Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. desember 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 234 — 9. DESEMBER 1998 tíðindablaðið S0s2lurfn Árni Dahl, stjóri á forlagnum Fannum: At síggja fjølmiðlafólk á útoyggj er sum at síggja lunda á jólanátt - Fríggjadagin verður høvi at síggja bæði. Forlagið Fannir hevur nevniliga boðið fjólmiðlunum til Hattarvíkar á tíðindafund, har borðreitt verður við fyltum lunda. Um- framt fer Árni Dahl at greiða frá teimum seks útgávunum hjá forlagnum í ár og frá vánunum at arbeiða á útoyggj. Í 1995 fekk Árni Dahl M. A. Jacobsens virdisløn fyri mentanaravrik. Eitt herðaklapp fyri útgávuvirksemið. Hesi 20 árini síðani forlagið Fannir varð sett á stovn hevur taðð givið út um 90 bøkur. TURIÐ KJØLBRO At tað ber til at sita á út- oyggj, har 10 fólk búgva og geva bøkur út, eru tey bæði Arni Dahl og Marianna Debes Dahl dómi um. Á forlagnum Fannum hava tey nú í 20 ár givið 90 bøkur út, sjey komu í fjør, seks í ár og komandi ár eru nógvar spennandi útgávur í um- búna. - Tað er eingin forðing at búgva á útoyggj og fáast við slíkt arbeiði. Vit hava alla neyðuga útgerð. Tað ber til at røkja alt samstarv og samskifti við prentsmiður og høvundar higani. Við- hvort er postsambandið ikki nóg skjótt, men tí ber til at leggja upp fyri, sigur Árni Dahl. Seinastu tvey árini eru 260 bøkur komnar út, harav hava Fannir givið 13 út ella uml. 5%. Taka vit forløgini, sum fáa stuðul frá tí al- menna frá, tosa vit um 10% av marknaðinum. Og tað er alt gjørt áv Flatabeiti í Hatt- arvík, har Árni og Marianna búgva. - Av teimum 13 bókunum vit hava givið út seinastu tvey árini hava vit ikki fing- ið nakran vinning. Fyrraárið høvdu vit eitt undirskot uppá 6000 krónur og í fjør eitt yvirskot uppá 7000 krónur. Tað eg fái løn fyri er fyri arbeiði eg geri uttan um forlagið, sigur Árni Dahl. Á tíðindafundinum fríggjadagin í Hattarvík fer Arni Dahl at greiða frá út- gávuvirkseminum og ván- unum at arbeiða á útoyggj. Tað er kanska fyrstu ferð í søguni, at tíðindafundur verður í Hattarvík, men tað er ikki uttan orsøk, at Fannir hava tikið hetta stigið. - Fjølmiðlafólk forsøma heilt greitt útoyggjarnar. Eg eri væl vitandi um, at teir ikki hava so stóra fíggjar- orku. Tað er lættast hjá fjøl- miðlunum at arbeiða í Havn, men eg haldi kortini, at teir áttu at skeitt út um landið meiri enn teir gera, sigur Árni Dahl. Utgåvurnar Utgåvurnar hjå Fannum i år eru Ensk lániorð í føroysk- um eftir Tórð Jóansson, Marianna Debes Dahl hevur týtt úr enskum. Yrkinga- savnið Soflúgv eftir Sigri M. Gaini. Yrkingasavnið Skil eftir Oddfríð M. Ras- mussen. Dekameron 2. bind eftir Giovanni Bocaccio, Hanus D. Joensen hevur týtt. Søga og stev 4. bind eftir Árna Dahl. Streingir, ið tóna, savn við yrkingum eftir Símun av Skarði, Turið Sigurðardóttir ritstjórnar. Ætlanin er at ritverkið hjá Símuni av Skarði skal koma út í fimm bindum. - Símun av Skarði yrkti sína fyrstu yrking í 1896, tá ið hann var 24 ára gamal. Hansara seinasta er frá 1937, fimm ár áðrenn hann doyr. Í tíðaryvirlitinum síggja vit, at í árunum 1903- 16 yrkti hann tveir tridingar av yrkingunum yvirhgvur og tað er í teirri tíðini, har hann var serliga virkin sum útgávumaður. Í 1903 kemur Jóla- og nýggjársbók fyrstu ferð, Ungu Føroyar komu í 1907 og tað er rundan um hetta, umframt tað at stríð er um undirvísingarmálið í skúlanum, at Símun er ser- liga virkin. Í savninum eru eisini yrkingar, sum ikki hava verið prentaðar fyrr. Seinasta bindið í ritverk- inum eru viðmerkingar til alt savnid, sum Turið Sig- urðardóttir ger. Tað er 100 ára dagur fyri Føroya Fólka- háskúla komandi ár, nú seta vit á og so vóna vit, at undir- tøkan verður so mikið góð, at vit kunnu halda fram og geva 2. og 3. bind út næsta ár, sigur Arni Dahl. Flaggskipið hjá Fannum er Bókmentasgga 1-3, sum Arni Dahl skrivaði og gav út síðst í sjeytiárunum og fyrst í åttatiårunum. Og hóast tær hava selt sera væl og framvegis eru við til at fíggja útgávurnar hjá Fann- um hevur Árni Dahl onga ætlan um at dagføra tær. - Vit hava ein stovn, har fólk sita í løntum starvi sum bókmentaundirvísarar og - metarar og tað er uppgávan hjá viðkomandi stovni at koma við eini bókmenta- søgu, sigur Arni Dahl. At Arni og Marianna Dahl fyri 20 árum síðani tóku stig til at stovna for- lagið Fannir kom millum „annað av, at tað tók so ómetaliga langa tíð at fáa eina bók út. - Vidhvørt kundu 2-5 ár ganga til eitt handrit kom út í bók. Men tað hevði sjálvandi eisini nakað at gera við, at tað er stuttligt at fáast við útgávuvirksemi, bæði at leggja til rættis og at hava samskifti vid høv- undar. Tað er einki gullnám at fáast við, men at fáa eina lidna bók í hondina er nakað heilt serligt. Tað liggur væl ein formur fyri idealismu í? - Jú, avgjørt. Skulu vit yvirliva sum tjóð mugu bókmentir koma út og hetta er arbeiði sum onkur skal gera. Ein neisti til okkurt nýtt Heitið á forlagnum er ímyndarligt. Fannir liggja í fjøllum og skína, tað hvíta lýsir burtur úr tí svarta, og soleiðis kunnu vit siga um útgávurnar hjá forlagnum. Tað hevur ein gðrvísi út- gávupolitikk enn hini for- løgini og gevur bøkur út, serliga nýskapandi, ið onnur ikki gera. - Mær dámar best at fáast við útgávur hjá ungum óroyndum fólki, sum vit ikki vita framman undan verða til nakað, men sum er spennandi at fáast við. Tey hava vit lagt høvuds- dentin á. Kanska eru tær ein neisti til okkurt nýtt, kanska ikki. Tað er spennandi at síggja okkurt sagt upp á ein nýggjan máta. Og eg haldi vit hava rakt rættiliga væl. Tóroddur Poulsen til dómis gav ikki sítt savn út hjá okk- um, men kom skjótt til okk- ara og í dag er hann eitt navn, sum hevur sligið seg fast. Petur Jensen hevur giv- ið bæði søvnini út hjá okk- um. Somuleiðis Oddfríður Rasmussen og Sigri Gaini. Hetta er alt lýrikkur og tað er vanligt, at tað nýggja sum hendir innan bókmentir kemur fyrst fram í bundna skaldskapinum, sigur Árni Dahl. Hóast skaldskapurin hjá ungum fólk vigar tungt í útgávupolitikkinum hjá Fannum hevur forlagið eis- ini givið bøkur út hjá fólki, sum eru komin framat og sum hava lagt nógv úr hondum umframt heims- bókmentir, eitt nú Kalevalla og Dekameron. Somuleiðis eru ritsøvn komin út eftir føroyskar høvundar, til dømis fyri tveimum árum síðani Bókmentamaðurin M.A. Jacobsen og í fjør savn við bundna skaldskap- urin hjá Steinbjørn B. Ja- cobsen. Vegleiðing ein veikur partur Skrivandi fólk í Føroyum hava mangan fýlst á, at for- løgini ikki hava munadygg- ari vegleiðing. Vegleiðingin er mest sum bara málslig og tað er ikki nóg gott. - Tá ið vit tosa um muna- dygga vegleiðing tosa vit um forløg sum eru skipað við løntum fólki, forlags- stjóra og fólki, sum leggja ráð bæði málsliga og inni- haldsliga. Á einum forlagi sum koyrir við sjálvbodnari arbeiðsmegi verður tað giv- ið ov lítið vegleitt. Mín størsti áhugi er tað málsliga, men eg havi varliga altíð lagt ráð um tað innihalds- liga eisini. Hinvegin, tað sum kemur frá ungu yrkjar- unum er ikki altíð so lætt at fara inn í, vidhvørt hava vit verið varin við at pilka við tað. - Vegleiðing er ein týdn- ingarmikil partur uttan mun til, hvør tað er sum kemur við einum handriti, men í Føroyum er tað ein veikur partur. Og tað kemst helst av, at forløgini standa á veikum beinum. Í Føroyum eru bara tvey forløg, sum hava umstødur til at hava skipað viðurskifti hesum viðvíkjandi. Men tað kann eisini merkja, at útgávupoli- tikkurin kann gerast øgiliga stívur, tá ið nógv orka verð- ur løgd í vegleiðing, tí tå gongur so long tíð til bøk- urnar koma út, ofta upp í fleiri ár, sigur Árni Dahl. Tá ið vegleiðingin høv- undarnir fáa ikki er ngkt- andi fáa ummælini ein ser- ligan týdning, men heldur ikki á hesum øki er stødan nóg góð. - Viðvíkjandi ummælum er stødan versnað seinastu árini og tað kann tykjast løgid, tí vit hava fingið fleiri útbúgvin fólk, sum kundu tikið sær av hesum. Stødan var frægari í sekstiárunum, tá ummæltu til dømis Karst- en Hoydal, Olavur Michel- sen og Jens Pauli Heinesen nógv. Nú síggjast ummælini næstan ikki. Kanska hevur tað okkurt at gera við, at fólk seta pengar á alt. Eing- in vil gera eitt ummæli uttan at fáa pengar fyri tað. Og tað sigi eg ongan ringan fyri. - Standa forløgini á veik- um beinum gera fjølmidl- arnir tað eisini. Blødini og útvarpið hava ikki so nógv at ráða yvir, sum tey vildu havt, men tey nevna í hvussu so er alt tað sum kemur út. Tað er givið ein fyrimunur, tí tá kemur tað inn í vitskuna á fólki at bøk- ur koma. Tá er stødan gðr- vísi við sjónvarpinum, sum eg eri øgiliga vónbrotin av Tað er versnað síðani tað varð sett á stovn fyri 15 árum síðani í tann mun, at fólk duga ikki at síggja, at tað er ein føroysk rás. Og tad er syndarligt. Hvat skulu vit hava eina føroyska rås til um hon ikki vikur frå hinum rásunum, sum fólk hava í tilboði at síggja. Sjónvarp Føroya sleppur sær undan ymiskum, sum kundi hjálpt teimum upp á ein lættan máta at hildið fast í hetta føroyska, eitt nú við at tey settu sær fyri at lýsa bøkurnar sum koma út. Á tann hátt hevði sjónvarpið fingið eitt føroyskari andlit, men politikkurin sýnist heldur at vera at boykotta føroyskar bøkur, sigur Árni Dahl at enda í viðtali. Fyra av útgávunum hjá Fannum í ár yrkingasavnið Skil eftir Oddfrid M. Rasmussen, Dekameron 2. bind eftir Giovanni Bocaccio, Søga og stev 4. bind eftir Árna Dahl og Streingir, ið tóna 1. bind úr ritverki Símununar av Skarði. Á myndini vanta Ensk lániorð í fóroyskum eftir Tórð Jóansson og yrkingasavnið Soflúgv eftir Sigri M. Gaini. Hesar báðar bøkurnar koma á marknaðin i dag.