mikudagur 9. desember 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 234 — 9. DESEMBER 1998
tíðindablaðið S0S2lurfn
5
Hetta er frameftir ein
trupulleiki sum myndug-
leikarnir mugu taka stóðu
til, men enn eru bert 26
kommunulæknar í Føroy-
um.
Torførast at sleppa
frá børnunum
— Hvussu kennist tað at lata
annan kommunulækna taka
yvir tínar sjúklingar?
— Tað er ikki so lætt sum
eg hevði ímyndað mær. Eg
kenni fólk gjøgnum fleiri
ættarlið. Torførast er tó at
sleppa børnunum, sum eg
havi kent síðan tey vóru ný-
fødingar, og sum koma aftur
til mín sum mammur og
pápar - fyri ikki at tala um
at fara frá ommum og abb-
um, sigur Steingrímur Wei-
he.
Tíðirnar eru eisini nógv
broyttar í Klaksvík øll hesi
árini. Tá Steingrímur Weihe
kom til Klaksvíkar, var bert
ein bilur í gøtuni har hann
býr, umframt arbeiðsbilur
hansara. Tá var fridarligari
enn i dag, og ikki so nógv
fólk heldur. Nú búgva eini
4800 fólk har norðuri.
Hann heldur kortini at
fólkið hevur havt góðar livi-
umstødur í Klaksvík hesi
árini, av tí at fiskivinnan
hevur verið so støðug í
Norðoyggjum.
Tað var ikki tann stóra
frítíðin kommunulæknin
hevði í fyrstuni, hægst tveir
leygardagar og tveir sunnu-
dagar um mánaðin. Tá var
tað vanligt at kommunu-
læknar arbeiddu dag og
nátt, og soleiðis var eisini,
tá hann starvaðist á sjúkra-
húsinum í Glostrup, áðrenn
hann kom til Klaksvíkar.
Arbeiðsvikan var tá umleið
100 tímar.
Ikki so stressandi
áður
— Talan var ikki um at hava
fasta arbeiðsviku, tá eg kom
til Klaksvíkar, men eg haldi
ikki, at arbeiðið var so
stressandi, sum tað kennist
í dag.
— Sjálvandi var ein yngri
tá, og hóast tú varð vaktur
fleiri ferðir um náttina, so
hvíldist ein skjótari aftur,
sigur Steingrímur Weihe.
Spurdur, hvat hevur havt
størstu åvirkan á kommun-
ulæknan hesi árini, sigur
Steingrímur, at tað avgjørt
Steingrímur Weihe,
kommunulækni: — Størstu
ávirkan hesi árini hevur
verið, at kenna so nógv
fólk so væl - gjógnum eitt
langt tíðarskeið
hevur verið at kenna so
nógv fólk so væl, gjøgnum
langt tíðarskeið. Tað hava
eisini verið tungar lýtur í
starvinum, men tað vil hann
ikki tosa um.
Hjúnini Asla og Stein
grimur eiga try børn, og
tvey teirra búgva í Havn. Nú
flyta foreldrini eisini til
Havnar, har tey eiga sethús
Spurdur hvat kommunu-
læknin skal taka sær til, nú
starvið ikki bíðar longur,
sigur Steingrímur Weihe, at
hann nú fær stundir at gera
alt tað, sum hevur ligið á
láni. Hann fer at takast við
eitthvørt, velta epli og grøn-
meti, og gera meir við ein-
asta ítrivið, sum er at spæla
bridge, og at lesa, men
kanska eisini at vitja vin-
fólk.
Gevist ikki heilt at
virka sum lækni
— Eg fari ikki heilt at leggja
frá mær sum lækni, tí hóast
tú ert givin í kommunu-
læknastarvinum, nýtist mær
ikki gevast med alla.
— Stórur munur er á at
vera kommnulækni fyri
2800 fólkum, og at gevast,
sigur Steingrímur Weihe,
sum hevur nóg mikið at
gera fyribils, við at flyta til
Havnar.
Roknskap til tíðina
Hóast vit eru í seinnu helvt av 98 og landsroknskapurin fyri 97 júst er
komin, so er talan um nýggjar tíðir í slíkum hópi. Roknskapurin fyri
1998 skal verða liðugur áðrenn 1. juli 1999 - og tað verður hann
SVEINUR TRÓNDARSON
Fríggjadagin var Lands-
kassaroknskapurin 1997 al-
mannakunngjørdur. Sum
kunnugt gjørdist 1997 n6gv
betri enn væntad var tå
fíggjarlógin var vidtikin. Tá
upprunajáttan og eykajátt-
anir vóru lagdar saman var
roknað við einum undir-
skotið uppá uml. 13 mió.
krónur.
Men soleiðis gekk tó ikki.
Tað er eingin loyna, at um-
stødurnar kring um okkum
hava gjørt tad møguligt at
fáa meiri burturúr tilfeingi
okkara og tá tað gongur væl
sæst tað aftur í vaksandi
inntøkum til landskassan.
Øll kenna vit søgurnar um
hækkandi fiskaprisir, bædi
úti í heimi og her heima og
tað hevur m. a. skapt ein
sangin Panis Angelicus.
lagt til rættis.
øktan aktivitet í samfelag-
num.
Endaliga úrslitið fyri
landshúsarhaldið fyri 1997
var tí eitt yvirskot uppá
knappar 178 mió. krónur og
tað merkir, at ársúrslitið
gjørdist uml. 190 mió
krónur betri enn væntað.
eiri tekur peningur
tráð við gongdina í sam-
felagnum, so hevur eydnast
landstýrinum at hava meiri
pening liggjandi í lands-
kassanum. Tøki peningurin
við árslok 1997 er um 130
mió. krónur hægri enn hann
var í 1996.
Tað er sjálvsagt eitt gott
tekin, at landsstýrið hevur
meira liggjandi á kistubotn-
inum, og tað er sjálvsagt
eisini alneyðugt, at tað er
so.
— Jólakonsert við
Tórshavnar Manskóri
Tórshavnar Manskór fer at hava jólakonsert saman við Ad Libitum og kórinum
Glymi. Konsertin verður í Norðurlandahúsinum mikukvøldid 9. des. kl. 19.30.
Tórshavnar Manskór fer at framføra bæði gamlar, vælkendar sangir og jólaløg,
gamlar tekstir í nýggjum hami, eins væl og ngkur heilt nýggj verk.
Ad Libitum fer saman við Térshavnar Manskóri m.a. at framføra tann vælkenda
Kórið Glymur fer m.a. at syngja eina nýggja útseting av >Nú liggur ein kavafonn
tindi á< og sangin um >Rudolf< — ein skemtilig útseting, ið Jógvan Telling hevur lagt
til rættis. Kórleiðari hjá Glymi er Bjarni Berg.
Av verkum, sum Tórshavnar Manskór fer at syngja, kunnu nevnast løg hjá Regin
Dahl, og ein nýggj útseting av tjóðsanginum, sum kórleiðarin Bjarni Restorff hevur
Eingin veit á morgni at
siga hvussu búskapurin
skikkar sær og tí er neyðugt
at landskassin hevur tøkan
pening til at taka, um slepp-
ast skal undan at fara út á
lánimarknaðin, tí skuldin
hjá landskassanum er nóg
stór, sum hon er framman-
undan. Við árslok var skuld-
in 5,8 mia. krónur.
Men tað sær tó út til at
ganga striltið hjá landskass-
anum at fáa allan peningin
inn. Skuldararnir eru gktir
við uml. 16 mió. krónum í
mun til 1996. Tølini eru ikki
so øgiliga stór, men tó er
gongdin ikki tann rætta.
Av tí at tað gongur rættan
veg við úrslitinum fyri árið,
so verður útjavningarkonto-
in eisini vakrari at hyggja
at. Henda konto hevur verið
negativ í ólukkumát í nógv
ár, tí úrslitini hava verið
sum tey hava, men við teim-
um útlitum sum eru í løtuni,
er møguleiki fyri eini meira
positivari gongd.
Stýriamboð
Tá nýggja stýrisskipanar-
lógin kom í gildi hevði tað
við sær, at landskassarokn-
skapurin skal verða liðugur
í seinasta lagið 1. juli árið
eftir. Tað hevur næstan ong-
antíð verið vanligt her
heima og tí hava politikarar
og umsitingin ikki kunna
brúkt roknskapin til eitt
stýriamboð, men hetta verð-
ur broytt nú.
Í byrjanini av 90 árunum
avgjørdi Gjaldstovan at
standardiserad landsrokn-
skapin og nå seinast f niti
árunum er hetta arbeiðið við
at verða komið upp á pláss.
Og við standardiseringu-
num fylgja møguleikarnir.
Tí í roknskapinum fyri
1997 er fyri fyrstu ferð
møguligt at síggja eitt real-
búskaparlit yvirlit.
Hetta fína navn dekkar út
yvir tann veruleika at tað
fyri fyrstu ferð ber til at
Konsert á
Giljanesi
Konsert verður í skúl-
anum á Giljanesi leyg-
ardagin 12. des. kl.
15.30.
Trio við Ylva Truels-
son, floytu og sang,
Martin R. Jacobsen,
klaver, og Annette Niel-
sen, violin, spælir verk
eftir H. C. Lumbye, J.
S. Bach, J. J. Quantz, T.
Albinoni og J. Haydn.
Hans Jørgensen lesur
eina jólasggu.
síggja hvussu nógvar lønir
landskassin hevur útgoldið
ella hvussu stórar rakstrar-
útreiðslurnar hjá landskass-
anum eru. Samstundis ber
eisini til at síggja hvussu
stórar tær samanlagdu fløg-
urnar eru.
Orsøkin til hetta er, at allir
stovnarnir koyra við somu
kontoskipan - Kontoskipan
Landsins - og tí ber til at
gera samankoyringar.
Vit fara í næstu viku at
gera meira við Landskassa-
roknskapin fyri 1997, sum
var lagdur fram á tíðinda-
fundi hósdagin.
SP/F MARJUN HEIMÁ
JÓLAGÁVAN TIL HEIMIÐ!
Komið og síggið tað stóra úrvalið, vit
hava í løtuni, - bæði av BERNINA
seymimaskinum og OVERLOCKARUM!
Prísir úr kr. 5.595,-
upp í kr. 20.595,-
brosjurur
hje
0
SP/F MARJUN HEIMÁ
C
. Ployensgøta 4
100 Tórshavn
Tlf. 312531
Fax 312319