mikudagur 9. desember 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið S082luin
Erling Olsen, fyrrv. løgmålarådharri og fólkatingsformaður
Føroyskt ful
Nr. 234 — 9. DESEMBER 1998
lveldi krevur
srundlogarbroyting
-Skulu Føroyar gerast ein sjálvstóðug tjóð, so er neyðugt
at broyta donsku grundlógina, og hetta er nakað, sum fer
at taka drúgva tíð - kanska eini 10-15 ár. Sjálvur haldi
eg, at tað innan fyri karmarnar av verandi grundlóg er
ríkiligt pláss til í mong ár í framtíðini at kunna geva
Fóroyum meiri sjálvstýri.
Jan MØLLER
Hetta sigur fyrrverandi
danski løgmålarådharrin og
fólkatingsformaður Erling
Olsen við Tíðindablaðið
Sosialin, nú eftir at rættiligt
orðaskifti hevur tikið seg
upp um ríkisfelagsskapin og
framtíðar støðu Føroya og
Grenlands
Erling Olsen vísir á, at
broyting varð seinast gjørd
í grundlógini í 1953, og skal
hon broytast aftur, so verð-
ur tað ikki bert fyri at broyta
uppá Ríkisfelasskapin. Tá
verða tað eisini aðrar broyt-
ingar, sum verða tiknar við,
eitt nú um kvinnuligan arva-
rætt og mannarættindi.
Til ta tíð heldur Erling
Olsen, at tað er rætt at varð-
veita føroysku fólkatings-
umboðanina. Men er tað so
upp til føroyingar, hvat hesi
umboð vilja leggja seg út í
Hann metir tað tí vera rea-
listiskt, at føroyingar fara at
hava tvey umboð á fólka-
tingi í eini 10-15 ár aftrat
Nettup tí at tað fer at taka
so drúgva tíð at fremja
broytingar í grundlégini, so
er tað heilt náttúrligt, at før-
oyingar hava umboð á
ikatingi undir hesi pro-
seSSINI
Annars vísir Erling Olsen
eisini til avtaluna, sum varð
gjørd millum Danmark og
har tað
ógarbroyting
hesar
broytingar. Hann dylur ikki
fyri, at hann er samdur við
nógvum av tí, sum féroyski
javnaðarflokkurin hevur
mælt til, nevniliga at føroy-
ingar skulu taka fleiri
uppgávur á seg innan fyri
verandi karmar
-Tað mest realistiska nú
er ikki at tosa um broyting
av sjálvari grundlógini men
heldur um, hvussu vit fáa
fleiri og fleiri uppgávur
lagdar yvir á føroyingar
Rímiliga skipan við
blokklækking
Frling Olsen heldur annars
ikki, at spurningurin um
sjålvstyri ella fullveldi skal
avgerast út frå einum posa
av pengum ella ikki. Hetta
er eitt nógv størri má enn
so, og tí er tað nakað, sum
hevur við kenslur og virðing
og ikki minst søgulig og
mentanarlig bond at gera.
-Er tað tí eitt ynski frå
føryskari síðu at taka fulla
stigið til fullveldi, so eiga
danir eisini at vera sinnaðir
til at tosa um eina skipan
um at lækka blokkin og sum
kann ganga yvir nógv ár.
Tað verða tit sjálvir, sum
gera av, hvat skal henda. Vit
skulu ikki leggja tykkum
forðingar í vegin. Tit mugu
finna út av, um tit kunnu
klára tykkum sjálvar. Og
halda tit, at hetta ber til, so
mugu vit í Danmark eisini
finna ein rímuligan hátt til
tess at lækka blokkin.
Annars heldur Erling Ol-
sen, at spurningurin um
sjálvstýri og fullveldi má
eisini verða tengdur at,
hvussu búskaparliga útlitið
fer at verða fyri føroyska
búskapin
-Um toskurin hvørvur
enn einaferð, so fer tað at
vara leingi til tit kunnu taka
fulla stigið. Um oljan
streymar upp, so kann tað
ganga skjótari.
Men heldur Erling Olsen,
at Danmark í framtíðini fer
at hava ábyrgd mótvegs
Føroyum, um toskurin
svíkur og t.d. eingin olja
verður funnin
-Koma Føroyar tá aftur í
svára kreppu, so rokni eg
við, at tað verður Danmark,
sum aftur kemur at taka um
endan, m.a. út frá søgulig-
um orsøkum
Stora virding fyri
føroyingum
Erling Olsen, sum var ein
av teimum, sum var við til
at skaffa Føroyum eina
góða avtalu við Danmark
nú eftir kreppuna og banka-
málið, hevur stóra virðing
fyri føroyingum og dámar
sera væl Føroyar.
Hann telist millum teir
danir, sum halda, at hvat
enn hendir å ti politiska
økinum, so eiga tey ment-
anarligu og søguligu bond-
ini millum londini ikki. at
verða kvett
-Eg haldi, at føroyingar
skulu sleppa at avgera, hvat
teir vilja politiskt, meg seti
mítt álit til, at mentanarliga
samvinnan fer at halda fram
og verður útbygd. Hvat við-
víkur ynskinum um sjálv-
stýri ella fullveldi, so heldur
Erling Olsen, at tað má bera
til at hava eina langa til-
lagingartíð, og hvussu long
hon skal vera má so byggja
á, hvussu ein metir um
útlitini fyri at kunna klára
seg sjálvan.
Sjálvur heldur Erling
Olsen, at føroyingar og dan-
ir í felag eiga at semjast um
eina ella aðra skipan, so-
leiðis at felagsskapurin
landanna millum kann
halda fram. Men tó við teirri
treyt, at hetta er eitt ynski
frá báðum síðum.
-Er tað eitt ynski frå før-
oyskari síðu at kvetta heilt
við Danmark, so eiga danir
í hvussu er ikki at tvíhalda
um Føroyar.
Erling Olsen varð fyrstu
ferð valdur á fólkating í
1964. Hann sat til 66, aftur
frá 71 til 73 og síðani frá 75
til 98. Hann ynski ikki at
stilla uppaftur til fólkatings-
valið í ár. Erling Olsen hev-
ur útbúgving sum búskap-
arfrødingur.
Marknatrætan aftur
i Uttanlandsnevnd
JAN MØLLER
Fyri triðju ferð innan fyri
heilt stutta tíð fer Uttan-
landsnevndin at viðgera
marknatrætuna millum Før-
oyar og Bretland. Fundur
verður hósdagin klokkan 10,
har løgmadur og Árni
Olafsson fara at greiða frá
gongdini í málinum. Nógvu
fundirnir í seinastuni kunnu
merkja, at gongd er á, og at
konstruktivur diaologur er
millum partarnar.
Erling Olsen: -Eg síggi fegin, at felagsskapurin millum Føroayr og Danamrk verður
varðvetittur
Kári inn fyri
Sámal Petur
JAN MULLER
Kári P. Højgaard hevur tikið
sæti á tingi fyri Sámal Petur
í Grund, sum er farin í far-
loyvi. Kári Højgaard fekk
næstflestar atkvødur hjá
sjálvstýrisflokkinum í Eyst-
uroy. Hann hevur áður sitið
á tingið sum varamaður fyri
Lassa Klein.