týsdagur 8. desember 1998síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
18
Reyð kort eiga at
ítróttar
seva
leikbann beinanvegin
Hondbóltur: Føroyskir hondbóltsdómarar hittust sunnukvgldið til prát um
kappingina higartil. Millum annað varð ásannað, at tað hevði verið rættari,
um leikbannini fyri reyð kort koma í gildi alt fyri eitt
EMiL L. JACOBSEN
Sunnukveldið hittust hond-
bóltsdómarar á loftinum í
ÍSF-húsinum til óformligt
prát um kappingina og, sum
vera man, dømingina hig-
art;
Dómararnir hava ikki
fingið nakran serligan stuð-
ul uttanifrå í ár, og eisini í
fjølmiðlunum hava teir
fingið okkurt skotið fyri
bógvin frá bæði ítróttar-
skrivarum og hondbólts-
spælarum
Millum teir níggju dóm-
ararnir — venjararnir vorðu
eisini bjóðaðir við til fund-
in, men har var bert ein av
tí slagnum umframt ein,
sum bæði er venjari og
dómari — sum vóru á fund-
inum, varð millum annað
ásannað, at føroyskir dóm-
arar dóma ov ymiskt. Hetta
kann bert broytast við, at
dómararnir tosa saman og
leggja eina felags linju, men
tað er sjálvandi eitt sindur
trupult, tá so fáir dómarar
møta upp til ein slíkan fund
sum tann sunnukvøld:3
Eitt annað mál, sum fekk
rættiliga drúgva umrødu,
var hvussu umfatandi eitt
reytt kort skal vera, og nær
leikbannið skal setast í gildi
Avgjørt varð at mæla til, at
frá byrjanini av endaspæl-
num at rokna (6. januar
1999) skal reytt kort geva
eikbann longu frá fyrsta
Jysti eftir dystin, har kortið
2r givið (her verður sjálv-
indi ikki roknað við teim-
sm reyðu kortunum, sum
verða givin fyri tríggjar
ferðir tveir minuttir útvís-
ing). Og um sami spælari
aftur fær reytt kort seinni í
kappingini, verður leik-
bannið meir enn ein dystur
Sum nevnt var fundurin
rættiliga óformellur, men
breið semja var so um, at
reyðu kortini skulu fáa
harðari avleiðingar.
Nýggjar reglur
Ikki innlærdar enn
Eitt annað evni var umstød-
urnar í sambandi við útskift-
ingar, time-out o.a., sum
gongur fyri seg úti við síðu-
linjuna
Í dystinum leygardagin
millum mansliðini hjá StÍF
og H71 tók ein stóða seg
upp, har hoyvíkingar vórðu
dømdir fyri feil útskifting.
Fundarluttakararnir ásann-
aðu, at tað ofta kann vera
trupult at meta um, nær ein
spælari veruliga er ólógliga
inni á vellinum, og nær
hann noyðist at fara inn á
vøllin fyri at sleppa yvir um
bonkin
Time-out er ein rættiliga
nýggj regla í hondbólti, og
eitt dómi varð tikið fram,
har spælandi venjarin hjá
einum liði hevði fingið reytt
kort, men framvegis stoð
beint uttan fyri síðulinjuna,
eitt sindur burtur frá bonk
mum, og hevði time-out
saman við spælarunum hjá
sær. Semja var um, at hetta
er óheppið og í roynd og
veru ikki eigur at koma fyri
Eitt uppskot var, at ein venj-
ari, sum fær reytt kort, skal
sendast yvir í hina síðuna
av høllini, har útskiftingar-
bonkurin ikki er, men eingin
verulig stóða varð tikin til
henda spurningin.
Sum heild varð staðfest,
at nógvir av spælarunum
hava trupult við at venja seg
við og yvirhøvur læra tær
nýggju reglurnar (eitt nú við
at tú kanst sentra beinan-
vegin, tá hitt liðið hevur
skorað, men ikki fara um
miðlinjuna, fyrr enn spæl-
arin á miðjuni hevur slept
bóltinum), og at hetta bert
kann bøtast við, at dómar-
arnir konsekvent sekta brot
á hesar reglur. Eitt uppskot
var, at dómararnir áðrenn
dystin ella undir dystinum
tosaðu við liðformenninar
og gjørdu teir varugar við,
hvat verður sektað, og hvat
dómararnir ikki vilja síggja.
Eitt annað mál, sum varð
tikið upp, er, at tað er ym-
iskt, hvussu týðilig tekinini
hjá dómarunum eru. Hetta
elvir ofta til ørkymlan mill-
um spælararnar og eigur at
Brot á reglurnar eiga at
sektast frá dystarbyrjan
og skulu konsekvent
sektast restina av
dystinum. Eitt nú er tað
ikki lógligt at halda í
troyggjuni á
mótspælara, men her
hava spælarar ofta lyndi
til at skylda upp á
(Tilvildarlig mynd)
verða rættað, so tað ikki er
nakar ivi um, hvat dómar-
arnir dóma fyri.
Nortið varð eisini við
trupulleikarnar, sum kunnu
standast av, at børn — og fyri
sovítt eisini vaksin — í heil-
Nr. 233 — 8. DESEMBER 1998
Tosað varð um, at summir spælarar hava lyndi til at
fara inn í verjuna bert fyri at fáa 3-meturkast uttan
yvirhevur at royna at koma til málmeguleika. Ov
ofta hendir tað, at dómararnir tá døma »triggjar«,
hóast verjuspælarin í roynd og veru ikki ger nakað
ólógligt
um ganga framvið vellinum
og ofta inni á vellinum eis-
ini, men her er trupulleikin
tann, at so at siga allar hall-
irnar meir ella minni eru
gjørdar soleiðis, at tað ikki
kann vera gðrvísi.
Ein venjari skeyt upp at
seta vaktarfólk í báðum
endum av høllini og visti á,
at hetta verður gjørt í einari
av hallunum, sum nú er.
Tosað varð sum vera man
eisini um døming sum
heild, og sum nevnt er ein
tann størsti trupulleikin, at
dómararnir dóma ov ym-
iskt. Hjalmar Petersen, sum
er onnur helvtin av okkara
frægasta dómarapari, vísti
á, at tað er neyðugt at sekta
brot á reglurnar beinanveg-
in í dystinum og at halda
fram við at sekta somu brot-
ini gjøgnum allan dystin. Á
henda hátt læra spælarar,
hvat er loyvt og hvat ikki er
loyvt — um ikki tann dystin,
so til næsta dyst. Aftur her
er neyðugt, at dómarar
dóma eins, so brotið eisini
verður sektað í næsta dyst-
inum.
Fyri dómararnar hevur
kappingin í ár verið soleiðis,
at dómarapar er sett fyri all-
ar dystirnar í grundspælin-
um í 1. deild hjá kvinnum
og monnum umframt hjá
mans- og kvinnuunglingun-
um. Víst varð á, at hetta er
eitt sindur óheppið og held-
ur ikki hevur riggað rætti-
liga, eitt nú tí okkurt dóm-
araparið er fallið frá.
Tað liggur heldur ikki al-
tíð so væl fyri hjá øllum
dómarunum, og um nú eitt
(Tilvildarlig mynd)
dómarapar hevur dømt
sama liðið fleiri ferðir upp í
slag — sum tað er komið fyri
í ár — eigur eitt annað dóm-
arapar at kunna taka yvir til
næsta dyst. Hetta er sunt
fyri allar partar.
Spælarar dema
sínar métstødumenn
Tann allarhelst størsti trup-
ulleikin av øllum í føroysk-
ari hondbóltsdóming er, at
tad eru ov fåir, sum halda
seg til at døma, og at tad
ofta eru spælarar, sum døma
lið, sum teir sjálvir kappast
við í landskappingini.
Hetta er sum vera man
sera óheppið, men fær tó
ikki verið so nógv gðrvísi,
sum nú er. Lítil ivi man vera
um, at summir av dómar-
unum bert dóma, tí teir eru
noyddir, og ikki so nógv av
huga.
Dómaragerningurin er
heldur ikki ein av teimum
takksomu, og sum oftast er
tað bert fyri tað ringa, at
fólk minnast teir. Tað er
langt millum herðaklappini,
ið sum oftast drukna í at-
finningunum. Soleiðis er
við so mongum, og tað gkir
heldur ikki um áhugan fyri
at verða dómari.
Tí ræður eisini um at
stuðla dómarunum, hóast
teir eisini mugu hava nóg
breiðar herðar til at taka at-
finningar á seg, tá tær eru
upp á sítt pláss. Men sum
oftast er lættari at finnast at
enn at stuðla, og tí eru dóm-
ararnir, ikki bert í hondbólti,
eitt rættiliga einsamalt
fólkaslag.
A
|
*
Koen