týsdagur 8. desember 1998síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
BASA
Nr. 233 — 8. DESEMBER 1998
tíðindablaðið S0S2lurfn
21
Fiskiveiðuavtala við Noreg
Í døgunum 2. og 3. des.
1998 vóru í Tórshavn sam-
ráðingar um fiskiveiðuav-
talu millum Føroyar og
Noreg fyri 1999. Partarnir
undirskrivaðu = avtalu í
Tinganesi 3. des.
Fyri Føroyar hava serliga
toskafiskiskapurin í Ba-
rentshavinum og makrel-
fiskiskapurin stóran týdn-
ing. Umframt at hava Før-
oyar í samráðingunum lagt
stóran dent á rættindini við
Svalbard. Hóast munandi
veidumøguleikar eftir ídn-
aðarfiski í Norðsjónum hava
føroysk skip seinastu árini
ikki fullnýtt tær loyvdu
kvoturnar.
Fyri Noreg hevur fiski-
skapur á djúpum vatni eftir
serliga brosmu og longu
umframt svartkjaftafiski-
skapur stóran týdning í sam-
vinnuni vid Føroyar.
Grundað á fiskifrødilig
viðurskifti hava Noreg og
Russland gjørt av at minka
munandi um toskafiski-
skapin í Barentshavinum í
1999. Kvotan, sum tey hava
avtalað at lata til onnur lond,
er sett niður í 59.000 tons
úr 80.000 tonsum. Eisini
hýsukvotan í Barentshavi-
num minkar nógv í 1999.
Hesar umstødurnar åvirk-
aðu samráðingarnar millum
Føroyar og Noreg nógv.
Noreg var bundið av teim-
um avmarkingum, sum tað
hevur avtalað saman við
Russlandi, og kravdi tí mun-
andi niðurskurð í føroysku
toska- og hýsuveiðuni í Ba-
rentshavinum í 1999.
Føroyar vístu á, at føroysk
skip í søguligum høpi hava
tradisjón fyri at fiska í Ba-
rentshavinum og mettu ikki,
at minkingin átti at vera so
ógvuslig. Umframt setti før-
oyska sendinevndin ynski
fram um møguleikar fyri at
flyta kvoturættindi úr russ-
iskum sjógvi í norskan
sjógv.
Partarnir komu ásamt um
minni lækking enn hana,
sum norska sendinevndin
kravdi og sum er minni enn
tann lutfalsliga minkingin í
triðjalandskvotuni.
Noreg og ES eru komin
ásamt um at økja munandi
um upsakvotuna í Norðsjó-
num í 1999. Føroysk skip
kundu í 1998 fiska 1.600
tons av upsa í Norðsjónum.
Føroyska sendinevndin setti
ynski fram um hækking og
var hetta lutfalsliga gingið
á meti. Eisini ynski før-
oyinga um størri sildakvotu
í norska partinum av Norð-
sjónum varð gingið lutfals-
liga á meti.
Tann norska botnfiska-
kvotan við Føroyar minkar
í 1999 niður í 5.000 tons.
Svartkjaftakvotan hjá norð-
monnum í føroyskum sjógvi
í 1999 hækkar við 3.000
rsins
tonsum. Samstundis hækkar
føroyska svartkjaftakvotan f
norskum sjógvi í sama mun.
Spurningurin um før-
oyska rækjuveidu vid Sval-
bard vard umrøddur. Før-
oyar mótmæltu norsku av-
gerðini um regulering av
hesum fiskiskapi sambært
norskari kunngerð, sum á-
setir avmarkingar fyri før-
oyskum rækjufiskiskapi við
Svalbard. Føroyar vístu til
mótmælini frá føroyskum
myndugleikum og frá
donskum myndugleikum
vegna Føroyar og Grønland.
Makrelfiskiskapurin og
umsitingin av makrelinum
hevur verið nógv frammi
seinastu tvey árini — bæði í
NEAFC og millum einstøk
lond. Partarnir vístu á týdn-
ingin av at fáa makrelveið-
una í altjóða sjógvi reguler-
aða í samstarvið millum teir
týðandi partarnar. Eisini
varð víst til, at fundur verð-
ur millum strandalondini í
Tórshavn fyrst í 1999, har
makrelspurningurin verður
vidgjørdur millum tey trý
strandalondini = Føroyar,
Noreg og ES.
|
|
|
,
lagåval
Føroysk veida
í norskum sjógvi 1998
N fyri 62 N
Toskur 2.600
Hýsa 550
Onnur sløg 250
Yvirflyting
Toskur 1.500
Hýsa 250
Onnur sløg 100
Makrelur 3.950
Svartkjaftur 1.000
Sunnan fyri 62 N
Idnadarfiskur 29.000
Upsi 1.600
Sild 900
Hemari/Håvur 300
Rossamakrelur 5.000
Vid Jan Mayen
Svartkjaftur 1.000
Rækjur 500
Við Svalbard
Toskur l
Onnur sløg
7
5
jø]
FR
Rækjur
Norsk veiða i føroyskum sjógvi
Botnfiskur 5.100
Hemari/Håvur 300
Makrelur 9.600
Rossamakrelur 0
Svartkjaftur 36.000
Brugdulivur 100
1999
2.000
350
200
4.000
600
250
3.950
4.000
29.000
1.800
1.200
300
6.000
1.000
200
994
234
Sambært dagaskipan Sambært dagaskipan
5.000
300
9.600
2.500
39.000
100
Tinganesi 3. desember 1999
t