Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. desember 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið SLS2alurin Nr. 234 — 9. DESEMBER 1998 Fiskavirking: Politisk harraboð til vinnulívið hoyra eini farnari tíð til: Vit selja ikki Polarfrost í Vagi fyrrenn vit fáa eitt — Vit hava ongan áhuga í at liggja og bóla omaná Polarfrost í Vági. Men vit selja tað ikki, fyrrenn vit fáa eitt brúkiligt tilboð. At fáa harraboð frá pol- itikarum um, hvat vinnuvirki skulu gera, og ikki, hoyra eini farnari tíð til Akil BERTHOLDSEN — Eg kann vátta, at vit hava samráðst við ymsar áhug- aðar keyparar um Polarfrost í Vági. — Men tað er eisini greitt, at vit selja ikki virkið, fyrr- enn vit hava fingið eitt brúkiligt tilboð uppá tað. Bergur í Garði, nevndar- formaður í Føroya Fiska- virking vísir aftur, at Fiska- virking í veruleikanum ikki ætlar sær at selja Polarfrost í Vági. Í Sosialinum í farnu viku helt Jákup Olsen í Vági,, at Fiskavirking var serstakliga trekt at samráðast við og at tað kravdi so nógv fyri Pol- arfrost í Vági, at tað var tað sama sum at siga, at virkið var als ikki til sølu Hann váttaði, at 12 milli- ónir eru nevndar og hann helt íkki, at Fiskavirking hevði flutt seg nógv frá tíð. Bergur í Garði, nevndar- formaður í Fiskavirking av- sannar, at Fiskavirking smyr so tjúkt uppá, at ongin kann keypa virkið. — Vit hava heilt avgjørt ongan áhuga í at bøla oman- á virkinum í Vági sigur hann. Hann sigur, at áhugin fyri virkjunum er ikki tann stóri. — Tó hava nakrir fyri- spurningar verið, m.a. um Polarfrost í Vági. Hann sigur, at samráðst hevur eisini verið við ymsar partar um flakavirkið í Vági. Men hann heldur ikki, at talan hevur verið um serliga intensar samráðingar. Hann sigur, at Fiskavirk- ing hevur tikið stødu til tey tilboð, sum hava verið. Og eftir, hvat skilst, hava tey tilboðini ikki verið nøkt- andi. Tí enn er virkið ikki selt. Og Bergur í Garði sigur, at tað verður heldur ikki selt, fyrrenn Fiskavirking hevur fingið eitt brúkiligt tilboð. Og tað dugir hann ikki at síggja nakað sum helst 6- rímiligt Hvussu stórt tað tilboðið skal vera, vil hann ikki út við. — Tað er ein samráðingar- spurningur, sigur hann. Men hann vísir tó aftur, at Fiskavirking ikki vil flyta seg í prísinum. — Vit hava kvinkað okk- um í prísi síðani vit byrjaðu at samráðast. Um vit hava kvinkað okkum nógv ella lítið veldst um tann, ið metir um, leggur hann afturat. Bergur í Garði sigur, at Fiskavirking er eitt felag, sum gongur væl. — Men tað verður rikið á handilsligum grundarlagið. — Og tað merkir, at leiðsla og nevnd hava skyldu at fáa sum mest burturúr til frama fyri felagið. — Tí kunnu vit ikki selja fyrrenn vit fáa eitt tilboð, sum er hóskandi fyri eitt virki, sum hetta. Taka ikki ímóti harra- Í sama sosiali, sum sam- rødan við Jákup Olsen var i, vard upplyst, at landsstyr- ið og samgongan høvdu verið í samband við eigar- arnar av Polarfrost og álagt teimum at avhenda virkið og at prísurin skuldi ikki vera nøkur forðing hjá teim- um, sum høvdu áhuga í virkinum. Men tað tekur Bergur í Garði ikki ímóti. — Politisk harraboð til vinnulívið hoyra eini farnari tíð til. Tað var bara fyrr, at politikarar blandaðu seg uppí dagliga rakstrurin í vinnulívinum. — Nú er ein nýggj tíð og nú eru tað nevndin í fel- agnum, sum hevur ábyrgd- ina av dagliga rakstrinum og teimum aktivum, sum felagið hevur. Og hesum er tað, sum nevndin arbeiðir eftir. Tó váttar hann, at teir hava hoyrt frá politikarum og at Fiskavirking hevur fingið ymsar áheitanir. Og tað skilir hann væl. Polarfrost í Vági er framvegis til sólu. Og tað verð- ur selt, tá ið vit kunnu semjast um ein prís, tí vit hava ongan sum helst áhuga at bóla omaná ti. Men tað verður ikki selt, fyrrenn vit fáa eitt brúki- ligt tilboð, sigur Bergur í Garði, nevndarformadur i Fiskavirking Einaferð hevði Fiskavirking taðaðalreglu, at virkið vóru ikki seld til feløg, sum ætlaðu at kappast við Fiska- virking um fiskin undan Føroyum. --Men tann aðalreglan er nú slept, sambært Berg í Garði. — Vit hava eitt vælvirk- andi felag við ngkrum væl- virkandi virkjum. Og hava vit ongan áhuga sum so at køva onnur. — So tað er á ongan hátt tað, sum stýrir okkara av- gerðum, sigur Bergur í Garði gott tilboð 170 mió í fýra ár til nýggjan Smyril: Gongur eftir ætlan verða tað ikki so øgiliga nógv ár, til eitt nýtt suðuroy- arskip er bygt ístaðin fyri Smyril, sum nú er. Í uppskotinum til langtíðarfíggjarlóg, sum landsstýrið legði fyri tingið, saman við upp- skotinum til fíggjarlóg fyri 1999, eru til samans 170 milliónir settar av til nýtt suðuroyarskip. Í uppskotinum til fíggjar- lóg fyri 2000 eru 60 milliónir settar av til nýggjan Smyril. Í upp- skotinum fyri 2001 eru somuleiðis 60 milliónir settar av, og í uppskot- inum til fíggjarlóg fyri 2002, eru 70 milliónir settar av til nýtt suður- oyarskip. Hóast hetta liggur nøk- ur ár frammi í tíðini, heldur einasti sam- gongutingmaður úr Suð- uroy, Hergeir Nielsen, at tað er umráðandi, at suðuroyingar gera vart við seg nú og seta krgv til tað nýggja skipið, m.a. um, hvussu stórt tað skal vera, hvussu skjótt tað skal sigla, hvussu tað Suðuroyingar mugu seta krøv skal vera innrætta, stabi- lisatorar 0.s. fr. Hann sigur, at sjålv- andi fara hann og hinir tingmenninir år Sudur- oynni at seta krøv til skipið. Men hann heldur, at tað hevur stóran týdning, at eisinitey, sum skulu brúka skipið, eisini gera vart við seg. Og ikki minst hevur tað týdning, at tey, sum skulu sigla við, siga sína hugsan. Hann heldur, at suð- uroyingar skulu helst ikki enda í somu stóðu sum Vaktartænastan er enda í nú nýtt vaktarskip skal byggjast, tí nú tað er liðugt tekna, hava skiparar hjá VÆB gjørt vart við ymiskt, sum skuldi verið ødrvisi. Hergeir Nielsen held- ur, at suðuroyingar eiga ast finna ein ella annan felagsskap, ella stovn, at røkt síni áhugamál. Eitt nú heldur hann, at tað kundi verið eitt gott hug- skot at stovna eitt sam- ferðsluráð í Suðuroy. --Aki- Hergeir Nielsen, løg- tingsmaður hevur heitt á Finnboga Arge, lands- stýrismann í samferðslu- málum, Finnboga Arge, um at gera nakrar åbøtur umborð á Smyrli. Løgtingsmadurin sig- ur, at fyrr sigldi hand- verkari við Smyrli, men at tað sæst aftur, at hann ikki er við longur. M.a. klaga fólk um, at loftútskiftið og hitaskip- anin inni á kómurunum virkar ikki, so at tey fáa krím av at verða inni. Hurðalásini á fleiri wc“um eru brotin. Somuleiðis hevur hann heitt á landsstýris- mannin um at fáa fleiri sitiplås = umborð á Smyrli. Tað kann gerast við at kómurini í miðjuni niður, ella í hvussu so er Vil hava åbøtur umborð á Smyrli lata tey upp, so at fólk sleppa at leggja seg. Hann heldur ikki, at tað er neyðugt at taka koyggjurnar niður, hóast veggirnir verða tað, tí tað kemur væl við hjá fólki at sleppa at leggja seg. At enda hevur hann víst á, at tað skapar ikki fleiri inntøkur at kafe- teria og kiosk fleiri kvgld verða latin aftur út ímóti ein tíma áðrenn skipið kemur leggur at. Hergeir Nielsen sigur, at alt hetta eru åbøtur, sum ikki kosta nakað ser- ligt, hóast tær hava stór- an týdning fyri tey ferð- andi. Løgtingsmadurin sig- ur, at landsstýrismaðurin hevur lovað at hugsa um hetta. Åb