Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. desember 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 234 — 9. DESEMBER 1998 tíðindablaðið 0 Landsstýrið sinnað at stuðla privatari skálafjarðarsigling - Vit kunnu stuðla einari privatari skálafjarðarsigling, men so verður einki busssamband. Tá verður peningurin fyri busssambandið nýttur at stuðla siglingini, sigur Finnbogi Arge, landsstýrismaður í samferðslu- málum. JOHN JOHANNESSEN Í leygardagsblaðnum vistu vit at siga, at fólk við Skála- fjørdin høvdu heitt á Palla Lamhauge um at fáa skjótt- gangandi bát hansara, Silju, í sigling millum Havnina og Skålafjørdin. Palli Lam- hauge metti í somu grein, at ein slík sigling fór at ger- ast ov kostnaðarmikil, og fór tískil ikki at bera seg. Hóast hetta, kunnu fólk kring Skálafjørðin, ið hava brent fyri sjóvegis sam- bandi við høvudsstadin, nú frøast. Nú røkist nevniliga fyri, at farast kann undir skålafjardarsigling å privat- um hondum vid almennum studli. Einki i vegin at studla Vit fingu í gjár fatur á Finn- boga Arge, ið metir, at í grundini er einki í vegin fyri at stuðla einari privatari skálafjarðarsigling. - Eg haldi, at landið kann vera við í tann mun, ið buss- sambandið kostar, men so má bussambandið steðga, sigur Finnbogi Arge, ið metir, at tað er líkamikið, um landsstýrið rindar pen- ing til Strandfaraskip Land- sins ella onkran annan. Hann sigur, at tað týdn- ingarmesta sjálvandi er, at ruturnar verða rgktar. - Eg má tó enn einaferð leggja dent á, at verður aftur sjóvegis samband, so steðga vit busssambandinum. Tað ber ikki til at hava bæði, sigur Finnbogi Arge. Hvat vilja eysturoyingar? Finnbogi Arge sigur, at tað er týdningarmikið at finna útav, hvat samband meiri- lutin av eysturoyingum ynskja. Hann sigur, at hann metir, at tað finnast nógvir eysturoyingar, ið eru glaðir fyri bussambandið, og tískil ynskja at varveita tað. - Eg vænti, at vandi er fyri, at vit fáa ein bólk, ið ynskir sjóvegis samband fram um busssamband og ein bólk, ið ynskir busssam- band fram um sjóvegis sam- band, sigur landsstýrismað- urin. - Nidurstødan er, at vit eru sinnaðir at stuðla einari pri- vatari skálafjarðarsigling, men málið má viðgerast neyvt fyrst, so vit sleppa undan ósemju, sigur Finn- bogi Arge, ið hevur kunnað tingmennirnar í Eystur- oynni um sjónarmið síni viðvíkjandi skálafjarðar- siglingini. Kunnu vænta avlýsingar Sjálvt um nú er greitt, at landsstýrið er sinnað at stuðla sigling millum Skála- fjørdin og Havnina, hevur Palli Lamhauge ikki tikið stóðu til, um hann skal seta skjóttgangandi bát sín, Silju, í hesa sigling. Tó væntar hann ikki, at ein slík sigling hevði verið nóg ålit- andi. Hann heldur, at fleiri avlýsingar høvdu komið fyri í ringum veðri, orsakað av, at báturin er so lítil. Men hann vísir ikki møguleik- anum at rgkja skálafjarð- arsigling aftur. Eysturoyingar vóru ånøgdir, tá ið teir mistu sambandið til Havnar við Ternuni I. Nú røkist tó fyri, at landið fer at stuðla hesari farleið á privatum hondum — møguliga er talan um ein túr á 10 min. við skjóttgangandi bátinum Silju Málið um ferjuleguna verður kannað Vestmanna Kommuna hevur av- gjørt at leiga økid við ferjuleguna út. Hetta ókið verður vanliga nýtt til bidirødirnar til ferjurnar um Vestmannasund. Tískil er hetta ein vansi fyri landstýrið, og kannar tað nú, um Vestmanna Kommuna veru- liga hevur heimild at leiga ókið út. Finnbogi Arge ivast í, um Vestmanna Kommuna hevur heimild til arteiga økid-vid ferjuleguna út JOHN JOHANNESSEN Vit vistu leygardagin at siga frå, at Vestmanna Komm- una fer at leiga út økid vid ferjuleguna í Vestmanna. Orsøkin til hetta er, at lands- stýrið ikki vil gjalda annað enn vanligt havnargjald fyri nýtsluna av ferjuleguni og stóra økinum kring hana. Verður gkið leigað út, er ikki pláss fyri bilarødunum til ferjurnar. Tískil kannar landsstýrið í løtuni málið. Finnbogi Arge, lands- stýrismaður í samferðslu- málum, sigur, at málið í løt- uni verður kannað á løg- frødisligum grundarlag. Or- søkin til hetta er, at lands- stýrið í sínari tíð stuðlaði byggingini av havnarlag- num í Vestmanna við tí grundarlagi, at økid burtur- av skuldi nýtast til ferju- legu. Tískil verður í løtuni kannað, um Vestmanna Kommuna í veruleikanum hevur heimild at leiga út øki0 vid ferjuleguna Spurdur, um landstýrið fer at leiga økid frå komm- ununi, um kanningin visir, at Vestmanna Kommuna hevur heimild at leiga tad út, svarar Finnbogi Arge, at hesin møguleikin ikki verð ur heilt útilokaður. Hann leggur tó afturat, at málið fyrst má kannast gjølla.