Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-01-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. januar 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 3 - 7. januar 2004 Nr. 3 - 7. januar 2004 3 – Arbeiðið á virkjun- um hjá Føroya Fiska- virking í Suðuroy bara minkar og mink- ar, men hetta er ein heilt natúrlig gongd, soleiðis sum skipanin er, sigur leiðarin á Fiskamarknaði Før- oya FISKAVIRKING OG SUÐUROYGGIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Einasta bjargingin hjá Suðuroynni er at sleppa sær av við Føroya Fiskavirking og at fáa beinleiðis flutning aftur úr Suðuroynni niður til Skotlands. Tað heldur John Nielsen, leiðari á Fiskamarknaði Føroya. Hann sigur, at síðani Føroya Fiskavirking varð stovnað, hevur tað miðvíst minkað um sítt virksemi í Suðuroy. John Nielsen leggur tó dent á, at hetta er ikki ein ákæra ímóti Føroya Fiskavirking. – Soleiðis sum øll skip- anin er skrúvað saman, er Suðuroyggin meiri og minni ein kleppur um bein- ið á Fiskavirking og var eg stjóri har, hevði eg gjørt akkurát tað sama. Sostatt skilir hann ógvu- liga væl leiðsluna í Fiska- virking, tí soleiðis sum støðan er, hevur hon ikki annað val, skal Fiskavirk- ing rekast fullgott. – Tað er júst hetta, sum er grundarlagið undir fríu marknaðarkreftunum, at kapitalurin, og sostatt vinn- an, skal søkja har sum av- kastið er størst. Tískil er tað ein heilt natúrlig gongd at Fiskavirking miðsavnar meiri og meiri arbeiðið í miðstaðarøkinum. Mugu sleppa av við Fiskavirking John Nielsen er ein av teimum, sum bjóðar seg fram til Løgtingsvalið 20. januar. Hann er av Tvøroyri og er stillar upp fyri miðflokkin í Suðuroy. Vinna og vinnulív hava hansara stóra áhuga og her- fyri hevði miðflokkurin í Suðuroy kallað saman til fundar, har John Nielsen hugleiddi um Suðuroynna í vinnuligum høpi. Og hann er púra sann- førdur um, at ein avgjørd fortreyt fyri, at Suðuroygg- in skal mennast aftur á vinnuliga økin um, er at suðuroyingar sleppa av við Føroya Fiskavirking. Hann sigur, at tað fyrsta Fiskavirking gjørdi eftir at tað varð stovnað, var at lata virkið í Vági aftur. – Og á virkinum á Tvør- oyri er virksemið alsamt minkað og nú er tað bara ein viðfáningur av tí, sum tað einaferð var. Frá at vera eitt stórt virkið, er virkið á Tvøroyri nú ikki meiri enn eitt miðalstórt virkið, ella kanska enntá eitt lítið virkið. Hann vísir á, at tilsamans er fiskaarbeiðið í Suður- oynni minkað niður í helvt hesi seinastu 15 árini. – Tá ið flakavinnan í Suðuroy var í hæddini, tóku virkini í Vági, á Tvøroyri og í Hvalba ímóti einum 20.000-25.000 tonsum um árið, men nú er ikki meiri enn helvtin eftir. Hann leggur afturat, at tað leypir í eyguni, at av øllum bátunum, sum er í Suðuroy, eru tað næstan ongir bátar, sum avreiða í Suðuroynni. Umframt bátar úr Suð- uroy, vóru tað eisini nógvir aðrir bátar, sum avreiddu at kalla fast í Suðuroy. Men teir eru eisini burtur. – Tað er ikki bara tað, at teir eru burtur úr Suður- oynni. Tað er enntá rætti- liga sjáldsamt, at teir av- reiða í Føroyum yvirhøvur, tí nógv teir flestu túrarnar eru teir uttanlands. Onkrir av bátunum, hava avreitt í Føroyum í næstan tvey ár. Hetta er ein støða, sum sigur eitt sindur um, at kappingin um fiskin er ov lítil. Orsøkin til, at kapp- ingin er ov lítil, er, at tað eru ov fáir keyparat. Og eisini tað er ein orsøk til at fáa virkini í Suðuroynni úr Fiskavirking. Hoyrir heima í miðstaðarøkinum John Nielsen vísir á, at Fiskavirking er ein fyri- tøka, sum er stuðlað við al- mennum pengum, so tað munar. – Men Fiskavirking er eisini fyrst og fremst ein fyritøka, sum hevur sítt til- verugrundarlag í miðstað- arøkinum, har tað er lut- falsliga lætt at føra fisk til virkini og frá aftur virkj- unum. John Nielsen sigur, at hinvegin hava fiskavirkini í Suðuroy ein eykakostnað, uppá 30-50 oyru fyri kilo, bara til flutning, og tað er nógv, tá ið hugsað verður um fiskivinnu. – Tí er tað fullkomiliga skeivt, at Føroya Fiskavirk- ing er í teirri støðu, at, tað er hon, sum skal stýra fiskivinnuni í Suðuroy. Hann sigur, at hvussu støðan so enn verður vend og snarað, vera virkini í Suðuroynni altíð eitt haft um beinið á Fiskavirking, tí tey liggja so langt burtur og tí at flutningskostnaðurin er so stórur. – Tí átti Fiskavirking at slept sær av við virkini í Suðuroynni ongantíð ov skjótt, tí tey hoyra ikki heima í Fiskavirking. Hann sigur, at tað, sum er av allar størsta týdningini er, at virkini í Suðuroynni verða stýrd úr Suðuroynni umframt tað, at beinleiðis flutningur verður skipaður niður á meginlandið. – Bara við at virkini verða stýrd úr Suðuroynni sjálvari, fæst veruligur vilji til at hava eina rættiliga vinnu í oynni. Nú hevur Fiskasølan eisini keypt virkið í Hvalba, men har er heldur ikki nógv arbeiði og John Nielsen heldur, at trupulleikin har er tann sami sum á virkjun- um, sum Fiskavirking eigur í Suðuroynni. Men hvat er tað so sum forðar Fiskavirking í at stongja virkið á Tvøroyri? – Tað er kanska ikki so lætt at siga. men tað er so neyvan av reint vinnupolit- iskum orsøkum at virkið á Tvøroyri er opið, tí eg kann ikki ímynda mær annað enn at tað gevur stórt hall. Tað er av øðrum orsøkum at Fiskavirking ikki vil stongja virkið á Tvøroyri. Kanska er tað av politisk- um orsøkum, at Fiskvirking heldur lív í virkinum á Tvøroyri. Ein vanlukka at selja Teistan John Nielsen vísir eisini á, at bátarnir, sum vanliga avreiddu í Suðuroy, eru bát- ar, sum fiska fisk, ið vit plaga at skera til fesk fløk og flyta út. – Bátarnir hava ikki møguleika at fiska annan fisk. Men síðani skilnaður varð gjørdur ímillum skip og virki, hava virkini í Suð- uroyggin mist meiri enn helvtina av fiskinum, tí skipini avreiða aðrastaðni av tí at virkini í Suðuroy keypa ikki. Og virkini í Suðuroy vóru feskfiskavirkið burturav. John Nielsen sigur, at virkini gingu hampiliga væl, heilt til Teistin varð seldur í 1996. – Tá ið Teistin sigldi, var beinleiðis flutningur ímill- um Suðuroynna og Skot- lands, men tá ið hann varð seldur, mistu Suðuroyggin hendan møguleikan. John Nielsen ivast ikki í, at hetta er ein høvuðsorsøk til, at gongdin í Fiskivinn- uni í Suðuroynni hevur ver- ið so vánalig, sum hon hev- ur verið hesi síðstu árini tí tá versnaði møguleikin munandi at útflyta feskan fisk beinleiðis úr Suður- oynni niður í Evropa. Hann sigur, at skal Suð- uroyggin mennast aftur á vinnuliga økinum, er ein- asti máti at fáa skip aftur at sigla beinleiðis ímillum Suðuroynna og Skotlands, so at tað aftur ber til at út- flyta feskar fiskavørur í Suðuroynni. – Harafturat átti Fiska- virking at sloppið sær av við virkini í Suðuroy ong- antíð ov skjótt, tí tey liggja so avsíðis at tey eru bara til fortreð hjá Fiskavirking. – Tað er einasta bjarging- in fyri Suðuroynni og eg haldi eisini, at ein almennur grunnur skuldi verðið skip- aður, sum kundi stuðla upp- undir at sett ymisk virk- semið á stovn í Suðuroynni, saman við vágafúsum pengum úr økinum. Hann sigur, at eftir røtt- um skuldi Framtaksgrunn- urin bara hugsað um at stuðla vinnum í útjaðaran- um, men tað hendir júst tað øvugta- at Framtaksgrunn- urin stuðlar nógv mest í miðstaðarøkinum. Stongja virkið á Tvøroyri Leiðarin á Fiskamarknað- inum sigur, at nú verður nógv tosað um at einskilja Fiskavirking. – Tað er tað einasta rætta. Men verður tað Eimskip og aðrar stórfyritøkur, sum eru nevndar í hesum sambandi, sum keypa Fiskavirking, ivist eg onga løtu í, at tað fyrsta, sum hendir, verður, at virkið á Tvøroyri verður stongt. – Tí haldi eg, at skal tað vera liviligt í Suðuroy, er tað av størsta týdningi at virkini í Suðuroy verða loyst frá Fiskavirking. John Nielsen samanber í hesum sambandi Suður- oynna og Norðoyggjar. – Var Kósin ikki uttanfyri Fiskavirking, hevði hon nevyvan verið tað, sum hon er í dag heldur hann. Men hann leggur afturat, at í Norðoyggum var tað sanniliga ein grunnur, sum stuðlaði royndini at seta ígongd. – Í Suðuroynni er eitt ávíst arbeiðsloysi. Men suðuroyingar fiska hóast alt nógvan fisk. Tí er tað av størsta týdningi, at virkini í Suðuroy, verða loyst burt- urúr Fiskavirking. So kunnu suðuroyingar sjálvir taka um endan, so at fiskurin eisini verður virk- aður í Suðuroynni. Men so er tað samstundis neyðugt at fáa beinleiðis flutning ímillum Suður- oynna og meginlandið í Evropa, so at fiskurin kann flytast feskur av landinum, sigur John Nielsen. Harðari kapping Hann heldur, at tað hevði eisini stimbrað uppundir kappingina um fiskin, tí í løtuni eru tað so fá virki, sum keypa fisk í Føroyum, at kappingin er ikki serliga hørð. – Men skulu vit útflyta feskan fisk, krevst tað eisini eitt heilt annað sølu- arbeiðið enn tað, sum vinnan hevur í dag. Hann dugir ikki at siga, hvussu tað ber til, at sølu- arbeiðið ikki er raðfest fremri enn tað er. Men ein orsøk kann vera, at tann manglandi kappingin um fiskin ger, at Fiskavirking fær fiskin, tað hevur brúk fyri, mestum av sær sjálv- um. Sostatt hava teir heldur ikki brúk fyri tí stóra sølu- arbeiðnum, tí teir forvinna peningin kortini. Og víð tí søluarbeiði, sum nú er, koma vit ikki langt við feskum vørum, tí til tað krevst munandi meiri. – Skulu vit framhaldandi kalla okkum fiskivinnu- tjóð, er tað skylda okkara at virka fisk. Hava vit ikki álit á, at tað ber til at virka fisk í Føroyum, er tað ein spurn- ingur, um vit ikki bara skulu pakka saman beinan- vegin. – Vit kunnu ikki kalla okkum fiskivinnutjóð og lata bátarnar avreiða uttan- lands, sigur John Nielsen. – Verður Fiskavirking privatiserað, so at onkrar stórfyritøkur keypa fyritøkuna, eri eg púra sannførdur um, at virkið á Tvøroyri verður stongt beinanvegin, sigur John Nielsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya. Hann er eisini valevni til Løgtingið fyri miðflokkin í Suðuroy Suðuroyingar mugu sleppa av við Føroya Fiskavirking Løgtingsvalevnini í Eystur- oynni vóru sunnudagin 4. januar saman og løgdu valfundirnar í oynni til rættis. Semja var um at halda valfund á Eiði tann 7. januar, á Kambsdali tann 11. januar og í Runavík tann 15. januar, upplýsa valevnini. »Hesuferð verða fund- irnir skipaðir annaðleiðis enn undanfarna val,« siga Eysturoyar valevnini í einum felags tíðindaskrivi. »Ætlanin er at skipa fund- irnar sum panelfundir, har hvør flokkur í trimum um- førum sleppur at leggja fram síni sjónarmið og áhoyrarar fáa høvi at seta flokkunum stuttar ítøkiligar spurningar.« Valfundirnir verða: mikukvøldið 7. januar kl. 19.30 í Ítróttarhøllini á Eiði, sunnukvøldið 11. jan- uar kl. 20.00 í Ítróttarhøll- ini á Kambsdali og hós- kvøldið 15. januar kl. 19.30 í Ítróttarhøllini í Runavík. Nýtt samstarv millum kommunur á Skála- fjørðinum og Bygda- leiðir bøtir munandi um bussambandið kring fjørðin. SAMFERÐSLA Búi Tyril / PRnewsMedia.com Í áravís hevur ilskan akku- mulerað seg millum íbúgv- ar við Skálafjørðin um eitt ov vánaligt bussamband, at landsins triðstørsta komm- una hevur verið margi- naliserað hvat almennari samferðslu viðvíkur. Frá og við tí nýggja árinum er tó ein loysn arbeidd fram av nøkrum av kommununum saman við Strandferðsluni - Bygdaleiðir yvirtaka Skála- leiðina og kombinera hana saman við skúlabussum inn í verandi skipan í einum nýggjum pakka sum Runa- víkar, Skála, Oyndar- fjarðar, Elduvíkar og Funn- ings kommunur eru við til at fíggja. Alt bendir á at talan er um eina munandi betring av tí partinum av ferða- ætlanini hjá Bygdaleiðum sum umfatar Skálafjørðin. »Vit hava lagt nógvar túrar afturat og ikki tikið nakrar túrar burtur," við- merkti ein tænastupersónur innan fyrisitingina hjá Strandferðsuni. "Lykilin her er samstarvið við kommunurnar.« »Vit hava roynt at mini- mera skiftini,« legði keldan hjá Bygdaleiðum afturat. "Bussarnir koyra nú meira runt fjørðin og kundin fær betri tænastu.« Toftir og Strendur uppí? Sum skilst hava broyting- arnar leingi verið upp á tal og nógvar klagur hava verið vendar til Bygdaleiðir um sambandið sum tað var. Eysturoyarleiðirnar um- boða tí uttan iva ein kær- komnan bata fyri mong ferðafólk. Hóast Nes og Sjóvar kommunur sum so ikki eru við í tí nýggja samstarvin- um um "Eysturoyarleiðir- nar" so fáa íbúgvarnir í hes- um kommunum ein ágóða í og við at Leið 440/480 nú koyrir millum Selatrað og Toftir. Vissuliga er sam- bandið betri millum Skála og Runavík, men í prin- sippinum skulu Toftir og Strendur eisini kunna koma koma uppí skipanina. »Vit hava arbeitt hart og leingi fyri at fáa hesa av- taluna í lag,« segði Tummas M. Jacobsen, bygdarráðs- limur á Skála. »Royndar- koyringin við Skálaleiðini vísti seg at fáa undirtøku og gav okkum eitt gott støði at arbeiða út frá. Tað sum vit nú fáa er í veruleikanum ein nógv betrað tænasta fyri ein kostnað sum ikki er hækkaður eftirsum vit sam- stundis ikki longur reka Skálaleiðina.« »Kontraktin við Skála- leiðina gekk út 1. januar og hetta var eitt høvi at gera nakað nýtt. Vit rokna við at tað nýggja samstarvið við Bygdaleiðir kemur at geva nógvar fyrimunir.« Umfatandi umleggingar Okkurt bendir á at talan er um strukturbroytingar í ferðslumynstrinum. Leiðarin á fólkaflutn- ingsdeildini hjá Strand- ferðsluni, Andrass Jensen, ásannar at trupulleikar framvegis finnast í Eyst- uroyarleiðunum og sipar til Gjógv sum ikki hevur fingið eina nøktandi loysn. »Vit hava fingið stórar ábøtur í Eysturoy men enn liggur okkurt eftir,« segði Andrass Jensen. »Enn hava vit ikki fingið Gjógv inte- grerað nøktandi við men vit royna at hyggja upp á tað saman við kommununi.« »Tað vit síggja er broyt- ingar í ferðslumynstrin- um,« legði Andrass Jensen afturat, »Tann stóri spurn- ingurin snýr seg um í hvønn mun Strandferðslan skal røkja og fíggja lokala ferðslu so sum skúla- bussar.« Í einum nýggjum faldara frá Strandferðsluni sum nýliga er útkomin fram- gongur at Eysturoyarleið- irnar umfata fylgjandi: Selatrað-Toftir / Toftir- Selatrað (440/480), Æðu- vík-Rituvík-Runavík-Nes (442), Oyrarbakki-Funn- ingur-Skálabotnur-Oyrar- bakki / Oyrarbakki-Runa- vík-Oyrarbakki / Oyrar- bakki-Gjógv-Oyrarbakki (205), Skálabotnur-Oynd- arfjørður / Oyndarfjørður- Skálabotnur (481). Eysturoyarleiðirnar eru fyribils undir royndarkoyr- ing og møguligar broyt-ing- ar, rættingar ella tillagingar kunnu væntast í sambandi við ta nýggju ferðaætlanina sum skal koma út tann 1. apríl. Valdystast frá Eiði til Runavík Skálafjørðurin fær betrað bussamband Dánjal Pauli "Piddi" Lamhauge hevur koyrt buss í meira enn 30 ár C M Y K 3 2