Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-12-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. desember 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið SoSaluin Nr. 234 — 9. DESEMBER 1998 Kosmisk eindarkensla Høvundurin er framúr kringur at seta fyribrigdir saman, sum vanliga ikki verða samanborin, og hann hevur hugflog at flyta seg heim úr heimi. Jóanes Nielsen er eitt groteskt skald í ætt við bæði Rabelais og William Heinesen, og »Pentur« er eitt gott yrkingasavn, skrivar Jógvan Isaksen m. a. í ummælinum: JÓGVAN ÍSAKSEN Jóanes Nielsen: Pentur. Perma: Rannvá Mortensen. Mentunargrunnur Studentafelagsins 1998, 70 s. kr. 120 Fyri tjúgu árum síðani gav Jóanes Nielsen út sítt fyrsta yrkingasavn, »Trettandi mánaðin<, og legði tá lunn- ar undir eitt tað mest lisna ritverki í nýggjari føroysk- um skaldskapi. Fleiri yrk- ingasøvn eru komin hesum á baki, somuleiðis stuttsøg- ur, greinasavn og tvær skaldsøgur. Og nú er tað sætta yrkingasavnið, >Pent- ur<, komið > ;RUNNUR STUDENTAFELAGSINS Fleiri av »Pentum« eru tey somu sum i »Trettanda månadi- num«, men drúgvari og snildisligari vidgjørd. Deydin og Gud eru fastir tættir, og hvørgin verður av- noktadur. I fyrsta yrkinga- savninum varð sagt: >Far- væl Gud / vit skulu klára okkara trupulleikar sjálvi<. Yrkjarin hevur ikki slept hesi stóðu, men í yrkingini > Telefonboksin< letur hann pápan siga: »Ivin um, at Gud er til, segði hann, ger at eg ikki beini fyri mær sjálvum<. Pápin er langt síðani deyður, og yrkjarin heitir á Gud: »Kom Gud, / ver hampiligur henda morg- un, eg ráðaleysur leiti eftir temunum í / sporum, ið hvurvu«. Onk- ursvegna renna Gud og Deyðin saman, og yrkingin endar við, at eg'ið kennir seg trygt, tá ið hann >gevur boðini um at strika mitt navn«. Seinni í savninum verður sagt um tann Gud, sum er farin at líkjast okk- um: >Hann er ein Gudur uttan trúnu. / Hann er mín Gudur<. Tær >kosmisku lógirnar< og Gud verða fat- aði sum eitt, og á tann hátt ber tað til at trúgva upp á Gud sum tilverugrundarlag og innasti kjarni. >Telefonboksin< er sum heild álvarsom og filosof- isk, men deyðans embætis- menn sleppa ikki undan spei, tá ið tað um tey sálaðu verður sagt, at tey »fara sminkaði avstað. / Tey fara avstað í bili / sum var kirkj- ugarðurin eitt stórt parker- ingspláss undir jørd«. Kanska var hetta eitt hug- skot, tá ið tað ikki longur ber til at víðka um Nýggja Kirkjugarð? Lortur og látur I skaldsøguni >Páskaódnin< varð lorturin í håsætinum, alt tað niðanbelti, sum sam- bært russiska bókmentate- oretikaran Mikhail Bakhtin punkterar uppgjørt ålvar- semi. I »Pentum« eru fleiri yrkingar, sum bera å hendan bógvin - td. »Køstaprofet- urin< og >Krúnraka tær!« - meira óbeinleiðis og sam- stundis åkoyrandi er »Eitt herdaklapp til spottaran«. Lika so hått, sum yrkjarin sigur seg elska sitt land, lika so ovursintur er hann inn å opportunistar og uppgjørd- an byttiskap: »Leingi livi føroyska húgvan. Eina fjød- ur í føroysku húgvuna, / eina bumbu í føroysku húgvuna, eina pinku ev- arska lítla / føroyska húgvu til pillhevdið<. Og yrkingin endar: >Leingi livi super- normali føroyingurin á veg til himmals / við eini propell í føroysku hågvuni«. I somu yrking verdur sagt, at Føroyar eru reyvar- holid í kongaríkinum, og - tiskil »Hvørja ferð eg klóri mær í reyvini, hugsi eg um Føroyar«. Hví ikki? Sum yrkingin lýsir 80'ini, fert tú í hvussu er ikki at hugsa um fødilandid, tå ið tú klórar tær í høvdinum. Tað er úr lortinum, úr tí niðurundirkomna, at lív og list vaksa. Í tí longu »Roll- ing Stones< sprettur hesin tónleikabólkur og teirra blues úr eyðmýktum kensl- um í tí afturútsiglda heims- veldinum. Yrkjarin vil vera við, at búðu teir í Havn, so var Mick Jagger kanska endaður >sum ein gronutur kontrollur / í Havnar Bio, / og Bill Wymann sjafgrur hjá Keypsamtøkuni«. Havnin er nevniliga alt ov lítið dålkad: »Okkara býur luktaði ov nógv av reinum vesum, / av reinari trúgv<. Tað er greidliga ikki av til- vild, at motto hjá føroyska høvudsstadnum er: Havnin skal skina. Seinni broytast Stones og gerast samfelagsstudlar, men tað vóru kortini teir, sum fingu Havnina at darra av frígerandi blues. Móti endanum í-somu årking - standa hesar reglur: >Tað Nýggjasta yrkingarsavnið hjá Jóannes Nielsen, sum Jógvan Isaksen ummælir, kallast Pentur mest illgrunaverda yvirhøv- ur / ein flennandi menn- iskja. / Tå upploysist ein heilur heimur<. Hóast tað er ivasamt, um Jóanes Nielsen brúkar hesar orðingar í Bak- htinskari merking, so ger hesin í sínum verkum vart við, at tað er einki, sum valdsharrar ræðast meira enn láturin. Tá ið hann hoyr- ist, hava teir ikki fullkomið tamarhald á fólkinum. Sam- stundis hava tey kúgaðu al- tíð havt láturin sum vápn ímóti kúgarunum, sum tískil aldrin kunnu kenna seg tryggar. Hetta er annars eis- ini eitt tematiskt rák í skald- skapinum hjá Williami Heinesen. Tað kvetta sambandið Tann týdningarmesti snún- ingsdepilin í >Pentum< er - umframt Gud og Deyðan - »pabba«, sum ferð eftir ferð kemur undan kavi. Í savn- inum »Tjøradu plankarnir stevna inn i dreymin« frå 1985 stendur yrkingin »Gravskrift«, sum er um pápan og saknin eftir hann. Í nýggjasta savninum er eingin yrking bara ognað pápanum, men hann kemur fyri í fleiri av teimum, er sum ein undirstreymur í stórum parti av tekstunum, og vidhvørt hevur hann høvudsleiklutin eitt ørindi ella bædi tvey. Undir Islandi ber skiparin eg' num bodini, at påpin er deyður, og hann ger hesa nidurstødu: »Ikki fyrr enn tå missir teg sjålv- an burtur, / byrjar tå at hóma, hvør ið tå ert«. Við påpanum hevur fråsøgu- maðurin mist ein fittan part av sinum grundarlagi og helvtina av sinum uppruna. »Pentur« leggur fyri vid at tosa um deyðan - »eg veit ikki, hvar eg fari, tá eg doyggi< - og endar við hesi vøkru lívsjáttandi samanfat- anini av tilveruni: >Lívið er júst tað, sum tað er. / Og eitt lítið sindur aftrat<. Will- jam Heineser røsnus tær aftur i hug. Seinasta søgu- savnid hjå honum, »Laterna Magica« frå 1985, hevur eisini deydan sum drivmegi. Lagt verður fyri við at tosa um ferjumannin Karon, sum bíðar niðri á brúnni, meðan endasøgan er eitt eldgos av dionysiskari lívs- kraft. Lív og deyði gera eina ringrás og tín persónligi deyði fær ikki alt at steðga upp. Lívið heldur fram. Seinasta yrkingasavnid hjá Jóanesi Nielsen er merkt av stórari lívskenslu, eini nærum William Heine- senskari kosmiskari eindar- kenslu, har vit øll eiga lut í ævinleikanum, og eingin er fordømdur. Uttan kanska kraddararnir. Hóast ber- sagnar politiskar yrkingar ikki tróta, so kennist savnið ógvuliga persónligt, yrkjar- in setir allatíðina seg sjálvan í veð. Jú meira persónligur og medmenniskjaligur yrkj- arin gerst, jú meira interna- tionalur er hann, jú meira beinleiðis politiskur, jú meira ger heimakúgvin vart við seg. Hans Magnus En- zensberger sigur einastaðni, at tann politiska uppgávan hjá yrkingini er at seta seg upp ímóti gllum politiskum uppgávum. Vart skal gerast við, at hetta verður sagt av einum stak politiskum yrkj- ara. Yrkingarnar í >Pentum< eru á tremur av lívi og lagn- um, summar av teimum eru eisini bæði fúlar og grovar - og rokaðar við lívshugi. >Upp í lógvan av halleluja< endar við rakstrarrópinum: »Fisudyrkarar um allan heim: / standið saman!« Jó- anes Nielsen vágar, har onn- ur aftra seg. Høvundurin er framúr kringur at seta fyribrigdir saman, sum vanliga ikki verða samanborin, og hann hevur hugflog at flyta seg heim úr heimi. Jóanes Niel- sen er eitt groteskt skald í ætt við bæði Rabelais og William Heinesen, og »Pemuréereitt gott Yrking- asavn.