týsdagur 8. desember 1998síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 233 — 8. DESEMBER 1998
tíðindablaðið
Få hagtøl yvir tydning
ferðavinnunar
— Hagtøl eru fyri, hvussu nógv fólk verða flutt sjó- og loftvegis millum Før-
oyar og útheimin, men tað eru ikki nøktandi hagtøl fyri einstøku ferðafólkini,
hvussu nógv hava fastan bústað í Føroyum/ útheiminum, hvussu nógv koma í
handilsørindum o. Ø., sigur Finnbogi Arge m. a. í svari sínum til Heðin Mort-
ensen, sum hevur sett landsstýrismanninum fleiri spurningar. Finnbogi svar-
aði teimum hósdagin
ÓLAVUR Í BEITI
Heðin Mortensen setti Finn-
boga Arge seks spurningar
um ferðafólk, ferðavinnu,
avkast frá ferðavinnuni,
býtislykil, Ferðaráðið, og
hósdagin hevði Finnbogi
Arge so skrivliga svarið til
Heðin Mortensen.
Heðin vildi vita, hvussu
nógv ferðafólk kom til Før-
oya um árið, hvussu tey
verða býtt upp í málbólkar
og stødd á teimum, og í
triðja lagi, sigur Heðin
Mortensen, at Ferðaráð Før-
oya sigur seg hava royndir
og gjørt kanningar viðvíkj-
andi ávísum bólki av ferða-
fólki. Ætlar landsstýrismað-
urin at útvega Løgtinginum
hesar kanningar og royndir?
Og spurt var eisini eftir
hvgrjum býtislykli lands-
stýrismaðurin er komin
fram til krónutali á fíggjar-
lógini, hvussu nógv gevur
ferdavinnan til føroyska bú-
skapin - peningaliga sæd,
og um landstýrismaðurin
hevur ætlanir um at seta
kanning i verk, sum kann
greiða Løgtinginum frå nú-
verandi stødu og framtidar-
ætlanum vid yvirlitstølum
fyri alla ferðavinnuna i Før-
oyum?
Fá hagtøl
Í svarinum, sigur landsstýr-
ismaðurin, at fyrst er at siga,
at tað bert eru fá hagtgl, sum
lýsa týdning ferðavinnunar
í Føroyum, men tað verður
mett, at ferðavinnan er trið-
størsta vinna í Føroyum,
eftir fiskivinnuna og ali-
vinnuna. Umframt at skapa
inntgkur til fyritgkur, ið
beinleiðis eru í ferðavinn-
uni, so skapar ferðavinnan
inntøkur til handilsfyritøk -
ur, gistingarhås, flutnings-
feløg, osfr.
— Hagtøl eru fyri, hvussu
nógv fólk verða flutt sjó- og
loftvegis millum Føroyar og
útheimin, men tað eru ikki
nøktandi hagtøl fyri ein-
støku ferðafólkini, hvussu
nógv hava fastan bústað í
Føroyum/ útheiminum,
hvussu nógv koma í hand-
ilsørindum o. ø. Tó eru
ymsar stakroyndir gjørdar
til tess at fáa eina ábending
um hesi viðurskifti. Sam-
bært hesum kanningum eru
umleið helvtin av ferðafólk-
unum útlendingar, og koma
umleið helvtin av teimum í
handils- og øðrum grindum,
og hin helvtin at halda frí
burturav.
ar loftvegis i 97
Fimmbogi Arge tpptýsir Í
— Tað eru 3.251 gistingarplåss (seingjarplåss) í Føroy-
um, og vóru tað 64.600 gistingar í 1997, av hesum vóru
26.000 danir og 17.000 føroyingar
ferðafólkaflutningurin í
1997 var 142.000 fólk, av
hesum komu 71.000 ferða-
fólk til Føroya og var 81%
av flutninginum loftvegis. I
1992 var millumlanda ferð-
af6lkaflutningurin 126.500,
av hesum komu 62.700 fólk
til Føroya og var 73% av
flutninginum loftvegis.
— Tað eru 3.251 gisting-
arplåss (seingjarpláss) í
landinum, og vóru tað
64.600 gistingar í 1997, av
hesum vóru 26.000 danir og
17.000 føroyingar. Í 1992
vóru 73.200 gistingar og
52.200 gistingar vóru í
1993. Havast skal í huga, at
privatar gistingar (í leigað-
um húsi, „bed á breakfast“
ella hjá familju og vinum)
ikki er við í hesum yvirliti,
sigur Finnbogi í svarinum.
Náttúra og mentan
Landsstýrismaðurin vísir á
í svarinum, at ferðafólka-
kanning var gjørd í 1993 og
1994. Ferðafólkini vóru m.
a. spurd um tjóðskap, ald-
ur, starv, áhugamál og end-
amál við ferðini.
— Kanningin vísti m.a., at
Danmark er høvudsmarkn-
aðurir við millum 35 og
45% av ferðafólkunum. Hin
parturin Skandinavia, Týsk-
land og England er sekund-
ermarknaður, við tilsamans
umleið 45% av ferðafólku-
num og at enda koma onnur
lond í Evropa, USA og Jap-
en
Kanningin vísti eisini
at ein ógvuliga stórur partur
av ferðafólkunum er áhug-
aður í náttúru og mentan, at
aldursbýtið er ngkulunda
javnt, at fólk hava góða út-
búgving, at 47% hava eina
miðal inntøku, og at 33%
hava eina inntøku yvir mið-
al.
72% í feriu
— Ferðafólkini vóru eisini
býtt uppí tveir høvudsbålk-
ar, eftir hvør ætlanin er við
ferðini í Føroyum, um tey
eru í arbeidsørindum ella í
feriu, og síðan í fleiri und-
irbólkar. Býtið millum høv-
uðsbólkarnar er soleiðis, at
umleið 72% eru í feriu og
28% í arbeidsørindum.
— Vid stødi i hesi kanning
var ein langtidarætlan løgd
í 1994, og vóru fólk millum
40 og 60 ár, sum hava ser-
ligan áhuga fyri náttúru og
mentan, og hava eina út-
búgving og inntøku yvir
miðal, vald, sum høvuds-
málbólkur. Hesin bólkur er
tann, sum kastar mest av
sær til samfelagið.
— At hava ein málbólk
merkir, at Ferðaráðið nýtir
størstu orku sína til at venda
sær til hesi fólk, men rgkir
stovnurin allar áhugabólkar.
Ferðaráðið vendir sær í ar-
beiði sínum til útlendsku
sølulidini, sum selja ferðir
til Føroyar.
Kanningar
Javnan verða kanningar
gjørdar, har sølulidini verða
spurd um dygdina á faldar-
um, tænastum og samskifti
við føroysku vinnuna og
Ferðaráðið. Spurnarblød
verða eisini latin ferðafólki,
og verða hesir upplýsingar
nýttir í marknadarføringini
og menningini av Føroyum,
sum ferðamannaland.
— Í løtini verður t.d. ein
marknaðarkanning gjørd,
sum vísir støðuna á danska
marknaðinum. Endamálið
við kanningini er, m.a. at
kanna hvørt høvudsb6lkur-
in framvegis er hin sami ella
ikki, men visa fyribilsúrs-
litini at so er.
7,5 mió. krónur
Viðvíkjandi spurninginum
um hvussu krónutalið er
funnið á fíggjarlógini, sigur
landsstýrismaðurin, at end-
amálið við jåttan Løgtings-
ins uppá 7,5 mió. kr. til ferð-
aráðið, er at menna og skipa
ferðavinnuna í Føroyum, so
vinnan gerst ein meira týð-
andi táttur í búskapinum.
Játtanin verður lutað sundur
til hesi høvudsendamål:
— Tað verða nýttar 930
tús. kr. til leiðslu og fyrisit-
ing, herímillum eisini utt-
anlandssamstarv. Til
marknadarføring fara 3,2
mi6. kr., sum hevur til end-
amáls at fáa ferðafólk til
landið. Kunning Ferðaráð-
sins virkar fyri at kunna um
Føroyar og spjaða ferða-
fólkið um landið, og verða
1,4 mió. kr. nýttar til enda-
málið. Tað verða nýttar 1,8
mió. kr. til innanlendis
menning, sum hevur til end-
amáls at búgva landið til at
taka ímóti ferðandi og fevn-
ir, hetta um gkisferðavinn-
ufeløgini (herundir kunn-
ingarstovur), vørumenning
og g6dskumenning.
Neyvari tøl
— Utlit eru fyri, at vit i fram-
tidini fáa neyv tøl fyri bú-
skaparliga tydning ferða-
vinnunar. Hagstova Føroya
er í år, sambært Arb6k fyri
Føroyar 1998, farin undir at
lysa tydning ferdavinnunar,
- m. a. hvussu nógv fólk
starvast í ferðavinnuni,
hvussu stórur umsetningur-
in er, og hvussu stór virðis-
gkingin er av ferðavinnuni.
— Ferðaráðið er eisini far-
ið undir eitt samstarv við
Bornholms Forskningscent-
er, sum umframt búskapar-
liga týdning ferðavinnunar
skal lýsa einstøku málbólk-
arnar neyvari, osfr. Við í
samstarvinum verða Fróð-
skaparsetur Føroya og Hag-
stova Føroya, sigur Finn-
bogi Arge f svarinum til
Hedin Mortens
19
þ
Lov om
| í Danmark.
æt pat
pr far
A
st apa
t
234 18 7 7 1844
LITI GISK
Fa á f a een ty
3 fi pr (5301
fLøREer tk
i
£
TELs TEFLED sf
FR
£ -
A +
Viti
rn er SE
1 f
Here
Hr FE
Sjúklingar verða
tryggjaðir
Nú verður lættari hjá sjúklingum
at fáa endurgjald, tá teir hava
verið fyri læknafuski
Í nógv á hevur tørvur ver-
ið á eini trygging Ul sjúkl-
ingar, sum eru feil-við-
| gjørðir í føroyska sjúkra-
húsverkinum. Nú hevur
landsstýriskvinnan í al-
menna- og heilsumålum,
Helena Dam á Neystabø,
lagt uppskot fram um
ing”, soleiðis at henda eis-
ini verður galdandi í Fø-
royum.
verandi stødan
dag er tann sokallada
culpa-åbygdin galdandi
innan føroyska sjúkrahús-
verkið. Tað vil siga, at
sjúklingurin sjálvur skal
prógva at ein feilur er
hendur. Hetta er sera 6-
heppið, av tí at tað er sera
torført hjá sjúklinginum at
prógva, at ein feilur er
gjørdur, sígur Helena
Dam å Neystabø.
Soleiðis fer at vera
Endamálið við nýggju
lógini er at víðka um rætt-
in hjá sjúklinginum til at
fáa endurgjald, og at
tryggja eina skjótari og
lættari viðgerð enn nú.
Endurgjaldsábyrgdin
| umfatar allar skaðar av
kanning, viðgerð elfa
líknandi, sum sjúklingur-
in kundi sloppið undan,
annadhvørt við einum
lækna við fleiri royndum
ella størri vitan, ella við
ðrum viðgerðarhættum.
Eisini skaðar, hendir
tólum ella órímiligar in-
fektiónir av viðgerðini,
fara at geva endurgjald í
framtíðini um um Løgtingid
velur at seta lógina í gildi
í Føroyum.
Donsk lóg
Bæði endugjaldsåbyrgd
og heilsuverkið eru fel-
pe smál sambært heima-
stýrislógini. Tí skulu
egna feilir í tekniskum
| klagur sendast til "Pati-
| entforsikringsforeningen”
Avgerðir
-patientforsikr-
kunnu kærast til ”Patient-
skadeankenævnet”.
Helena Dam å Neysta-
bø sigur, at ein klaga so-
statt fær eina holla við-
gerð í skipanini, tí hon
byggir á drúgvar royndir
innan endurgjald til sjúk-
língar. Eisnini sigur hon,
* aft vildi Yerið sera dýr.
at sett eina slíka skipan í
verk í Føroyum, og fyri
sitingin hevði verið í
neyðuga stór. Harum-
framt hevði tað verið
trupuli, ai bygt upp ein
líknandi serkunnierka
økinum, sum í Daninark
Eingin
føroysk umbodan
Ætlanin vid uppskotinum
er at gera føroysku um-
sitingina so einkla og lítið
kostnaðarmikla sum gjør-
ligt, stendur í uppskot:-
num, tí skal einki førøyskt
umboð síta í "Patientfor-
síkringsforeningen" og
”Patientskadeankenævn-
et”. Hetta hevåi kravt ov
nógva arbeidsorku og har-
afturat heyði tað verðið
ov dýrt í ferðaútreiðslum,
sigur Helena Dam á
Neystabø. Sundhedsmin-
isteriet metir at umboð úr
Føroyum, kunnu vera við
til stýrisfundir sum eyg-
leiðarar, t d. eina ferð um
ári.
Tá endurgjaldskrav
„verður sett til føroyska
heilsuverkið, skulu før-
- oysku myndugleikarnir |
ast i gildi i Føroyum vid
kongsligeri fyriskipan. Tó
metir Tryggingarsam-
bandið, at vit seinni eiga
at gera eina serføroyska
lóg um sjúlratrygging