mikudagur 9. desember 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
internet: www.sosialurin.fo Sir Trondarsen Dagny Joensen,
Bertholdsen,
Latið gamla
tinghúsið standa
Fríggjadagin fingu tingfólk og fjølmiðlar
høvi at síggja modellið av uppskotinum,
sum vann kappingina um nýggja ting-
húsið.
Eitt sera spennandi og áhugavert uppskot,
sum vónandi fær eina sakliga og skila-
góða viðgerð, bæði millum politikarar, í
fjølmiðlum og millum manna.
Nú var tað ein bundin uppgáva, at ting-
húsið skuldi gerast har, sum verandi ting-
hús er, eins og telefonverksbygningurin
skuldi takast við í ætlanina.
Tá so er slepst sjálvandi illa undan at lata
gamla tinghúsið dvína.
Hetta er sjálvsagt eitt stórt stig, sum mong
munnu ógvast við. Tingformaðurin segði
her fyri, at tinghúsið kundi beinast burtur,
tí tað »einki søguligt virði hevåi«.
Men tað er sum vit síggja upp á tað.
Byggiseguliga sæst ikki so nógv av tí
gamla tinghúsinum, sum so ofta er um-
bygt.
Fyrst í eldini var tað um- og útbygt, og
fekk tað tá sniðið, sum tað hevði fram í
sjeytiåimi, tá menn vildu vera smartir og
valdu at fáa fram gamlan føroyskan byggi-
stíl við timburklædningi og flagtekju.
Tá hvarv stílurin fullkomiliga - og í dag
hevur tinghúsið ongan >stíl< - tað líkist
mest at kalla einum norskum ella svensk-
um typuhúsið - við flagtekju. Gomul eyð-
kenni, ið sermerkt vóru í gomlum føroysk-
um húsum, eru ikki at finna í tinghúsinum
í dag.
Sæð út frá hesum fortreytum, so hevur
tinghúsið einki byggisøguligt virði - og er
tað hetta, ið tingformaðurin meinar við,
so kunnu vit geva honum rætt.
Men harfrá - og so til at ríva tinghúsið
niður, tað er eitt stórt stig at taka. Og tá
kravið er, at tinghúsið skal liggja í mið-
bynum, so verður tað ein torfør uppgáva
at loysa. Men hví lata hetta ganga út yvir
tinghúsið - sum hóast alt er tað húsið,
sum bygt varð til okkara ting, eftir at tað
varð endurreist í 1852?
Eitt nýtt tinghús skal standa tey næstu
nógvu hundrað árini. Ti krevur tað gjølla
og neyva umhugsan.
Ger formansskapurin av at beina fyri
gamla tinghúsinum - kann tað av eftirtíðini
verða kallað ein skemdargerð.
Sosialurin
Viðmerking:
Juit
inn Olson
John Johannessen
x
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
ens Kristian Vang 110 Tórshavn =
Ulgevanl, uppseting og prent: Telefax. 314720
521 Sosjalunn email:
bústaður: postØsosialurin.fo
Argjavegur 26, Argir :
Dygdin i føroyskum skaldskapi
Eitt seinkað aftursvar til grein sum Ólavur í Beiti skrivaði
í Dimmalætting 10.11.98
Tillukku Regin
Eg veit ikki, hvussu eg skal
leggja út fyri, so brævið ikki
skal gerast ein floymur av
gallorðum. Men fyrst vil eg
nýta høvi til at ynskja Reg-
ini Dahl hjartaliga tillukku
við heiðranini av hansara
lívslanga arbeiði, og takka
honum fyri at hava verið ein
trúgvur undangongumaður,
tá talan er um modernaðan
føroyskan lýrikk, og ikki at
gloyma hansara mongu
vøkru sangir. Hjartaliga til-
lukku.
Eitt slag av svund
So eitt lítið aftursvar til sør-
vågs»skaldid« Øvund i
Beiti. Regin Dahl hevur ikki
fingið 150.000 krónur fyri
ikki at hava lært børn síni
føroyskt, heldur ikki fyri at
búgva í Danmark. Og hví
skal hann vera búsitandi í
Føroyum fyri at fáa sømd-
argávu? Samuel Beckett og
James Joyce, sum báðir
vóru írar, búðu meginpartin
av sínum lívi í Fraklandi.
Teir fingu eisini miklan
heiður í sínum egna landi.
Og Beckett hevur eisini
skrivað bøkur á fronskum.
Mykines búði meginpart-
in av sínum lívi í Danmark.
Hvat um hann hevði livað
nú? Skuldi hann eisini verð-
ið útihýstur frá gllum bara
tí hann hevði funnið sær ein
bústað í einum landi, sum
ikki er nevnt Føroyar.
Regin Dahl hevur fingid
150.000 krónur fyri í 59 ár
at hava fóðrað føroyingar
við sínum opnu og gðrvísi
yrkingum og sínum livandi
máli. Men hvussu kann ein
maður sum Øvundur skilja
tað - ein maður sum sigur
at yrkingar ikki eru skald-
skapur.
Kandidaturin hjá Øvundi
til hesa sómdargávu, Axel
Tórgarð, hevur uppiborið
allan heiður, miskil meg
rætt. Men so vítt eg veit,
hevur hann ikki skrivað tað
heilt stóra av upprunahand-
ritum, men umsett eina
rúgvu, og væl er tað umsett
eisini.
Bókmentalig dygd
Nú fari eg í verjustødu.
Øvundur! Tú átti at farið
til psykolog. Handa gvund-
sjúkubyldin, ið trýstur móti
skallabeininum er ósunn, og
kann í ringasta føri verða
tær at bana.
Nå, men nå til aftursvar-
ið, um hver skal bestemma
um dygdina í føroyskum
skaldskapi. Mín meining er
tann, at ongin viðmerkir
dygdina í teimum bókum
sum koma út í Føroyum. Tá
eg sigi, at eg ikki havi fingið
ta stóru vegleiðingina við-
víkjandi innihaldinum í tí
seinasta yrkingasavninum,
veit eg fullvæl, at tey bæði
Arni Dahl og Marianna
Debes Dahl hvørki hava
persónligt ella búskaparligt
yvirskot at meta um dygd,
uttan so at tey nokta aí geva
bókina út. Men eitt er sikk-
urt. Ein sensurur ella ein
vegleiðing má vera, annars
verða bara hesar evindar-
ligu slektskaldsøgurnar út-
givnar, og tann bóklistarliga
dygdin hvørvur saman við
hinum sjangrunum, sum
ikki verða útfordraðar til
fulnar.
Nú vit snakka um dygd,
so fann eg eitt dómi sum,
við hjálp frá tí sum Øvundur
kallar = >góðskumetara<
(orðið luktar av fiski), ong-
antíð skuldi komið fyri í
nøkrum skaldskapi. Dómið
er úr bókini »Frøkun Snar-
ljós og hennara dýrabæra
ogn< frá 1994 av Øvundi
sjálvum. Sitatið er soljóð-
andi: »Og systkini á Kvíggj
eru dul og síggja ikki "Dag
og viku', sjålvt ikki í einum
26-tumma sjónvarpi, Phi-
lips<.
Altso. Systkini á Kvíggj
eru so dul, at tey síggja ikki
sjónvarp. Heldur ikki um
sjónvarpið eitur Philips. Og
hetta sitatid er á síðu 9 í
bókini. Eg tori ikki at hugsa
mær, hvussu restin sær út.
Nú veit eg ikki um hon er
skrivað áðrenn hann var í
eitt hålvt ár á rithøvunda-
skúla í Bø (ikki í Vágunum)
ella ikki. Nú vit eru við
skúlan í Bø (vit eru fram-
vegis ikki í Vágunum, men
í Telemørkini) so fekk tú
Jens Paula Heinesen at
skriva eina umsókn fyri teg,
so at tú slapp inn á skúlan.
Annars hevði tú helst sekt
enn. Eg mátti í hvussu so er
søkja sjálvur og uttan hjálp
frá ngkrum. Tú skuldi
spegla tær í Jens Paula.
Hann kann í hvussu so
reypa sær av, at hann hevur
skrivað eina tað mest ný-
skapandi skaldsøguna og
helst tað einastu >Science
fiction« skaldsøguna, ið er
skrivad i Føroyum, nevn-
liga »Frænir eitur ormurin«.
Tað karn man kalla fyri
dygd, og skal ein kanónlisti
gerast yvir føroyskar rithøv-
undar í nýggjari tíð, sum
kunnu metast við heims-
bókmentir, eru bert hesi
verk: >Undir Sudurstjørn-
um<, Gunnar Hoydal.
»Reglur« & >Steðgir<, Tór-
oddur Poulsen. >Líkasum<,
Rói Patursson. >Tímar og
Rek<, Carl Johan Jensen.
>Ongin sól er til<, Petur P.
Jensen. >Kirkjurnar á havs-
ins botni<, Jóanes S. Niels-
en og ådurnevnda bókin av
Jens Paula Heinesen. Hetta
eru allir sjålvkritiskir per-
sónar, sum taka skriviyrkid
fyri fult og sum tora at út-
fordra aðrar sjangrur, og
ikki sum ættargransking ella
eina endaleysa ferð inn í ein
óoriginalitet, men sum eitt
arbeiði.
Flestu av ådurnevndu rit-
høvundum eru helst samdir
við mær í, at man verður
ikki rithøvundur av at ganga
á rithøvundaskula. Tú fær
ikki nakað prógv fyri, at nú
er tå rithøvundur. Nei, at
vera rithøvundur inniber, at
um tú er nóg ågrytin, kennir
tú tinar vansar og fyrimunir,
tá tú er vorðin eini 40-50
ára gamal. Og um tú hevur
heilsuna og gerst 80, ja tá
er tú vónandi komin so
langt at tú kann fáa >prógv<
fyri at tå er rithøvundur.
Enn einaferð, tillukku Reg-
in Dahl.
Oddfríður Marni
Rasmussen
úr Keypmannahavn
Lyktakanningin 1998
Tær tvær vikurnar, sum lykt-
akanningin varði, vóru á
Shell og Statoilstóðunum
kring landið latnir einir
14.000 kanningarseðlar til
fólk, sum keyptu bensin.
Endamálið við lyktakann-
ingini var at minna fólk á, at
nú tað er vorðið myrkt í
veðrinum er umráðandi at
lyktirnar eru í lagi og at allar
perur lýsa. Ikki kann annað
sigast, enn at hetta enda-
málið er rokkið. At tað neyv-
an er nakar bilfgrari í
landinum, sum ikki hevur
fingið henda boðskapin við.
Hetta er uttan iva eisini gald-
andi fyri bilførarar, sum
kanska sjálvir, av eini hvørj-
ari orsøk, ikki hava fingið
sjálvan lyktakanningarseðil-
in. Hetta verður sagt í teirri
trúgv, at átakið var somikið
sjónskt, ikki bara á bensin-
støðunum, men eisini í fjøl-
miðlunum.
Fyri at gera átakið eitt
sindur meira spennandi,
høvdu tey, sum lótu svarseð-
ilin inn aftur møguleika at
vinna ein lítlan vinning. Tað
var við vilja, at vinningurin
ikki var gjørdur ov stórur, tí
ein ov stórur vinningur
kundi gjørt, at sjálvt
endamálið við átakinum fór
í bakgrundina, so at átakið,
í staðin fyri at snúgva seg
um trygd, gjørdist til eitt
eydnuspæl. Men hóast lítlan
vinning, so komu 4.500
svarseðlar inn aftur ella uml.
ein triðingur. Hetta sýnir ein
positivan áhuga og er at
fegnast um.
Annars skal verða boðað
frá, at nú átakið er farið aft-
ur um bak í ár, verður farið
at eftirmeta tað. Um so er,
at onkur hevur eitt gott hug-
skot, sum kann gera kann-
ingina betur, hevdi tað verið
gott at frætt.
Tey, sum vunnu høvdu tlf
nr:
312808, 455486, 424192,
321704, 444274, 311797,
421622, 452181, 312804,
373176, 313534, 447380,
314310, 312932, 457413,
315003, 316510, 314207,
319661, 422102
Vinnarar fáa gávubræv
sendandi við postinum.
” —