur Lisbeth L. Petersen, tingkvinna, í viðmerking til uppskotið til nýggja
tinghúsið, sum nú ber til at skoða sum modell.
F riggjdagin í farnu viku fingu tingfólk og fjólmiðlar høvi at síggja modellið av uppskotinum, ið vann arktitektakappingina
um eini nýggj tinghús. Heidi Poulsen, sum hevur gjórt uppskotið saman við Karl Jákupi Danielsen, byggifróðingi,
greiddi frá, hvat liggur til grund fyri uppskotinum. Í næstum verður høvi at síggja modellið í sýnisglugganum í
Mynd: Jens Kr. Vang.
Kunningarstovuni í Havn.
TuRIÐ KJøLBRO
Sum fyrrverandi býráðsfor-
maður í Havn hevur Lisbeth
L. Petersen arbeitt í hjart-
anum í miðbýnum. Tað ger
hon fyri so vítt enn sum bý-
ráðslimur og tinglimur.
Men tað er fyrst og fremst
sum havnarfólk, at hon hev-
ur ilt vid at slåa seg til tols
vid, at gomlu tinghúsini
skulu burtur - sum tað
vinnandi uppskotið til nýggj
tinghús leggur upp til.
- Mær dámar sera væl
uppskotið, tað er flott og
øgiliga væl gjøgnumhugs-
að, men tað er sum havnar-
fólk at eg havi. ilt við at
venja meg við tann partin í
uppskotinum, sum kemur at
standa har verandi tinghús
eru nú. Og tað hevur sjálv-
andi nakað at gera við
kenslur, sigur Lisbeth L.
Petersen.
Hon heldur, at frægasta
loysnin hevði verið, at tikið
bygningin hjá Telefonverk-
inum í brúk, innrættað hann
sum arbeiðshgli hjá ting-
fólki og so tikið alt úr ver-
andi tinghúsi og gjørt tað
til ein sal.
- Vit kunna øll verða
samd um, at verandi tinghús
ikki eru nøktandi og tí eigur
eitthvert at verða gjørt, sig-
ur Lisbeth L. Petersen.
- Tey, sum hava gjørt
vinnandi uppskotið til ting-
húsið, hava gjørt eitt stórt
arbeiði og tað er alla æru
vert. Har liggja djúpir tank-
ar aftanfyri og hvør små-
lutur er væl hugsaður igjøg-
num.
Um tað er rætt at brúka
meiri enn hálvt hundrað
milliónir krónur uppá eini
nýggj tinghús í hesum tíð-
um, sigur Lisbeth L. Peter-
sen.
- Tað er ein viðbrekin
spurningur at tosa um eina
so stóra bygging og sam-
stundis at seta tingmanna-
lønirnar upp, tá ið øll skulu
spara. Men tað er heilt
greitt, at eitthvørt má gerast,
sum bøtir um arbeiðsum-
stødurnar hjá tingfólki.
Kostnaðarmetingin er bara
leysliga mett og royndir
siga okkum, at tað er trupult
at byggja á einum staði sum
miðbýnum í Havn.
A
- Uppskotið eigur nógv rós og er alla æru vert, sigur
Lisbeth L. Petersen, sum skoðar modellið til nýggja ting-
húsið. Mynd: Jens Kr. Vang.
tinglimur:
Tingfolk
uppiborið
betri
arbeiðs-
skoða sum modell.
TuRIÐ KJØLBRO
Nú uppskotið, ið vann arki-
tektakappingina til eini
nýggj tinghús, verður víst
fram sum modell, ber betri
til at gera sær eina mynd
av, hvussu húsini fara at
síggja út í umhvørvinum í
miðbýnum í Havn. Ein
teirra, ið var hjástaddur
fríggjadagin seinnapartin, tá
ið arkitekturin aftanfyri
vinnandi uppskotið, Heidi
Poulsen, greiddi tingfólki
frá uppskotinum, var Finnur
Helmsdal, tingmaður. Og
honum dámar væl uppskot-
ið til nýggja tinghúsið.
- Uppskotið er prýðiligt
fyri umhvørvid, og tað eru
eini vælvirkandi hús, men
hvussu tey rigga í føroyska
veðurlagnum er ein onnur
søga. Skiftandi veðurlagið
i Føroyum kundi givid
nakrar trupulleikar, tí håsini
og allur tingsalurin eru i
glasi, sigur Finnur Helms
dal
- Miðbýurin allur sum
hann er er byggifrødiliga so
løgid settur saman. Har er
eingin linja i, og verður
uppskotid veruleiki kunnu
vit tosa um fyrstu byggi-
frødiligu linjuna. Partar av
miðbýnum eru sera vakrir,
men samanlagt er miðbý-
urin er vavgreytur.
- Eg skilji væl, at fólk
halda tað er skeivt at taka
gomlu tinghúsini niður.
Men eg telist millum teirra
sum halda, at tingfólk eiga
at fáa eini onnur hús, sum
eru meiri rúmshátt. Ting-
húsið er alt ov trongt, salur-
in er ov lítil og har eru eingi
høli at arbeiða í. Tingfólk
hava uppiborið betri ar-
beidsumstødur.
Um tað er rætt at brúka
meiri enn hálvt hundrað
milliónir krónur til eitt nýtt
tinghús í hesum døgum, sig-
| ur Finnur Helmsdal.
| - Tað eru nógvir pengar,
men eg havi ta fatan, at ting-
staðurin í einum landi skal
| vera nakað serskilt og nakað
sum gevur ein boðskap um,
- umstødur
Tingstaðurin í einum landi skal vera nakað
serskilt og nakað sum gevur ein boðskap um
at har fer nakað tignarligt fram. Spurningurin
er, hvussu leingi tingfølk skulu arbeida undir
so ússaligum umstødum sum eru, sigur Finnur
Helmsdal, tingmaður, í viðmerking til upp-
skotið til nýggja tinghúsið, sum nú ber til at
at har fer fram nakað tignar-
ligt. Føroyar eru skjótt tað
einasta landið í Vestur-
europa sum ikki hava ein
slíkan stað. Eg trúgvi ikki,
at vit sleppa undan at brúka
minni enn 50 milliónir
krónur um vit skulu gera
hølisumstødurnar hjá ting-
fólki betri og um tær skulu
vera í samsvari við tingstað-
ir aðra staðni
Finnur Helmsdal veit
ikki, um undirtøka er mill-
um tingfólk at fara í holt við
at gera eitt nýtt tinghús í
samsvari við uppskotið sum
vann arkitektakappingina
Tað er vælumtókt mill
um tingfólk at tekkjast fólki
við at hava eina støðu fyri
ella í ímóti ngkrum, sum
viðvíkur løgtinginum. Eg
tvist ikki í, at onkur er ímóti
at farið verður undir eini
nýggj unghús, men eg eri
sannførdur um, at tað er ein
løtuvinningur at vera ímóti
Eingin setir spurningartekin
við tað sum onnur gera,
men beinanvegin tað hevur
okkurt við løgtingið at gera,
so skal alt sáplast niður. Eitt
nýtt tinghús koyrir okkum
ikki á heysin, spurningurin
er heldur, hvussu leingi før-
oyskir tingmenn skulu ar-
beiða undir so ússaligum
umstødum. Búskaparliga
stødan fer ongantíð at vera
so góð, at vit kunnu siga
uttan at taka nakað frá nøkr-
um, at nú byggja vit eini
nýggj tinghús.